Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 Sosialurin 12 Súni Selfoss formaður í Starvsmannafelagnum Fjaldir feilir í bygninginum gjørdu, at tað var neyðugt at gera alt arbeiði í Smæruni í senn. Afturfyri hava vit nú ein bygning, sum er sum nýggjur frá innast til uttast, og sum ikki fer at tørva fleiri byggistig komandi árini. Tíðindini um at bygningurin er 16 milliónir dýrari enn ætlað, eru skeiv. Fríggjadagin 16. september varð nýggi bygningurin hjá Starvs­ mannafelagnum, Smæran, alment tikin í brúk. Í hesum sambandi hava fjølmiðlar havt fokus á, at bygn­ingurin er blivin dýrari enn upp­runaliga ætlað og at talan hevur verið um stóran meirkostað. Av tí at upplýsingar hava ver­ ið frammi, sum kunnu geva eina skeiva mynd av byggingini metir Starvsmannafelagið tað verða neyð­ugt, at greiða nærri frá byggi­ ætlanini, sum vit meta sum eitt stórt framstig og eina trygga íløgu fyri felagið og limirnar. Frá partvísari loysn til heildarætlan Í almennu umrøðuni er komið fram, at kostnaðurin fyri at høvuðs­ umvæla og umbyggja nýggju Smæruna er umleið 30 milliónur krónur. Hesin kostnaður verður samanborin við, at kostnaðurin fyri høvuðsarbeiðstøkuna fyri umleið tveimum árum síðani, lá um góðar 13 milliónir krónur. Hetta var tilboðið frá P/F Eysturlon, sum fekk høvuðsarbeiðstøkuna á heysti 2014. Við hesum sum grundarlagi verður sagt, at byggingin av Smæruni er dýrkað góðar 16 milliónir krónur. Hettar gevur eina skeiva og misvísandi mynd av veruleikanum. Talan er í roynd og veru um tvær ymiskar verkætlanir. Starvsmannafelagið keypti gamla sjónvarpsbygningin frá Mentamálaráðnum, og avgjørt varð í fyrstu atløgu at umbyggja og umvæla bygningin innan. Fíggj­ arætlanin (budgettið) tá segði, at hetta 1. byggistigið fór at kosta góðar 16 milliónur krónur. Upprunaliga var so ætlanin, at utt­andura arbeiðið (2. Byggistig) skuldi gerast seinni. Tá arbeiðið byrjaði og teir fóru at taka niðurfrá vísti tað seg, at bygningurin var í sera ringum standi. Stórir feilir og manglar komu undan kavi. Feilir, sum tað ikki bar til at staðfesta, fyrr enn veggir vóru tiknir niður og um­ vælingarnar vórðu byrjaðar. Hetta gjørdi, at neyðugt var at tillaga upprunaligu ætlanina. Av tí, at bygningurin var í so ring­um standi, var avgjørt at um­ væla allan bygningin í senn – t.v.s. fremja, tað sum á fakmáli verður kallað ein heildarloysn. Tískil er øll byggingin nú gjørd undir einum. Bæði tað planlagda arbeiðið innanhýsis, og haraftrur­ at útvendig arbeiðir, so sum nýggj­ ar tekjur, útveggir, nýggj vindeygu o.s.fr. Íkomna støðan við fjaldu feil­ unum gjørdi, at tað ikki var mett ráðiligt at bíða. Neyðugt var at gera hettar arbeiðið beinanvegin. Annars hevði vandi verið fyri, at skaðar og manglar breiddu seg til tað nýgjørda arbeiðið. Sostatt er øll umvælingin og um­byggingin gjørd eftir umleið tveimum árum, og ikki yvir eitt longri áramál, sum tankin var upp­ runaliga. Tvey byggistig eru løgd saman. Alt er gjørt í einum. Afturfyri hevur Starvs­manna­ felagið nú fingið ein bygning, sum er so gott sum nýggjur, frá innast til uttast. Og tað merkir, at vit í komandi árum sleppa undan útreiðslum av viðvíkahaldi og nýggjum byggistigum, sum annars høvdu ligið fyri framman. Av tí, at talan sostatt er um eina heildarloysn, er beinleiðis skeivt, tá ið sagt verður, at byggingin av Smæruni er dýrkað góðar 16 milliónir – sum er munurin mill­um upprunaligu kostnaðarmetingina hjá Eysturlon og tann endaliga byggikostnaðin. Fjaldu feilirnir hava sum vera man dýrkað verkætlanina nak­ að. Útrokningar hjá byggi­frøð­ iligu ráðgevingini hjá Starvs­ manna­felagnum vísa tó, at hevði uttan­dura arbeiðið verið gjørt seinni, í einum 2. byggistigi, sum upprunaliga ætlað, so hevði tað kost­að bróðurpartin av teimum 16 milliónunum. Við fakligari ráðgeving Starvsmannafelagið er eitt fakfelag og sum felag hava vit ikki serligt innlit í bygging. Tískil var beinanvegin avtala gjørd við royndan verkfrøðing um at vera byggiráðgeva, sum hevur verið høgra hond hjá felagnum frá byrjan til enda. Hendan upp­ gáva hevur ligið hjá Kristiani Ras­ mussen, fyrrverandi varastjóra á Lands­verki, sum hevur drúgvar royndir við byggifakligum eftirliti. Vit halda tí, at byggingin hevur ligið í tryggum hondum. Trupulleikarnir, sum verkætl­an­ in rendi seg í, komu sum vera man ógvuliga dátt við, og møguleikin fyri at reisa endurgjaldskrav móti Mentamálaráðnum og teimum, sum bygdu gamla sjónvarpsbygning­in, hevur sjálvsagt verið kannaður. Niðurstøðan var tó, at møgu­ leikin fyri at fáa nakað rættuligt endurgjald var avmarkaður. Eitt virðismikið aktiv Limirnir í Starvsmannafelagnum eiga felagið og tí hava vit strembað eftir at tryggja gjøgnumskygni um ætlanina. Kunnað er um byggiætlanina í Starvsblaðnum og á heimasíðu felagsins, og á aðalfundinum og á fundum fyri álitisfólkunum hevur verið greitt frá trupulleikum við byggingini og øktum byggikostnaði. Nú komið er á mál, kunnu vit fegn­ast um eitt stásiligt hús, sum utt­an iva verður felagnum og lim­ um okkara til stórt gagn. Íløgan í Smæruna er fíggjað við peningi úr verkfalsgrunni felags­ ins. Hetta er vanligur fíggingarhátt­ ur millum fakfeløg. Partur av verks­ falspeninginum, sum vanliga er óvirkin peningur, er umsettur til eina trygga íløgu. Fara áhugatrætur at stinga seg upp á arbeiðsmarknaðinum, har neyðugt verður at fara í verkfall, so kunnu vit framhaldandi trygt gera tað, tí felagið hevur fullgóðar loysnir fyri hesum. Fríggjadagin lat Smæran hurð­ arnar upp. Vit hava nú fingið ein snotuligan og nútímans bygning. Ein bygning, sum fer at vera karm­ ur um mennandi tiltøk fyri lim­ irnar og fer at geva felagnum gott fíggj­arligt kjølfesti í árunum sum koma. KJAK Jóhan Mortensen Í fleiri ár hava vit havt gleðina av einum og onkun­ tíð tveimum Bringureyðum í okkara urtagarði. Bringu­ reyðin er ein sera fittur og fólka-alskin fuglur. Navn­ ið hevur hann úr gitnu Kristus­legendunum hjá Selmu Lagerløf, har hesin litli, brúni fuglurin setur seg á torna­krúnu Frelsarans og við nevinum tekur eina torn úr enni Krists og fær ein dropa av blóði Hansara á bringu síni, sum verður skar­ andi reyð, og fær hann harav tignarnavnið Bringu­reyði. Bretar hava altíð havt stór­an alsk til fuglar. Bretsk­ ir úrmælingar tóku sær fugla­nøvn sum t. d. kanska besti arkitekturin nak­ ran­tíð, Cristopher Wren, (músa­bróður) rit­høv­und­ur­ in Jonathan Swift (fagd­ar­ sveimari), sjógarpurin Fran­ cis Drake (dunnusteggi) og so sjálvandi Florence Night­ ingale fyri at nevna nøkur. Í dag er bretski felags­ skapurin RSPB (Give Nature A Home) sera virkin i UK at verja fuglin og nátturu og djóralív yvirhøvur. Felags­ skapurin hevur 2.000 starvs­ fólk, eina figgjarætlan upp á 1 mia kr, 13.000 hjálparar og eigur umleið 200 oyggjar og náttúru reservat, og við hesari stóru megini ger hann eitt megnar arbeiði at menna og verja villu náttúru Bretlands, ikki minst í Skotlandi og tess oyggjum, okkara næstu grannar. Bert spell at vit ikki hava slíkan felagsskap í Føroyum, har nátturan hevur so lítlan og ongan týdning, hóast vit rópa okkum “un spoiled” og “un-touched” fyri at draga allan heimin inn á okkum. Vit síggja í Mykinesi, at man letur 16.000 ferðafólk ótarn­aði kleyra í okkara sein­ asta stóra lundalandi. Rættast er at friða lunda­ landið og við sera av­mark­ aðari atgongd til Hólmin. Økir kring landið, har fuglur býr, verða fyrilitarleyst tikin til bygging, og okkara aling hevur sera negativt árin á okkara firðir og økoskipanir. Rokningin kemur, tá firð­ir­ nir eru deyðir sum Loprans­ fjørður. Nú stendur árliga skarva- massakran fyri framman, eftir at man roynir at tøma havið fyri náta. Sjálvandi skulu vit veiða, men bara har tað er burðardygt og etiskt forsvarligt. Føroyar er millum fáu londini í Europa, sum ikki hava tjóðarparkir og friðað øki av týdningi. Sandoyggin er ein av vakr­astu oyggjum okkara. Við sínum vøtnum og heið­ um dregur hon nógvan fugl til sín alt árið, eitt fugla­ meingi sum øll gleðast um, og kann tú verða heppin at síggja sjáldsamar gestir. Tað er eisini gott fyri sinnið at síggja vakrar svanar á vøtnunum á Sandoynni, og tankarnar leita til svana­ morð­ini á Eiði – orð eru ikki nøktandi fyri hesa horr­iblu ógerð, óhoyrt fyri eitt mentað samfelag, ”un- believable” Síðani úrmælingurin og hugsjónarmaðurin í Kirkju­ bø, Sverri Patursson, bað føroyingar vælsignaðar verja fuglin, er veruliga lít­ið ítøkiligt farið fram á hes­um økinum, sum eitur náttúru­vernd, hetta at verja náttúruna, djór og fuglar, sum jú eru prísgivin okkara virksemi. Teir okkara stovnar, sum varða av náttúruni, hava lítla og onga fíggjarliga orku, og eru ikki førir fyri í størri mun at gera nakran mun, t. d. er ongin samlað árinskanning gjørd av okkara firðum. Nátt­úran er neyvan nevnd í sam­gonguskjalinum uttan okkurt hissini. Tað ber veruliga til at gera tað so óliviligt fyri okkara fugl og tilfeingi, at føroyska náttúran loksins verður ein viðfáningur. Um Fuglar og Mordarar Smæran er ein trygg íløga