mánadagur 19. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HELGI EIDESGAARD TB
Okra menn spældu ein super 1.
hálvleik, men eitt býtt fríspark
førdi til 1-1. NSÍ átti 2. hálvleik,
men súrt, at linjuverjin stóð 5 m.
aftanfyri linjuna, tí áleyparin var
klárt offside. Gleði meg til 3-2 -
og næsta linjuverjaskeið!
RÓGVI HANSEN B68
Enn er ein vón
um at vinna
ein dyst.
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
Sigi bara onki,
vit mugu bara
upp á hestin
aftur.
Koyri á deingir.
WLYV
P.S. Gravøl smakka tađ sama.
JÓAN PAULI OLSEN SKÁLA
Góður dagur í
dag. Skoraðu 2
mál, fingu 3 stig
og eru 8 stig frá
niðurflyting. Go
Skála
FÓTBÓLTUR
Skála gav AB
síðsta sparkið
Tað var fagnaður í Skála
leguni, tá ið Alex Troleis
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð á Argjum í gjárkvøldið.
Máltalvan vísti 0-2. Sum
seinni hálvleikur leið, og
tað framvegis var málleyst,
framdi AB, í síðstu roynd
at fáa fatur á øllum stig
unum,
fleiri
framrættað
ar skiftingar. AB fann ikki
málið í mjørkanum, men tað
gjørdi Skála.
Brian
Jacobsen,
sum
síðstu lítlu løtuna sat millum
áskoðararnar, tí hann hevði
sæð gula kortið tvær ferðir,
og
liðformaðurin
Edvin
Jacobsen skoraðu málini.
Harvið eru tað átta stig frá
AB og fram til Skála, og tað
fer AB ikki at megna at taka
seg inn á Skála í fýra teimum
síðstu umførunum, tá ið
mótstøðuliðini hjá AB eru
HB, KÍ, NSÍ og Víkingur.
– Tað var ikki júst hesin
dysturin, sum er orsøkin til,
at vit flyta niður. Tað eru av
rikini í eitt langt kappingarár,
sum avgera støðutalvuna,
staðfesti
AB
veteranurin
Símun Samuelsen.
Skála sigurin og málini
vóru merkisverd á tann hátt,
at hetta var fyrsta ferðin
síðani á jóansøku, at skála
menninir skoraðu mál. 24.
juni vann Skála 1-0 á heima
vølli ímóti ÍF. Síðani tá fór
Skála seks ferðir av vøllinum
við tapi og uttan at hava
skorað mál.
Í gjár eydnaðist tað, og
harvið er tað greitt, at Skála
eisini næsta ár verður í
fremstu røð.
– Tá ið dagsskráin snýr
seg um at sleppa undan
niðurflyting verður tað ikki
polerað spæl. Tað ráddi um
at sleppa undan mistøkum,
og
tað
eydnaðist
betri
hjá okkum enn hjá argja
monnum. Vit vistu, at plássið
fór at verða betri, sum tíðin
leið, tí tað var meiri neyðugt
hjá AB enn hjá okkum at
leggja meiri fyri í álops
partinum, og soleiðis varð
tað. Nú mugu vit geva okkara
áskoðarum nøkur stig, tí tað
ber okkum til at spæla meiri
frítt, sigur Skála veteranurin
Pætur Dam Jacobsen.
Jákup var aftur
í málinum
ÍF fór av Svangaskarði við
2-0 sigri. Hetta var áttanda
ferðin á rað, at B68 noyddist
av vøllinum uttan at hava
vunnið úrtøku. Úrslitið ber
við sær, at tað framvegis er
møguleiki fyri, at toftamenn
flyta niður uttan at hava
vunnið eina einastu ferð.
Tað er ikki komið fyri
síðani 1989, at eitt lið ongan
dystin hevur vunnið eitt
kappingarár. Í 1989 flutti
LÍF niður uttan at hava
vunnið nakran dyst. Tá var
kappingarárið átjan umfør,
og tað eydnaðist LÍF tríggjar
ferðir at megna javnleik.
– Spælararnir vísa góðan
hugburð undir venjing, og
vit ætla okkum framvegis at
vinna ein dyst í ár. Tað hevði
verið sera kærkomið, um vit
syrgdu fyri onkrum glotta.
Nú skulu vit spæla á Skála,
sum ikki hevur so nógv at
spæla um, so tað skal vera
nú, tí kjansurin er ivaleyst
størstur ímóti Skála, sigur
Eliesar Olsen.
Tað heilt merkisverda á
Svangaskarði í gjár var, at
annar av ÍF venjarunum,
Jákup
Mikkelsen,
vardi
ÍF málið. 14. august fylti
landsliðs legendan 46 ár. Í
gjár var hann fyri 364. ferð í
fremstu deildini.
– Elias Rasmussen, fyrsti
málverjin hjá okkum, gav
avboð lítla løtu framman
undan, at vit skuldu møta, tí
hann kendi seg ikki væl. Tóri
Traðará hevur ikki verið so
væl fyri í vikuni, og so gav
tað seg sjálvt, at eg skuldi
verja málið, sigur Jákup
Mikkelsen.
– Vit kunnu ikki annað
enn vera væl nøgdir. Santos
legði okkum framum beinan
vegin, og vit høvdu tak á tí,
hóast Ari Ó. Ellingsgaard
ikki staðfesti sigurin fyrr
enn stutt undan dystarloki,
sigur ÍF venjarin og í gjár
málverjin.
Hava tit vón um at røkka
fimta plássið?
– Tað eru fimm stig fram
til HB, sum vit skulu spæla
ímóti í Gundadali í næst
síðsta umfari. Fimm stig er
nógv at vinna aftur, men tað
er ikki ómøguligt. Hjá okkum
ræður um at vinna fulla
úrtøku, tá ið vit nú skulu
spæla ímóti TB og Skála,
áðrenn vit hitta HB, sigur
Jákup Mikkelsen.
24. umfar
Sunnudagin 25. august
KÍ-B36
Víkingur-NSÍ
Skála-B68
HB-AB
TB-ÍF
NSÍ-TB 2-1 (1-1)
0-1: Salmundur Bech 31.
1-1: Árni Frederiksberg 45.
2-1: Klæmint A. Olsen 67.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Tobias Olesen, Jens Joensen,
Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Nikolaj Køhlert, Betuel
Hansen – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Jann
Martin Mortensen (Petur Knudsen, 46.) – Klæmint A. Olsen
Gult kort: eingin
Venjari: Anders Gerber
TB: Casper Radza – Heri H. Mohr, Teitur Olsen, Heine Mortensen,
Rógvi Joensen (Ragnar Joensen, 83.) – Ndende Adama Guéye (Heini
Mikal Mortensen, 83.), Salmundur Bech - Jákup Pauli Breckmann,
Eirikur Ellendersen, Kofi Appiah (Poul Ingason, 83.) – Albert Adu
Gult kort: Teitur Olsen
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
B68-ÍF 0-2 (0-1)
0-1: Alex José dos Santos 8.
0-2: Ari Ó. Ellingsgaard 87.
Dómari: Dagfinn Forná
B68: Ragnar Lindholm – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard,
Ari Johannesen, Albert Róin Johannesen (Jóhannus Hansen,
70.) – Pedro Tarancon Anton, Jann Ingi Petersen (Leivur
Højgaard, 20.) - Otto Reinert Petersen, Michal Przybylski,
Kristian Anton Andreassen (Evrard Blé, 80.) – Óli H. Olsen
Gult kort: Pedro Tarancon Anton, Otto Reinert Petersen
Venjari: Eliesar Olsen
ÍF: Jákup Mikkelsen – Dánjal Pauli Højgaard, John Daniel Guðjónsson,
Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Karl Løkin, Kristoffur
Jakobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Clayton Soares (Dánjal á Lakjuni,
67.), Andy Olsen (Leivur Joensen,85.) – Adeshina Lawal
Gult kort: eingin
Venjari: Símun Eliasen
AB-Skála 0-2 (0-0)
0-1: Brian Jacobsen 80.
0-2: Edvin Jacobsen 87.
Dómari: Alex Troleis
AB: Heðin Stenberg – Sørin Samuelsen, Kári Nielsen, Dmitrije
Jankovic, Sandri Færø – Bárður Olsen, Dan í Soylu (Rasmus
Dan Sørensen, 72.) – Jónas Stenberg (Dion Splidt, 70.), Jobin
Drangastein, Símun Samuelsen – Patrik Johannesen
Gult kort: Dan í Soylu
Venjari: Trygvi Mortensen
Skála: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Teitur R. Joensen, Jákup
Jacobsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Símun Petur Poulsen, Pætur Dam
Jacobsen – Ólavur Mikkelsen (Rasmus Andersson, 90.), Edvin Jacobsen
(Jan I. Hansen, 88.), Jákup Johansen (Fritleif í Lambanum, 69.)
Gult kort: Brian Jacobsen
Reytt kort: Brian Jacobsen 89. (2 gul)
Venjari: Pauli Poulsen
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
23
17
2
4
52-20
32
53
2
Víkingur
23
15
4
4
51-24
27
49
3
NSÍ
23
16
1
6
53-30
23
49
4
B36
23
12
6
5
37-22
15
42
5
HB
23
10
6
7
36-25
11
36
6
ÍF
23
9
4
10
37-48
-11
31
7
TB
23
6
5
12
25-39
-14
23
8
Skála
23
5
5
13
16-36
-20
20
9
AB
23
2
6
15
24-40
-16
12
10 B68
23
0
7
16
18-65
-47
7