mánadagur 19. september 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Norðoya
Sjálvstýrisfelag
Kjartan á Gravarbø bjóðar
seg fram sum valevni fyri
Nýtt Sjálvstýri til býráðs
valið í Klaksvíkar kommunu,
og hann vil leggja serligan
dent á bústaðarmøguleikar
og umstøður á ítrottar
økinum.
Tey flestu í Klaksvík
kenna helst Kjartan sum
ídnan fimleikara og KÍ-fjepp
ara. Harafturat hevur hann
júst dømt fyrsta altjóða
dystin
hjá
U15-dreingja
landsliðnum í fótbólti. Men
saman við dómaraspíranum
býr eisini ein politiskur spíri
í búkinum hjá Kjartan, tí nú
verður hann eisini at finna
á
sjálvstýrislistanum
til
býráðsvalið 8. november.
- Eg eri glaður fyri at
búgva og vera uppvaksin í
Klaksvík, her er fantastiska
gott at vera, og eg vil fegin
vera við til at tryggja, at tað
framhaldandi verður líka
gott at liva her, sigur Kjartan
á Gravarbø.
Kjartan er 21-ára gamal,
giftur Jórunn Sofusardótt
ir á Gravarbø og útlærd
ur timburmaður. Í løtuni
starvast hann sum hjálp
arfólk í Drotning Margrethu
Barnagarði, og sum valevni
til býráðsvalið vil Kjartan
virka fyri betri bústaðar
møguleikum í Klaksvík.
- Tað eru nógv ung og
barnafamiljur, sum fegin
vilja flyta til Klaksvíkar, men
tað er ringt at finna nakað til
sømiligar prísir, og tí hevur
tað
risastóran
týdning,
at hetta verður loyst sum
skjótast, sigur Kjartan.
Harafturat
vil
hann
eisini virka fyri eini nýggj
ari fimleikahøll í býnum. -
Fimleikafelagið er í stórari
menning
og
sjálvandi
eiga
umstøðurnar
at
fylgja við. Har eru góðir
møguleikar fyri at savna
nógvar ítrottargreinar við
stadionøkið,
har
renni
breytin eisini verður stað
sett, so har eiga vit eisini at
byggja
eina
fimleikahøll,
sum fimleikafelagið, skúlin
og øll onnur kunnu fáa gleð
ina av, sigur Kjartan.
Kjartan er ein fongur
Jógvan Skorheim, formaður í
Nýtt Sjálvstýri er glaður
fyri at hava fingið Kjartan
á Gravarbø á valevnislistan.
- Kjartan er ungur og fúsur,
hann hevur nógv góð hug
skot og er arbeiðssamur, so
hann er avgjørt ein styrkur
á listanum. Fyri okkum er
tað umráðandi, at okkara
valevni umboða so stóran
part
av
fólkinum
sum
gjørligt, og tí ger tað listan
sterkari, at ein ungur og íðin
maður sum Kjartan stillar
upp, sigur Jógvan Skorheim.
v/Vinnulívsráðið í Klaksvík
Karl Birgir Isaksen,
formaður
Seinastu tíðina hava vit hoyrt
ávaringar frá løgmanni,
búskaparráðnum,
Tjóð
bankanum og Landsverk um
at nú hevur byggivirksemið
í Føroyum aftur elvt til
eina yvirupphiting og tí má
steðgast á og haldast aftur.
Út frá hesum útsagnum
hevði byggivinnan í Klaksvík
fyri kortum ein fund við
politikarar fyri at greiða
frá, hvussu støðan innan
byggivinnuna
uttanfyri
høvuðsstaðin veruliga sær
út, og vísti á, at veruleikin
er ein annar og meiri fjøl
broyttur (nuanseraður), enn
tann sum ofta er frammi.
Ofta verða viðurskiftini
máld út frá tí, sum hendir í
høvuðsstaðnum og tað stóra
byggivirksemið,
sum
har
verður framt, og so verður
hildið og tosað um, uttan
nærri kanningar, at soleiðis
er tað í Føroyum. Her er tað
veruleikan staðiliga verður
skeiklaður.
Í økjunum úti um landið,
eitt nú í Klaksvík, er væl av
arbeiði, men tá talan er um
eina yvirupphiting í byggi
vinnuni, so er hetta tosið
fullkomiliga
burturvið.
Byggifyritøkurnar við teirra
avleiddu
vinnum,
liggja
kanska uppi á einum 70 pro
sentum av tí, tær megna.
Byggivinnan í Klaksvík,
sum hon eisini gav gjølligar
frágreiðingar yvirfyri pol
itikarunum
á
fundinum
um, ger við hesum Aksel
V. Johannesen, løgmanni,
Sverra Hansen, formanni
í Búskaparráðnum, Lands
verki og Tjóbankanum staði
liga vart við, at teir ganga alt
ov lætt um veruleikan.
Áheitan frá Vinnulívs
ráðnum er tí, áðrenn stig
verða tikin í óðum verkum,
at
økiskanningar
verða
nærri gingnar ígjøgnum og
umhugsaðar soleiðis, at ikki
forðingar verða lagdar fyri
menning av økjunum úti
um landið og at ávís arbeiði
steðgað upp.
19. september 2016
Sonja Jógvansdóttir
Tað er neyðugt at politiska
skipanin fær ein greiða
støðumynd av Glasum, so
leiðis at til ber at fáa at vita,
um bygningurin er í góðum
standi, og at tiknar avgerðir
eru
tær
røttu.
Politiska
skipanin má hava dirvi at
steðga á og gera møguligar
rættingar og betringar av
bygninginum, um hetta er
neyðugt. Hetta skylda vit
Føroya fólki, sum longu nú
hava rindað omanfyri 500
mió krónur fyri byggaríið.
Syn og Skøn, sum Henrik
Old vísir til, verður brúktur
í mun til trætumál, og kann
tí ikki brúkast í mun til
heildarmyndina av Glasum.
Henrik Old var í kring
varpinum hósdagin og róði
framundir, at eitt eftirlit
av Glasum kostar, seinkar,
viðførir tap, og at Syn og
Skøn longu er og ger eftirlit.
Eitt óheft eftirlit skal ikki
seinka arbeiðnum ella vera
nøkur forðan fyri, at bygn
ingurin skal innilokast, tí
sjálvandi skal bygningurin
innilokast nú veturin stend
ur fyri durðum. Ongin er
ósamdur í tí.
Neyðugt er at lyfta seg
uppum gerðarrættarmálið,
og hyggja at øllum bygn
inginum sum hann er. Tað
er ikki landsstýrismaðurin
í
samferðslumálum,
sum
hevur ábyrgdina av Glasum,
og tí er tað als ikki hansara
borð at leggja seg út í
spurningin um eftirlit ella
ikki.
Ábyrgdin fyri byggingini
av Glasum liggur á lands
stýriskvinnuni við menta
málum, og tað er hon, sum
má fáa neyðugu svørini til
vega. Tað er eisini hon, sum
má í løgtingið við møguligum
umbønum um eykajáttan,
um hetta gerst neyðugt.
Vil
landsstýriskvinnan
ikki gera eitt óheft eftirlit
ella fáa eitt eftirlit at sýna og
meta um byggingina, kost
nað og tíðarætlan saman
við Landsverki má tað vera,
tí landsstýriskvinnan kann
garanterað,
at
byggingin
er nøktandi, og at tíðar- og
kostnaðarætlan heldur.
Spurningar
mugu svarast
Sum løgtingsfólk er neyðugt
at fáa nøkur svar, tí tað eru
vit í løgtinginum, sum játta
pening borgarans vegna, og
tí mugu vit tryggja okkum, at
vit fáa tað vit hava umbiðið.
Tað er ikki góður siður hjá
politikarum at leggja seg út
í teknisk viðurskifti ella at
stýra í smálutum. Hinvegin
tá ið tað er so nógv órógv,
óvissur og ósemjur, sum
tað tykjast á Glasi, so er tað
beinleiðis óforsvarligt, um
politiski myndugleikin ikki
tryggjar sær, at viðurskiftini
eru í lagi, og skattaborgarin
fær tað hann hevur rindað
fyri.
Er byggisjusk má hetta
rættast. Eru skeivar avgerðir
tiknar viðvíkjandi Glasi –
bæði politiskar avgerðir ella
byggifrøðiligar avgerðir - er
neyðugt at rætta tað, sum
rættast kann. Dirvi skal til,
men kostnaðurin av at lata
vera kann gerast ovurhonds
stórur
Tað kann eisini vera, at alt
er í lagi á Glasi, burtursæð
frá tí, sum er enda sum ein
ósemja í gerðarrættinum.
Neyðugt er at fáa eitt
eftirlit soleiðis at til ber
fáa eina greiða fatan av,
hvar verkætlanin liggur í
løtuni, hvussu dygdin er av
framdu byggingini á Glasi,
hvussu tíðarætlanin er, hvør
kostnaðarætlanin
er,
um
bygningurin lýkir tey krøv,
sum ein tílíkur bygningur
skal lúka, um tilfarsvalið er
í lagi, og um bygningurin
hevur gott inniklimað.
Spurningarnir viðvíkjandi
Glasir eru nógvir, og við tað
at so nógv ivasamt hevur
verið frammi um byggingina,
er neyðugt at fáa svar til
vega – hetta skylda vit borg
arunum.
Kjartan til dystin fús
Ávaring frá Vinnulívsráðnum í Klaksvík:
Yvirupphitingin av byggivirkseminum
takast við avgjørdum fyrivarni
Glasir má metast og eftirmetast
...fyrst og fremst við tí
feskasta føroyska