Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 27 Komandi partur Í komandi parti verður hildið á við frásøgnini hjá Jovinu Højgaard, sum greiðir frá lívinum í Æðuvík. illa við. Tí vóru fleiri av manningini longu farnir heim við øðrum skipum, hetta bjarg­ aði so teimum lívið. Júst tá teir vóru farnir av Reykjavík brast eitt øgiligt ódnarveður á. Andreas í Tarti í Oyndarfirði mintist væl hetta veður. FF-blaðið hevði í síni tíð hansara søgu í blaðnum. Andreas var so ótrúliga skila­ góður og gjørdist 101 ára gamal. Hann greiðir soleiðis frá: Hetta minnist eg eisini sera væl. Men fyrst skal eg siga, at eg minnist eisini, tá skipið kom á Fuglafjørð á síni seinastu ferð norð eftir í juli mánaði. Gamli Sámal Petur fór umborð, og eg minnist skiparan, tá hann kom í land. Hann var ein framúr vakur maður. Í hesum ódnarveðrinum var eg við »Guide Me«, sum eg sjálvur átti, á Eystur­ landinum. Her var veðrið eins ringt sum á vesturlandinum. Vit lógu ankraðir við Bakkafjørðin, og veðrið var so ringt, at vit máttu andøva við motorinum fyri ikki at slíta ankarketuna. Hetta er einasta ferð eg minnist, at vísarin á barometrinum hevur sveiggjað upp og niður, sum hann gjørdi her. Vanliga fer vísarin spakuliga hvønn vegin. Seinni frættu vit so um hesa vanlukkuna. Ein feril av veðrinum hevur eisini verið í Grønlandi. Johan Christiansen í Havn hevur sæð dagbókini hjá abba sínum Malvinus í Vátutoft, sum var skipari á Liljuni. Júst um hesa tíðina greiðir hann frá sera skiftandi ættum og so mikið av vindi, at tað ikki var fiskandi. Johan var annars íblásturin til, at FF-blaðið skrivaði um hesa hending í 2006. Ein slapp livandi frá vanlukkuni Einans ein maður, bátsmaðurin, slapp livandi frá vanlukkuni. Hann kundi seinni greiða frá, hvat ið hendi. Hann var komin á vakt á midnátt, vindmegin var 12 ella meira, sum er út móti 40 m/s. Eftir at teir vóru farnir av Reykjavík, gjørdur vindurin so nógvur, at skipið slapp ongan veg og gjørdu teir tí av at venda aftur. Samstundis vísti tað seg, at yvirmenninir umborð á Pourquoi Pas? høvdu tikið feil av tveimum vitum. Teir høvdu blandað Akranes vita, sum er á sunnara arminum á Borgarfjørðinum við Seltjarnanes, vitan vestan fyri Reykjavík. Bátsmaðurin varð sendur niður í bestikkrúmið eftir sjókortum, men júst tá rendi skipið á eitt sker. Tá var kl. 3 um náttina. Síðan varð skipið skolað av aldunum av einum skeri á annað. Tað var skjótt, at sjógvur kom í maskinrúmið, og tað ikki longur bar til at manøvrera. Roynt varð at koma leysir av seinasta skerinum við seglunum, men skipið stóð fast. Sum leið á náttina smildraðist skipið, bert 25 metrar úr landi. Fyrst knústist forstevnið, og síðan fór fremsta masturin og restin við henni. Tá var klokkan blivin út ímóti 4 á morgni. Tað vóru 40 mans umborð, nevniliga Dr. Charcot, tríggir vísindamenn, sjey yvir­menn, filmsfotografur og harafturat 28 dekkarar. Teir flestu komu úr franska býnum St. Malo. Verjuskipini Hvidbjørn og Ægir vóru stødd á leiðini, men veðrið var so vánaligt, at tað var ógjørligt at koma til hjálpar. Manningin leyp í havið Tað seinasta bátsmaðurin hoyrdi skiparan rópa var, at nú máttu hvør maður klára seg sjálvan. Allir menn vóru róligir, tað var eingin panikkur umborð. Allir vóru í bjargingarbeltum, og teir lupu fyri borð í vónini um at klára seg til lands. Bátsmaðurin og ein dekkari hildu seg fastar í eitt vrakpetti, men tað var skjótt at matrósurin varð burtur. Fýra tímar seinni varð bátsmaðurin slongdur upp á land í fjøruni, meðan hann helt fast í eina landgangsbrúgv. Íslendingar tóku sjálvsagt hond um hann. Hann fekk kaffi og varð koyrdur í song. Men hann var so skakaður, at hann fekk ikki tosað ta fyrstu tíðina, eftir at hann vaknaði við aftur. Másin bjargaður Bátsmaðurin greiddi eisini frá, at um­ borð høvdu teir ein grønlandsmása, sum var komin umborð í Angmassalik í Eysturgrønlandi. Hann var næstan tamur. Um dagin gekk hann leysur umborð, sum hann vildi, men um náttina varð hann koyrdur í ein kassa á dekkinum undir brúnni. Tað seinasta, sum bátsmaðurin sá til Charcot, var at hann róliga fór niður av brúnni. Hann opnaði lúkuna til kassan. Másin fór á flog og í vøkrum flogi hvarv hesin stóri fuglurin í myrkrinum. Hetta var eitt vakurt seinasta minni um hendan kappan. Íslendingar vístu samkenslu Dimmalætting skrivaði úr Íslandi, at 20 mans arbeiddu við at fáa líkini í land, og tað sást á fleiri av teimum, at tey vóru illa farin. Tó hevði skipslæknin framvegis sínar brillur á nøsini. Allar kirkjuklokkurnar í Reykjavík ringdu og 2.000 fólk luttóku, tá tey 32 líkini vórðu førd gjøgnum býin til katólska kapellið. Til staðar við havnina var katólski bispurin Meulenberg, »løgmaðurin« Jónas­ son og nógvir aðrir av leiðandi monnunum í Íslandi. Henda støðan var lík henni, tá manningin á Onnu varð borin somu leið sum lík í 1924. Við motorbátinum Ægir, sum førdi teir deyðu til Reykjavíkar, var eisini mað­ urin, sum kom frá hendingini við lívin­um, Eugene Gouldec, ein lítil tættbygdur 29 ára gamal svarthærdur maður, sum framvegis var skakaður aftaná hendingina. Franska stjórnin sendi síðani eitt herskip til Íslands at føra líkini heim, so tey kundu hvíla í heimlandsins mold. Sorgin var stór í St Malo og í øllum Fraklandi. Minningarhald í Íslandi Í Íslandi skipar m.a. Háskóli Íslands í døgunum 15-17. september fyri minningar­ haldi fyri teimum sum fórust. Í Borgarfirði á Borgarnesi, har vanlukkan hendi, hava verið vístar ljósmyndir frá seinastu ferðini hjá »Pourquoi Pas?«. Eisini hevur franski sendimaðurin í Íslandi verið á staðnum, har vanlukkan hendi, har tað er reistur ein minnisvarði fyri Charcot og hansara manning. Í morgun, ársdagin fyri vanlukkuna, er minningargudstænasta í Landskotskirkjuni í Reykjavík, har abbadóttir Charcot sigur nøkur orð og lesur nøvnini á teimum sum umkomust. Kl. 11 verður vitjað í kirkjugarðinum, har teir av manningini eru grivnir, sum vóru funnir aftaná, at flestu líkini vóru farin til heimlandið. Flaggskipið hjá franska havrann­sóknar­ stovninum, Pourquoi Pas?, fimta skipið við hesum navni er eisini á Reykjavíkar sum partur av minningarhaldinum. Almenn mót­tøka er umborð Við tí tilknýti Føroyar hava til hesa hend­ ing, eiga vit eisini at minnast hana. Seinasti ferðin til heimlandið! Charcot saman við manning og fugli hann hevur umsorgan fyri Íslendingar vístu sum vanligt samkenslu. Her eru kisturnar á veg heim til Frankaríki Hvør mann Haraldur, loðsurin hjá Charcot, vera?