Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 Vilmund Jacobsen – Eitt nýtt høvuðssæti er ein stór og umfatandi verkætlan, ið krevur nógv fyrireikandi arbeiði. Hetta arbeiði fer nú í gongd, og umframt byggiserkøn, verða starvsfólk eisini tikin við upp á ráð, tá nýggja høvuðssætið skal skipast. Tað segði Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik, á kunnandi fundi fyri starvsfólki fríggjadagin. – Størri fokus verður nú sett á tvørgangandi samstarv í TF Holding samtakinum, og hetta hevur nevndin í TF Holding sett út í kortið. Tættari saman Forstjórin segði, at tey á leiðslustøði so smátt eru farin í gongd við at umrøða, hvussu samstarvið skal skipast, tá atlit eisini skal takast til, at trý sjálvstøðug feløg eru í samtakinum. Sum liður í hesum, tók nevndin í TF Holding fríggjadagin avgerð um, at øll starvsfólk í samtakinum skulu flyta tættari saman. – Hetta merkir, segði forstjórin, at á deildunum uttan fyri Tórshavn er ætlanin at flyta starvsfólk á ein hátt, so dagliga samskiftið og harvið samstarvið kann gerast lættari. Súni Schwartz Jacobsen segði, at nærri kunning um hetta arbeiði verður á deildunum í næstum, og hann legði dent á, at starvsfólkini verða tikin við upp á ráð um, hvussu hetta verður skipað mest skynsamt. Stór verkætlan Í Tórshavn er ikki pláss í løtuni at flyta øll starvsfólk hjá TF Holding nógv tættari enn í dag. – Tí hevur nevndin í TF Holding samtykt, at farast skal undir at byggja eitt nýtt høvuðssæti til samtakið. Forstjórin vísti á, at nýggja høvuðssætið er ein stór og umfatandi verkætlan, ið krevur nógv fyrireikandi arbeiði. – Hetta arbeiði fer nú í gongd, og høvuðssætið skal skipast soleiðis, at kundar okkara kunnu kenna seg so væl sum møguligt. Á kunnandi fundinum gav Súni Schwartz Jacobsen starvs­fólkunum lyfti um, at tey verða tikin upp á ráð, eins og nærri verður greitt frá um ætlaninar sum frá líður. Sosialurin royndi í morgun at fáa eina við­ merking frá for­stjóran­um, men tað eydnaðist ikki, tí hann er burturstaddur. Eirikur Lindenskov Handilskjarnin í gongu­ gøtuni í Havn verður í hesum døgum um­bygdur at hýsa einum Mylnu­handli hjá SMS á niðastu hædd og eini venjingar­mið­støð á ovaru hæddunum. Í hesum sambandi verður rullitrappan – sum er tann einasta í landinum – tikin niður. Tað var P/F Hans Joensen, sum bygdi Handilskjarnan í átta­ti­árunum á grundina, har gomlu handils­húsini hjá Hans Joesen stóðu. Tað er P/F Fastogn, eitt felag, sum Eik og Lív eiga, sum eigur bygningin, og tað er SMS sum hevur langtíðarleigað bygningin. Bygningurin verður høvuðs­um­vældur bæði innan og uttan. Bygningurin skal klæðast av nýggjum, so hann verður ikki at kenna aftur, segði Niels Mortensen við in.fo herfyri. Mylnuhandilin, sum letur upp í veg­hæddini, verður álíkur hinum Mylnu­hand­ lun­um. Ein munur er tó, at í hesum handlinum verður ein kaffikrókur, har til ber at seta seg við einum kaffimunni og einum góðum bita afturvið. TF Holding samtykt at byggja nýtt høvuðssæti So hvørvur einasta rullitrappan í landinum Á nevndarfundi í TF Holding hósdagin tók nevndin avgerð um, at øll starvsfólk í samtakinum skulu flyta tættari saman – Høvuðssætið skal skipast soleiðis, at okkara kundar kunnu kenna seg so væl sum møguligt, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Hetta er einasta rullitrappa í landinum. Hon verður nú tikin niður Handils­ kjarnin í Mið­býnum verður í hesum døgum høvuðs­ umvældur myndir: Álvur Haraldsen