Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ítróttur Síða 13 Johan var dags­ ins maður Tíðindi Síða 6-7 Meting­ ar hægstu raðfesting Embætisfólk í Tinganesi vilja dylja um mansmorð øll fakta um sam­ráð­ ing­ar­nar millum full­veld­is­lands­ stýr­ið hjá Høgna Hoydal og Anfinni Kalls­berg og donsku stjórnina. Hóast fleiri fjølmiðlafólk hava bið­ið um innlit, so er svarið eitt tvørt nei, tí sam­ráðingarnar eru ikki end­aðar. Ja, soleiðis svaraðu em­bæt­is­fólk­ ini eisini, tá Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen ráddi fyri borgum í Tinganesi. Tá vóru full­veld­is­sam­ráð­ing­ar­nar fram­veg­is ikki endaðar, og tí fingu fjøl­miðlarnir ikki innlit. Tað er ein umsitingarlig avgerð at geva fjølmiðlum innlit. Ikki ein pol­it­isk avgerð, so tað hevur sjálv­ andi ikki verið løgmaður, sum hev­ ur noktað fjøl­miðlu­num innlit. Tí tað hev­ur hann ikki rætt til, tíbetur. Í næstu viku kemur út bók, sum Sjúrð­ur Skaale hevur skrivað um full­veld­is­sam­ráðingarnar. Neyvan hevur hann fingið innlit held­ur – men tað er ikki neyðugt, tí sum em­bæt­is­maður – ella rættari sum spinn­dokt­ari hjá Høgna Hoy­ dal – fylgdi hann sam­ráð­ing­u­num á fyrstu park­ett, og hann man hava skrivað nógv av skjølun­um, sum al­ menn­ing­ur­in ikki fær innlit í. Fyri fjølmiðlarnar var hetta ein serlig tíð. Beiskleikin og bondsk­ leik­in var øði­lig­ur – ákoyringarnar vóru harð­ar frá politikarum móti fjøl­miðl­um. Politikarar luskaðu hand­an leik­tjøld­ini fyri at finna jour­na­listar, sum vóru í teirra parti fyri at planta søg­ur – og summir pol­it­ik­arar himpr­að­ust ikki við bein­leið­is at lúgva upp á fjølmiðlar fyri bjarga sær úr politiskari knípu. Á Sosialinum upplivdu vit hetta ser­liga hart 20. november í ár 2000, tá ein forsíða á Sosialinum førdi til sam­gongu­kreppu – sum hevði ført til sam­gong­uslit. Men eitt tíð­inda­skriv úr telefaxinum hjá Høgna Hoydal, undirskrivað av Tór­bjørn Jacobsen, til allar fjøl­ miðl­ar, turkaði alt upp á Sos­i­alin, og tað siss­aði Anfinn Kallsberg. Og tá sjón­varp­ið tveir dagar seinni av­ dúk­aði, at tele­faxið var kolasvørt lygn, var løg­mað­ur longu kølnaður. Bókin hjá Sjúrði Skaale er uttan iva rætt­iliga kon­tro­vers­i­ell og fer vónandi at avdúka við­ur­skifti, sum fjølmiðlar hava leitað eftir. Nógvar hendingar vóru ringar at skilja. Sum eygleiðari hevði tú var­hug­an av, at politikararnir ofta fóru út um mark og brúktu skitin triks. Um hendan bókin sakliga og er­ liga kann greiða frá tí, sum fór fram hand­an politisku leiktjøldini undir full­veld­is­lands­stýr­i­num, so er hon eitt gott í­skoyti til nýggjaru søgu okk­ara. fullveldis-fakta á borðið Í døgunum 20.-23. september fer árliga bókamessan í Gøte­ borg av bakkastokki, og aftur í ár eru føroyskar bókmentir væl umboðaðar. Tað eru umboð frá Far­Lit og Bókadeild Føroya Lær­ ara­felag, sum eru til staðar á før­oyska básinum og hava fund­ir við útlendsk forløg, agentar, týðarar og onnur, ið hava áhuga í føroyskum bók­mentum. Bókamessan í Gøte­borg er eisini opin fyri al­menninginum og tí koma eisini nógvir sviðar fram­við at forvitnast um, hvat Før­oy­ ar hava at bjóða innan bók­ ment­ir, mál og mentan sum heild, og fleiri hava eisini á­huga í at hoyra um Føroyar sum ferðamál. Tað er vorðið ein siðvenja at hava eina móttøku á før­ oyska básinum fyrsta dag­in, messan letur upp. Mót­tøk­an er sera væl vitjað og fólk hava veruliga glett seg at smakka tað besta, Før­oyar eiga av royktum laksi, brota­breyði, øli, snapsi og vatni. Í ár er tað eisini heppnast at fáa tvey seminar við á ta ann­ars rúgvismiklu sem­i­nar­skránna, har rithøvundar úr øll­um heiminum hava sam­røður, orðaskiftir og fram­løg­ur. Hósdagin 22. sep­tem­ber lut­tek­ur Carl Jó­han Jen­ sen og fer at skifta orð við svenska týðaran og rit­høv­ un­d­an Annu Mattsson um bók­ina »Eg síggi teg bet­ur í myrkri«, sum er før­oyska til­ nevn­ing­in til Norðurlendsku Bók­menta­virðislønina í ár. Leyg­ardagin 24. september verð­ur Marjun Syderbø Kjel­ næs á skránni og fer somu­ leið­is at skifta orð við Annu Matts­son um yrkingasavnið »Opna«, sum kom út fyrr í ár. Bókamessan í Gøteborg er tann størsta av sínum slag í norð­ur­londum og áherslan á norð­ur­lendska samstarvið er tí stórt. Í fjør vóru beint und­ir 100.000 vitjandi, 800 fram­sýn­ ar­ar, 23 lond og knappir 1200 fjøl­miðl­ar á messuni. Á bókamessu í Gøteborg Politikarar fóru um mark fyri at vinna ljóð fyri sínum Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tað er so sera gott, at fólk vilja hjálpa Reyða Krossi at hjálpa. Serliga tá tað verð­ ur gjørt fyri at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa neyð­stødd­ um. Men so var ikki leyg­ar­dag­ in. Í øllum førum ikki bara. Jóannes Eidesgaard, for­ mað­ur í Reyða Krossi, hevði bein­leið­is á­heit­an í út­varp­ i­num um, at valevni møttu upp at savna penging. Og fleiri gjørdu so. Ikki bara eft­ir á­hei­t­an­ini, tí fleiri boð­aðu frá á Facebook framm­an­und­an, at tey fóru at savna pening inn har og har. Síðani løgdu tey mynd­ir á facebook, meðan tey savn­ aðu – og tá tey vóru liðug, fóru tey aftur á Face­book at takka fyri, at fólk góvu teimum pengar. Men halló altso. Er einki mark fyri sjálvsøkni? Eing­in letur pening, tí at hesin ella hasin savnar inn. Fólk lata pen­ing til Reyða Kross, tí tey vilja hjálpa teimum, sum Reyði Krossu hjálpir. Ikki fyri at hjálpa val­evn­ um at fáa atkvøður til komm­ un­u­val­ið komandi. Fleiri valevni gjørdu sær dælt Bókamessan í Gøteborg er tann størsta av sínum slag í Norðurlondum