Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Tað er friðarligt í við­talu­ hølunum, sjálvt um vit eru trý fólk inni. Sjúklingurin, kona hansara og eg. Vit hava júst havt eitt trupult prát og eru í løtuni í náttúrliga steðginum, har djúphugsni ræður, áðrenn samrøðan heldur fram. Maðurin grætur stillisliga, og konan heldur í hond hansara. Hann hevur verið sjúklingur hjá mær í nógv ár. Maðurin hevur verið roykjari í 40 ár og er hildin uppat við at roykja fyri einum ári síðan, tá hann varð innlagdur orsakað av ringum KOL lungum. Síðan tá hevur hann verið innlagdur tvær ferðir. Fyrru ferð, tí hann hevði tað alsamt verri í lungunum – og aðru ferð, tí hann fekk lungnabruna. – Tú mást kunna gera okkurt! Tá eg havi verið í bað um morgunin, eri eg so troyttur, at eg mest sum ikki orki at eta morgunmat. Tá eg so kortini havi etið, leggi eg meg á sofuna í ein tíma, áðrenn eg havi fingið orku til at reisa meg aftur. Maðurin greiðir frá, at úr køksvindeyga hansara sær hann yvir til grannan. Áður plagdu teir næstan hvørt vikuskifti at fara út at fiska saman, men nú orkar hann ikki ein ganga at ganga yvir til hurðina hjá grannanum og spyrja, um hann bjóðar eina øl. 3500 doyggja Í greinini greiðir kom­munu­ læknin, Henrik Prinds Rasmus­sen, frá, at fleiri enn 3500 fólk doyggja av KOL lungum í Danmark um árið. Millum sjúklingar, sum eru yvir 35 ár, líða 14 prosent av KOL lungum. Saman­um­ tikið verður mett, at um­leið 430.000 KOL sjúklingar eru í Danmark, harav um­leið 50.000 eru ring av KOL við einum lungavirknaði, sum er minni enn 50 prosent av tí vanliga. – Talið av árligum inn­ legging­um vegna KOL í Danmark liggur um 25.000, og fleiri sjúklingar við ringum KOL lungum hava fleiri innleggingar um árið. Sjúklingurin hjá Henrik Prinds Rasmussen hevur verið mettur á lungna­ med­isinsk­um ambulatorii seinasta hálva árið. Haraftrat hevur hann verið knýttur at einum kommunalum tilboði fyri KOL sjúklingar við lunga­ fysio­terapi og venjing. – Týdningarmesti liðurin í hansara viðgerð er royki­ steðg­ur­in, sum eg rósi honum fyri. Har­aftrat er hann í optimalari inn­andingar­við­ gerð, men er ikki í bólkinum, sum fær ilt heima við hús. Tá hann hevur tað serliga ringt, fær hann eisini tablettir við nýrakolsbørkshormon (kortison). Vit hava roynt at skift eitt sindur í inn­ andingar­heili­vági, men uttan størri virknað. Undir samrøðuni fortelur Henrik Prinds Rasmussen sjúk­ling­in­um, at tað er ikki heili­vágurin, men lunguni, sum eru av­bjóðing­in. Lungna­ virknað­ur­in er so vána­ligur, at maðurin í optimal­ari medisinsk­ari við­gerð kortini kennir seg á ógvuliga lágum virknis­støði. Tað er einki, sum eg kann gera fyri at betra um hansara lungna­virknað. – Við at leggja av at roykja hevur hann sjálvur gjørt tað, sum hann kann gera fyri at bøta um støðuna, eins og hann luttekur í likamligari venjing fyri KOL sjúklingar, sigur læknin. Maðurin grætur – Eg skuldi verið hildin upp at við at roykja fyri nógvum árum síðan. Nú kann tað jú vera líkamikið - um lunguni eru oyðiløgd kortini, sigur sjúk­ling­urin. Nú verður friðarligt í við­ talu­hølun­um, og maðurin byrjar at gráta. Henrik Prinds Rasmussen sigur, at tá tey taka upp aftur sam­røðuna, snakka tey um, hvørjar møguleikar hann hevur fyri at fáa eina betri lívsgóðsku innan teir karmar, hann hevur. – Eg spyrji sjúklingin, hvat krevur mest orku og gevur mest orku í vanliga gerandis­ degnum og gjøgnum vikuna. Saman finna vit út av, at maðurin hevur brúk fyri hjálp, tá hann skal í bað. Vit semjast eisini um, at hann skal spyrja granna sín, um teir kunnu gera eina avtalu um, at teir saman fara út at fiska aðru hvørja viku - eisini, tá orkan ikki er so nógv. Henrik Prinds Rasmussen skrivar í frásøgnini frá við­ taluni, at teir avtala at hittast aftur um fýra vikur fyri at tosa og gera upp, hvussu orkan hevur verið í hesum tíðarskeiði - og vónandi sær okkurt betri út tá. Kelda: www.helse.dk Tú mást kunna gera okkurt! Danski kommunulæknin, Henrik Prinds Rasmussen, hevur á heimasíðuni www.helse.dk eina frásøgn um eina læknavitjan, har maður og kona eru inni á gólvinum. Tað er maðurin, sum hevur KOL lungu og orkar ikki í bað – Fleiri enn 3500 fólk doyggja av KOL lungum í Danmark um árið, sigur kommunulæknin í Kolding, Henrik Prinds Rasmussen – Eg skuldi verið hildin upp at við at roykja fyri nógvum árum síðan, sigur sjúklingurin, sum roykti í 40 ár. Myndin er tilvildarlig ROYKJARALUNGU Fólkaheilsuráðið setti sær fyri nøkrum árum fyri at finna teir roykjarar í Føroyum, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúku) – ella »roykjaralungu« – sum tað eisini verður rópt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 prosent av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu »pakkaárunum«. Eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL, sigur Fólkaheilsuráðið