Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓHAN DAGSINS MAÐUR Í STÓRDYSTI Jóhan á Plógv Hansen var toppskjútti og dagsins maður ímóti stórfelagnum KIF Kolding København. Og so hevur ein føroyskur súkklari fingið sáttmála í Danmark – her eru tey stuttsøgdu ítróttartíðindini Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Jóan Símun Edmundsson fekk 72 minuttir á vøllinum, tá ið OB í gjár hevði vitjan av FC Midtjylland í donsku Superliguni. Jóan Símun spældi í høgru har frammi. FC Midtjylland vann dystin 1-0 við máli Kristoffer Olsson í 75. minutti – altso eftir at Jóan Símun var útskiftur. Við tapinum er OB nú fjórðaftast við sjey stigum eftir níggju dystir. Eisini Viljormur Davidsen varð – heldur óvant – út­skift­ur, tá ið Vejle í gjár var á vitjan hjá grannun­ um í FC Fredericia. Tað var heima­liðið, sum vann dystin 3-2 eftir 1-1 í hálvleiks­ steðgin­um. Viljormur spældi á vinstra bakki, men varð útskiftur í 82. min­ utti, tá ið Vejle-venjarin royndi at satsa alt tá teir júst vóru komnir afturúr 3-2. Vejle er nú eitt pláss røttu megin niður­flytingar­ strikuna, tó við sama stiga­ tali sum bæði Vend­syssel og Vejle, nevniliga 10. Fremad Amager vann sunnu­dagin frálíkan 4-1-sigur ímóti Hobro í næstbestu donsku deildini. Bárður J. Hansen spældi á vinstra bakki, meðan Heini Vatnsdal spældi á miðjuni. Bárður varð tó útskiftur longu í 22. minutti orsaka av einum skaða í økslini. Við sigrinum hevur Fremad Amager nú 10 stig og er beint omanfyri niður­flytingar­ strikuna. Gilli Rólantsson spældi 72 minuttir til vinstru har frammi, tá ið Brann í gjár vann 3-1 á útivølli ímóti Bodø/Glimt. Gilli, sum fyri stuttum er komin aftur frá heilaskjálvta, kom ikki á mál­talvuna. Við sigrinum í gjár hevur Brann nú lyft seg upp á 2. plássið, har teir eru ájavnir við Odd í stigum. Hallur Hansson fekk aftur fulla leiktíð, tá ið AC Horsens í gjár hevði kenda vitjan frá stórfelangum FCK. FCK vann dystin 2-0 við tveimum málum, sum fullu áðrenn steðgin. AC Horsens er í løtuni á 6. plássi við 13 stigum eftir níggju dystir. Seks tey fremstu spæla seg í endaspælið. René S. Joensen fekk sum einasti føroyingur leiktíð hjá Vendsyssel FF, sum í gjár vann 5-0-stórsigur á heima­ vølli ímóti FC Roskilde. Hann varð inn­skiftur tá ið hálvur tími var eftir at spæla, og var við í upp­spæl­ inum til 5-0-málið. Sig­ur­in var umráðandi hjá Vend­ syssel FF, sum liggur áraka niður­flytingar­strikuna. Einans trý stig skilja næst­aftasta plássið við 5. plássið, og einans fimm stig eru upp til 3. pláss. U19-kvinnulandsliðið hevur ikki havt úrslitini við sær í EM-undankappingini í Finnlandi. Fyrsti dysturin varð taptur 5-0 ímóti Íslandi, meðan annar dysturin, sum varð spældur leygardagin, varð taptur 8-0 ímóti vertslandinum, Finnlandi. Síðsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður týskvøldið ímóti Kasakstan. Fyrrverandi Liverpool- leik­arin, Jamie Carragher, sigur við Sky Sports, har hann er við­merkjari, at José Mourinho burdi skift frá 4-2-3-1 til 4-3-3, og at tað eigur at kosta plássið hjá Wayne Rooney í byrjunar­ upp­stillingini. Or­søkina til at hann metir Manchester United skal skifta spæli­ skipan, er tí at Paul Pogba skal passa betur inn. BOCCIA Leygardagin skipaði Svanur fyri fyri Svana Cup, sum er boccia-kapping fyri rørslu- og menningartarnað. Úrslitini vóru hesi: Rørslutarnað: 1. Dánial Jákup Djurhuus (Svanur), 2. Petur Martin Sivertsen (Smæran), 3. Marius Johansen (Smæran). Kvinnur við menningartarni: 1. Hilda Poulsen (Svanur), 2. Joanna J. Poulsen (Svanur), 3. Elin Løkin. Menn við menningartarni: 1. René L. Thomsen (Klaksvík), 2. Ísak Hansen (Svanur), 3. Elvin Weihe (Svanur). Opin bólkur: 1. Kári Troest, 2. Arvid Hansen, 3. Marius Johansen. FORMIL 1 Grand Prix-kapping var í Singapore um viku­skiftið, har tað eydnaðist danska Kevin Magnussen (Renault) at koyra seg til eitt 10. pláss og har­við vinna sær sjey stig. Nico Rosberg vann kapping­ ina og yvirtekur samlaðu leiðsluna frá lið­felaganum í Mercedes, Lewis Hamilton, sum hesa­ferð gjørd­ist nummar trý. Nummar tvey gjørd­ist av­stralski Daniel Ricci­ardo, sum koyrir fyri Red Bull Racing. HONDBÓLTUR Við seks málum og einum gjøgnum­gangandi framúr avriki, var Jóhan á Plógv kosin dagsins maður, tá ið Bjerring­bro-Silke­borg leygar­dagin vann 30-25 ímóti stór­felagnum KIF Kolding Køben­havn. Jóhan gjørdist topp­skjútti saman við Sebastian Skube og Nikolaj Markus­sen. Bjerring­ bro-Silke­borg, sum gjørdist danmarks­meistari í fjør, hevur fulla úr­tøku eftir tveir teir fyrstu dystir­nar í 888ligaen, sum besta deild­in nú eitur. SÚKKLING Føroyski landsliðssúkklarin, Dávur Magnussen, fer fram­ yvir at súkkla við danska liðnum Team NBC Elite. 21 ára gamli Dávur, sum áður hevur umboðað Tórshavnar Súkklufelag, flutti herfyri úr B-bólkinum upp í A-bólkin, og tað hevur óivað verið við til at tryggja honum avtalu hjá danska liðnum. Torkil Veyhe er nummar níggju á tí nýliga dagførda styrkis­listan­um í danskari súkkling. Hann er eitt pláss framman­fyri navn­ frama Lasse Norman Hansen, sum vann tvey bronsu­heiðurs­merki fyri Danmark í OL í Rio. Fremst­ ur er Michael Valgren, sum súkklar fyri Tinkoff og í ár lut­tók í Tour de France. Á styrkislistanum er eisini onnur føroysk um­boðan. Talan er um hálva føroyingin, Stefan Djurhuus, sum liggur nummar sjey. Hann súkklar við Team Almeborg- Bornholm. Stefan Djurhuus hevur 185 stig, meðan Torkil Veyhe hevur 178 stig. Fyrrverandi Tour de France- vinn­arin, Alberto Contador, fer fram­yvir at súkkla við amerikanska liðnum Trek-Segafredo. Hann varð noyddur at skifta, nú Tinkoff-liðið fer í søguna. Við sær tekur hann sín trú­ fasta hjálpar­súkklara, Jesus Hernandez, og ein av ítróttar­ stjórunum, Steven De Jongh. Iranska flaggið veitrar í hálvari stong undir para-OL í Rio, har iranski súkklar­ in, Bahman Golbarnezhad, leygar­dagin doyði av løst­un­ um hann fekk, tá ið hann datt ógvusliga í kapping í bólk­inum C4-5 á landa­ vegi. 48 ára gamli Bahman Golbarnezhad varð koyrd­ ur á sjúkra­hús alt fyri eitt, men stað­fest varð, at hann hevði brotið nakkan, og at lív hansara ikki stóð til at bjarga. STUTTSØGD TÍÐINDI