mánadagur 19. september 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SJÓNLEIKUR
Frumsýning við manér
T
ann reyði løbarin varð tikin fram leyg
arkvøldið, tá ið Havfrúgvin varð frum
sýnd. Sjampanjan stóð klár til tey, sum
høvdu leitað sær oman á Tjóðpallin til
fyrstu sýningina av nýggja føroyska stórverkinum
eftir Jóanes Nielsen. Nógv varð gjørt burturúr
og Miðlahúsið var eisini á staðnum. Her á síðuni
síggjast nakrar myndir frá frumsýningini og á in.fo
kanst tú síggja fleiri videosamrøður frá kvøldinum
umframt enn fleiri myndir og greinar.
Báðir høvuðspersónarnir
hetta kvøldið Eyðun
Johannesen, leikstjóri
og Jóanes Nielsen,
rithøvundur.
Ummælararnir báðir kjakast um leikin í steðginum. Kinna Poulsen og Birgir Kruse hava
bæði skrivað ummælir av leikinum og eru tey á einum máli um, at leikurin kann viðmælast.
In.fo var á staðnum við videotólinum. Sí videosamrøður
við millum annað Eyðun Johannesen á in.fo.
Aksel Johannesen, løgmaður, var ímillum fyrstu gestirnar
Reyði løbarin var tikin fram, tá ið Havfrúgvin
skuldi sýnast fyrstu ferð
Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum, sum eftir frum
sýningina takkaði fólkunum handan leikin fyri,
at tað høvdu gjørt tað ómøguliga møguligt