hósdagur 15. september 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
26
Óli Jacobsen
POURQUOI PAS? GEKK
BURTUR VIÐ 39 MONNUM
Nógvar skipsvanlukkur eru hendar undir Íslandi. Her skal greiðast frá
eini franskari vanlukku, sum hevði samband við Føroyar
Eitt 80 ára minni:
F
ransar hava eins og føroyingar
havt stórar missir av fiskiskipum
og mannalívum undir Íslandi. Á
Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum
er ein franskur kirkjugarð.
Júst í dag, 16. september, eru 80 ár
síðani, at tað í 1936 hendi ein ræðulig
vanlukka undir Íslandi. Tá gekk franska
rannsóknarskipið Pourquoi Pas? burtur í
Faksaflógvanum. 39 av teimum 40 monnum
umborð druknaðu.
Hetta var ein vanlukka, sum tað frættist
nógv um, eisini í Føroyum. Føroysku bløðini,
serliga Dimmalætting, skrivaðu nógv um
hesa hending.
Ein orsøk fyri, at hetta skipbrotið vakti
so miklan ans var, at Jean Baptiste Charcot
var kanningarleiðari umborð. Hann var
útbúgvin lækni, men hevði harafturat–
frá hann var heilt ungur – verið á fleiri
kanningarferðum við polarøkini, bæði
sunnan fyri og norðan fyri.
Pápi hansara – Jean Martin Charcot – var
ein heimskendur nervalækni.
Jean Charcot var føddur í 1867 og gjørdist
tískil 69 ára gamal. Longu í 1903-5 var hann
leiðari á kanningarferðum í Suðurís-havinum
við tí fyrsta Pourquoi Pas? Hann rindaði
størsta partin av kostnaðinum sjálvur. Seinni
yvirtók franski staturin skipið.
Upprunin til navnið á skipinum er, at
Charcot plagdi at marra við pápa sín, at
hann fór at gera slíkar ferðir. Pápin var
tvørur og ráddi frá, og svarið hjá soninum
var hvørja ferð: »Hví ikki?«. Tí gjørdist hetta
navnið á skipinum.
Árini 1908-1910 fór Charcot nýggja
kanningarferð, og tá læt hann byggja eitt
nýtt »Pourquoi Pas?« Við hesum skipi sigldi
hann 2.250 fjórðingar framvið Antarktis.
Hann fann eina oyggj, sum fekk navn eftir
honum, Charcot Land. Hann fekk ein hóp
av týdningarmiklum vísindaligum tilfari
heim við sær.
Skipið var 140 føtur, hevði 3 mastrar, var
449 t. til støddar, og – umframt at hava 450
hk motor – var tað eisini útgjørt við seglum,
sum kundu hava týdning í ísfyltum farvatni.
Skipið minti nógv um tær í Føroyum kendu
fransaskonnartir.
Skipið var sterkt bygt – júst til sigling
í ísi. Tað hevði eisini tá nútímans útgerð
sum ekkolod, peiliútgerð og alla útgerð til
havrannsóknir og var roknað sum eitt tað
mest framkomna rannsóknarskip tá í tíðini.
Aftaná fyrra heimsbardaga gjørdi skipið
– við Charcot sum leiðara – fleiri ferðir til
Eysturgrønland, Jan Mayen, Svalbard,
Bjarnoynna. Í Grønlandi var eisini dentur
lagdur á at kanna grønlendska mentan.
Var føroyavinur
Á hesum ferðum vitjaði Pourquoi Pas? fleiri
bygdir í Føroyum, har skipið altíð var ein
vælkomin gestur.
Charcot var fyrstu ferð í Føroyum
í 1901 við tí fyrsta Pourquoi Pas?, tá ið
hann steðgaði nakrar vikur, og teir sigldu
kring oyggjarnar. Tilsamans var hann
einar 15 ferðir í Føroyum. Hann skrivaði
fleiri áhugaverdar myndprýddar greinir
um Føroyar í fronskum tíðarritum. Í 1934
skrivaði hann eisini eina lítla bók um
Føroyar. Henda áhugaverda bókin varð út
givin á føroyskum av Sprotanum í 1994. Før
oyska heitið er Ferðir til Føroya.
Hetta er ein áhugaverd lýsing fyrst og
fremst av føroyska samfelagnum í 1901, men
eisini hvussu tað hevði broytt seg fram til
1930-árini.
Charcot gjørdist góður vinur við franska
konsulin. Í bókini sigst hann at vera Valde
mar Lützen. Men hetta er ikki rætt. Konsul
tá var pápi hansara, Jacob Lützen. Valdemar
tók við eftir honum.
Millum onnur hitti hann í 1901 dómaran,
Tyge Bang, sum segði seg hava eitt lætt
starv, tí lógarbrot vóru ikki í Føroyum. Tað
kundi vera onkur ósemja um seyð. Men
hesar vóru altíð loystar tí »tað sømir seg
ikki monnum at kjakast um ein seyð!«
Loðsurin hjá Charcot millum oyggjarnar
kallaðist Harald, og var 65 ára gamal í 1901.
Man nakar av lesarum okkara hava eitt boð
uppá, hvør hann man vera. Hann hevur í
hvussu er verið royndur sjómaður, og Char
cot læt væl at honum.
Tað er eingin ivi um, at Charcot hevði
ein serligan tokka til Føroyar og føroyingar.
Í samrøðu við FF-blaðið greiddi gamla
landsdjóralæknin Dánjal Bærentsen frá,
at í 1934 kom Pourquoi Pas? inn á Kvívík.
Charcot kom niðan á telefonstøðina at
senda telegramm. Tey á støðini dugdu
hvørki franskt ella enskt. Men Dánjal dugdi
fitt av enskum, so hann kom upp í leikin
sum tulkur.
Charcot spurdi Dánjal um støðuna hjá
honum. Jú, hann var 17 ár og arbeiddi hjá
pápanum. Tey høvdu 7 kýr og ungneyt
umframt 160 seyðir, og hesum livdu tey av.
Sjálvur var hann elsti sonur og stóð til at
taka við øllum. Charcot helt við Dánjal, at
hann var væl fyri. Hann segði seg ikki hava
sæð nakað so grønt land sum Føroyar. At
Dánjal ikki gjørdist bóndi er ein onnur søga.
Vanlukkan
Sambært protokollini hjá Tórshavnar Havn
lá Pourquoi Pas? á Havnini 26. og 27. juli 1936.
Teir tóku m.a. 18 t. av vatni. Helst hava teir tá
verið ávegis til Grønlands. Dimmalætting
hevði samrøðu við Charcot og skrivaði m.a.:
Dr. Charcot var en ualmindelig flink og
elskværdig Mand. Til trods for sin høje Alder
var han rask og rørig og man behøvede ikke
at have talt med ham i mange Minutter for
at blive klar over, at man her stod overfor en
fremragende Videnskabsmand og en nobel
og højt begavet Personlighed.
Tá 40 ár vóru liðin síðan vanlukkuna
skrivaði katólski presturin í Føroyum,
Alex Kons, ein stubba í Dimmalætting,
har hann greiddi frá, at tað fyrsta Charcot
plagdi at gera, tá hann var á Havnini var at
vitja Franciskanarasystrarnar og biðja eina
bøn í kirkjuni. Hetta man vera orsøkin til,
at tað seinni varð bygt modell av Pourquoi
Pas?, sum varð smíðað av Palle Burla, sum
í mong ár var katólskur prestur í Føroyum,
og Verland Johansen eftir tekningum frá
»La Musée de la Marine« í Paris.
Pourquoi Pas? skuldi eftir loknan túr
í 1936 til Keypmannahavnar, har Charcot
skuldi halda fyrilestur í Geografisk
Selskab. Her var ætlanin at handa honum
gullmedalju frá felagnum, og var hetta ein
sera sjáldsamur heiður at fáa. Síðan var
ætlanin, at Charcot skuldi gevast við sínum
kanningarvirksemi.
Andreas í Tarti mintist veðrið
Tann 15. september 1936 fór Pourquoi Pas?
av Reykjavík eftir at hava ligið har í 14 dagar
at bøta um ketilskaða, sum skipið hevði
fingið millum Ísland og Eysturgrønlandi
seinast í august mánaði. Skipið varð sleipað
inn til Reykjavíkar av verjuskipinum Hvid
bjørnen. Hetta var ein seinking, sum kom
Siðsøga
SIÐSØGA
Pourquoi Pas? á Havnini í juli 1936
Modellið í Mariu kirkjuni