Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 SJÓNLEIKUR sannførdur um at vinmaðurin hevur mogga mammuni, og er nú eis­ini farin við gomlu kjerligheitini, sum gevur leikinum heitið. Er hon for real, ella bara ein ødi­pal hugmynd í eini kryplaðari mann­fólkatilveru uttan pápar og mannligar fyrimyndir? Kvinnulýsingarnar, sum iva­ leyst fara at falla mongum fyri bróstið, velji eg at fata sum úrslit av tilætlaðum messupráti, tá tær verða lýstar sum moggi-objekt. Í sjálvum sær eru tær einki utt­an eitt lítið, er útsøgnin úr nútíð­ar­ messuni. Men fyri Guds skyld ikki vaski­konan, Henrietta (Annika Johannesen). Hetta eru undrunarspurning­ arnir í tilverunar vovna nútíðar­ neti. Bindingin til Olivarsa perspektiv er altavgerandi og bindir allan leikin til impotens og eina sjónliga amputatión, at vera settur til viks. Samstundis er rullandi hjálpartól­ ið ein skriftastólur, ið eisini livir sítt egna lív og verður róptur erlig­ heitstrúna. Fríggjanin til katol­is­ ismuna er greið. Í teim ovurhonds mongu til­ sipingunum til heimlig ger­andis­ viðurskifti, nú og seinastu hálvu øldina, er greitt, at í øllum abstrakt­ iónunum eru vit í einum ítøkilig­um heimi, har poesiin er saman­hangs­ kraftin og hevur mestu inni­halds­ ligu maktina, hóast ytru karmarnir verða settir við aðalfundin í Fiski­ mannafelagnum 28. desember í Norðurlandahúsinum. Tá skal film­ urin hjá Olivar vísast. Altavgerandi høvuðspersónur­in býr á stovni og hevur eitt filmiskt klippirúm, har hann skapar og setir heimsmyndir saman. Sum Frankenstein hevur hann tikið seg burtur úr samfelagnum. Á stovn­ inum er einasta kvinnuliga sjálv­ støðuga hetjan, ið er vaskikonan Henrietta. Teirra tætta og inniliga sam­spæl í endanum á aðru pall­ mynd beint fyri støðgin er tað mest hugtakandi í øllum leikinum. Í kliniska klippirúminum, ið bendir til The Man Who Fell To Earth og stílfult nýgamlar science fiction filmar, er Olivar farin at forloysa ein innara listamann. Hóast hann ikki slapp á filmskúlan í Kabelvåg, tí djevulin Swedenborg (Páll Danielsen) noktaði honum, ger hann film fyri seg sjálvan og vin­ mannin Hergeir (Høgni Olsen), sum stillar upp til formans­valið í Fiski­ manna­felagnum. Í film­klipp­unum eru vit í Vjetnam í 70’unum, men síggja eisini Trump í dag. Leysir setn­ingar eru eisini um Mjørka­ dals­menn, ið hava sent húsa­leiguna í Havn til himmals. Tað er ein so gomul klisjé at eg vildi jarða hana. Kom víðari. Eftir alt ov orðaríka dialogin í fyrstu pallmynd, er hallusinerandi kastrasjónssenan í aðru pallmynd larmandi stuttlig, tá tøknin, sirkus og akrobatikkur taka yvirhond. Her síggja vit havfrúnna, mammuna (Eyð Matras) og vermammuna (Sús­anna Torgarð) sum trúføstu konuna, ið altíð stendur við mans­ ins lið. Eftir steðgin eru vit í triðju pall­mynd, tá Linda (havfrúgvin) og Hergeir hava barnadóp í spíðs­ borgarliga heiminum hjá foreldrum hennara. Olivar er alla tíðina eftir pápa Lindu (Páll Danielsen), sum er stórkapitalistur og pensjoneraður skúlastjóri. Tað er sum at festa í turt fjús. Teir hava eitt so dynamiskt samanspæl, at eg hómi ein spíra til eina nútíðar sjónvarpsrøð, ið snarar um orðið trolkapitalisma. Málið Málið er beint fram, sum altíð hjá Jóanesi og bara í einstøkum førum hoyri eg orð, sum eg sjálvur vildi havt sagt annarleiðis. Og orða­ bókaføroyska málið fær eisini ein lerara fyri og annan eftir. Málið sjálvt sleppur at liva sítt egna lív sum briljantir one liners í fleiri síðusetningum, eitt eyðkenni sum kanska stendur serliga sterkt í Havn, hetta við fyndugum orða­ spæli millum kiosk og keikant. Og meðan orðini renna, varnist eg líkleikan millum Jóanes og høvuðs­leikaran, Hjálmar. Í útsjónd og keipum líkjast teir so nógv, at tá eyðkendar vendingar, sum at slikka fisu, fara um pallin, tá er hann Jóanis. Hevði hann haft hund, seyðahund, so hevði hann itið Mefisto. Hjálmar er Jóanis og ikki ein patetiskt teldutalandi Stephen Hawking, sum tónadeyður lesur úr handriti. Her eru kraftfull orð, í byrjanini gamaní alt ov nógv, men tey eru allan vegin úr kjøti og blóði. Sjómanskapur og gesamtkunst Sjómanskapur og sjómannalív er ein vandamikili og óvard vinna, sum út­búgvingarskipanin, onnur enn Vinnuháskúlin, aldri hevur virt, og vinnan sjálv heldur ikki hevur vilja knýtt til útbúgv­ing og menning. Tað er sum miðøld á sjógvi. Sjómenn skulu haldast ómælandi og aldri seta krøv. Tað er tesan. Antitesan er intelekt­uelli sjó­mað­urin. Men Olivar hev­ur mist førleikarnar sum sjómaður á teim sjey høvunum. Nú hevur hann tvey landgangandi hjól, sum hann pumpar luft í og roynir at halda koyrandi. Við orða­skjútsi hjá Jóanesi á dúrkinum frá Sani­ stål. Tað er hugtakandi. Hetta er Gesamtkunst mitt í Havn eitt sept­ emberkvøld. Til lukku við avrik­ inum! Av seks møguligum stjørnum gevi eg fimm, tí at inngangurin varð so orðaríkur. Kill your darlings!