mánadagur 19. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
LANGUR VEGUR Á MÁL NÚ Víkingur hevur eina rímiliga torføra skrá
eftir. Teir hava fyrst NSÍ, so TB og síðani B36. Allir dystirnir eru á
heimavølli, men talan er um rímiliga torførar dystir. Serliga Dysturin
móti NSÍ komandi vikuskifti. Seinastu dysturin er á Argjum móti AB
DYSTURIN
HESA VIKUNA
2
GEZA TURI
Átti lut í seinna málinum, tá
hann ikki helt frísparkinum og
gav retur til Páll A. Klettskarð.
Hevði úr at gera við innleggum,
men megnaði ov sjáldan at halda
bóltinum
3
GERT HANSEN
Skoraði málið hjá Víkingi og
spældi væl í fyrra hálvleiki, men
høgra síðan hjá Víkingi stóð ikki
ímóti í seinna hálvleiki
2
ATLI GREGERSEN
Dekkar ikki upp í fyrra
málinum hjá KÍ, og megnaði ikki
at koma úr egnum bortsteigi við
liðnum í seinna hálvleiki. Annars
ein góðan fyrra hálvleik
2
ERLING JACOBSEN
Eins og Atli, so er talan um
eitt góðan fyrra hálvleik, men í
seinna hálvleiki er verður verjan
trýst ov langt aftur
2
HANUS JACOBSEN
Spældi væl í fyrra hálvleiki
og kom framvið, men hevði
trupulleikar í seinna hálvleiki,
tá høgra síðan hjá KÍ legði stórt
trýst á
2
HANS JØRGEN
DJURHUUS
Gjørdi tað mesta rætt í fyrra
hálvleiki og fór í taklingarnar,
men dettur ov langt aftur í seinna
hálvleiki, har tað gongur illa við
bóltspælinum
2
SORIN ANGHEL
Eins og við restini av liðnum,
so er talan um góðan fyrra
hálvleik, men missur tamarhaldið
á miðvøllinum í seinna hálvleiki
2
SØLVI VATNHAMAR
Spældi at síggja til við
tómum tanga. Stríddist og
vildi, men var sjáldan at síggja
í ”Sølva” støðum, sum hann er
so kendur fyri við renningum i
djúptina
2
FILIP DJORDJEVIC
Flaksaði eitt sindur og
royndi at fáa okkurt at henda
við bóltinum, men tað bleiv
ov sjáldan umsett til nakað
vandamikið
2
HANS PAULI
SAMUELSEN
Hevði onkrar góðar nertingar og
avleveringar, men sum heild er
avrikið undir miðal. Bleiv trýstur
ov langt aftur í seinna hálvleiki
3
ANDREAS LAVA
OLSEN ÚT 64.MIN
KÍ verjan hevði risa trupulleikar
av Lavamanninum, sum tó spældi
nakað undir steypafiinaluavrikið.
Víkingur misti takið, tá hann
fór út
2
FINNUR
JUSTINUSSEN INN
64 – ÚT 88.MIN
Kláraði als ikki at standa móti
sterku KÍ verjuni, og tóktist ikki í
dystarvenjing. Mátti út aftur við
skaða í fótinum
HEÐIN HANSEN INN
88.MIN
Kom inn seinastu minuttirnar
SPÆLARAMETING
KÍ er so nær meistaraheitinum sum
ongantíð fyrr í 21. øld. KÍ hevur
nú fýra finalur eftir og hevur ráð
at tapa minst eina. Ársins dystur
í ár bleiv ikki eitt vónbrot
Tróndur Arge – Sarpugerði
Fótbóltur er ein fantastiskt
spæl. Tað er ikki uttan orsøk,
at fótbóltur er so stórur
kring allan heimin. Tað er
eins fyri øll og eitt mál er eitt
mál. Í Sarpugerði til ársins
toppdyst í Effo-deildini sóu
vit allar kenslur á og uttan
fyri vøllin.
Fyrst legði Víkingur seg á
odda – og yvirhálaði fyribils
KÍ á stigatalvuni – síðani
javnaði KÍ, áðrenn Páll A.
Klettskarð sendi øll við
haldsfólkini hjá KÍ í sjeyda
himmli. Samstundis mátti
Víkingur ein túr hinvegin.
Eftir at hava hálað níggju
stig inn á KÍ og lagt seg á
odda, so sær tað svart út nú.
Fýra FM finlaur
KÍ er nú fýra stig framman
fyri Víking og NSÍ, sum
spæla móti hvørjum øðrum
komandi umfar í Sarpu
gerði. Sostatt missur minst
annað liðið stig komandi
umfar, meðan KÍ fær vitjan
av B36. Tað er tann fyrsta av
fýra FM finalum hjá KÍ.
Tað
áhugaverda
við
restina av dystunum hjá
KÍ er, at talan
er um tríggjar dystir har
mótstøðuliðið er í botninum
og einki hevur at spæla fyri.
Eftir B36 dystin er KÍ á
vitjan á Argjum. Sum AB
spælir í løtuni, so er ongin
vandi fyri eini endurtøku
frá seinast KÍ var á Argjum,
tá tað endaði við javnleiki
1-1.
Hevur útidysturin móti
AB ein lítið element av
spenningi, so er næstsein
asti dysturin ein dreyma
dystur fyri tey yvirspentu
og nervaveiku KÍ viðhalds
fólkini. Hann er móti B68 á
heimavølli.
Toftamenn
hava til tíðir í ár verið
imponerandi
vánaligir,
og einki bendir á, at tað
verður tað stóra av mót
støðu við Djúpumýru, tá KÍ
møguliga kann vinna sær
FM endaliga.
Seinasti dysturin er í
Fuglafirði, har ÍF bíðar.
ÍF er sterkari enn AB og
B68, men tað er ilt at hugsa
sær, at ÍF megnar at standa
ímóti, um KÍ veruliga skal
hava stigini í Fløtugerði fyri
at blíva meistari. ÍF hevur
einki at spæla fyri í løtuni –
annað enn æruni og einum
ósannlíkum fimta plássi.
Vegurin til FM hjá KÍ er
asfalteraður – men soleiðis
hugsar KÍ hetjan og nú
toppskjúttin í felagnum.
Páll glaður
Við eini hvassari skegg
bust smílist Páll Andrasson
Klettskarð um alt andlitið
eftir dystin. Hann hevði
torførar arbeiðisumstøður
allan dystin, men allíkavæl
fann hann tveir bóltar at
senda í málið.
Fyrsta málið var at fáa
eitt stig. Tað endaði við
øllum trimum, men lands
liðsáleyparin er ikki á veg
á flog.
– Vit trúgva sjálvandi
upp á FM, men vit hava
bæði beinini á jørðini. Vit
hava fyrr í ár verið sjey stig
fremst, so vit vita hvussu
skjótt tað kann ganga. Vit
hugsaðu ikki um hetta sum
eina endaliga FM finalu, tí
tað eru fýra umfør eftir, og
tað kann henda so nógv,
sigur Páll A. Klettskarð
Arbeiðssami
fraherjin
hevur nú skotið 17 mál í
23 dystum hetta lands
kappingarárið.
Hann
er
tann einasti á KÍ liðnum,
sum hevur spælt allar min
uttirnar.
Við
avgerandi
málinum til 2-1 yvirhálaði
hann Jóannes Bjartalíð sum
toppskjútta í felagnum.
Víkingur á FM
kós – og tó
HER ER VE
TIL FM