hósdagur 15. september 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
28
NØVN
Dávur Winther seksti ár 25. septembur 2016
D
oktaragarðurin var ein
aldingarður í Fuglafirði.
Har búleikaðu Emma,
Eyðun, Dávur, Ólavur
og Kathrin. Tey gingu millum silki
gras, blómur og runnar í hesum
hábærsliga í huganum og veru-
liga livandi garði. Meðan Jacob
Højgaard var lækni her í bygdini,
minnast vit Jákup hjá Jensi, at
hann var »urtagarðsrøktari« í hes
um aldingarði. Hann var sum fugl
firðingar flest, eitt vanligur bygdar-
maður, kanska eitt sindur meira
poetiskur enn flest onnur, eitt lítið
sindur fjalin og reið ikki sama dag,
hann salaði, men kom fram hóast
tað. Eftir sítt lokna verk, fekk hann
altíð ein upp í nevið, tá ið hann við
sínum dáðfýsnu evnum hevði
tikið hond í røktina av hesum
gróðri. Onkuntíð, tá ið Højgaard
ikki var heima, so var tað kona
hansara, ið tók sær av tí. Hon læt
vín upp í glasið tvær ferðir. Tá ið
Jacob Højgaard kom aftur og gav
honum dropan fekk hann einans
eitt glas, tá læt í honum: »Ólíka
var tað, at fáa tað av kvinnuhond!«
Nú er tað ikki um hetta medisinið,
greinin snýr seg um, men um Dáva
Winther, ið verður seksti ár 25. sep
tembur; men hann er komin úr hes-
um aldingarði, har víndrúur vuksu
á greinunum.
Emma Winther
Tað er so løgið við so mongum á
mansins ævi, tí Dávur varð borin
í heim í Fuglafirði. Ja, so løgið
tað ljóðar, bar Emma hann undir
belti ein illveðursdag, hon fór um
Skarðið – óivað í februar 1956 í
kavaroki at hjálpa einari barna
konu í Oyndarfirði, sum skuldi
eiga. Edvard á Bakkanum og Símun
Abrahamsen vóru fylgisneytar
hennara. Tað var ikki farandi sjó-
vegis. Sagt varð við Emmu, at tað
var ovboðið at fara á Skarðið. »Nei,«
svaraði hon, »tað var sjúklingin, tað
galt.« Hon var gongufólk, og høvdu
hesir garpar ilt við at fylgja henni.
Oyndfirðingar gingu til býtis,
og møttust uppi í Kliv oman fyri
Hellurnar. Móðir og barn komu
væl undan. Ja, har hevur Dávur
ligið undir Emmusa kærleiksfulla
hjartaslagi og fingið inn í blóði av
Emmusa umhugsni og andadrátti.
Doktarabrekkan
Tað hevur altíð verið lív í hesi
yndisligu vakstrarlund. Hugsi, um
tey fólk, sum hava gingið oman og
niðan eftir hesi doktarabrekku.
Ja, tað er ein fjøld av fólki, sum
hava flutt seg aftur og fram eftir
hesi gøtu – niðan til Emmu at fáa
sær heilsubót, ella eitt gott prát
við hesa tignaðarligu kvinnu, ið
var ein læknaligur meistari, sum
á skinsaman hátt tók ímóti sínum
einglabørnum,virðiliga, fólksliga
og menniskjansliga. Tað varð ikki
sagt, at eg fari til læknan, men til
Emmu. Hetta gevur okkum eina
mynd av einum setri, eini lon, sum
andaði út og inn bæði nátt og dag
í einum tónalagi, sum nart við
dagin og løtuna hjá okkum øllum.
Tað er eins og vit síggja myndina
rista í henda múr, ið ber brá av
eini spegilsmynd, har fólk koma
at finna sær heilsubót. Hetta er
eins og ein livandi grafittimynd,
sum livir sítt sæla lív í minninum.
Millum hesa fjøld av fólki eru eisini
húsfólkið. Dávur – eitt lítið sindur
brasin, heimligur og við dreingja
lótum, sum var øllum bakka
dreingjum í kjøtið borið.
Esmar og Margretha
Meðan tey vóru inni í sjálvum
garðinum, hugdu tey sanniliga
eisini út ímillum runnar, greinar
og upp um tann stoypta garðin
og sóu oman til Esmar Simonsen,
smiðjumeistaran og konuna,
Margrethu. Har festi eygað seg við
Mourits, sum gekk í sínum garði
stillur og friðarligur, saman við
sínum systkjum, Martini,Tróndi
og Jórun. Mourits og Dávur eru
javngamlir, so tað var skjótt, at teir
funnu saman. Tað hevur verið ein
ávísur lunnkendur innsúgur og
útsúgur á Doktarabrekkuni, sum
hevur drigið teir báðar saman. Í
skúla fóru teir 1963 og høvdu Óla
Jacob sum flokslærara. Hann er
ættaður norðan úr Sundalagnum,
Oyrabakka og var nýkomin lærari
við skúlan. Hann var lærari her frá
1963 til 1997. Sjálvandi leitaðu eyguni
eisini yvir til Marthu og Sigurd, har
Jákup dartaði út og inn og yvir
til Ásu og Petur. Ikki at gloyma
Magdu og Petur Bjarnastein. Hetta
var eitt sjáldsama gott grannalag-
trygt og gott. Dávur og Jógvan hjá
bóndanum vóru eisini væl, har
bóndalívið dró, og Halgadalur var
ein annar heimur, sum hann eisini
vitjaði.
Dreingjalívið
Tað var mangt og mikið, sum fekk
fótin at flyta seg ymsar vegir og
steðir í bygdini, meðan tú vart
smádrongur. Oman í fjøruna,
niðan á Stíggj, oman á Stórubrúgv,
kaiina og inn í smiðjuna. Tað var
spennandi mangan at fara um
hesar leiðir, koma inn í jarn
smiðjuna og stinga eitt jarnpetti
inn í essuna. Fáa tað at gløða og so
á amboltin við hesum eldlivandi
jarni og fáa okkurt skap úr tí.
Hesir báðir knarkar, Mourits
og Dávur lógu ikki sjóvarfallið
av sær, tá ið ein slík løta gavst.
Komu undir bitarnar, har Esmar,
smiðjumeistarin, arbeiddi. Smiðir
og lærlingar vóru altíð blíðir og
týðir um onkur óviti kom innum
og vildi royna sínar snildir, sum
var teimum at gagni – kanska fyri
restina av lívinum. Tá ið hesar
løtur komu upp í hugan, liva tær
enn tann dag í dag, ljóst livandi í
sinninum
Skúlatíðin
Dávur var eygagóður, blíðoygdur
og góðlyntur. Soleiðis kendi tú
hann eisini, tá ið hann trein inn
um skúlans gátt – árvakin og
natúrligur. Tá ið læraratíðin hjá
greinskrivaranum vardi í 41 ár,
so eru nógvar góðar løtur, ið liva
í minninum. Kom í skúlan 1967
og var lærari her til 2008. Serliga
í myndlistini, tá ið penslabørnini
livdu sítt sæla lív millum fingr
arnar, minnist meg Dáva í hesi
føgru akurskurðartíðini saman
við Mouritsi og sjálvandi øðrum
við, sum lótu hesi kykt fara eftir
løriftinum á ein poetiskan, barns
ligan og kimligan hátt. Hesir dagar
fara aldri frá tær, har barnalyndið,
eygnabrá og atferð barnana koma
upp í hugan sum alfagrir flytifuglar
frá eini tíð, har grundstøðið skuldi
leggjast, so flytingin var holl, tá
veingjabreiðið skuldi roynast á
øðrum syllum.
Dragin og Havdis
Tá ið tey 10 árini vóru runnin
lá leiðin á studentaskúlan, men
áðrenn tað, so gekk Dávur nógv
oman til Emil Toftegaard og Jens
Toftegaard, sum vóru brøður og
væl royndir útróðrarmenn. Synir
teirra trinu í fedranna spor –
Margeir og Egil Toftegaard, vóru
synir Emil og Helgu. Tórik, John Eli,
Kristijan Sofus, sáli, synir Jens og
Carolinu. Teir høvdu eisini Dragan,
Støðina, Mækjuvík og Havdis , sum
vóru ein føst bygdarmynd í fimmti,
seksti og sjeytiárunum í Fuglafirði.
Mangan hava dreingir á Bakkanum
staðið í hesum egningarskúrum á
hesum bátum og krøkt agnið upp
á teir svøltandi húkarnar, sum
høvdu eina gloriu um høvdið, tá ið
sett varð, av táminum frá hesum
barna- og vaksnamanna fingra
knevlum. Her var Dávur saman
við sínum lagsbrøðrum og egndi,
og hann átti ein part av degnum
og løtuni, sum seinri tóku um
hann, har hann fór onkran túrin
við Draganum og Havdis.
Hugsi, tað var við Draganum
hann fór til Íslands 1972 við snellu
og royndu á Eysturlandinum
og undir Langanesi. Hetta var
eftir ólavsøku, at hesin túrurin
var. Onkuntíð kom sjógvur og
hjóm inn á dekkið og ikki bara
tað, men Langanes hevði esini
latið seg í hjómhvíta stúku –
kavi var í fjøllunum oman ímóiti
»bøgørðunum«, so lagdeilt kann
alt vera sjálvt um ólavsøkuleitið.
Hetta hevur verið ein avbjóðing
hjá Dáva, at flyta seg úr tí friðsæla
Doktaragarðinum undir hesar
knúkar og lendi á Eysturlandinum
og veiða tosk. Hugsi, teir, sum við
vóru, hava tikið væl um dreingin,
Emil, Margeir, Egil, Kåre – norð
maðurin, Jalgrim hjá Niklasi,
Jørgin hjá Kollfjarðarkonuni,
Magnus Ingi og Dávur.
Hetta hevur verið ein lærurík
tíð, sum Dávur mangan hevur róð
afturá, og kundi hann eisni farið
hesa leið í lívsyrki sínum, men
lá leiðin á ein annan bógv. Hann
var eisini fleiri útróðrartúrar við
Havdis.
Horsens
Eftir lokið studentsprógv fór
hann til Horsens 1983-1987, har
hann las til byggifrøðing og sang
við Klosterkirkenssangkor, sum
hevur 51 ár á baki. Tað var sett á
stovn 1965 av Søren Hedegaard
Sørensen. Meðan Dávur sang við
kórinum, var kórið á konserferð í
Føroyum 1986, og var Søren kór
leiðari. Fuglafjarðar gentukór
var á konsertferð í DK 1987 og
vitjaði eisini í Horsens og sungu í
Klosterkirkjuni, sum Dávur skipaði
fyri. Nú vit nevna Klosterkirken,
so vórðu Annfríð og Dávur vígd í
hesi kirkju 27. sept 1987 av Bergur
Jacobsen presti. Annfríð var liðug
við sína útbúgving sum narkosu
sjúkrasystir 1985. Annfríð er dóttir
Poulinu Mikkelsen, fødd Poulsen
av Eiði og Leivur Mikkelsen úr
Klaksvík. Dávur og Annfríð eiga 3
børn – 3 gentur. Guðrun, Emmu og
Rakul. Abba- og ommubørnini eru 3
í tali. Annfríð og Dávur fluttu heim
til Klaksvíkar 1987, har Dávur fór
at starvast í Klaksvíkar kommunu
sama árið. Her er hann enn nú
sum mentanarleiðari og Annfríð
arbeiðir á Klaksvíkar sjúkrahúsi
sum sjúkrasystir.
Faðirin, Eyðun Winther
Tað er mangt og mikið, sum kann
sigast um tað mentanarliga, tá ið
tað snýr seg um Dáva. Faðir hans
ara, Eyðun Winther(1922- 1988) var
úr góðum bergi brotin, tá ið tað
snúði seg um bókmentir. Hann
hevur týtt bæði fagurbókmentir
og yrkisbókmentir t. d. Grettissøgu
1977, Heimsoyingar eftir Strindberg
1980, saman við Svenningi Tausen
Litfloru hjá Doretu Bloch 1980
og dagbók skrivað á eini ferð til
Føroya 1828 eftir C.J. Graba 1987
og Ferðafuglur eftir Doretu Bloch
og S. Sørensen 1988.
Ja, her er ein symfonisk yrking
frá barnaárum bæði úr tí hvønn
dagsliga (Emma) og fagurlittum
dreymsólju orðum og stavum
(Eyðun) á tí mentanarliga økinum
heimanífrá.
Gerhard Dahlen
Dávur hevur lyft og lætt, har hann
hevur verið, ikki einans í Klaksvík,
men eisini rætt eina hond her í
Fuglafirði tíðan til gleði og gagns
fyri bygdina á tí mentanarliga
økinum. Hann vendir aftur til sín
uppruna, sum er stak vakurt. Eitt
árið – hugsi tað var í juni 2008, at
Gerhard Dahlen, mentanarleiðari
í Trondheim kommunu, sum er
vinabýur hjá Klaksvík, helt ein
fyrilestur um útilistina í Trond
heim í Klaksvík.
Trondheim hevur fjølbroytta
útilist, so tað var áhugavert at
hoyra Gerhard Dalen. Hann vísti t.
d. við fotomyndum av hesi vøkru
útilist millum annað nakrar stand
myndir uttan fyri eitt heim, har
minni ment búleikaðu. Hetta vóru
ikki standmyndir við klædnapløgg
um á kroppinum, og øðrum skreyt
lutum, men nossligar, snøggar,
snodnar og einklar standmyndir av
mannakroppinum. Tá ið tey minni
mentu fóru útum, kanksa ein túr,
fóru tey altíð til sína standmynd,
sum tey høvdu valt sær, uttan
nakran háva, nurtu við hana og
kýndu henni. Tað sama gjørdu tey,
tá ið tey komu heimaftur. Hetta
gav okkum nakað at hugsa um. Vit,
sum halda okkum vera fullborin,
høvdu kanska ikki gjørt so. Okkara
tilvit er í eini dýpd, sum livir millum
Smørstíggj og Brosmutúvuna, at
vit á ein ella annan hátt manna
okkum upp og flyta okkum á tí
mentanarliga økinum, hjálpa
hvørjum øðrum og leggja lunnar
undir tilveruna, har vit kína og
nerta við bæði sang, tónleik,
skaldskap og list á ymsan hátt. Her
hevur Dávur róð uppundir »sína
standmynd« á ein sera fólksligan
hátt (Grundtvig og háskúlarørslan)
og lagt lunnar undir tað mentanar
liga t. d. í Nordvesten, sum var eitt
átak, sum livdi við sínum sælu
dreymum í Klaksvík, Østerdalen
og Lemvig. Hetta var ein verkætlan
í útjaðarinum við norðurlendskari
mentan. Ja, tað má vera mangur,
sum er samdur um, at útjaðarin
hevur givið »metropolunum«
mangt og mikið. Vit kunnu bara
taka okkara frægu skald, sum
koma av bygd, ja, enntá úr smáum
bygdaløgum og býlingum. Fleiri
av okkara góðu listafólkum koma
eisini av bygd, og ikki so fáir
tónleikarar hava røtur innangarðs
í bygdasligum umhvørvi. Dávur er
ein føddur bygdamaður og hevur
fingið mangt og mikið í vøggugávu
frá foreldrunum og systkjunum,
sum er ein vøkur standmynd, sum
hann í sínum huga nemur við
hvønn tann einasta dag sum ein
góður mentanar bygdamaður.
Tá ið Dávur fylti fimmti, vórðu
vit tikin til háborðs uppi í Dreym
sóljusmáttuni hjá Archibald á
Myrkjanoyri. Emma var eisini við
hon kom niðan við helikoptara.
Hetta var ein fagur dagur og ein
dreymur, sum enn tann dag livir
í huganum, so Dávur, hjartaliga
til lukku við seksti ára føðingar
degnum. Takk fyri góðar løtur í tí
farna!
Frits
Dávur winther í Húsavík í Íslandi 2013