mánadagur 19. september 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
8 stig upp og 12 at
spæla um, so... Einki
er liðugt fyrr enn alt
er liðugt...
Annars er at siga at eg havi sæð
ein rótutan botndyst í dag
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Klassamunur og
fótbólturin sigraði.
22 oktobur verður
double veitsla.
Leirvíkingar og Gøtumenn eru
vælkomnir at gleðast saman við
okkum
SÆBJØRN LEITI ÍF
Í dag vístu vit at
b68 ikki skal vera
í effo deilidni
Koyr á ÍF
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
Hvítt og svart
er ellars
mega feitt ...3
grannauppgerd og
einki tap !vit hava
vunni slagid um
havnina !
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Vit gjørdu okkara. Lort í
grannarnar norðanfyri, at teir ikki
gjørdu sítt..
Tað hevur gingið væl hjá okkum
seinastu nógvu dystirnar. Vónandi
klára vit at halda stílin árið út!
Enn eru 12 stig eftir at spæla um.
Góðir !
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað lagaði seg soleiðis í gjár,
sum tey í KÍ leguni vónaðu
og droymdu um, at tað skuldi
gera. Tað eru fýra stig aftur
til næsta avbjóðaran.
Hetta er ikki heilt rætt,
tí nú er talan ikki um ein
men um tveir avbjóðarar.
Víkingur
noyddist
bara
fyri aðru ferð í ár av heima
vøllinum
uttan
at
hava
vunnið. At tað í báðum
førum er KÍ, sum er strokið
avstað við sigrunum í Gøtu,
og at KÍ nú hevur vunnið
tríggjar ferðir ímóti Víkingi
í landskappingini í ár, er
høvuðsorsøkin til, at tað nú
eru fýra stig frá KÍ og aftur
til Víking.
Árni og Klæmint
í sama lagi
NSÍ legði seg við 2-1 heima
sigri ímóti TB upp á síðuna
av Víkingi.
Tað tók sína tíð, men
tað gekk hjá NSÍ. Hetta var
níggjunda ferðin á rað, at
NSÍ fór av vøllinum við úr
tøku. Átta ferðir er tað endað
við fullari úrtøku og einaferð
við javnleiki – málleyst ímóti
HB.
NSÍ hevur ikki tapt síðani
12. juni, tá ið TB vann 3-1 á
heimavølli.
Úrslitini
í
Sarpugerði
og við Løkin í gjár bera
við sær, at tað nú bara er
málmunurin á muni millum
Víking og NSÍ. Sunnudagin
verður
grannauppgerð
í
Gøtu. Tá verður spurning
urin svaraður, um tað skal
vera Víkingur ella NSÍ, sum
í trimum teimum síðstu
umførunum skal bjóða KÍ av.
– Úrslitið í Gøtu var ikki
akkurát tað, sum vit høvdu
vónað, at tað fór at verða.
Nú eru klaksvíkingar fýra
stig undan okkum, men
einki er avgjørt. Vit kunnu
ikki taka stig frá KÍ, sum skal
spæla ímóti B36 sunnudagin,
men tað er ikki víst, at KÍ
fer at vinna. Gongdin hjá
okkum hevur verið ógvuliga
góð í langa tíð. Vit trívast
væl í stórum dystum. Tað
verður stórur dystur í Gøtu
sunnudagin, og vit gleða
okkum, sigur NSÍ venjarin
Anders Gerber.
Miðvallarin
Salmundur
Bech setti hol á, tá ið hann
við handara stólpa stútaði
innlegg úr høgru í málið.
– Tá vóru vit lítið foku
seraðir. TB gjørdi skjótt av í
sambandi við fríspark, og teir
sektaðu okkum, staðfestir
NSÍ venjarin.
Albert Adu var støðug
hóttan.
NSÍ
hevði
fleiri
møguleikar í fyrra hálvleiki,
men kanska átti Albert Adu
tann størsta, tá ið hann
varð spældur einsamallur
ígjøgnum, men Símun Rógvi
Hansen
í
NSÍ
málinum
bjargaði.
Við síðsta sparkinum í
fyrra hálvleiki sendi Árni
Frederiksberg bóltin í TB
málið við beinleiðis frísparki.
– Talan var um gott
fríspark, og tað var sera
týdningarmikið fyri okkum,
at tað eydnaðist at javna,
áðrenn
fyrri
hálvleikur
var liðugur. Hetta var stríð
millum tveir heilt ymiskar
mátar at spæla fótbólt. TB
legði stóran dent á verju
partin, og okkara lutur var
at royna at fáa bilbukt við
verjuna hjá teimum. Okkara
spælarar skulu hava rós fyri,
at tað eydnaðist teimum
at skora sigursmálið, og eg
haldi, at vit høvdu møguleika
at skora í hvussu so er eitt
mál aftrat tí, sum Klæmint
A. Olsen skoraði miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki,
sigur
Anders Gerber.
Tað hevur gingið striltið
við
málskjótingini
hjá
Klæminti A. Olsen seinastu
vikurnar. Undan uppgerðini
ímóti TB hevði hann ikki
skorað í meiri enn ein mánað
– 14. august á útivølli ímóti
Skála.
– Vit høvdu tak á spæl
inum, men tá ið munurin
bara var eitt mál, so lúrdi
vandin alla tíðina. Albert
Adu er sera vandamikil, so
vit settu ein hálvan mann
eyka á hann, greiðir NSÍ
venjarin frá.
Sigfríður kennir
seg tryggan
Hóast
TB
tapti
2-1,
er
venjarin, Sigfríður Clement
sen, væl nøgdur við tað, sum
hann hevði sæð:
– Gongdin hjá NSÍ hevur
leingi verið góð, og NSÍ
eigur eitt sera gott lið. Vit
løgdu okkum framum, og
vit kundu havt økt um
leiðsluna, áðrenn heimaliðið
javnaði. Tá ið alt verður tikið
undir einum, so er tað ikki
við síðuna av, at NSÍ vann
tepran sigur.
TB hevur 23 stig og er
trý stig frá málinum, sum
Sigfríður Clementsen setti
sær, tá ið hann upp undir
heimadystin ímóti NSÍ 12.
juni, tók ábyrgdina fyri TB
á seg:
– Vit hava fýra umfør at
vinna tey trý stigini. Tað
rokni eg heilt víst við, at vit
fara at megna, tí nú eiga vit
ÍF á heimavølli, og vit eiga
eisini Skála á heimavølli. Eg
tori at siga, at vit longu hava
tryggjað
okkum
plássið
í bestu deildini. Tað eru
ellivu stig frá AB og fram til
okkum, og argjamenn fara
ikki at megna tólv stig ímóti
teimum fýra toppliðunum,
sum teir eiga í fýra teimum
síðstu umførunum, sigur
Sigfríður Clementsen.
Triði møguleikin í høvuðsstaðnum er burtur,
og sunnudagin verður tað í Sarpugerði
avgjørt, hvør skal royna at bjóða KÍ av
EFFO-DEILDIN
NSÍ OG
GERBER LIVA
Í VÓNINI