Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 37 NDURSKAPA Ósemja millum norðurlondini Til FIFA forsetavalið hava norður­ londini oftani staðið saman. Tað er ikki óvanligt, at tey hava eitt felags mál, so tey standa sterkari saman. Soleiðis er ikki hesaferð. Bæði Danmark og Svøríki hava valt at atkvøða fyri Aleksander Ceferin. Formaðurin í danska fót­bólts­ sam­bandinum, Jesper Møller, segði við danskar miðlar, at DBU at­kvøddi fyri Aleksander Ceferin, tí hann ynskir at arbeiða fyri tey smærru og miðal stóru londini. Serliga er tað nýggja saman­ setingin í Champions League, sum loyvir fleiri pláss til stóru londini, sum kemur illa við hjá Danmark og eitt nú Svøríki, ið fáa nógv torførari við at koma í bólkaspælið. Tað ynskir Aleksander Ceferin at arbeiða fyri at broyta aftur. Bæði Føroyar og Ísland valdu tó at atkvøða fyri Michael van Praag. Bæði høvdu lovað honum stuðulin frammanundan. Tað valdu tey at standa við. FSF hevur tí ikki atkvøtt fyri sitandi UEFA forsetanum, men vónar eitt sunt og gott samstarv millum partarnar. Skal endurskapa álit Álitið á fótbóltsmynduleikarnar eru í botn í løtuni. Árini við Sepp Blatter á odda fyri FIFA hava gjørt óbótaligan skaða á trúðvirðið á fótbóltsmynduleikarnar. Michel Platini hevur verið ikki verið fyri eins hvøssum atfinningum, men tað slept ikki undan, at bannið hjá honum í fýra ár frá fótbólti hevur sett síni spor. Nú skal 48 ára gamli sakførarin úr Slovenia vinna trúðvirðið aftur. Longu nú eru fólk, sum spyrja hvussu ein so ókendur, og lítið profileraður maður, kann vinna eitt UEFA forseta val so greitt. Hansara fyrsta uppgáva verður at prógva, at hann er vaksin nokk til upp­gávuna. TRONDUR@SOSIALURIN.FO FSF undrast á greiða sigurin hjá Ceferin Forsetin í føroyska fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, undrast á, at ein púra ókendur maður úr Slovenia vinnur UEFA forsetavalið so greitt. Hann vann við 42 atkvøðum móti 13. Hóast FSF aatkvøddi fyri mótvalevninum Michael van Praag, so er sakførarin úr Slovenia eitt val, ið føroyska fótbóltssambandið kann liva við. – Vit kunnu liva við Alexander Ceferin sum forseta. Nú vóni eg bara, at tað verður friður. Vónandi verður hetta ein broyting, sum verður til tað betra, sigur Christian F. Andreasen. Undrast á stuðulin Føroyska fótbóltssambandið var umboðað av Christiani Andreasen, forseta, Virgari Hvidbro, aðalskrivara og Kristmundi Johannesen, starvsnevndarlimi, til forsetavalið, ið var í Athen í Grikkalandi. Í føroyska fótbóltssambandinum undrast teir tó yvir, at slovenski sakførarin vinnur so greitt. Vit hava undrað okkum yvir valdystin. Tað er rættiliga óvanliga, at tú finnur eitt forsetavalevni, sum er púra ókent. Hann var ókendur fyri hálvum árum síðani, og hevur ikki gjørt seg galdandi innan UEFA fyrr, sigur Christian F. Andreasen og leggur afturat: Tað er undrunarvert, at hann fær so stóran stuðul millum so nógv lond. Tað skilja vit ikki, men helst vilja tey flestu vera í parti við vinnandi liðnum. Hini norðurlondini valdu at stuðla honum, meðan vit og Ísland valdu alt halda lyftið við góvu Michael van Praag, greiðir Christian F. Andreasen frá. Til at liva við Forsetin í fótbóltssambandinum leggur tó dent á, at hann væl kann liva við valinum av Alexander Ceferin. – Eg kenni Alexander Ceferin og havi alt gott at bera honum. Hann er ein væl útbúgvin maður, sum eg kann taka undir við. Hann sigur seg umboða tey smærru og miðal stóru londini, vísir Christian F. Andreasen á. Platini segði farvæl Til sjálva ráðstevnuna fekk frákoyrdi UEFA forsetin, Michel Platini, høvi at siga farvæl. Hann hevur fingið bann frá øllum fótbólti í fýra ár, eftir at hava verið dømdur av FIFA fyri at hava móttikið mutur. Michel Platini hevði orðið og var sakligur. Hann ynskti bara at siga farvæl og takka fyri seg. Hann helt seg innanfyri øll mørk. TAð haldi eg eisini var í ordan, tí hann hevur tænt UEFA væl, sigur Christian F. Andreasen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Aleksander Čeferin Aleksander Čeferin er 48 ára gamal. Hann er sakførari og er úr Slovenia. Hann er lærdur á Ljubljana University í heimlandinum og fór eftir útbúgving at arbeiða í sakførarafyritøkuni hjá pápnum. Hann vísti stóran áhuga fyri at umboða ítróttarfólk. Hann hevur sitið í nevnd í ymiskum ítróttarfeløgum, men serliga er tað tíðin í slovenska stórfelagnum NK Olimpija Ljubljana, sum kveikti áhugan fyri fótbólti. Hann umboðaði felagið frá 2006 til 2011, tá hann bleiv forseti í slovenska fótbóltssambandinum.