mánadagur 19. september 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Tað kemst ikki uttanum
áskoðararnir og stemningurin
kring dystin. Framúr!
Kanska at alt fótbóltsføroyar
ikki fekk møguleikan at
koma til hendan dystin
SVAV ILLA NÁTTINA FYRI DYSTIN 19 ára gamli Ólavur
Niclasen byrjaði inni fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá
KÍ. Hann segði eftir dystin, at hann at kalla slett ikki svav
náttina fyri dystin, tí hann hevði fingið boðini áðrenn
3
KRISTIAN JOENSEN
Kann einki gera við málið hjá
Víkingi, men hevur sum so heldur
ikki úr at gera í dystinum. Eitt
miðal avrik
4
JONAS F.
RASMUSSEN
Hevði stórar trupulleikar av Lava-
manninum í fyrra hálvleiki, men
bleiv sum ein nýggjur spælari, tá
hann fór út. Framúr innlegg til
1-1 málið
4
AHMED MUJDRAGIC
Lesur spælið væl og
er ágrýtin í nærdystunum.
Vinnur nógvar tvídystir og er
sannførandi, tá hann bjóðar upp
til dans
3
ÓLAVUR NICLASEN
Stóð royndina sum 19 ára
gamal debutantur frá byrjan.
Hevði tað torført í løtum, men
greiddi setningin, Bleiv nakað
troyttur móti endanum.
4
SØRMUND KALSØ
Fær serliga 4-talið fyri at
leggja trýst á í seinna hálvleiki.
Er at kalla ótroyttiligur í sínum
renniarbeiði og skapar pláss fyri
hinar og kemur til innlegg
3
ÍSAK SIMONSEN
Var í nógvum tvídystum í
fyrra hálvleiki, men meldaði
seg ordiliga inn í dystin í seinna
hálvleiki við góðum innleggum og
vann frísparkið, ið gav avgerandi
málið
3
JÁKUP B.
ANDREASEN
Hevði úr at gera á miðvøllinum
og tað var ikki fyrr enn í seinna
hálvleiki, at hann kom til sín rætt.
3
SEMIR HADZIBULIC
Stóð móti nógvum taklingum
og tvídystum. Slapp ikki at seta
seg á dystin, men bakkaði ikki,
hóast hann mundi tapa flestu
tvídystirnar
2
JÓANNES
BJARTALÍÐ
Kundi eisini verið hetjan, um
hann skoraði upp á flatt innlegg
úr høgru, men í spælinum var
hann lítið at síggja. Hevði eisini
onkrar tenkinskar villur, sum ikki
líkist honum
2
HJALGRÍM ELTTØR
ÚT 64.MIN
Stríðist og rennur nógv, men
kemur ikk til nakað á bóltinum.
Bleiv eisini útskiftur tíðliga í
seinna hálvleiki
5
PÁLL A.
KLETTSKARÐ
Skoraði bæði málini hjá KÍ og er
á rætta stað á røttu tíð. Arbeiður
eisini væl sum fremsti maður,
men tað eru málini, ið telja upp
3
NIELS PAULI
DANIELSEN INN
64.MIN
Skjýtur frísparkið, sum gevur
returin til 2-1 málið. Arebiður
hart og eigur lut í góða KÍ
trýstinum seinastu løtuna
MAYOWA ALLI INN
82.MIN
Kom inn seinastu minuttirnar og
ruddið væl vekk. Tó ov stutt til at
gera eina meting
TÓRUR JUSTESEN INN
90.MIN
Kom bara inn eina lítla løtu
SPÆLARAMETING
Tá Eiler Rasmussen bríksl
aði fyri seinastu ferð í fyrra
hálvleiki var Víkingur á FM
kós. Liðið hevði framman
undan vunnið allar dystirnar
eftir summarsteðgin og við
málinum hjá Gert Hansen, so
var Víkingur oddalið í Effo-
deildini fyri fyrstu ferð í ár.
Hvat er sagt og ikki í
hálvleikinum er ilt at vita,
men Víkingur tók ikki av
møguleikanum. Eina løtu
stóð liðið ímóti KÍ trýstin
um, men við útskiftingini
av Andreas Lava Olsen, so
fór tað seinasta trýst KÍ við
aftur.
Víkingur gjørdi tað sama
móti HB í farna umfari, men
tá megnaði verjan at standa
ímóti. At verja móti HB við
longum sendingum, er ikki
tað saman sum at standa
ímóti KÍ við Páll A. Klett
skarð.
Reistust aftur í
øðrum hálvleiki
KÍ er eitt lið við nógvari
orku. Tað sást aftur í Sarpu
gerði, har KÍ klárar at venda
einum dysti til fyrimuns
móti dystarenda. Móti HB í
Gundadali fyri einum mánað
síðani hevði KÍ neyðugu
orkuna at koppa HB í seinna
hálvleiki.
Í gjár hevði KÍ aftur
orkuna at stríðast í mót
brekkuni á útivølli. Aftur
hesa ferð var talan um tvey
mál. KÍ er í stand til at trýsta
mótstøðuliðið heilt aftur í
egnan brotsteig. Summar
dystir hava teir gjørt tað í
fyrra hálvleiki, og aðrar sum
í Gøtu, hava teir gjørt tað í
seinna hálvleiki.
Í stuttum
Ólavur Niclasen var mest
óvæntaða navnið á dómara
seðlinum. 19 ára gamli verju
spælarin byrjaði inni í mið
vejruni saman við Ahmed
Mujdragic og Jonas Flindt
Rasmussen.
Víkingur
er
omaná í fyrra hálvleiki og
skorar, eftir at bólturin kom
innfyri aftur eftir deyðbólt.
Gert Hansen temur bóltin
og skorar.
Í
seinna
hálvleiki
svarar
KÍ
áftur.
Jonas
Flint
Rasmussen
leggur
eitt framúr innlegg til Páll
A. Klettskarð, sum stútar
bóltin málið. Tveir minuttir
fyri tíð hálvbjargar Geza
Turi fløtum frísparki. Páll
A. Klettskarð er fyrstur á
returin og skorar til 2-1, sum
er blívur endaliga úrslitið.
Greipan?
Tað ber illa til at koma
uttanum
KÍ
sum
FM
vinnara í dag. Við Bláu
Bylgjuni sum stuðul uttan
fyri vøllin tykist KÍ hava alt
tað, sum eitt meistaralið skal
hava. KÍ vann fyri kortum
kappingina um Løgmans
steypið. Nú er FM nærri enn
nakrantíð í 21.øld. Greipan?
Ja, seinast KÍ vann FM, so
vunnu teir eisini greipuna.
Tað var í 1999.
trondur@sosialurin.fo
EGURIN
Víkingur-KÍ 1-2 (1-0)
1-0: Gert Hansen 31.
1-1: Páll A. Klettskarð 74.
1-2: Páll A. Klettskarð 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen,
Hanus Jacobsen – Sorin Anghel, Hans Jørgen Djurhuus – Philip
Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen – Andreas Lava
Olsen (Finnur Justinussen, 64./Heðin Hansen, 88.)
Gult kort: Hans Pauli Samuelsen, Hans Jørgen Djurhuus, Philip
Djordjevic
Venjari: Sámal Erik Hentze
KÍ: Kristian Joensen – Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic,
Ólavur Niclasen (Mayowa Oladele Alli, 82.) – Sørmundur Kalsø, Semir
Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð
(Tórur Justesen, 90.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør (Niels Pauli
Danielsen, 64.)
Gult kort: Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen, Niels Pauli Danielsen
Venjari: Mikkjal Thomassen