Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 FISKIVINNA 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tað stendur eitt drúgvt og avgerandi arbeiði fyri framman hjá teimum, sum gera stovnsmetingar og til­ mælir um hvussu nógv kann veiðast av hvørjum stovni. Í einum hoyringsskrivi til politiska og til vinnuliga fylgibólkin skrivar ný­skip­ anarnevndin, at stovns­met­ ingar skulu gerast av øllum vinnuligum fiska­sløgum í før­oyskum sjógvi. Hesar kanningar og met­ ingar skulu geva eina greiða mynd av stovnsstødd og veiði­trýstinum, sum stovn­ urin er undir. Endamálið er at finna fram til, hvussu mest fæst burt­ur­úr hvørjum ein­støk­ um stovni, sæð yvir eitt langt tíð­arskeið. Nevndin hevur í arb­eiðs­ setninginum fingið at vita, at hon skal gera tilmælir um reglur og skipanir fyri, hvussu stovnsrøktin verður ment og fylgd. Tað snýr seg um at endurmenna stovn­ arnar og fáa teir at geva mest møguligt av sær. Hon skal eisini koma við uppskoti til eftirlits­ skip­an­ir og hvussu hend­an stovnsrøktin kann skjal­ fest­ast og hvussu hagtølini verða skipað. Nevndin sigur kortini, at tey fiskasløg, sum lítið er til av og sum vit fyrst og fremst kenna sum hjá­ veioða, skulu umsitast á ein einfaldari hátt. Nýtt havrannsóknarskip Nýtt havrannsóknarskip er raðfest í langtíðaríløgunum hjá sitandi landsstýri, men tað er helst neyðugt, at tað gongur skjótast gjørligt at fáa heta bygt. Nýskipanarnevnd­in mæl­ ir til, at havrannsóknir og gransk­ing av fiska­stovn­ unum verða uppraðfest fyri at kunna menna lívfrøði­ligu ráð­gev­ingina. Nevndin sigur eisini, at hetta er neyðugt um tað skal bera til, sum pol­itiskt ásett mál, at gera Føroyar til undangonguland, tá ið tað snýr seg um at umsita fiskastovnarnar burð­ar­dygt. Fyri at alt hetta kann ger­ ast, so er neyðugt við meira pengum til skipanina, tí tað sum ofta verður funnist at í Føroyum er, at hag­tølini eru ov vánalig. Skipanir skulu gerast til hagtølini, so tey kunnu brúkast og so tey eru lætt atkomilig. Eitt annað, sum nevnd­ in sigur er, tann frá­boð­an­ arskipan, sum skipini hava skal eftirkannast. Millum annað skulu útróðrarbátar, sum fiska inni við land eisini lata fráboðanir um hvat tað er fyri slag av fiski teir fáa – og hvussu nógv. Hvussu verður vinnan skipað? Fyri at alt tað, sum er nevnt omanfyri skal geva meining er neyðugt at finna eina skipan fyri vinnuna, sum sjálv regulerar trýstið á stovn­arnar – ella eina regul­ ering av øðrum slag. Longu nú eru nógvar reguleringar í fiskiskap­inum, men nevndin skal taka støðu til um allar hesar regurlering skulu leggjast undir ein óheftan stovn. Føroyski fiskiskapurin er í dagv avmarkaður við fiski­døgum, loyvistali, há­ marks­veiðu, kvotum, hjá­ veiðu­reglum, økisfriðingum og øðrum tekniskum regul­ eringum. Hetta hevur í nógv ár veirð høvuðsamboðini hjá føroysku myndugleikunum, so fiskastovnarnir verða troyttir burðardygt, bæði Árni Gregersen Politiska skipanin skal standa sína roynd, tá ið farið verður undir at viðgera eitt lógaruppskot um vinnuligan fiskiskap, sum skal koma í gildi 1.januar 2018. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoy­dal, Tjóðveldi, hevur sett eina níggjumanna-nevnd at gera eitt uppskot um, hvussu fiski­skapurin skal skipast. Í summum førum verð­ur neyvan tann stóru spurn­ ingurin at finna semjur, men tá ið tað kemur til spurn­ ingin um, hvør skal fáa at­ gongd til fiskirættindini, tá eru frontarnir trektir skarpt upp. Ikki tí at nýskip­anar­ nevnd­in hevur stór­ar møgu­ leik­ar at sleppa und­an hes­ um, tí í arbeiðs­setning­inum hjá nevndini stendur, at hon skal koma við ein­um upp­ skoti sum fer frá pol­it­isk­ari útluting til eina marknaðar­ til­gond. Hendan orðingin ger, at nevndin als ikki hevur hugt at øðrum møguleikum enn upp­boðssølu. - Nevndin hevur ikki tik­ið støðu til um ein uppboðs­søla skal vera partur av skipa­nini, men hvussu ein uppboðs­ søla, kann skipast, ssigur nevndin. Fylgibólkarnir við Johnny í Grótinum, búskap­ ar­frøðingur og stjóri á Lands­ sjúkrahúsinum, er formaður í nevndini, sum ger tilmælini til politisku skipanina. Tveir fylgibólkar fylgja tí sum hendir í nýskip­anar­ nevndini: ein politiskur og ein vinnuligur. Hesi bólkarnir hava nú her eftir hálvan september fingið hoyringsskriv, áðrenn teir skulu hava fund við ný­ skipanarnevndina. Nevnd­in skal lata lands­stýr­is­mann­ inum tilmælini 1. oktober í ár. Meðan tað kanska verð­ ur lættari at fáa semju um stovns­røkt og annað (umrøtt aðra­staðni í blaðnum) so er ong­in ivi um, at stríð fer at taka seg upp um upp­boðs­ søluna. Nevndin hevur gjørt tvey uppskot um, hvussu ein upp­ boðssøla kann skip­ast, men ger vart við, at upp­boðssølan av fiski­rætt­ind­inum ikki skal darva íløgu­huginum og virk­ sem­inum í vinnuni annars. Eisini sigur hon, at ein uppboðssøla tekur fyrilit fyri teimum váðum, sum liggur í at reka fiskivinu. Tey bæði uppskotini eru bygd upp soleiðis, at í tí fyrra verður tosað um at selja fiski­rætt­ind­ini fyri eini 10 ár í senn, meðani í hin­um upp­skot­inum er tal­an um at eitt ára loyvir, men har fyri­ tøk­ur sum vóru í vinn­uni og høvdu rættindi, árið framm­ an­undan, fáa for­keyps­rætt til prosent­vísan part av kvotuni. Ein stórur partur av tí sum hevur við uppboðssølu at gera, hevur við fígging at gera. Nevndin sigur,a t hon vil gera kappingarteytirnar so javnar sum møguligt. Millum annað mælir nevndin til, at alt uppboðssølugjaldið ikki verður goldið beinan­veg­ in, men at ein partur verður LEGGUR UPP TIL EITT Heystið verður ómetaliga heitt politiskt, tá ið poltisa skipanin skal taka støðu til nýggju lógina um vinnuligan fiskiskap STOVNSMETINGARNAR Nýggj føroysk fiskivinnulóggáva skal tryggja eina burðar­ dygga stovnsrøkt fyri allar vinnuligar fiskastovnar Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal hava tilmæli frá nevndini 1. oktober