Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. september 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 2 TEITUR M. GESTSSON Ikki hansara besti dagur. Fekk ikki bóltin nóg langt vekk tá B36 javnaði til 2-2, og gjørdi ein óvanligan feil í fyrra hálvleiki, tá hann kiksaði eina avlevering, sum Hanus Thorleifsson mundi skora uppá. 4 JÓGVAN RÓI DAVIDSEN Hevði sum heild ótrúliga gott tak á í verjupartinum, og átti eisini upp­leggið til fyrsta málið hjá HB, tá hann vann bóltin frá Hørðuri Askham. 4 JOHAN TROEST DAVIDSEN Var sum heild ikki innblandaður stórvegis tá B36 skoraði, og kom eisini á máltalvuna sjálvur, tá hann legði HB á odda 2-1. 3 BARTAL WARDUM Spældi aftur í miðverjuni sunnudagin, og kom væl frá uppgávuni. Var sannførandi í sínum tvídystum frá byrjan av, men hevði nógv at gera við at dekka Sebastian Pingel. 3 ÁRI MOHR JÓNSSON Ikki eins sjónligur frameftir vøllinum sum aðrar dystir í ár, men spældi framvegis ein góðan dyst. Var staddur langt uppi á vøllinum, tá fyrsta B36 málið kom. 4 RÓKUR AV FLØTUM JESPERSEN Lá sum tann aftasti á HB mið­ vøllinum, og var nógv á bóltinum. Kom sum heild eisini væl frá dystin­um, har hann alla tíðina var tryggur á bóltinum. 4 FRÓÐI BENJAMINSEN Var fluttur fram á miðvøllin, og tað styrkti HB liðið. Fyllir nógv sum miðvallarleikari, og var fleiri ferðir í góðum støðum. 2 CHRISTIAN R. MOURITSEN Átti uppleggið til næsta málið hjá HB, men var annars lítið eyð­sýndur í mun til tær dygdirnar sum hann inniheldur. 2 ARI M. OLSEN Spældi til vinstru á miðvøllinum, og var evnaríki leikarin lítið sjónligur sunnudagin. 3 TEIT JACOBSEN Hóast unga aldurin, er hann millum mest týdningarmiklu leikarar á HB liðnum. Dysturin var kanska ikki hansara besti, men hann var alla tíðina ein støðug hóttan, og kom eisini á máltalvuna. 4 ARNBJØRN HANSEN Millum teir bestu á HB liðnum sunnu­dagin. Hóast hann ikki kom á mál­talvuna, kom hann fleiri ferðir í støður sum spurdust til hálvar møguleikar. 2 ADRIAN JUSTINUSSEN Kom inn seinasta hálva tíman, men var ongantíð veruliga sjónligur. 2 ØSSUR DALBÚÐ Kom eisini inn í seinna hálvleiki, og royndi at arbeiða. Men hann hevði eins og restina av innskiftarunum trupult við at seta sítt merki á dystin. 2 TRÓNDUR JENSEN Byrjaði heldur óvæntað á bonkinum. Kom inn seinasta korterið av dystinum, men fekk ov lítið av tíð til at seta seg ígjøgnum. SPÆLARAMETING 1 til 6 FÓTBÓLTUR Fótbóltsliga upplivilsi. Bæði liðini spældu frá byrjan við hondbremsuni niðri, og tað klæddi dystinum væl. Alt ov ofta sær man fótbóltsdystir, har tað ikki verður lagt nóg nógv fyri í fram­rættaða spælinum. Soleiðis var ikki í Gundadali sunnudagin Sum heild var lítið at seta fingurin á. Veðrið var gott til fótbólt, og heilt fitt av áskoðarum vóru eisini til dystin. Dysturin var heldur ikki leiktur í einum »óndum« tóna, so tað var heldur eitt fót­ bólts­ligt upplivilsi enn nakað minus at vera til dystin FYRSTI STARTARI HJÁ ARNBJØRN Í NÆRUM 14 MÁNAÐIR Eftir at hann eitt sindur meira enn tað seinasta árið hevur verið raktur av einum keðiligum skaða, byrjaði HB áleyparin, Arnbjørn Hansen á vøllinum sunnudagin. Hetta var hansara fyrsti dystur frá byrjan síðani 29.juli í fjør B36-HB 2-2 (1-2) 1-0: Hanus Thorleifsson 23. 1-1: Teit Jacobsen 27. 1-2: Jóhan Troest Davidsen 41. 2-2: Sebastian Pingel 49. Dómari: Petur Reinert B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Høgni Eysturoy – Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz, Odmar Færø – Hanus Thorleifsson, Sebastian Pingel (Eli F. Nielsen, 89.), Hannes Agnarsson (Pætur Petersen, 82.) Gult kort: eingin Venjari: Eyðun Klakstein HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Fróði Benjaminsen, Rókur av Fløtum Jespersen (Tróndur Jensen, 74.) – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Adrian Justinussen, 62.) – Arnbjørn Hansen (Øssur Dalbúð, 67.) Gult kort: Teit Jacobsen, Fróði Benjaminsen Venjari: Jan C. Dam Tórður: Royndi bara at standa sum longst Tá støðan var 2-1 og seinni hálvleikur júst var byrjaður í Gundadali, skuldi HB áleyparin, Arnbjørn Hansen, havt økt um munin til 3-1 fyri HB, tá hann fekk ein risa møguleika, sum B36 málverjin Tórður Thomsen bjargaði væl. Tá Sosialurin fekk orðið á Tórður Thomsen eftir dystin, viðurkendi hann at Arnbjørn nokk skuldi havt skorað. – Eg royndi bara at standa so leingi sum gjørligt og so bjarga, um hann skjeyt. Men tá hann kom so nær sum hann kom, so útilokaði eg tann møguleikan, og bíðaði til hann tók trekkið. Tíbetur las eg trekkið rætt av, og fekk tí bjarga stóra málmøguleikanum, sum Arnbjørn nokk eigur at iðra seg um at hann ikki skoraði uppá royna at sleppa fram­við HB leikaranum, Jógvan Róa Davidsen, sum fekk bóltin frá verju­leik­aran­um. Jógvan Rói hevði gott pláss, og kundi lættliga spæla bóltin yvirum til Teit Jacobsen sum trillaði bóltin í eitt tómt B36 mál til 1-1. Og stutt fyri hálvleik, eydnaðist tað eisini HB at koma á odda 2-1. Málið kom eftir horna­spark, sum Rókur Jespersen spældi stutt til Christian Mourit­ sen. Christian tók ele­gant og vendi við bólt­inum, og smekkaði hann inn í brots­ teigin, har HB lið­skiparin, Johan Troest David­sen, stóð púra leys­ur og skallaði bóltin í net­ið til 2-1. HB var tí á odda tá lið­ini fóru til hálvleiks. Og í fyrsta álopinum í seinna hálv­leiki, skuldi HB havt økt til 3-1. Arn­bjørn Hansen fekk tá sending frá Teiti Gestsson í HB málinum, sum B36 verjan fór skeiv av. Hann slapp at reka mestsum alla hálv­una hjá HB púra leysur móti Tórði Thomsen í B36 mál­in­um, men onkurs­vegna fekk Tórður Thomsen lúrt HB áleyp­ar­an av, soleiðis at hann tók risa stóra mál­ møgu­leikan frá áleyp­ar­an­ um. Ein mál­møgu­leiki sum nokk er ein tann størsti sum er sæddur í Gunda­dali higartil í ár. Ístaðin var tað B36 sum javnaði lítla løtu seinni, tá áleyparin, Sebastian Pingel, fangaði ein bólt í 5-metrinum hjá HB, sum hann smekkaði í málið til 2-2. B36 við truplari skrá – HB við lættari 2-2 var eisini endaliga úrslitið av dystinum, og saman­um­ tikið var tað fult í tráð við leik­gongd­ina, hóast at bæði liðini høvdu sínar møgu­ leikar til at avgera dystin til ein sigur. Við javnleikinum skal tað gangast ótrú­liga illa í hond hjá B36, um teir ikki koma at enda á fjórða plássinum, sum er seinasta plássið sum gevur evropeiska lut­tøku við sær. Men ein skal ongan­tíð siga ongan­tíð, og á pappírinum hevur B36 eina ótrúliga tor­ føra skrá tað sum eftir er av kappingini, meðan hon á pappírinum sær munandi lættari úr fyri HB, sum bert skal møta liðum í niðaru hálvu av kappingini. Komandi tríggir dyst­ir­ nar hjá B36 hinvegin, eru ímóti trimum teimum ovastu liðunum í deildini, so kanska allar súður ikki enn eru syftar. KA