Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 36 ÍTRÓTTUR SAKFØRARIN SKAL E ÁLITIÐ Á UEFA FÓTBÓLTUR Aleksander Ceferin er nýggi maðurin á brúnni hjá UEFA. 48 ára gamli slovenin skal nú endurskapa álitið á evropesisku fótbóltssamgonguna. Hann arbeiður fyri tey smærru og miðal stóru londini, men alíkavæl atkvøddu Føroyar fyri mótpartinum TRÓNDUR ARGE Mikudagin var forsetaval í UEFA, sum er evropesiska fót­bólts­sam­ gongan. Tey 55 limalondini hava eina atkvøðu í part. Av teimum fekk Aleksander Ceferin heilar 42 atkvøður. Mótvalevnið, tann 68 ára gamli Michael van Praag úr Hollandi, fekk 13. Ein av teimum 13 kom frá føroyska fót­bólts­ sambandinum. Tað verður sostatt uttan føroyskan stuðul, at tann heldur ókendi Aleksander Ceferin skal endurskapa álitið á UEFA, eftir at Michel Platini fekk fýra ára bann frá fótbólti. Fyrrverandi UEFA forsetin fekk tó møguleikan at siga farvæl á aðalfundinum. Í hernað móti teimum stóru Bæði Aleksander Ceferin og Michael van Praag boðaðu frá undan forsetavalinum, at teir ynskja eina meiri samhaldsfasta skipan fyri Champions League, enn nýggi leisturin leggur upp til. Við góðari hjálp frá millum annað fyrrverandi formanninum í Manchester United, David Gill, hevur UEFA nú broytt Champions League, so at Onglandi, Spania, Týskland og Italia fáa fýra pláss í bólkaspælinum. Tað eru 16 av teimum 32 plássunum. Broytingin ger tað nógv verri fyri lið sum FCK, Malmø og Rosenborg at sleppa upp í part, men tey stóra sleppa lættari framat. Vónin er, at ein samhaldsføst skipan í longdini kemur at gagna føroyskum fótbólti. Longu nú eru samráðingar í ECA, sum er ein felagsskapur fyri 220 fótbóltsfeløg í Evropa, um at fáa fordeilt pengarnar, so at smærru londini fáa meiri pengar. Umboð fyri Føroyar í ECA er HB, B36, NSÍ og EB/Streymur. Føroyar og UEFA Startskotið til altjóða viður­ kenningina hjá føroyskum fótbólti er í 1970, tá hondbóltssambandið fær fyribils altjóða viðurkenning. Síðani verður roynt at arbeiða við at fáa limskap í altjóða- og evropesisku fótbóltssamgonguna. Í 1979 verður føroyska fót­bólts­ sambandið stovnað. Aftur verður ein roynd gjørd at fáa limaskap, men ikki fyrr enn í 1988 fáa vit møguleikan. Mótstøðan er hørð, tí øll ynskja ikki at síggja føroyska landsliðið í altjóða kapping, har vandin fyri eyðmýking er stór. Úr FIFA frættist, at tekur Føroyar ikki av møguleikanum nú, so er vandi fyri at vit aldrin fáa góðkenning, tí reglurnar verða herdar í tíðini eftir. Fleiri stórveldi standa til at falla. Tað ber við sær, at fleiri vilja sleppa upp í part. Í 1988 fáa Føroyar limaskap í FIFA, sum er altjóða fót­bólts­sam­ gongan. Tvey ár seinni, í apríl 1990, verður Føroyar endaliga viðurkent sum UEFA land eisini. Føroyar luttaka í EM 1992 undankappingini og spælir sínar heimadystir í Landskrona í Svøríki. Fryntligi og málrættaði svenskarin, Lennart Johansson, verður valdur til UEFA forseta. Har situr hann í næstan 17 ár, tá hann í 2007 tapir forsetavalið fyri Michel Platini. Platini við føroyskum stuðli Fyrrverandi franski liðskiparin situr við UEFA róðrið í átta ár. Tað ger hann millm annað við stuðli frá FSF, sum stuðlar honum í UEFA. Tá hann í 2015 boðaði frá, at hann fór at stilla upp til FIFA forsetavalið fekk hann aftur stuðul frá FSF. Stuðulin verður tó tikið aftur, tá tað kemur fram, at Michel Platini er undir illgruna fyri at hava móttikið mutur frá tá koyrda forsetanum, Sepp Blatter. Hóast FSF stuðlar Michel Platini langan veg, so verður stuðulin tikin aftur. Tað endar við, FSF atkvøður fyri núverandi FIFA forsetainum Gianni Infantino. Tey átta árini Michel Platini er UEFA forseti, er hann tvær ferðir í Føroyum. Hann handar millum annað HB FM steypið í 2013. Tekkjast Van Praag Undan FIFA forsetavalinum seinast liggur føroyski stuðulin hjá Michael van Praag. Hollendingurin er fyrrverandi formaður í hollendska stórfelagnum Ajax. Hann velur tó at trekkja seg, tí hann hevur ongan møguleika. Stuðulin fer víðari til Prins Ali úr Jordan. Tað endar við, at Sepp Blatter vinnur, men má seinni leggja frá sær. Eftirfylgjandi verður Gianni Infantino valdur. FIFA-gølan hálar eisini Michel Platini gjøgnum móruna. Hann verður burturdømdur frá øllum fótbólti í fýra ár, og má leggja frá sær sum UEFA forseti. Aftur velur FSF at stuðla nú 68 ára gamla Michael van Praag. Undan sjálvum valinum mikudagin er greitt, at hollendingurin ikki vinnur. Tað ger hinvegin ein 48 ára gaml sakførari úr Slovenia. Aleksander Ceferin er eitt óskrivað blað í altjóða fótbóltssamanhangi, men hevur verið forseti í slovenska fótbóltssambandinum síðani 2011. Hann er valdur fyri restina av skeiðnum, sum Michel Platini annars skuldi sita. Hann er sostatt fyribils valdur til mars 2019. Michael van Praag Michael van Praag er í dag 68 ára gamal og úr Hollandi. Hann er forseti í hollendska fótbóltssambandinum, har hann hevur sitið síðani 2008. Eins og pápi hansara, so hevur hann verið formaður í hollendska stórfelagnum Ajax. Tað var hann frá 1989 til 2003. Í hesum tíðarskeiðnum var Ajax førandi innan menning av spælarum. Millum annað vann eitt avbera evnarík Ajax lið Champions League í 1995. Í dag er Michael van Praag varaforseti og limur í starvsnevndini hjá UEFA. Hann stillaðu upprunaliga upp til FIFA forsetavalið í mai í 2015. Tá valdi hann at taka seg úr forsetastríðnum, hóast hann hevði stuðul frá millum annað føroyska fótbóltssambandinum. Stóri vansin hjá Michael van Praag er aldurin. Hann kann ikki sita eitt valskeið afturat. Eisini hevur verið ført fram av fleiri av limalondunum, at tey ynskja nýtt blóð í UEFA. Tí er varaforsetasatarvið hjá honum seinni árini ein forðing heldur enn ein fyrimunur. TRONDUR@SOSIALURIN.FO