Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR EYÐUN ONGA GRANNAUPPGERÐ TAPT Tað hevur gingið væl hjá B36 venjaranum, Eyðun Klakstein, í grannauppgerðunum hesi bæði árini meðan hann hevur verið venjari hjá B36. Í teimum seks innanhýsis uppgerðunum, hevur B36 vunnið tríggjar, meðan tríggjar eru endaðar við janvleiki. Harvið hevur hann onga grannauppgerð tapt sum B36 venjari DYSTURIN HESA VIKUNA 3 TÓRÐUR THOMSEN Fekk ikki gjørt stórvegis við málini, og var annars ikki settur undir stórvegis trýst. Helt tó meistarliga væl B36 inni í dystinum, tá hann las Arnbjørn Hansen av sum kom fríur 3 JÓNAS TÓR NÆS Hevði sum heild gott tak á í verjupartinum, har teir ikki komu forbíð hann, men var ikki so eyðsýndur offensivt. 3 ANDRIAS ERIKSEN Fór eitt sindur skeivur av bólti í seinna hálvleiki, tá Arnbjørn Hansen gjørdist leysur, men spældi annars ein fínan dyst. 2 HØRÐUR ASKHAM Hóast hann spældi ein fínan dyst, gjørdi hann ein brølara sum fekk HB inn aftur í dystin, tá teir javnaðu til 1-1. Tóktist eitt sindur merktur eina lítla løtu aftaná, men spældi seg upp aftur. 3 HØGNI EYSTUROY Hevði eins og Jónas eisini gott tak á í verjupartinum, har Christian Mouritsen formáddi sær lítið. Men var heldur ikki serliga eyðsýndur offensivt. 4 RÓALDUR JAKOBSEN Var nógv á bóltinum í einum væl spældum dysti, og átti stóran lut í seinna málinum hjá B36. Var sum heild millum mest eyðsýndu leikararnar í dystinum. 4 ODMAR FÆRØ Spælir nú á sentrala miðvøllinum, og avrikið sunnudagin var sannførandi. Var sterkur í nærdystunum, og legði upp til fyrsta málið hjá B36, tá hann spældi Hanus Thorleifsson leysan. 4 HANUS THORLEIFSSON Spældi sum heild skilagott, og arbeiðir altíð framúr væl. Kom eisini á máltalvuna, tá hann legði B36 á odda 1-0. 2 HANNES AGNARSSON Hevur verið eitt av stóru ljóspunktunum á B36 liðnum í ár, men sunnudagin var ikki hansara besti dagur. Arbeiddi væl, men var lítið eyðsýndur við bóltinum. 3 LUKASZ CIESLEWICZ Er tann leikarin í deildini við best kvaliteti, og vísti tað í smáum løtum sunnudagin. Var tó ov lítið eyðsýndur í mun til dygdina sum hann hevur. 4 SEBASTIAN PINGEL Eitt av hansara bestu avrikum í ár. Var ein støðug hóttan mótvegis HB verjuni, og kom eisini á máltalvuna. Skuldi havt fingið eitt mál afturat, tá hann kom í góðan málmøguleika seint í seinna hálvleiki. SPÆLARAMETING André Olsen Heldur óvæntað er hvørki av teimum báðum stóru høvuðs­staðar­feløg­un­um, B36 og HB, partur av FM stríðnum í hesum kapping­ ar­árin­um. Ístaðin stríðast tey bæði granna­feløg­ini um fjórða plássið, sum eisini er seinasta plássið sum gevur evropeiska lut­tøku til kom­ andi kappingar­ár. Sunnudagin møttust grann­ar­nir í einum lykla­ dysti um júst fjórða plássið. Undan dystinum var størri trýst á HB, sum var seks stig aftanfyri grannar­ nar úr B36. Ein kundi tí siga, at skuldi HB geva sær nakra vón um at luttaka í Evropa kom­andi kappingar­ár, var ein sigur eitt krav ímóti grannunum, sum á papp­ír­in­ um hava eina nógv tor­førari skrá eftir, í mun til HB. Men tað eydnaðist ikki HB at minka um stiga­munin til B36 sunnudagin. Ístaðin var munurin óbroyttur, tí dysturin endaði við 2-2 javn­ leiki, sum B36 væl betur kundi livað við enn HB. Frálíkt fót­bólts­ upplivilsi í Gundadali Sjálvur dysturin var annars eitt stórt fótbóltsligt upp­ livilsi. Tað sást týðuliga frá byrjan, at talan var um tvey lið, sum høvdu sett sær fyri at vinna dystin. Frá byrjan av var denturin lagdur á álopsspæl, har liðini fóru høgt niðan eftir hvørjum øðrum. Av tí sama komu eisini hópin av støðum í dystinum, sum kundu ført til stórar mál­møguleikar. Í gjøgnum allan dystin, skiftust liðini um at stýra spælinum, og av tí sama bylgjaði dysturin ótrúliga nógv aftur og fram. Fyrstu løtuna var HB við yvirlutan leikliga, men so líðandi át B36 seg meira og meira inn í dystin. Tað var tí eisini í tráð við leikgongdina, at teir løgdu seg á odda tá 23 minuttir vóru leiktir av dystinum. Odmar Færø fann við góðari avlevering Hanus Thorleifsson, sum hevði pláss á HB hálvuni. Hanus dró frá HB verjuni, og smekkaði bóltin framvið Teiti Gestsson í HB málinum til 1-0 til HB. Arnbjørn brendi ársins málmøguleika í Gundadali Málið gjørdi, at HB fór at leggja enn meira fyri í álops­partinum, tí tað var ser­liga teir sum høvdu brúk fyri at fáa sigurin. Fýra minuttir seinni eydnaðist tað eisni HB at javna, har B36 verju­leikarin, Hørður Askham, má taka tað málið á sín kappa. Hann skuldi dribbla í verju­støðu, og B36 MESTSUM TRYGGJAÐ SÆR EVROPEIS LUTTØKU Eftir javnleikin í Gundadali sunnudagin, hevur B36 mestsum tryggjað sær evropeiska luttøku til komandi kappingarár. Tað skal gangast teimum heilt illa í hond, um HB nú skal fáa verandi føroyameistararnar aftur