Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMMUNUVAL Árni Gregersen Týsdagin 8. november er kommunuval til tey 29 kommunustýrini í Føroyum. Listarnir skulu latast val­nevndini tríggj­ar vikur undan valinum – altso í sein­asta lagi 17.oktober. Í hesum døgum verður arbeit av fullari kraft at gera listar til bý- og bygdaráð. Í teimum støðum, har tað vanliga eru politiskir list­ar er uppstillingin kom­in longst, meðan tað í hinum komm­u­nunum gongur eitt sindur seinni. Listarnir verða ofta har gjørdir í sein­astu løtu. Veljararnir gera sjálvir av í einstøku komm­ununum um stillað verður pol­ itiskt ella á annan hátt. Vanligt er, at í Tórshavn eru list­ arnir politiskir, men gjøgnum árini hva eisini verið fleiri borgaralistar. Kendasti og longst virk­andi borg­ aralist­in er helst listin hjá Petur í Gong sála. Hesin listin fekk stóra undir­tøku og hevði upp í fimm býráðslimir, tá ið hann var størstur. Millum onnur var nú­ver­andi borg­ ar­stjórin í Havn, Heðin Mortensen í fleiri um­før­um valdur inn á hes­um lista. Í Klaksvík verður eisini still­að upp politiskt, eins og í Eysturkommunu og á Tvør­oyri. Aðrir listar Teir listar, sum ikki eru politiskir, verða gjørdir við ymiskum endamálum. Til dømis var ein reinur kvinnulisti í Vestmanna fyri nøkrum árum síðani. Eisini er vanligt, at ávís øki ella bygdir í einari kommunu gera listar, sum bert umboða fólk úr økinum. Tað er heldur ikki óvanligt, at listar verða gjørdir, sum hava til endamáls at fremja ávís áhugamál. Til dømis at LÆTT AT GERA SÍNA LISTAR TIL KOMMU Tað er munandi lættari at gera ópolitiskar listar til bý- og bygdaráð enn til Løgtingið Um onkur hevur verið limur av bygda(r)ráðnum/býráðnum í 8 ár ella meiri, hevur hann ikki skyldu at taka við endurvali, fyrr enn 2 fylgjandi valskeið eru liðin; somuleiðis kann persónur, ið fylt hevur 60 ár, bera seg undan at taka við vali. Annars hevur hvør persónur, sum valbærur er, skyldu at taka við vali. Er tað, tá valevnislisti verður latin inn, greitt at eitt valevni lýkur treytirnar fyri at sleppa undan vali, skal váttan frá avvarðandi valevni um at taka við vali fylgja við. Listin skal vera undirskrivaður av í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal vera serligur listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi, bústaði og føðingardegi. Er íbúgvatalið í kommununi minni enn 1000, eru 10 stillarar nóg nógvir. Er íbúgvatalið minni enn 200, eru 5 stillarar nóg nógvir. Valevnislisti Hesi verða stillaði upp sum valevni til kommunuvalið 8. november 2016 fyri ___________________________________________ (møguligt floksnavn) Fult navn Starv Bústaður Føðingardagur Møgulig váttan1 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 Stillarar2 Fult navn Starv Bústaður Føðingardagur Undirskrift 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 13 14 15 16 17 18 19 20 21 22 23 24 25