mánadagur 19. september 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu var reaktiónin
aftaná at tú fekk at vita
at tú skuldi byrja inni í
týðandi oddadystinum
móti Víkingi?
Uha, ja eg má viðganga tað, at tað
kom sum eitt lítið sjokk. Tí tað
kom nokkso óvanta, men hin
vegin so bleiv eg eisini spentur, tí
hetta er jú tað man hevur kempa
fyri. Og tað at dysturin var móti
Víkingi, gjørdi tað bara uppaftur
meir spennandi.
Hvussu heldur tú sjálvur
at avrikið hjá tær gekk?
Sjálvur haldi eg, at eg kom væl frá
uppgávuni. Fyrstu 10 minuttinir
vóru kanska eitt sindur rustaðir,
men eftir tað haldi eg at eg gjørdi
tað heilt okay.
Hvussu er kenslan í kvøld,
eftir at alt er sodnað?
Kenslan er sjálvsagt sera góð í
kvøld, tí hetta er kanska upp
aftur størri fyri meg enn tað er
fyri hinar leikarnir á liðinum, tí eg
havi jú aldrin roynt hetta fyrr. Og
tað at dysturin var so týðandi, og
man nú stendur eftir við 3 stigum,
er fantastiskt!
Hvør er tín fótbóltsliga
fyrimynd?
Uttan iva Jonas Flindt Rasmus
sen! Hann er ein leiðari bæði á og
uttanfyri vøllin.
Hvørjar málsetningar
hevur tú innan fótbóltin?
Málsetningurin hevur altið verið
at umboða besta liðið hjá KÍ. So
tað, at man fekk møguleikan í dag,
er heilt einanstandandi! Kann
ikki siga annað enn at eg eri ein
væl nøgdur maður í kvøld!
Vikan ið fór
KÍ vinnur toppdystin í føroyskum
fótbólti. Teir vinna 2-1 á
Víkingi og eru fýra stig fremst,
nú fýra umfør eru eftir. B68
flytur endaliga niður, meðan
AB helst fer sama veg
Kvinnuliðið hjá Neistanum
luttekur í Evropa Cup. Tapa
fyrra dystin á Hálsi við tveimum,
men fáa ein frammaná í
Rumenia, har tær tapa við 11
Helgi Dam Ziska spælir
væl í talvolympiaduni
í Baku í Aserbadjan. So
væl, at hann nú er okkara
fyrsti stórmeistari í talv
Krista Mørkøre svimur fyri
seinastu fer í paraolympisku
leikunum. Hon røkkur ikki
finaluplássi, men er eina
ógloymandi uppliving ríkari
07 Vestur vinnur sær endaliga
uppflyting til bestu deildina
saman við EB/Streymi. FC
Suðuroy vinnur bronsu
Hondbóltskappingin rullar
aftur og tað eru dystir í bæði
mans og kvinnudeildini.
Heldur ókendi Alexander
Ceferin úr Slovenia verður
valdur til nýggjan UEFA
forseta. FSF stemmar upp
á Michael van Praag
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Hann hevur verið høvuðsmaðurin
handan at bæði tað danska
kvinnulandsliðið og tað danska
manslandsliðið hava vunnið seg
upp á heimsins tindar. Við sínum
eyðkenda eldhuga og framúr takt
isku evnum stendur Ulrik Wilbek
eftir sum ein hin mest týðandi
einkulti persónurin í donsku
hondbóltssøguni.
Men nú er tað liðugt. Einans
níggju dagar eftir, at danska
manslandsliðið á fyrsta sinni
vann OL-gull, nevniliga í Rio í
summar, valdi hann at leggja frá
sær sum ítróttarstjóri í danska
hondbóltssambandinum.
Eitt
starv, sum hann hevur røkt síðan
2014, tá ið hann legði frá sær sum
landsliðsvenjari.
Og tað gekk ikki stillisliga fyri
seg. Tað verður avdúkað í hesum
dokumentarinum,
sum
stutt
spolar aftur til tey bestu donsku
avrikini, men annars snýr seg
um
hendingarnar,
sum
fóru
fram undir og eftir OL. Ósemjur,
úttalilsi og eitt ódnarveður í
donsku miðlunum – samanum
tikið alt, sum fekk Wilbek at
veitra donskum hondbólti farvæl.
Í
dokumentarinum
eru
høvuðspersónarnir Ulrik Wilbek
og nýggi venjarin, Guðmundur
Guðmundsson. Eisini formaður
in í danska hondbóltssamband
inum, Morten Stig Christensen,
svarar fyri seg og lýsir klandur
støðuna, eins og spælarar siga
sína hugsan um Ulrik Wilbek og
hvønn týdning hann hevur havt
fyri danskan hondbólt.
HYGG UM: Tú ert áhugaður í
hondbólti ella handfaring av
klandurstøðum
IKKI HYGG UM: Tú ikki veitst hvør
Ulrik Wilbek er.
HVUSSU ER AT HYGGJA: Skjót og
greið gjøgnumgongd av skilnaðin
um hjá Wilbek og DHF.
HVAT SIGUR TÚ: Frálíkur upp
lýsandi stuttur dokumentarur –
júst til ta løtuna, tá ið tú ikki hevur
hug at seta hálvanannan tíma av
til sjónvarp
PATURALBINUS@SOSIALURIN.FO
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
INFO: Tað er DR, sum hevur framleitt hendan dokumentarin. Hann er 28 minuttir og sæst ókeypis á dr.dk/tv.
osé Mourinho, venjari hjá Manchester United, leggur
eftur dómaranum eftir 3-1 tapið fyri Watford
Páll A. Klettskarð um at fáa ein stóran
málmøguleika
– Vit kunnu gera nakað við okkara spæl,
men vit kunnu einki gera við avgerðirnar
hjá dómaranum og linjuverjanum
– Tú hevur ikki tíð at hugsa. Tað einasta
tú hugsar er at skjóta bóltin í málið
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Ólavur Niclassen
Aldur: 18
Starv: Fótbóltsleikari (KÍ)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvørjum hondbóltsliði stóð Anja Andersen á odda fyri
frá 2000 til 2008?
2 Hvørjum landi kemur nýggi venjarin hjá Neistakvinnum
frá?
3 Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Chelsea?
4 Hvussu nógv mál skoraði Leif Niclasen fyri EB/Streym
móti KÍ í 8-1 sigrinum í 1.deild?
5 Hvørjum spældi U15 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum
móti í vikuni?
6 Hvørjir eru venjararnir hjá U15 landsliðnum?
7 Hví vóru dystirnir søguligir?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Slagelse DT 2: Brasil 3: Antonio Conte
4: Seks mál 5: Sveis 6: Eli Hentze og Hegga Samuelsen
7: Fystu ferð U15 spælir landsdyst. Bara spælt móti liðum
í liðkappingum frammanundan 8: Jordan Henderson
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
DOKUMENTARURIN:
Wilbeks exit