mánadagur 19. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SJÓNLEIKUR
Birgir Kruse
M
entanarjournalistikkur
hevur aldri havt góð
kor í føroyskari pressu.
Men í førinum Havfrúgvin hev
ur Tjóðpallurin í samstarvi við
Miðlahúsið valt at viðgera aktuella
leikin undan, meðan og eftir at
hann hevur verið á palli fyrstu
ferð. Miðlatekniskt er tað mest
fulkomna ætlan at fremja mentan
arligan journalistikk, eg havi varn
ast. Fyritøkan Savna stóð fyri
marknaðarføringini.
Marknaðarføring
Undan sýningini hava marknað
arátøk tryggjað leikinum framúr
sjónligheit, fyrst við eini effektivt
snøggari plakat, ið brúkar gula litin
á Tjóðleikhúsinum, og einum eins
snøggum dregili í sama liti uppi
yvir mentanargøtuni í Havn. Betri
kann visuella marknaðarføringin
neyvan gerast í almenna rúminum.
Síðan eru professionellar myndir
lagdar út til miðlar at brúka, og
samrøður hava verið bæði í út
varpi og sjónvarpi við leikstjóra og
høvund, og leikurin er komin út í
bók, sum kann keypast. Stýringin
av tí kunning, sum er streymað til
almenningin undan leikinum, er
perfekt.
Meta vit leikin sum tilboð á
mentanarliga marknaðinum, og
einki er rættari enn tað, tí hetta
er ein uppliving, vit í brúkarasam
felagnum keypa okkum til við
einum atgongumerki fyri krónur
og oyru, so eru allir tættir giraðir
og klárir at møta brúkaranum.
Marknaðarparturin er perfektur
og lokin til ug, eins og fyri fimtan
árum síðani, tá leikurin Eitur nakð
land week-end varð framførdur við
sama høvundi og leikstjóra, og við
sama ljóma av poetiskum havi og
sjómannalagnum í baksýni.
Nú er nýggja vøran keypt og
eg eri inni. Fyri fyrstu ferð á tal
merktum stóli, ein av hálvfems.
Trongt og heitt
Her er alt so trongt og smátt, at
longu í foyerini slepst ikki undan at
hugsa um tað miklu náði at verða
leikritahøvundur. Sum hann, ið
stendur her mitt millum okkara,
Jóanes í slipsi, og ikki ólíkur Clint
Eastwood. At kunna skriva orð
á lepar eg hefta teir á menniskju
úr kjøti og blóði, sum á einum
avmáldum palli eru bundin at siga
tað, ið høvundurin áleggur teimum,
og at orðini falla væl í munnin og
skapa ein evnisstýrdan dialog í
sínámillum dynamikki, so leikurin
springur munn av munni við teim
keipum og tí leiki, sum er tamdur
av leikstjóranum, Eyðuni, sum
eisini stendur her, mitt ímillum
okkum, meðan ljósið, ljóðið, tøknin
og filmur skapa ljóman og dýpdina.
Teir standa eisini her. Sámal, Jens
og Turpin.
Intensiteturin darrar í luftini.
Í ótolandi hitanum er hann um at
bresta, sum tá Love Shop syngja
um himmalin, biðja til at hann
brestur og opnar seg oman yvir
meg, pallhimmalin, og baðar okk
um í einum svalligum skúri, sum í
hesum føri er av føroyskum grunni
og fiskimiðum, beint nú, mill
um teg og meg, millum havfrýr,
kópakonur, selkies og sirenur. Tað
er Linda (Beinta Clothier), sum er
enn óforloysti váti dreymurin hjá
impotenta Olivari (Hjálmar Dam)
Tað er tað, eg havi loyst bilett til.
Ein skúr av grunni.
Blankt aluminium
Í øllum sjey pallmyndunum er
rúmið eitt og tað sama. Gólvið er
blankt aluminium sum á flaka
virki,
so
gummistivlarnir
ikki
glíða. Tøknin, ið gandast upp úr
gólvinum, fram úr veggunum og
niður úr loftinum, er ein so stórur
medleikari, at onkuntíð er hon,
tøknin, um at taka yvirhond og
ger leikin praktfult orðleysan. Sum
til dømis tá vit eru við eitt langt
op í gólvinum, har syrgjandi fólk
kasta rósur niðurí, og tey í næstu
løtu taka trolið, ið hongur sum ein
fiskur undan loftinum, og bera
tað út av pallinum. Tá er senan so
sterk, at orð eru óneyðug. Ja, í allari
orðamongdini fært tú tann upp
skolaða ynskidreym at síggja ein
turran og orðaleysan leik, ella ein
leik á einum fremmandum máli,
sum tú ikki skilir, tí málið er bara
ljóð, so sterkar eru pallmyndirnar
hjá Sámali Blak og stuðlandi ljóð
karmarnir hjá Jens L. Thomsen.
Skriftastólur fyri avlamin
Ein forðing er løgd inn í leikin. Tað
er høvuðspersónurin, Olivar, sum
á manningarlistanum er ófrívilliga
uppilagstur sjómaður. Eftir eina
vanlukku á trolaradekkinum er
hann bundin at rullistóli, kastrer
aður í einum dreymasekvensi, og
nú einsamur sum Frankenstein.
Pápin er burtur og hann er
Birgir Kruse ummælir:
Havfrúgvin er ein fjøltáttaður dreymaleikur, sum við briljerandi tøkni knýtir Havnina og Klaksvík saman
í kjøti og blóði, hóast støð ikki verða nevnd. Við fyndiga machopenninum hjá Jóanesi Nielsen verða vit
førd inn í hugaheimin hjá hansara alter ego, Hjálmari Dam, ið er kriplaði sjómaðurin Olivar, sum hevur
byrt seg inni við turrløgdum kvinnudreymum og hevur valt at síggja verðina í egnari filmsgerð
HAVSINS
ÓENDALIGI
POESIUR