Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kappingarárinum í mans­ hondbólti var leygarkvøldið. KÍF vann 26-25 á StÍF í høllini í Kolla­firði. Sigurs­málið kom ikki fyrr enn í seinastu sekund­un­um. Tað var vongurin Rúni Joensen, sum skoraði av­ gerandi málið við støðuni 25-25. StÍF náddi ikki at geva bóltin upp, og so fóru koll­ firðingar við sigrinum. Rúni Joensen var eisini toppskjútti í dystinum við átta málum. StÍF hevði annars munin ein part av dystinum. Strand­ ingar vóru eisini á odda 12-10 í hálvleikinum, umframt at teir vóru á odda við fleiri eitt skifti í seinna hálvleiki. Er spenningurin í hesum dystinum nakað at ganga eftir, so verður talan um eitt spennandi kappingarár í ár. Ongin spenningur var tó í dystinum í Hoyvík, har H71 vann heili 36-19 á Team Klaks­ vík. Stóri spælarin í dystinum var Jónas Djurhuus, sum skoraði ikki færri enn 13 mál. Tveir dystir eru miku­ kvøldið í mansdeildini. Tá tekur StÍF móti H71, meðan Kyndil skal í eldin móti KÍF. Gurið nú sum Augustinussen Í Hvonn-deildini vann VB tepran sigur á StÍF á Skála, meðan Kyndil vann trivaligan sigur á Stjørnuni. Fyri Vb var tað ein Augustinus­sen, ið var toppskjútti við sjey mál­um. Hon er kendasta andlitið í VB troyggjuni í ár, men er í summar gift Palla Augustinussen og hevur skift eftirnavn. Talan er um Gurið Krosslá Mortensen, sum nú eitur Augustinussen. Tað tykist ikki hava tikið mál­tevið frá henni, tí hon var sjey ferðir á blettinum í 23-21 á StÍF. Kyndil hevði ongar trupul­leikar við at vinna á Stjørnuni. Anna Brimnes skoraði ikki færri enn 11 mál í 29-18 sigrinum í Klaksvík. Stjørnan hevur sett 55 ára gamla Per Klarup sum venjara. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR RÚNI VIÐ FYRSTA SIGURSMÁLINUM HVONN DEILDIN: StÍF – VB 21-23 (9-12) StÍF: Guðrið Poulsen 5, Rebekka Justinussen 4, Poula Berg 4, Ingibjørg Kass 3, Sunfríð Johansen 2, Birna Tummasardóttir 2, Guðrun Gærdum 1. VB: Gurið K. Augustinussen 7, Bára K. Mortensen 5, Danijela Mistric 4, Maria H. Weyhe 4, Sofía Scrøter 1 og Rúna Jacobsen 1. Stjørnan – Kyndil 18-29 (9-15) Stjørnan: Judit Hansen 5, Kristina Poulsen 4, Jansy Jacobsen 3, Tóra Eliasen 2, Ella Petersen 1, Jórunn Nielsen 1, Mina Sirdal 1, Sonja Sirdal 1 Kyndil: Anna Brimnes 11, Bjarta Johansen 5, Anja Eliasen 4, Súna K. Hansen 3, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Marin Skaalum 1, Gurdun R. Olsen 1 og Hanna Hildibjartsdóttir 1. FTZ-DEILDIN: H71 – Team Klaksvík 36-19 (17-8) H71: Jónas G. Djurhuus 13, Rúni V. Højgaard 7, Peter Krogh 6, Boas Heinesen 3, Tróndur Arge 2, Andor Sivertsen 2, Sigmundur Nolsøe 1, Pætur Homsen 1 og Sigmundur Dahl 1 Team Klaksvík: Finnur Hansson 7, Hanus Norðberg 5, Jacob Knudsen 3, Vilhelm Vilhelsmen 3, Birgir Poulsen 1, KÍF – StÍF 26-25 (10-12) KÍF: Rúni Joensen 8, Ási Dam 5, Frederik Sørensen 5, Hans Eli Sigurbjørnson 4, Andrias Nielsen 2, Teitur Joensen 1 og Jákup Trygvason 1. StÍF: Borgar Person 5, Jógvan G. Joensen 5, Fríði R. Djurhuus 4, Pætur Joensen 3, Sveinur Justinussen 3, Allan Norðberg 2, Teitur Nilsen 2 og Pætur Johansen 1. Neistin tapti í Rumenia Kvinnurnar hjá Neistainum úti av Evropa Eftir tepurt tap fyri CSM Ploiesti úr Rumenia í fyrra dystinum á Hálsi, so tapti Neistin greitt í Rumenia um vikuskiftið. Úrslitið bleiv 31-20 til heimaliðið. CSM Ploiesti vann 26-24 í fyrra dystinum, har Neistin við eitt sindur av hepni kundi havt vunnið. Í seinna dystinum var tó ongin ivi um styrkismunin millum rumenskan og føroyskan kvinnuhondbólt. Longu í hálvleikinum sá út til, at alt var avgjørt. Tá var heimliðið á odda 15-8. CSM Ploiesti, sum aftur hesa ferð bara hevði átta spælarar í hópinum, helt leiðsluna allan vegin til dystarenda og vann 31-20. Sostatt er Neistin úti av Evropa á hesum sinni. Tað er tó hugaligt, at føroyskur hondbóltur er at síggja í altjóða kapping bæði í landsliðs- og felagshøpi. trondur@sosialurin.fo