hósdagur 15. september 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
29
Føðingar
2.september fingu Rebekka M. Poulsen og Kim eina dóttur. Her er hon
avmyndað við stolta stóra beiggjanum Dávur. Hon kom til verðina
umborð á Smyrli, og vigaði 2679 gr og var 49 cm long.
6. februar fingu Sara Nowicka & Timmi Nielsen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 53 cm long og vigaði 3420 gr.
29. august fingu Linda Dam Jacobsen, Tórshavn, og Heini Bech,
Porkeri, hesa fittu didduna. Hon vigaði 3725 gr og var 53 cm long
SOSIALISTISK UNG
Á fyrsta nevndarfundi eftir lands
fundin hevur landsnevndin skipað
seg.
Barbara Gaardlykke Apol
heldur fram sum forkvinna, og
Jógvan Kallsgarð úr økisdeildini
SU Norð verður næstformaður.
Kassameistari og skrivari verða
ávikavist Karin Reginsdóttir
Joensen og Rói Dam Dalsgarð.
Afturat teimum siðbundnu
nevndarsessunum er altjóða
skrivari valdur, sum hevur ábyrgd
fyri samband og samskifti við
ungmannafeløg og felagsskapir,
sum SU er limur í. Guðrun Dur-
huus verður altjóða skrivari.
Heidi Lindenskov Róadóttir,
Hákun Skoubo Dalsgaard, Bergur
A. Dalsgarð og Manne Næs Mort
ansson verða nevndarlimir, og
tiltakslimir verða Bartal Súsonnu
son Hansen og Vølundur Lognberg.
Í útisetanevndini sita fimm
umboð, sum búgva uttanfyri Før
oyar: Barbara Eysturoy, Erhard
Petersen, Elma Næs Mortansdóttir,
Andrias Høgenni og Guðrun
Durhuus.
Landsnevndin hevur sett sær
fyri at arbeiða við í minsta lagi
hesum málum í nevndarárinum:
1. Revsilógin í mun til neyðtøku og
hevndarporno skal dagførast og
nútímansgerast.
2. Teknmál skal viðurkennast
sum mál á jøvnum føti við før
oyskt.
3. Eitt samhaldsfast infrakervi,
sum ikki ger mun á fólki vegna,
hvar í Føroyum tey búgva
4. Javnrættindi í barsilsskipanini,
bæði fyri at basa mismuni á
arbeiðasmarknaðinum og fyri
at fremja javnrættindi millum
tey foreldur, ið ynskja at taka
javnan lut í barnauppalingini.
5. Hjúnarbandslógin skal dag
førast. Fyrstu fetini eru tikin,
men vit gevast ikki, fyrr enn
komið er á mál.
Fleiri onnur politisk mál eru á
skrá, ið skulu viðgerast innan
hýsis, áðrenn støða verður tikin
um politiska ætlan. Verður
politisk ætlan løgd, krevja vit, at
Javnaðarflokkurin ber málið fram
á ting.
Barbara Gaardlykke Apol forkvinna
hjá Sosialistiskum Ungum
Landsnevndin í Sosialistisk
Ung, frá vinstru:
Bartal S. Hansen (tiltakslimur),
Jógvan Kallsgarð (næstformaður
og umboð fyri SU Norð), Barbara
G. Apol (forkvinna), Rói Dam
Dalsgarð (Skrivari), Hákun S.
Dalgaard (nevndarlimur), Karin
R. Joensen (kassameistari),
Manne N. Mortansson (umboð
frá SU Suður), Bergur A. Dalsgarð
(umboð frá SU Mið) og Vølundur
Lognberg (tiltakslimur). Á
myndini vantar Heidi Lindenskov
Róadóttir (nevndarlimur)
TÍÐINDASKRIV FRÁ FERÐSLUTRYGD
Gallupkanning í kjalarvørrinum
av átakinum við bilvrakum fram
við landsvegi undir heitinum,
’Hin dagin eg hevði skund’
vísir, at væl fleiri siga seg halda
hámarksferðina. Átakið, sum
er samstarv millum Ráðið fyri
Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið
Føroyar, tekur støði í filminum frá
seinasta heysti, ‘Hin dagin eg hevði
skund’.
Í átakinum vórðu bilførarar
ávirkaðir í koyristøðuni við tað
at á fimm útvaldum støðum á
landsvegi kring landið stóðu
bingjur við bilvrakum frá veru
ligum ferðsluóhappum. Vit vita,
at ov nógv ferð er tann orsøkin,
sum oftast gongur aftur í ferðslu
vanlukkum, har onkur doyr ella
fær álvarsligan skaða.
Spildurnýggj gallupkanning
vísir, at síðan 2012 hava ongantíð
so mong sagt seg halda hámarks
ferðina: 46%. Greitt er - eins og
væntað - at átakið mest hevur
ávirkað tey, sum áður hava sagt
seg koyra 90 km/t. Meðan talið á
teimum, sum siga seg koyra 100
km/t og skjótari, er 11% av teimum
spurdu.
Í apríl í fjør – tað vil siga áðrenn
átakið um ferð í fjør – søgdu bert
32% seg halda hámarksferðina. Í
august í ár siga 46% seg gera tað.
Hetta er eitt fitt lop í eitt gott
ár, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd
fegnast um.
Aldursbýtið í nýggju kanningini
vísir, at tey 18-24 ára gomlu í minstan
mun halda hámarksferðina: bert
24%. Eldri fólk gerast, í størri mun
siga tey seg halda hámarsferðina.
Tí er tað ein stórur
bati at seta ferðina
eitt sindur niður
Fleiri, sum eru fyri álvarsligum
ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan
skuld í hendingini. Tú kanst vera á
skeivum staði skeivu tíðina. Men
hetta er ikki galdandi fyri fjøldina.
Menniskansligir feilir liggja aftan
fyri stóran part av vanlukkum á
vegunum, vísa útlendskar kann
ingar. Hámarksferðin er sett,
fyri at ferðandi skulu hava eitt
trygdarskotbrá, um tað gongur
galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú
bæði av tínum trygdarskotbráði
og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til
at gera ferðsluna tryggari, skalt
tú halda hámarksferðina. Fyri
flestøll okkara merkir tað bert at
seta ferðina eitt lítið sindur niður.
Gera øll tað, ger tað stóran mun:
– Halt hámarksferðina í góðum
líkindum
– Set ferðina hóskandi niður, tá
líkindini eru ivasom
– Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni
– Legg uppí, um tú ert ferðafólk,
har koyrt verður ov skjótt.
Bilvrakini gjørdu mun