mánadagur 19. september 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
07 VESTUR KENNIR
SEG VÆL TRIMMAÐ
1. DEILD: Formaðurin og venjarin eru samdir í, at tað verður neyðugt í bestu deildini við
onkrum royndum monnum at stuðla nógvu, ungu og evnaríku spælarunum
Jóannes Hansen
Nú eru tað nakrar vikur
síðani, at tað varð greitt, at
EB/Streymur fer at spæla
í
bestu
deildini
næsta
kappingarár. Tá varð sagt,
at liðið skal styrkjast við
kanska trimum royndum
spælarum, um møguleiki
skal vera at sleppa undan,
at steðgurin í bestu deildini
bara verður eitt ár.
Leygardagin
varð
tað
staðfest, sum leingi hevur
verið
mest
sum
greitt.
07 Vestur vann í Leirvík
4-0 á teimum næstbestu
hjá
Víkingi.
Harvið
er
tað staðfest, at 07 Vestur
næsta ár fer at spæla í
bestu
deildini.
Steðgurin
í næstbestu deildini var í
hesum umfarinum tvey ár.
Tá ið 07 Vestur ferðalagið
leygarkvøldið
var
komið
vestur aftur, varð bjóðað til
døgurða í felagshúsunum í
Sørvági.
Hegga og Jens Erik
eru sjálvskrivaðir
Fyri trimum árum síðani
var fótbólturin í Vágum í
aldudali. Tá varð sett út í
kortið av nýggjum. Í staðin
fyri at dúva upp á útlendskar
spælarar og venjarar varð
hálsað um. Málið var at fáa
lokala styrki í felagið.
Hegga Samuelsen og Jens
Erik Rasmussen vórðu settir
at taka sær av besta liðnum,
Jovan Panic tekur sær av
næstbesta liðnum, og U-18
liðið megnar at vera við í
kappingini millum tey bestu:
– Tað hevur gingið rætta
vegin. Børn og ungdómar
spæla,
vaksin
fólk
við
venjaraútbúgving taka sær
av liðunum frá teimum
yngstu og upp til besta liðið,
og vit halda, at eisini fysisku
umstøðurnar kring felagið
nú eru á sama støði, sum tær
eru í fleiri øðrum feløgum.
Tað sigur Hendrik Olsen
í
Sørvági.
Hann
hevur
seinastu tvey árini verið
formaður í felagnum. Tað
eru longu nógv ár síðani, at
hann fyrstu ferð var uppi
í fótbóltsfelag. Hann er
ættaður úr Hósvík og var
longu fyri meiri enn fjøruti
árum síðani formaður í
Streymi, sum felagið tá æt.
– Vit fluttu úr høvuðs
staðnum og vestur higar at
búgva í 2009. Eg játtaði at
hjálpa til í felagnum. Tað
krevur nógv, men tað er
hugaligt, tá ið arbeiðið er
miðvíst og uppbakkingin
góð, og tað sæst nakað eftir,
sigur 07 Vestur formaðurin.
Nýggju ljós fara at lýsa
kring vøllin fyri ársskiftið,
og felagshúsini vera heilt
liðug í vetur. Tað er Sørvágs
kommuna, sum saman við
FSF stuðlinum rindar:
– Ætlanin er at skifta
vøllin út. Tað rokna vit við
verður gjørt í mai mánað.
Ætlanin er eisini at skifta
girðingina, so umstøðurnar
vera, sum tað sømir seg felag,
ið spælir í fremstu røð, sigur
Hendrik Olsen.
Hegga
Samuelsen
og
Jens
Erik
Rasmussen
skrivaðu
undan
2014
kappingarárinum
undir
trý ára sáttmála. Nú er
sáttmálaskeiðið
runnið.
Formaðurin roknar við, at
teir báðir fara at halda fram:
– Vit hava tosað við teir
báðar, og tað liggur einki
annað í kortunum enn at
venjararnir halda fram. Vit
eru í góðum menningar
skeiði, og tað gevur ikki
nakra meining ikki at halda
fram, sigur formaðurin.
Neyðugt við styrki
Hegga
Samuelsen
sigur,
at Jens Erik og hann eru
sinnaðir at halda fram við
arbeiðnum.
– Vit tosa saman alla
tíðina, og bæði nevndin og
vit eru greiðir yvir, hvat tað
skal til, um vit skulu standa
okkum. Vit fara at halda
fram við at tosa saman, og
vónandi finna vit út av tí.
Hóast tað eru nógvir
ungir og evnaríkir spælarar,
U-18 liðið stendur seg væl
og felagið í ár hevur átt
seks
spælarar
á
yngru
landsliðunum, so verður tað
neyðugt at styrkja liðið.
–
Okkum
tørvar
ein
royndan miðverja og ein
royndan
framrættaðan
miðvallara. Vit hava onkrar
her vesturi frá, sum spæla í
øðrum feløgum. Tað hevði
verið kærkomið, um teir
spældu her vesturi næsta
ár, men tað vita vit einki um.
Søren Nielsen hevur verið
góður
álopsspælari.
Vit
vóna, at hann fer at halda
fram. Tór-Ingar Akselsen er
fyri stuttum komin aftur úr
útlegd. Leygardagin skoraði
hann tvey mál á næstbesta
liðnum. Hann er væl fyri,
og tað hevði verið fongur,
um hann av álvara fór at
venja
og
stuðlaði
ungu
monnunum næsta ár. Og so
eru tað onkrir aftrat, men
tað er sera týdningarmikið at
undirstrika, at tað framvegis
skulu vera teir lokalu, sum
vera bulurin á liðnum, sigur
Hendrik Olsen, formaður í 07
Vestur.
Vesturøkið
Viðhvørt verður tikið til, at
07 Vestur er vágaliðið. Tað
líkar teimum har vesturi ikki
so væl.
– Vit gera nógv burturúr,
at tað er úr øllum vestur
økinum, at spælararnir hjá
okkum eru. Vøllurin er í Sør
vági, og besta liðið hevur
eisini hildið til í Sandavági.
Upp til tólv ára aldur spæla
børnini í heimbygdini, og
síðani venja tey í felag. Vit
hava í nógv ár havt gott
samstarv við tey í Kvívík
og Vestmanna og hinum
bygdunum har á leið, og tað
vóna vit fer at halda fram,
sigur Hendrik Olsen.
Formelt er Miðvágur ikki
partur av 07 Vestur, men
fleiri spælarar úr Miðvági
eru uppi í 07 Vestur.
Bronsan
FC Suðuroy vann leygar
dagin tryggan 6-0 sigur
á teimum næstbestu hjá
NSÍ. Leygardagin tapti Giza
Hoyvík 1-0 á heimavølli ímóti
teimum næstbestu hjá AB,
sum longu eru fluttir niður.
Tað var málleyst, tá ið AB
venjarin, 52 ára gamli Kári
Reynheim, skifti seg sjálvan
inn, og eina lítla løtu seinni
skoraði AB sigursmálið. Tað
var stórt vónbrot hjá Giza
Hoyvk, sum leingi hevði
trýst og pressað fyri at skora
sigursmálið.
Úrslitið í Gundadali seint
seinnapartin
leygardagin
bar við sær, at tað nú er
greitt, at FC Suðuroy vinnur
bronsukrónurnar.
Toppliðið og gullvinnar
arnir í EB/Streymi vunnu
fríggjakvøldið 8-1 á heima
vølli ímóti teimum næst
bestu hjá KÍ. Leif Niclasen
skoraði seks mál. Harvið
hevur hann rokkið upp á 32
mál. Tað er sama máltalið,
sum Brian Jacobsen í fjør
skoraði fyri Skála. Tá var
talan um met.
So fæst at síggja, um
Leif Niclasen fer at taka
metið í tveimum teimum
seinastu umførunum, tá ið
EB/Streymur skal spæla á
heimavølli ímóti FC Suðuroy
og teimum næstbestu hjá
NSÍ.
26. umfar
Leygardagin 24. september
KÍ-Giza Hoyvík
NSÍ-B71
EB/Streymur-FC
Suðuroy
07 Vestur-HB
AB-Víkingur
Víkingur-07 Vestur 0-4
(0-1)
0-1: Janus Samuelsen 22.
0-2: Janus Samuelsen 48.
0-3: Søren Nielsen 65.
0-4: Søren Nielsen 85.
EB/Streymur-KÍ 8-1
(2-0)
1-0: Leif Niclasen 8.
2-0: Leif Niclasen 41.
3-0: Leif Niclasen 48.
3-1: Helgi Simonsen 70.
4-1: Niklas T. Kruse 73.
5-1: Leif Niclasen 78.
6-1: Niklas T. Kruse 82.
7-1: Leif Niclasen 83.
8-1: Leif Niclasen 87.
HB-B71 2-0 (0-0)
1-0: Tór av Skarði 62.
2-0: Daniel Johansen 72.
Giza Hoyvík-AB 0-1
(0-0)
0-1: Hugin á Borg Ferber 88.
FC Suðuroy-NSÍ 6-0
(2-0)
1-0: Búi Egilsson 4.
2-0: Ari Krosslá Poulsen 45.
3-0: Teitur Krosslá Mortensen
56.
4-0: Mamuka Toronjadze 58.
5-0: Mamuka Toronjadze 67.
6-0: Ari Krosslá Poulsen 69.
FÓTBÓLTUR
1. Deild støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
EB/Streymur
25
20
4
1
94
23
+71
64
2
07 Vestur
25
19
2
4
83
33
+50
59
3
FC Suðuroy
25
16
3
6
62
33
+29
51
4
Giza Hoyvík
25
14
2
9
55
38
+17
44
5
KÍ II
25
10
2
13
51
63
-12
32
6
NSÍ II
25
10
1
14
53
73
-20
31
7
HB II
25
8
3
14
48
65
-17
27
8
Víkingur II
25
7
4
14
34
58
-24
25
9
AB II
25
3
5
17
21
67
-46
14
10 B71
25
3
4
18
34
82
-48
13
Máltindurin:
Leif Niclasen EB/Streymur . . . 32
Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 22
Ahmed Keita Giza Hoyvík . . . . 20
Debes Danielsen NSÍ . . . . . . . . 18
Búi Egilsson FC Suðuroy . . . . . 17