hósdagur 15. september 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
38
Ikki við:
Robert Heðin Brockie
(langtíðarskaddur í knænum) og
Gestur B. Dam (leikbannaður við
fýra gulum kortum).
Ivasamur: Alex Mellemgaard
(trupulleikar í lærkrikanum).
Við aftur: Lukasz Cieslewicz
(tøkur aftur eftir vøddaskaða)
Ivasamur:
Tróndur Jensen (knæið)
Ivasamur:
Sorin Anghel (Ryggskaði)
Við aftur:
Finnur Justinussen (Verður
flogin heim og er tøkur aftur eftir
skaða))
Ikki við:
Magnus H. Olsen (lærskaði, ein
vika) Jónleif Højgaard (knæskaði,
ein vika) Haraldur R. Højgaard
(mjødnin, langtíðarskaddur)
Andras Frederiksberg (lærkrikin,
langtíðarskaddur)
Ikki við:
Evrard Blé skaddur
(Fipurspreinging, 2-3 vikur)
Ivasamur:
Albert R. Johannesen (Fótliðurin)
JÓANNES HANSEN
T
að verður í Sarpugerði,
at spurningarnir um FM
stríðið verða svaraðir.
Sunnudagin
fær
Víkingur vitjan av KÍ. Tá verður
talan um toppdyst.
Um tað eydnast klaksvíkingum
at fara við øllum, so verður
oddastøðan varðveitt, hóast KÍ
skuldi tapt ein av fýra teimum
seinastu dystunum (B36 (h), AB (ú),
B68 (h) og ÍF (ú).
Um tað eydnast Víkingi at vinna
fulla úrtøku, so verður tað upp
til víkingarnar sjálvar at avgera
FM lagnuna. Víkingur eigur fýra
heimadystir á rað: KÍ, NSÍ, TB og
B36 áðrenn tað verður rundað av
á Argjum.
Um NSÍ fær fult ímóti TB, og
Víkingur vinnur ímóti KÍ, so hevur
NSÍ møguleika annan sunnudag
við sigri í Sarpugerði at leggja seg
upp á síðuna á Víkingi. Um tað
endar javnt í Gøtu sunnudagin,
og NSÍ vinnur á TB, so hevur NSÍ
annan sunnudag í Sarpugerði
møguleika at vinna oddasessin.
Hjá NSÍ bíða eftir TB á
heimavølli Víkingur (ú), B36 (ú),
AB (h) og B68 (ú).
Harvið
eiga
tvífaldu
meistararnir í B36 uppgerðir
ímóti trimum teimum fremstu –
KÍ og Víkingi á útivølli og NSÍ á
heimavølli:
– Vit savna okkum um
avbjóðingina ímóti HB. Tá ið hon
er av, fara vit at savna okkum
um avbjóðinga í Klaksvík.
Fyrr í summar vóru vit nógv
skaðadarvaðir, og vit hava spilt so
mikið nógv burtur, at vit hava ikki
møguleika at endurvinna FM. Nú
eru vit væl fyri, og vit trívast væl,
tá ið avbjóðingarnar eru stórar,
so vit vera uppsettir. Um tað
hevur ávirkan á, um tað verður
KÍ, Víkingur ella NSÍ, sum verður
meistari, liggur ikki fremst hjá
okkum, sigur B36 venjarin Eyðun
Klakstein.
NSÍ ríður á aldukabinum
NSÍ-TB: KÁRI J. Á HØVDANUM
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Tølini siga, at NSÍ hevur vunnið
størstu úrtøkuna átta tey seinastu
umførini. Sjey sigrar og ein
javnleikur og málmunurin 21-6
er orsøkin til, at FM vónin er birt
aftur eftir 2-0 sigurin ímóti KÍ.
Síðsta NSÍ tapið var á útivølli
ímóti TB 12. juni. Í meiri enn eitt
fjórðingsár er einasti stigamissurin
0-0 ímóti HB á heimavølli.
NSÍ hevur fyrr í ár spælt
tríggjar ferðir ímóti TB – allar
ferðir í Trongisvági. TB vann báðar
landskappingardystirnar, meðan
NSÍ við 2-1 sigri spældi seg víðari
í steypakappingini, tá ið Klæmint
A. Olsen noyddist at fara í málið at
standa og bjargaði brotssparki frá
Albert Adu, eftir at Símun Rógvi
Hansen hevði sæð reytt!
– Tá ið vit taptu 3-1 í Trongisvági,
var miðalaldurin undir 20 ár. Vit
eru bæði fysiskt og taktiskt væl
betri fyri nú, enn vit vóru 12. juni.
Vit hugsa ikki um KÍ og Víking.
Fyrsta treytin er, at vit vinna fulla
úrtøku, sigur Árni Frederiksberg,
sum ímóti KÍ staðfesti 2-0 sigurin
við framúr máli.
Eisini TB venjarin, Sigfríður
Clementsen, er jarðbundin:
– Okkum restar trý stig í at
røkka tí, sum vit settu okkum fyri,
tá ið eg fór suður. Fyrsti dysturin
var 12. juni, tá ið vit vunnu 3-1
ímóti NSÍ. Vit hava vunnið fýra
ferðir, tapt fýra ferðir, og einaferð
er tað endað javnt. Vit hava vunnið
lykladystirnar ímóti teimum, sum
vit kappast við. Um tað í Runavík
eydnast at røkka eitt stig nærri
málinum, so verða vit nøgdir, sigur
Sigfríður Clementsen.
Tað verður alt ella einki
VÍKINGUR-KÍ: EILER RASMUSSEN
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Tá ið KÍ eftir brotssparkskapping
tryggjaði sær løgmanssteypið
ímóti Víkingi, varð tann dysturin
sagdur at vera tann størsti einstaki
higartil í hesum kappingarárinum.
Landskappingin er størri enn
steypakappingin. Nú hittast
Víkingur og KÍ aftur, og úrslitini
hava lagað seg soleiðis, at talan
er um lyklauppgerð í kappingini
um FM heitið. Harvið verður
grannauppgerðin í Sarpugerði
størsti einstaki dysturin higartil
í ár:
– Vit eru ikki nøgdir við avrikið
hjá í Runavík. Tað snýr seg um
at grava dygdirnar fram aftur,
sum undan summarsteðginum
bóru sannførandi avrik við sær.
Pressspælið riggaði als ikki ímóti
NSÍ. Tað kann bara blíva betri,
sigur KÍ veteranurin Hjalgrím
Elttør.
KÍ hevur vunnið tvær
ferðir 2-0 ímóti Víkingi
fyrr í summar:
– Tað liggur ikki til okkum at
dyrgja eftir javnleiki. Tí fara vit
eftir sigrinum, men vit eru greiðir
yvir, at tað skal arbeiðast meiri, og
vit skulu vera skilabetri enn síðsta
sunnudag, sigur Hjalgrím Elttør.
Jonas Flindt Rasmussen spældi
bara fyrra hálvleik ímóti NSÍ. Hann
er tøkur aftur. Súni Olsen var á
dómaraseðlinum ímóti NSÍ, men
orsaka av skaða varð hann ikki
skiftur inn:
– Sum tað sær út nú, so verði eg
ikki førur fyri at spæla sunnudagin.
Tað er liðband í fótliðnum, sum er
toygnað. Eg fái ikki vant saman
við hinum, men tað er framvegis
langt til sunnudagin, so vit fáa at
síggja. Skaðin hevur argað í nakrar
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Men harvið er ikki sagt, at møguleikin fyri
at meistaraheitið fer at enda í Runavík, er avskrivaður
Upptakt
GULLIÐ LIGGUR
Á SILVURFATI Í
SARPUGERÐI
ÍTRÓTTUR