mánadagur 19. september 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MAKE OR
BREAK HJÁ
KOBA &
VATNHAMAR
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SJÓNVARP
Hallur av Rana
H
óskvøldið klokkan
19.30 verður føroysk
sjónvarpssøga skriv
að, tá Føroya fyrsti selfie-
dokumentarur verður vístur
í Kringvarp Føroya.
Ein slík sending, har fok
us er á avsendarin, krevur
sjálvsagt eina sterka persón
mensku. Tíbetur fyri send
ingina, so hevur hon tvær
slíkar í Finnur Koba og
Tróndi Vatnhamar.
Við tveimum so sterkum
persónmenskum er tað eis
ini passandi, at sendingin
sjálv ber navnið á teimum
báðum høvuðspersónunum,
Koba & Vatnhamar, og verð
ur hon lýst sum ein ferð
við Koba og Vatnhamar
kring landið at leita eftir
goymda mentanararvinum
í Føroyum.
Tórður á túri, MC hár
og Rólant Waag Dam
Eitt er tó hvat teksturin á
heimasíðuni hjá Kringvarp
inum skrivar um sendingina,
og so tað, ið sendingin veru
liga verður. Sambært teim
um báðum høvuðspersón
unum, so kunnu føroyingar
vænta, at sendingin fer at
seta sítt mark.
- Hetta verður ein bland
ingur av við Tórði á túri,
eini MC hár konsert og
so Rólant Waag Dam, tá
hann ordiliga gongur amok
frammanfyri skíggjanum við
sínum langum hári, siga teir
báðir vertirnir, tá teir verða
spurdir um hvat føroyingar
kunnu vænta sær hóskvøld
ið.
Finnur Koba fær tó skjótt
hug at trekkja eitt sindur í
land aftur.
- Vit vóru í so varnir. Eg
hevði sjálvur brákað rivja
beini, tá vit tóku upp og vit
royndu at halda Trónda Vatn
hamar aftur. So ikki vænta, at
vit ganga fullkomiliga amok,
sigur Finnur Koba.
Tað er týðiligt, at her er
talan um tveir persónar, ið
ikki smæðast burtur, og eru
teir eisini skjótir at rætta
upp á og prika hvønn annan
undir samrøðuni. Ein dyn
amikkur, ið er lovandi fyri
sjálva sendingina.
Ikki fyri tey
politiskt korrektu
Tað er eingin loyna, at tað er
eitt ávíst trýst á vertum, tá
teir gera nýggja sendingar
í sjónvarpinum. Fyriuttan
sendingarnar
hjá
Súna
Merkisstein, so tykist tað, at
nærum allar sendingar hjá
sjónvarpinum hava lyndið
til at skilja føroyingar í tveir
bólkar, tey sum elska tær og
tey sum hata tær.
Tað eru bæði Tróndur
Vatnhamar og Finnur Koba
væl vitandi um, og vænta
teir eisini at hoyra fyri send
ingina.
- Prosjektið skal seljast og
shitstormurin er á veg. Hann
er ikki komin enn, men eg
ivist ikki í, at hann kemur,
sigur Tróndur Vatnhamar.
Men
eru
føroyingar
yvirhøvur klárir til at síggja
samansetingina av Finnur
Koba og Trónda Vatnhamar
í sjónvarpinum. Tað er annað
uppá hvør man er, sambært
teimum báðum.
- Um tú ert ein, sum kem
ur úr bíbliubeltinum, so
vænti eg ikki, at tú ert klárur,
sigur Finnur Koba, og heldur
fram.
- Og ert tú ímyndin av
politiskari korrektheit. Tað
vil siga, at tú hevur lisið niðri,
tú stemmar upp á Radikalt
Venstre, hevur drukkið kaffi
í Keypmannahavn í fimm
ár upp á danska SU-pengar,
ert komin heim og arbeiðir
hjá tí almenna, og alt skal
vera fantastiskt, so haldi eg
heldur ikki, at tú ert klárur
til hetta . Men øll hini eru
klár, ið hava hoppað upp á
glíðibreytina.
- Ja, og so leingi man ikki
gongur í sellerískóm, leggur
Tróndur Vatnhamar skjótt
aftrat.
Ynskti Merkisstein
– fekk Vatnhamar
Bæði Tróndur Vatnhamar
og Finnur Koba eru vanir við
at standa frammanfyri sjón
- Ert tú ímyndin av politiskari korrektheit. Tað vil siga, at tú hevur lisið niðri, tú stemmar
upp á Radikalt Venstre, hevur drukkið kaffi í Keypmannahavn í fimm ár upp á danska
SU-pengar, ert komin heim og arbeiðir hjá tí almenna, og alt skal vera fantastiskt,
so haldi eg heldur ikki, at tú ert klárur til hetta. Men øll hini eru klár, ið hava hoppað
upp á glíðibreytina, siga vertirnir í Koba & Vatnhamar um nýggju sendingina