mánadagur 19. september 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 19. september 2016 · Nr. 107
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
KÍ: KÍ verður sannlíkt FM
og greipuvinnari í 2016. Teir
vunnu røttu dystirnir og
reisast tá teri hava mest brúk
fyri tíð. Spuningurin í KÍ er
hvussu tú tálmar nervunum
í Klaksvík
Víkingur:
Áleið
2.500
áskoðarar vóru til dystin í
Sarpugerði í gjár. Víkingur
hevði gjørt nógv burturúr
við
plattum
og
betri
umstøðum til áskoðararnar.
Tó má sigast, at Víkingur ikki
hevur FM evnini – heldur
ikki í ár.
NSÍ:
Felagið
er
í
framgongd. Tað eru ikki so
nógv ár síðani, at málið var
at yvirliva og fáa skil á tað
fíggjarliga. Hóast teir vóru
aftanfyri, so tykist NSÍ hava
rakt toppin á júst røttu tíð.
Nú er spurningurin hvussu
langt tað røkkur.
B36: HB kompleksið er
vekk. Árstalsfelagið plagdi
altíð at tapa fyri HB, men í
seks royndum við Eyðuni
Klakstein á odda, so hevur
HB ongan dyst vunnið á
grannunum. Tað er nakað
síðani, at B36 kom yvir HB-
kompleksið, men nú er tað
nærmast umvent.
HB: Tað er dýrt ikki at
skjóta mál. HB hevur í fleiri
av stórdystunum í ár havt
stórar málmøguleikar, men
brent. Eitt nú móti KÍ í
Gundadali og í gjár. Munurin
hevði verið eitt deilt fjórða
pláss í dag – í mun til at
liggja seks stig frá Evropa
milliónunum.
ÍF: Tað stendur einki til
við fólki í ÍF. Hópurin hevur
verið tunnur í nøkur ár og
tað legst ikki afturat í løtuni.
Í gjár stóð millum annað
Jákup Mikkelsen í mál. At
hann helt málið reint er ikki
nakað nýtt fyri hann.
TB: Sigfríður Clementsen
dugur sítt. Hann hevur av
álvara tryggjað TB eitt ár í
bestu deildini afturat. Gott
nokk taptu teir fyri NSÍ, men
hann hevur dugað væl at
vunnið teir røttu dystirnar.
Heldur hann fram, so kann
TB blíva fast Effo-lið.
Skála: Afturgangandi fyri
allar viðmekringar um Skála
er, at tað er ein samanspælt
lið við homogenum hópi. Tað
prógvaðu teir aftur í gjár við
2-0 sigri á AB. Skálamenn
hava tryggjað sær pláss í
bestu deildini komandi ár.
AB: Argjamenn hava tapt
allar teir avgerandi dystirnir
móti endanum. Tvær ferðir
Skála, og ÍF og TB. Einasti
sigurin kom á hjálparleysa
B68. AB hevur ikki uppiborið
betri í ár.
B68: Toftamenn skulu til
at byggja upp av nýggjum.
Tað ljóðar sum ein skøvað
fløga, men felagið hevur
fyrr prógvað, at tað dugur at
uppala fótbóltsspælarar.
Kappingarárið í ár hevur bjóðað upp á nakrar
heilt fantastiskar fótbóltsupplivingar í føroysku
landskappingini. Størsta orsøkin er KÍ øll
teirra viðhaldsfólk, sum fylla so ótrúliga nógv í
myndini.
Eg havi skrivað tað fyrr og haldi tað tolir eina
endurtøku at seta spurningin, um vit ikki skulu
til at tora betri at flyta ávísar stórar dystir, so tað
ber til hjá øllum at fylgja við og hava fokus á tí
eina dystinum.
Vit sóu tað til útsetta dystin millum KÍ og NSÍ,
ið bleiv spældur á norðoyastevnu. Tað var
stúgvandi fult av fólki. Eitt var Klaksvík og
norðoyastevnan – men har vóru fólk úr øllum
landinum til dystin. Og tá KÍ var á vitjan hjá
B36 í dysti, sum byrjaði klokkan 17.15 stutt fyri
summarsteðgin.
Orsøkin til at eg kom aftur á ta leiðina er
dysturin í Sarpugerði í gjár. Heilt fantastiskt
at síggja so nógv fólk til ein slíkan toppdyst.
Í hesum førinum hevur verið tosað um at fáa
dystin fluttan, men tað hevur ikki latið seg gjørt
á skynsaman hátt. Serliga tí leygardagur er so
vánaligur áskoðaradagur, tí fólk hava gjørt sær
aðrar planir.
Tað er bara vit sum hava áhuga fyri at fara til
dystir í Føroyum. Tí haldi eg at tað er avgjørt
vert at hugsa um, at bjóða øllum til teir stóru
dystirnar. Tá fært tú flestar áskoðarar og mest
umrøðu frá fjølmiðlunum.
Í Onglandi verða dystir lagdir sum
sjónvarpsdystir. Vit kenna tað frá Super
Sunday, mánakvøldsdystir og nú eisini
fríggjakvøldsdystir. Umframt tað, so verður sum
regul tveir dystir fluttur rundan um klokkan 15
dystirnar leygardag.
Við okkara fimm dystum um umfarið, so er ikki
neyðugt at flyta fleiri dystir, men kanska bara
ein ella tveir. Í Havn hava HB, B36 og AB avtalu
um ikki at spæla í senn í Havn. Tað hevur gjørt at
áskoðarar hava kunnað sæð tveir dystir, og eitt
nú Rás2 hevur kunna sagt frá tveimum dystum í
Havn.
Vit mugu minnast til, at tað eru bara føroyingar
og fólk í Føroyum, sum hava áhuga í at fara til
dystir í Føroyum. Eg var ein av teimum sum
helt, at hugskotið um at ”17. heimadysturin”
bleiv spældur á Tórsvølli við fullari
sjónvarpsframleiðslu, var eitt áhugavert hugskot.
Kanska ikki perfekt, men eg ímyndi mær, at tað
er handan vegin vit skulu við føroyskum fótbólti.
trondur@sosialurin.fo
Tá øll
savnast
TÍGGJU TING VIT
LÆRDU Í 23. UMFARI
Her eru tíggju ting, sum vit lærdu í 23. umfari í Effo-deildini