hósdagur 15. september 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
39
Ivasamur:
Súni Olsen (skaddur í fótliðnum)
Við aftur:
Ísak Simonsen (eftir leikbann
Ikki við:
Poul Nolsøe Mikkelsen (slitið
krossband og spælir ikki aftur
í ár) og Gunnar Christiansen
(brotið bein og spælir ikki aftur
í ár)
Ivasamur:
Leivur Joensen (vøddaskaði)
Við aftur:
Sørin Samuelsen (eftir skaða)
Ivasamur: Rói Danielsen (býr
niðri, spælir væntandi við)
Ikki við: Karstin Højgaard
(skurðviðgjørdur, spælir ikki
aftur í ár) og Gunnar Haraldsen
(skaddur)
Við aftur:
Poul Ingason (eftir leikbann) og
Hanus Mortensen
Ikki við:
Teitur Justinussen (uttanlands í
lestrarørindum)
Ivasamur:
Pauli G. Hansen (mjødnin)
Við aftur:
Fritleif í Lambanum (eftir
leikbann), Jákup Johansen (eftir
skaða
vikur, og eg havi treiskast. Men nú
hevur tað als ikki borið til, sigur
Súni Olsen.
Eftir sektan umfør vóru tað
sjey stig frá KÍ og aftur til Víking.
Nú er munurin eitt stig, og harvið
hevur Víkingur møguleika at taka
oddaplássið, sum Víkingur misti
eftir níggjunda umfar.
Átjanda juni og í fimtanda
umfari smokkaði Víkingur saman
í Runavík. Eftir 2-0 Víkinga leiðslu
í fyrra hálvleiki, svaraði NSÍ
aftur og vann 4-2. Tá kendist FM
møguleikin vera langt burtur hjá
Víkingi, sum síðani reisti seg og
hevur vunnið sjey ferðir á rað við
málmuninum 20-3!
Sølvi Vatnhamar er
lyklaspælari hjá Víkingi:
– Í báðum landskappingardystun
um ímóti KÍ, sum vit taptu 2-0,
vóru vit tiknir av fótum fyrstu
løtuna, tá ið teir pressaðu okkum
øgiligt og skoraðu. Í steypafinaluni
megnaðu vit at standa ímóti fyrstu
løtuna, og tá vóru vit leingi omaná,
hóast tað endaði málleyst, og vit
taptu brotssparkskappingina.
Vit skulu endurtaka tað avrikið
og leggja eitt vet aftrat. Fyrr
í summar gekk leingi væl hjá
okkum, inntil vit taptu ímóti NSÍ
og KÍ. Nú hava vit arbeitt okkum
upp aftur. Møguleikin at vinna
FM er nógv treytaður av, hvussu
tað fer at roynast tvær tær næstu
ferðirnar, tá ið tað aftur eru KÍ og
NSÍ, sum standa fyri tørni, sigur
Sølvi Vatnhamar.
Finnur Justinussen er fluttur
niður aftur í lestrarørindum. Nú er
hann klárur aftur eftir beinbrotið,
sum hevur hildið honum burtur
frá fótbóltinum. Hann kom heim
aftur í gjár og verður á beinkinum
sunnudagin.
Milliónir millum grannar
B36-HB: PETUR REINERT
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Grannarnir í Gundadali hava leingi
kappast um fjórða plássið. B36 er
seks stig undan HB, sum harvið
hevur knívin á barkanum undan
grannauppgerðini:
– Hjá okkum snýr tað seg um
alt ella einki. Tað er bara sigurin
og trý stig, sum telja, og vit fara
eftir sigrinum, sigur Arnbjørn T.
Hansen, ið er um at koma fyri seg.
Higartil hevur hann bara spælt
tveir dystir í ár – 24. juli tá HB vann
1-0 ímóti Skála og síðsta sunnudag
tá ið HB tapti 1-0 á heimavølli ímóti
Víkingi.
– Eg arbeiði fyri at koma meg
heilt, so eg verði væl fyri næsta
kappingarár.
Í B36 fegnast teir yvir, at fýra
tey seinastu umførini hava borið
fulla úrtøku við sær:
– Grannauppgerðin er bæði
kapping um fjórða plássið og
stríðið um Havnina. Har hava leingi
verið omaná. Tað liggur ikki til
okkum at dyrgja eftir javnleiki, og
tí fara vit at leypa á. Nú er Lukasz
Cieslewicz tøkur aftur, og vit hava
stórt sjálvsálit, sigur Jákup á Borg,
hjálparvenjari hjá B36.
Turkurin er stórur
AB-SKÁLA: ALEX TROLEIS
SUNNUDAGIN KL. 17.15
Tað er møguleiki fyri, at spurning
urin, um tað verður leygardags fót
bóltur á Argjum næsta kappingar
ár, verður svaraður sunnudagin.
Svarið verður heilt víst ja, um tað
ikki eydnast AB at vinna á Skála.
– Vit vóru vónbrotnir eftir tapið
í Fuglafirði. Skráin er torfør í fýra
teimum síðstu umførunum, so nú
skulu vit vinna,um vit skulu hava
nakran møguleika at fáa Skála
aftur, sigur AB venjarin Trygvi
Mortensen.
Skála hevur spælt seks dystir
uttan at fáa mál og stig. Úrtøkan
er einki stig og málmunurin 0-15!
– Týdningarmikið er tað tó, at
hugburðurin kennist vera betri,
enn hann hevur verið. Vit hava
fimm stig aftur til AB, og tað er
upp til okkum at varðveita plássið,
sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.
Tá ið hesi bæði liðini fyrr í
ár hittust á Argjum endaði tað
málleyst, meðan Skála vann 1-0 á
heimavølli.
Sluttspurturin skal
verða betri
B68-ÍF: DAGFINN FORNÁ
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Toftamenn ásanna, at B68 næsta ár
fer at spæla í næstbestu deildini, og
málið er einfalt:
– Vit spæla fyri at vinna ein
dyst, og nú er tað ÍF, sum stendur
fyri tørni. Tað er líka mikið, um
vit hitta ÍF í góðu ella minni góðu
útgávuni. Hjá okkum snýr tað seg
um at gera okkara besta, sigur B68
venjarin Eliesar Olsen.
Í Fuglafirði hava teir sínar
ætlanir:
– Vit hava sett í okkum, at
endin skal vera betri, enn hann
hevur verið undanfarnu árini. Í
fjør megnaðu vit ikki at vinna í
sjey teimum seinastu umførunum,
og í fyrra árið taptu vit fýra teir
seinastu dystirnar. Soleiðis skal
tað ikki vera í ár, og vit fara út á
Toftir við góðum hugburði, sigur
ÍF spælarin Dánjal á Lakjuni.
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
22
16
2
4
50
19
+31
50
2
Víkingur
22
15
4
3
50
22
+28
49
3
NSÍ
22
15
1
6
51
29
+22
46
4
B36
22
12
5
5
35
20
+15
41
5
HB
22
10
5
7
34
23
+11
35
6
ÍF
22
8
4
10
35
48
-13
28
7
TB
22
6
5
11
24
37
-13
23
8
Skála
22
4
5
13
14
36
-22
17
9
AB
22
2
6
14
24
38
-14
12
10 B68
22
0
7
15
18
63
-45
7