týsdagur 20. september 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108
KOMMUNUVAL
Árni Gregersen
Tríggjar kommunur eru í Føroy
um, har færri enn 100 fólk búgva.
Tað hava verið so fáir íbúgvar
í Fugloyar kommunu og í Skúv
oyar kommunu, men nú er talið
av íbúgvum í Fámjin eisini farið
undir 100.
At so fólk búgva í kommun
unum skapar sjálvandi nógvar
ymiskar trupuleikar – fyrst og
fremst ger hetta at kommunal
inntøkan er lítil og at tað tí er
torført at lyfta tungar uppgávur.
Ein onnur fylgja av hesum er,
at tá ið fólkatalið fer undir 100, so
lækkar talið av bygdaráðslimum
eisini niður í trý.
Soleiðis er hent í Fámjin nú, so
neyðugt er ikkia t velja fleiri enn
trý fólk til bygdaráðið.
Árni Gregersen
Óndar tungur siga, at skal ein
fáa nakað burtur úr at luttaka í
kommunalpolitikki í smáum og
meðalstórum kommunum, so
skal ein duga at telja uppí trý.
Fyri tað fyrsta skal ein gerast
bygdaráðsformaður. Tað gevur
altíð nakað – í minsta lagi av
fundarpengum.
Hitt er, at ein skal royna at
sleppa sær í SEV-stýrið. Tað
gevur eisini pening og triðja
nevndin ein skal royna at sleppa
sær í, er nevndina fyri IRF.
Hvussu nógv tey ymisku fáa
burturúr fíggjarliga, sum ikki eru
borgarstjórar er ymsikt.
Fundarpeningurin telir mest,
men verður hugt at teimum, sum
sita í fleiri nevndum í Tórshavnar
kommunu og kanska eisini sum
nevndarformenn, so vísir tað seg,
at hesi hava eina mánaðarliga
inntøku uppá millum 15.000 og
20.000 krónur.
Treytin er vanliga, at tú ert
partur av meirlutanum, sum tú
eisini hevur nevndarformans
sessir, sum geva nakrar túsund
krónur mánaðarliga.
Í smæstu kommununum er
persónligi fíggjarligi ágóðin ikki
serliga stórur.
AR EGNU
UNUVALIÐ
Freistir í sambandi við kommunuvalið 2016
Vegleiðandi yvirlit
Dagur
Hending
Heimild
Brævatkvøður
8. juli 2016
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru
staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn
valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku
áðrenn valdagin (t.e. 1. november 2016).
§ 37, stk. 1 í
løgtingsvallógini,
sbr. § 14 í
kom.vallógini
1. september 2016
Vallistin verður gjørdur í seinasta lagi 1. september í tí ári, sum valið fer fram,
yvir teir veljarar, ið tá lúka treytirnar fyri valrætti.
§ 4, stk. 1
27. september 2016 Landsstýrismaðurin lýsir í minsta lagi 6 vikur fyri valdagin: 1) nær valdagurin er,
2) hvar valevnislistar skulu latast inn og 3) seinastu freist at lata valevnislistar
inn.
§ 3, stk. 2
27. september 2016 So skjótt sum valdagurin er ásettur, verður gjørdur eykalisti yvir teir persónar,
sum, aftan á at høvuðsvallistin er gjørdur og til valið fer fram, ætlast at lúka
aldurstreytina og hinar treytirnar fyri valrætti valdagin, sbr. § 1 í lógini.
§ 4, stk. 1
4. oktober 2016
Lýst verður um framløgu av vallistunum á vanligan hátt 5 vikur framman undan
valinum.
§ 4, stk. 3
11. oktober 2016
Í seinasta lagi 4 vikur framman undan valinum skulu vallistarnir vera framlagdir
til alment eftirlit, og teir verða liggjandi frammi í 2 vikur á einum staði, ið liggur
høgliga fyri hjá íbúgvarunum. Lýst verður um hetta á vanligan hátt 5 vikur
framman undan valinum.
§ 4, stk. 3
18. oktober 2016
Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í
seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum.
§ 6, stk. 2
25. oktober 2016
Bygda(r)ráðið/býráðið kann gera av, at valkort verða send út til veljararnar. Tey
skulu innihalda upplýsingar um navn og bústað veljarans og talnummar hansara
á vallistanum, og tey skulu verða útsend í seinasta lagi 2 vikur framman undan
valinum.
§ 5
25. oktober 2016
Valrætt og valbæri til bygda(r)ráðsval/býráðsval hevur hvør tann, sum a) hevur
fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til løgtingið, b)
er tilmeldaður fólkayvirlitið í avvarðandi kommunu í seinasta lagi 2 vikur áðrenn
tann dagin, valið fer fram, og c) sum valdagin framvegis er búsitandi í
kommununi.
Hóast ásetingina í a), hava ríkisborgarar úr hinum Norðurlondunum valrætt og
valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum
seinastu 3 árini undan valinum.
§ 1, stk. 1
27. oktober 2016
Er ein persónur uppstillaður á fleiri listum, skal valnevndin siga honum frá
hesum. Hann kann tá skrivliga siga valnevndini frá, um hann bert vil standa á
§ 6, stk 7
einum lista og hvørjum. Valnevndin skal hava gjørt honum tað kunnugt seinast
12. dagin undan valinum, og skal hann hava svarað valnevndini seinast 11. dagin
undan valinum, so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu
fáa høvi til innan 24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
28. oktober 2016
Seinasta freist hjá teimum, ið eru uppstillaði á fleiri listum at svara valnevndini,
so stillararnir á hinum listunum, sum viðkomandi stóð á, kunnu fáa høvi til innan
24 tímar at seta annað valevni í hansara stað.
§ 6, stk 7
1. november 2016
Í seinasta lagi eina viku framman undan valinum almannakunnger valnevndin
stað og klokkutíð fyri valið. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur
fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg
§ 3, stk. 3
1. november 2016
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur rættkomin ikki er
tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin vera send
bygda(r)ráðnum/býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
§ 4, stk. 4
1. november 2016
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru
staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn
valdagin. Í øðrum førum skal atkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku
áðrenn valdagin.
§ 37, stk. 1 í
løgtingsvallógini,
sbr. §14 í
kom.vallóg.
7. november 2016
Seinasta freist at atkvøða við brævi.
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan
byrjar.
§ 37, stk. 2 í
løgtingsvallógini
sbr. § 14 í
kom.vallóg
8. november 2016,
áðrenn atkvøðu-
greiðslan byrjar
Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðin, áðrenn atkvøðugreiðslan
byrjar.
§ 37, stk. 2 í
løgtingsvallógini
8. november 2016
Regluligt val fer fram annan týsdag í november, og valskeiðið gongur frá 1.
januar árið eftir.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og heldur fram til kl. 20.00, ella so
leingi veljarar møta uttan steðg
§ 2, stk. 3
§ 3, stk. 3
8. november 2016
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, (t.e. kl. 20 ella seinni) fer atkvøðuteljingin
fram. Hon er almenn.
§ 17, stk. 1
8. ella 9. november
2016
Endalig uppgerð av valinum verður síðan gjørd av valnevndini annaðhvørt sama
dag, sum atkvøðuteljingin er farin fram, ella í seinasta lagi dagin eftir.
§ 19, stk. 1
9. november 2016
Í kommunum, sum uppbýttar eru í tvey ella fleiri atkvøðuøki, verður úrslitið av
atkvøðuteljingini í hvørjum valstað gjørt kunnugt fyri teim hjástøddu og skjótast
gjørligt fráboðað formanni valnevndarinnar. Í hesum kommunum kemur
valnevndin saman í seinasta lagi dagin eftir, at atkvøðugreiðslan er farin fram,
fyri at gera upp atkvøðuteljingina í øllum atkvøðuøkjum kommununnar. Hesin
fundur er almennur.
§ 18, stk. 2
15. november 2016
Um so verður, at bygda(r)ráðið/býráðið ger av, at fínteljing skal vera, skal hon
fara fram í seinasta lagi vikudagin eftir sjálvan valdagin.
§ 21, stk. 2
17. november 2016 Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri
at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið
er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri
bygda(r)ráðnum/býráðnum.
§ 23, stk. 1
17. november 2016 Um onkur av teim valdu ynskir at sleppa undan at taka við vali, sbr. § 22, stk. 2,
og frammanfyri í stk. 1, skal hann innan fyri somu freist, sum galdandi er fyri
innsendan av klagum, sbr. § 23, stk. 1, skrivliga venda sær til
bygda(r)ráðið/býráðið, sum viðger og tekur avgerð í málinum á sama hátt, sum
nevnt í § 23, stk. 2, viðvíkjandi klagum.
§ 24, stk. 2.
27. november 2016 Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, verða
gjørd av bygda(r)ráðnum/býráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10
dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygda(r)ráðið/býráðið tekur avgerð sína,
verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.
§ 23, stk. 2
14 daga freist
Tær avgerðir, sum byga(r)ráðið/býráðið hevur tikið viðvíkjandi klagum um valið,
sbr. § 23, stk. 1, og innkomnum umsóknum um at sleppa undan vali og
áheitanum um at sleppa úr bygda(r)ráðnum/býráðnum, kunnu, áðrenn 14 dagar
eru lidnir, eftir at avgerðin er tikin, verða skotnar inn fyri landsstýrismannin.
§ 24. stk. 4
31. desember 2016
Tá vanligt val til bygda(r)ráð/býráð er farið fram, fara teir gomlu limirnir í
bygda(r)ráðnum/býráðnum frá 31. desember, uttan so at klaga um valið er sett
fram, áðrenn tann í § 23, stk. 1, ásetta klagufrest er farin.
§ 26, stk. 1
31. desember 2016
Nývalda bygda(r)ráð/býráð skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
§ 12 í kommun-
ustýrislógini
byggja barnagarð ella skúla
– ella ítróttarhøll.
Hetta er meira enn so
komið fyri.
Kommunala vallógin er
gjørd soleiðis, at tað skal
vera lætt at gera ein lista.
Ikki er neyðugt at hava nak
ran felagsskap aftanfyri seg,
tá ið listar skulu gerast.
Tað einasta sum krevst
er at finna valevni og so so
nógvar stillarar, sum lógin
krevur. Hetta er alt eftir,
hvussu nógvir íbúgvarar eru
í kommununi.
Hvør valevnislisti kann
hava upp í fýra valevni fleiri
á listanum enn tað eru limir
í bý-ella bygdaráð.
Í Tórshavnar kommunu
eru 13 limir í býráðnum. Tað
ger, at í mesta lagi 17 valevni
kunnu vera á hvørjum listsa.
Um
bert
fimm
limir
eru í einum bygdaráð, so
kunnu níggju valevni vera á
hvørjum lista.
Tá ið listarnir verða latn
ir valenevndini er avgerandi,
at hann lýkur tær treytir,
sum standa í kommunalu
vallógini.
Tú kanst seta ein og
hvønn borgara á listan, sum
er valbærur. Neyðugt er ikki
at spyrja viðkomandi, tí tað
er ein borgarskylda at taka
við vali til bý-ella bygdaráð.
Einastu sum kunnu siga
nei, eru fólk sum hava sitið
í bý- ella byugdaráðnum í
meira enn tvær setur – altso
í átta ár – ella fólk sum eru
seksti ella eldri.
Hóast valevnini ikki skulu
spyrjast umt ey vilja stilla
upp, so er vanligt at hetta
verður gjørt.
Stillararnir skulu aftur
ímóti skriva undir við full
um navni, at tey standa
aftanfyri valevnini og mæla
veljarunum til at velja tey
uppstillaðu.
Bert trý fólk
í bygdaráðnum
Kommunur við undir 100 íbúgvum,
hava bert tríggjar limir í bygdaráðnum
Í stóru kommununum er tað
fulltíðarstarv at vera borgarstjóri
– í smærru kommununum gevur
tað ikki nógvan pening
Summi fáa nógv
-onnur minni