mánadagur 19. september 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
SJÓNVARP
varpsskíggjan og undirhalda
fólk. Men sendingin Koba &
Vatnhamar er fyrsta sam
starvið teirra millum. Tað
var tó ikki eitt samstarv, ið
teir sjálvir ynsktu.
- Tað er ein heldur tilvild
arlig søga, tí tað eru tvær
søgur, ið koyra samstundis.
Eg hevði eitt ynski um at gera
nakrar mentanarsendingar,
so eg fór upp til leiðsluna og
spurdi, um eg kundi gera eina
siðsøguliga sending, helst
saman við Súna Merkisstein,
greiðir Finnur Koba frá.
Samstundis sum Finn
ur Koba gongur við sínum
tankum, so hevur Tróndur
Vatnhamar eisini eitt brenn
andi ynski um at gera nak
rar sendingar, ið hann leggur
fram fyri kringvarpsleiðsluni.
- Eg eri soleiðis, at eg
tími ikki við Finnur Koba,
tí vit eru kanska ov líkir
upp á nógvar mátar. Men eg
tosaði eisini við leiðsluna,
har eg ynskti at gera eina
Vatnhamar á ferð sending,
har eg fór út og upplivdi
Føroyar. Samstundis tosaði
hann við tey um eina send
ing, har man upplivir Føroy
ar við støði í einum tyngri
evni, greiðir Tróndur Vatn
hamar frá.
Hvørgin fekk sítt ynski
uppfylt, men í staðin valdi
leiðslan at seta teir báðar
saman.
- Eg fekk Tróndur Vatn
hamar í staðin fyri Súna
Merkisstein, sigur Finnur
Koba, men hevur ikki meira
enn enda setningin, áðrenn
Tróndur Vatnhamar svarar
við einum brosi.
- Ja, og eg fekk Koba í
staðin fyri á ferð.
Kári heldur teimum
í oyrunum
Aftrat sær hava teir báð
ir fingið sær Kára Sólstein,
ið er framleiðari til send
ingina. Tað kom í lag eftir, at
hann møtti teimum báðum
í gongini í Kringvarpshús
inum.
- Har greiddu teir mær frá
verkætlanini. Eg segði sum
var við teir, og teir gjørdust
eisini eitt sindur fornerm
aðir, at eg ikki væntaði, at
Føroya fólk fór at tíma at
hyggja eftir teimum báðum
fleiri tímar um veturin.
Sendingin má hava okkurt
annað enn, at teir báðir bara
hugna sær og vitja støð kring
landið, greiðir Kári Sólstein
frá.
Higartil er úrslitið ein
partur, har Finnur Koba og
Tróndur Vatnhamar eru á
vitjan í Tinganesi, Mjørkadali
og køkinum í Landssjúkra
húsinum.
- Tað endaði við einum
millumtingi, har vit báðir
fylla nokk so nógv, men eg
fái eisini tað við, at vit síggja
nøkur siðsøgulig støð, sigur
Finnur Koba.
Býr ein diva í honum
Hóast prátið gongur lætt og
teir báðir vertirnir tykjast at
finna væl út av tí saman, so
hevur lagið ikki altíð verið so
gott hjá báðum. Finnur Koba
viðgongur nevniliga, at hann
var ikki heilt tryggur við
tankanum um at samstarva
við Trónda Vatnhamar.
- Eg stúrdi eitt sindur
fyri tí. Hann hevur verið her
hvønn fríggjadag og gjørt
fríggjadagssending og vit
plaga at skemta innanhýsis
í húsinum við, at um man
hoyrir larm úti í gongini, so
veit man tað er fríggjadagur,
tí man hoyrir at Tróndur
er í húsinum. Men eg haldi
hetta hevur riggað væl, sigur
Finnur Koba.
- Seriøst, spyr ein heldur
ovfarin Tróndur Vatnhamar.
- Tað meini eg. Eg stúrdi
virkuliga fyri tí ringasta. Eg
væntaði tveir dagar, so fór
eg at blíva svakur. Tað var er
virkuliga bangin fyri, svarar
Finnur Koba.
Tróndur Vatnhamar letur
hinvegin væl at sínum felags
verti, men avdúkar, at onkrir
fordómar eru sannir.
- Tað var ordiliga gott at
arbeiða saman við honum.
Tað er eingin loyna, at Finn
ur er eitt listafólk á fleiri
frontum, og hetta er bara ein
av hesum. Men lat meg bara
siga, at fordómarnir blivu
játtaðir - tað býr ein diva í
honum. Burtursæð frá tí, so
hevur tað verið avbjóðandi
og stuttligt. Vit kendust eis
ini rímiliga væl áðrenn og
produktið er eisini hareftir.
Fáa ein kjans
Á skránni hjá Kringvarp
inum verður upplýst, at
talan er um fyrsta partin
av fimm. Tað er tó ikki vist,
sambært teimum báðum
vertunum. Endaligt loyvið
er nevniliga ikki fingið upp
á pláss enn, og um leiðslan
ikki dámar tað, ið teir levera,
so kann fyrsti parturin eisini
gerast síðsti parturin.
- Tað er ikki vist hvussu
nógv vit gera. Vit hava gjørt
hetta pilotprosjektið, ið er
liðugt. Tað verður sent hós
dagin. Antin gongur hetta
ella dettur tað niður, og tað
er tað. Leiðslan hevur ikki
tikið støðu til, um tað verða
fleiri sendingar, greiða teir
frá.
- Eg veit ikki, um man
fyrr hevur gjørt sendingar
á hendan hátt, mær vitandi
er tað spildurnýtt, sigur
Tróndur Vatnhamar, áðrenn
Finnur Koba heldur fram.
- Ætlanin er at gera fimm
partar, men tað er bara tann
fyrsti, ið er liðugt upptikin.
Sendingin hósdagin verður
make or break hjá okkum,
tí vit hava ikki fingið nakað
endaligt váttað enn.
Hvussu leikur fer fram
kunnu
føroyingar
síggja
hóskvøldið klokkan 19.30,
tá fyrstur partur av Koba &
Vatnhamar verður sendur.
- Prosjektið skal seljast og shitstorm
urin er á veg. Hann er ikki komin enn,
men eg ivist ikki í, at hann kemur
Tróndur Vatnhamar