hósdagur 15. september 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
40
Eina ferðina, eg koyrdi í bussi í Keyp
mannahavn, linie eitt ella onnur, sat
ein fullur maður og rópti har afturi í
bussinum.
Hann rópti eftir øðrum fólkum,
sum bara skuldu frá A til D. Hann
spilti út onnur fólk á ferðini. Orða
valið var ikki tað mest siðiliga ella
lýsingarorðini tey vakrastu ella mest
empatisku, eg havi hoyrt.
Men hann var fullur, maðurin,
og tað var og er hansara fulli rættur,
hansara mannarættur, at rópa
ókvæmisorð eftir øðrum. Hansara
mannarættur er eisini at siga sína
hjartans hugsan um onnur
fólk, sum hann ikki kennir
ella veit nakað um. Siga
hana hart, so hon hoyrist,
sjálvandi. Ein hugsan, sum
ikki hoyrist, er líka lítið
vert sum eitt lyfti frá
einum politikara – sum
hoyrist.
So eina ferð,
bussurin steðgaði við
eitt busspláss, kom bussstjórin
aftureftir. Hann var ikki blíður á
at líta. Húðarliturin segði okkum,
at hann var úr landi, har sum
mannarætindi, fólkarættindi,
eru ein býur í onkrum heilt
øðrum landi. Hann visti
tí ikki betur.
Hann gav tí
fulla, rópandi,
út-spillandi
manninum greið boð, út nú, beint nú!
Men tann fulli vildi sjálvandi
ikki fara út. Hann skuldi ikki út
júst har, hann skuldi út eitt annað
stað. Bussstjórin var ikki minni
avgjørdur. Eg koyri ikki víðari,
segði hann, fyrr enn tú ert farin
út. Soleiðis fekk hann alt fólkið í
bussinum við sær. Tí øll vildu víðari
í lívinum, mannarættindi ella ei. Øll
skúgvaðu nú mannarættin til viks
og út um opnu bakdyrnar. Maðurin
fór so blótandi sama veg við sínum
rættindum. Og vit koyrdu víðari.
Tann fulli er uttan iva farin upp
í næsta bussin. Stutt er millum
bussarnar í Keypmannahavn. Í tí
bussinum hevur bussstjórin verið úr
einum landi, har tey vita, hvør eigur
mannarættin. Tað eru ikki tey, sum
sita tigandi og hyggja út gjøgnum
skitnu bussgluggarnar, ella stara í
telefonina. Tey eiga rættin, sum rópa
eftir øðrum og spilla tey út.
Hjá okkum í linie eitt ella
onkrari aðrari var sigurin vunnin
á mannarættinum. Í einum landi,
sum annars breggjar sær óført av at
virða og verja mannarættindini. Men
gloymir, at mannarættindi eru ikki
teirra, sum eru sum vit, sum fjøldin,
sum hampafólkið. Sum vit, sum ikki
gera øðrum fortreð.
Ókey, hatta var so í Danmark.
Í Føroyum eru hesi
grundleggjandi rættindi vird.
Millum annað í bussunum í Havn,
leið eitt ella onnur leið. Har sleppa
fólk sjálvandi at rópa eftir øðrum
í bussinum og spilla tey út við væl
valdum, grovum og ljótum orðum.
Tað er teirra rættur í almenna
rúminum at siga sína hugsan hart
um onnur. Sleingja hana í gronina
á teimum. Vit kunnu bara ganga,
keypa okkum bil ella leiga hýruvogn.
Eingin biður okkum brúka bussin,
um vit eru so erkvisin.
Og vit taka undir við Voltaire,
sála. Haldi tað var hann, sum segði
okkurt sum: eg eri púrasta ósamdur
við teg, men eg virði til mín deyða
tín rætt at siga tað, sum tú sigur.
Voltaire koyrdi ongantíð í bussi. Teir
vóru ikki til tá.
Tað kostar einki at koyra við
bussi í Havn. Tí ber heldur ikki til at
krevja nakað har. Bussurin er eisini
eitt friðskjól hjá teimum, sum hava
sum ítriv at spilla onnur út.
Hetta er ein ókeypis tænasta
hjá býráðnum í Havn. Bussferð
við útspilling og áhoyrarum og
mannarættindum.
Tað er eisini avstreinging,
avstressandi, at ferðaætlanin bara
er vegleiðandi og ikki álítandi. Tú
kanst einki krevja, tá ein tænasta er
ókeypis.
Og hóast tað kostaði líka nógv
sum í Keypmannahavn at koyra við
bussi í Havn, var skattaprosentið í
Havn tað sama.
Ikki í leið. Á ongari leið.
Ókeypis hunddálking í leið
Rógvi Nybo
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Keypmannahavn
Bústaður: Samskipari og ráðgevi, cand.scient.pol
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
Fyrst ætlaði eg so heilt víst at gerast lækni og
reparera knø, tí eg helt tað var so synd í teimum
gomlu, sum ikki kundu ganga. Seinni vildi eg vera
advokatur, tí teir tjentu so nógvar pengar. Tá eg
so fór í student vildi eg verða sivilverkfrøðingur
í bygging og standa fyri at byggja stóru undrini
í heiminum. Men so tók eg samfelagsfrøði sum
høvuðsfak afturat alis- og støddfrøði, og endaði
við at fara tann vegin ístaðin.
Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn?
At tað hjá okkum ber til at seta seg niður í sofuna
og tiga, uttan neyðturviliga at hugsa stórar ella
djúpar tankar. Onkuntíð, um enn tað er sjáldan, er
kvirt í erva.
Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin?
Onki! Absolutt onki yvirhøvur. Børn skulu hava
loyvi at vera børn sum longst, og bara so líðandi
við uppvøkstrinum læra um tað at vera vaksin.
Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til
veruleika?
Seinasti stóri dreymurin, eg gjørdi til veruleika,
var at gerast liðugur við mína útbúgving. Hugsi eg
aftur, hvussu eg hevði tað tann dagin eg slapp inn
á skúlan, so má eg siga at tað er ein dreymur sum
er gjørdur til veruleika at koma (livandi) út aftur í
hinum endanum.
Um tú tordi, so hevði tú…..
Lagt doyðin á ábyrgd og arbeiði, keypt mær ein
seglbát og siglt runt um allan heimin tey komandi
2-3 árini.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Um vit øll sum menniskju gera eina lítla góða
gerð í senn, eru meira tolin og fyrigevandi við hvør
øðrum og duga betur at seta okkum í annans stað,
so hevði tað ikki bara gjørt heimin til eitt betri
stað, men fullkomiliga broytt heimin.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Tá eg, uttan at vita tað sjálvur, fór til mína egnu
kandidatveitslu, sum daman og familjan høvdu
skipað fyri, meðan eg sat í Danmark og skrivaði
høvuðsritgerðina.
Tað seinasta tú hevur lært er, at ….
… mann fær ilt av at bíta í 220 volt!
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg
um, at tú?
At eg brúki ov nógva tíð og orku upp
á at hugsa um samfelagið,
órættvísi og loysa stórar
trupulleikar, og tí eisini
havi lyndi at gloyma tey
og tað, ið er rundan um
meg.
Enda setningin:
Føroyar áttu…..
… at eftirlíkna minni
hvussu onnur skipa
síni viðurskifti og
ístaðin havt dirvi til
at seta sítt álit á,
at vit sjálvi megna
at finna fram til
bestu loysnirnar
fyri Føroyar.