hósdagur 16. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 176 - 16. september 2004
Nr. 176 - 16. september 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Bjóða fólki deyðshjálp
Sveisiska sjúkrahúsið Dignitas bjóðar sær til at hjálpa
fólki at doyggja, og fólk í fleiri evropeiskum londum
hava fingið tilboðið frá sjúkrahúsinum, skrivar svenska
blaðið Aftonbladet.
Dignitas hevur eina skipan, har fólk kunnu tekna seg
sum limir. Tey rinda so eitt árligt limagjald umframt
eina byrjanarupphædd. Sambært Aftonbladet hava
fleiri sjúkir sviar teknað seg sum limir hjá sveisiska
sjúkrahúsinum, men enn er eingin svii farin hagar at
doyggja, skrivar blaðið.
Sveisiskir læknar hava loyvi at hjálpa fólki at
doyggja. Tað sama er galdandi í Niðurlondum, Belgia
og amerikanska statinum Oregon, men treytirnar, sum
teir sveisisku læknarnir arbeiða undir, eru munandi
lagaligari enn í hinum londunum. Harafturat leggja teir
sveisisku myndugleikarnir seg ikki útí, at sjúkrahúsini
bjóða útlendingum deyðshjálp.
Blair verjir umhvørvið
Bretski forsaætisráðharrin, Tony Blair, vil hava altjóða
samfelagið at leggja størri dent á at avmarka avleiðing-
arnar av veðurlagsbroytingunum.
Í einari røðu fyrrakvøldið segði hann, at hann ætlar
sær at seta málið á dagsskránna fyri næsta fundin hjá
teimum stóru ídnaðarlondunum. Blair legði dent á, at
tað er ikki nóg mikið, at bara tey stóru ídnaðarlondini
royna at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroyting-
unum, men at allur heimurin má taka neyðug stig. Og
vit hava skund, segði Blair, sum segði seg vænta, at
stórar veðurlagsbroytingar fara at henda í hansara tíð.
Hann helt, at okkum tørvar eina grøna ídnaðarkoll-
velting, sum kann útvega okkum nýggja tøkni, ið kann
avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.
Eygleiðarar í London siga, at tann stóra uppgávan
hjá Blair verður at fáa USA at taka undir við tiltøkum,
sum skulu avmarka broytingarnar. Bretska stjórnin
hevur sagt, at hon fer at leggja størri trýst á George W.
Bush, forseta.
Stúra fyri gosi á Hawaii
Amerikanskir jarðfrøðingar siga seg stúra fyri, at
gosfjallið Mauna Loa á Hawaii-oyggjunum fer at goysa
um stutta tíð.
Mauna Loa er heimsins størsta gosfjall. Tað eru 20
ár, síðani gosfjallið goysti seinasta, men jarðfrøðingar,
sum halda eygað við fjallinum, siga, at í seinastuni er
virksemið í fjallinum økt nógv, og tí vænta teir eitt gos
um stutta tíð. Ein av jarðfrøðingunum, Paul Okubo,
sigur við sjónvarpið CNN, at gosið nærkast fyri hvønn
dag, sum fer. Hann sigur, at teir báðar seinastu mánað-
arnar hava umleið 350 smáir jarðskjálvtar verið við
Mauna Loa, og at hetta er nógv meiri enn vanligt.
Undir gosinum í 1984 hótti Mauna Loa við at leggja
býin Hilo undir, og tí hava myndugleikarnir gjørt ein
verjugarð, sum skal verja býin.
Gongur illa hjá VW
Tað veksandi arbeiðsloysið í Týsklandi hevur gjørt, at
týskarar keypa ikki so nógvar bilar longur, og tað er
komið bilverksmiðjuni Volkswagen/Chrysler illa við,
skrivar tíðarritið Bloomberg.
Í august minkaði bilasølan hjá Volkswagen 8,3 pro-
sent, samstundis sum Chrysler seldi 13 prosent færri
bilar enn í juli. Fyritøkan sigur, at arbeiðsloysið er or-
søkin, og at týskarar, sum hava arbeiði, tora heldur ikki
at keypa sær nýggjan bil, tí teir vita ikki, um teir
varðveita arbeiðið.
Tey ótryggu viðurskiftini á týska arbeiðsmarknaðin-
um raka ikki bara bilídnaðin. Sambært Bloomberg eru
teir týsku íleggjararnir so varnir sum sjáldan fyrr.
Arbeiðsloysistølini eru heldur ikki serliga eggjandi. Í
august mistu 24.000 týskarar arbeiðið, so nú eru 4,4
milliónir arbeiðsleys.
Fleiri av teimum
norsku kirkjunum
verða so lítið brúktar,
at tað verður hildið
rættast at selja tær
ella at bróta tær niður
NOREG
Árni Joensen.
fartekst@mail.dk
Fyri fyrstu ferð hevur
norska kirkjuráðið gloppað
dyrnar fyri møguleikanum
atselja fleiri av landsins
kirkjum ella at bróta tær
niður. Kirkjuráðið er ovasti
myndugleiki í norsku kirkj-
uni burtursæð frá tí árliga
kirkjufundinum.
Ráðið samtykti týsdagin
at taka upp samráðingar við
teir lokalu kirkjumyndug-
leikarnar kring landið fyri
at vita, hvussu nógvum
kirkjum tørvur er á, og um
tað ikki er rættast at taka
nakrar av kirkjunum niður.
Í kirkjumálaráðnum í
Oslo taka tey undir við
sjónarmiðinum hjá kirkju-
ráðnum, skrivar Aftenpost-
en. Har siga tey, at tað eru
ikki fíggjarlig viðurskifti,
sum gera tað rætt at taka
nakrar kirkjur niður, men at
fleiri kirkjur verða so lítið
brúktar, at tað er heilt ein-
falt ikki tørvur á teimum.
Ole Herman Fisknes í
kirkjumálaráðnum
sigur
við blaðið, at fyrr var ofta
neyðugt at fara í bát fyri at
sleppa í kirkju, og tí vórðu
kirkjurnar ofta bygdar eftir
viðurskiftunum, sum tá
vóru. Men soleiðis er ikki
longur.
Í Noregi eru 1620 kirkj-
ur. Av teimum eru 120 frið-
aðar, og 760 aðrar eru mett-
ar verdar at friða.
Norski landsfornfrøðing-
urin, Nils Marstein, heldur
lítið um ætlanina at bróta
kirkjur niður. Hann ásannar
tó, at tað er umráðandi, at
kirkjurnar verða brúktar til
tað, sum tær eru ætlaðar til.
Í Svøríki bleiv kirkjan
skild frá statinum fyri sjey
árum síðani. Undan skiln-
aðinum bleiv avgjørt, at
allar
miðaldarkirkjurnar
eru almenn ogn, og at stat-
urin hevur skyldu at halda
tær við líka. Men eina slíka
loysn vil norska kirkjan
ikki hava.
Týska blaðið Die Welt
vil vera við, at evna-
frøðilig vápn úr
Sýrialandi vórðu
roynd í einari hern-
aðarvenjing í Sudan
herfyri
VÁPNAROYND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Die Welt sigur seg hava
fingið tíðindini frá keldum,
sum
ikki
vilja
verða
nevndar. Sambært teimum
høvdu teir sýrisku myndug-
leikarnir skotið upp at
royna tey evnafrøðiligu
vápnini ímóti sudansku
uppreistrarrørsluni SPLA,
men av tí at rørslan júst
hevði játtað at tingast við
sudansku stjórnina, bleiv
avgjørt at royna vápnini
ímóti sivilfólki í landspart-
inum Darfur ístaðin fyri.
Die Welt sigur seg hava
fingið at vita frá keldunum,
at fleiri flóttafólk, sum eru
flýdd úr Darfur, hava sár,
sum tey fingu av teimum
evnafrøðiligu vápnunum.
Tann 2. august visti ein
arabisk tíðindastova at siga
frá, at fleiri lík úr Darfur
vóru komin á Al Fashr-
sjúkrahúsið í sudanska
høvuðsstaðnum Khartoum.
Øll líkini vóru fryst, og
arabiska tíðindastovan vildi
vera við, at hetta vóru fólk,
sum vóru deyð av teimum
sýrisku vápnunum.
Sambært keldunum hjá
Die Welt vóru fleiri sýriskir
heryvirmenn í Khartoum í
vár og tosaðu við sudansku
herleiðsluna um samstarv.
Ónýttar kirkjur skulu
brótast niður
Evnafrøðilig vápn
ímóti flóttafólki
Børn í einari flóttafólkalegu í Darfur. Sambært Die Welt hava myndugleikarnir nýtt evnafrøðilig vápn í landspartinum
Komandi summar fer
onnur tyrlan hjá At-
lantsflogi burturav at
flúgva við ferðafólki
til og úr Mykinesi
hvønn leygardag frá
jóansøku til seinast í
august
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Reykjavík: Næsta summar
fer at bera til hjá ferðafólki
at sleppa til Mykinesar og
heim aftur sama dag við
tyrlu. Atlantsflog fer at
flúgva dupultan túr ella
eftir tørvi út í Mykines við
feðrafólki hvønn leygardag
frá jóansøku til 20. august.
– Men verður tørvur á tí,
ber væl til at leingja hesa
tíðina, sigur Kent Christen-
sen, sølustjóri hjá Atlants-
flogi.
Felagið hevur tvær tyrlur,
og onnur er vanliga tøk all-
an leygardafin, tá ikki so
nógv vinnulig leiguflúgv-
ing er, sigur hann. Og fyri
at fáa brúkt hesa tíðina sum
best, verður nú farið undir
hesa royndina, sum í fyrst
aumfari fer at umfata
Mykines.
Tyrluflúgving
til ferðafólk
burturav
Maria Samson Lamhauge á marknaðardeildini hjá Atlantsflogi hevur staðið fyri nýggju Mykinesætlanini
Mynd: Edvard Joensen
Teistin fer kortini ikki
at sigla ætlaða
kvøldtúrin
SAMFERÐSLA
tíðindaskriv
Strandferðslan og Skipa-
eftirlitið hava avrátt, at
Teistin ikki skal sigla
kvøldtúrin fyribils – meðan
arbeitt verður við at endur-
skoða vaktarætlanina fyri
Teistan
Tann 11. august kom í
gildi nýggja vaktarætlan
umborð á Teistanum – hetta
var, tá farið varð at sigla
kvøldtúrin.
Av tí at umstøður ikki eru
at hvíla umborð hjá mann-
ingini meðan skipið er í
sigling, hevur spurningur
regluliga verið frammi, um
nú vaktarætlanin er í tráð
við tær formligu ásetingar-
nar um hvíld.
–
Strandferðslan
og
Skipaeftirlitið hava í sein-
astuni arbeitt við málinum,
og á fundi í dag eru partar-
nir samdir um at endur-
skoða vaktarætlanina við
atliti til at fáa eina aðra
vaktarætlan, har ikki er
neyðugt hjá manningina at
hvíla umborð, meðan skip-
ið er í sigling, og í tí tí
sambandi verður kvøldtúr-
urin ikki sigldir fyribils,
sigur Regin Vágadal, rakst-
rarleiðari á Strand-fara-
skipum Landsins.
Sagt verður, at Strand-
ferðslan arbeiðir við einar
nýggjari vaktarætlan, og
eftir ætlan verður hon send
út til hoyringar í vikuni, og
sigur Strandferðslan seg ar-
beiða fyri, at túrurin verður
uppafturtikin skjótast til
ber.
Fyribils siglir Teistin ikki kvøldtúrin
Manningin má fáa neyðugu hvíldina, og tí er kvøldtúrurin hjá Teistanum fyribils avlýstur
C
M
Y
K
3
2
Tann 1. oktober 2004 verður nýggja útgávan av føroyska/danska
passinum tikin í nýtslu.
Nýggja passið er eitt hátøkniligt trygdarpass.
Onki krav verður sett um umbýtan av galdandi passi!
Av tí at nýggja passframleiðsluútgerðin er so kostnaðarmikil, er
avgerð tikin um at gevast við passframleiðsluni í Føroyum,
soleiðis at øll passframleiðsla verður miðsavnað í Danmark.
Hetta ger, at møguleikin hjá fútaskrivstovuni í skundi at útskriva
nýtt pass eftir 1. oktober 2004 dettur burtur. Í staðin ber til í
summum førum at framleingja verandi pass ella at fáa útflýggja
"provisorisk" (fyribils) pass.
Hetta førir eisini við sær, at passavgreiðslutíðin tá verður umleið
2 - 3 vikur.Tí er alneyðugt, at fólk, ið hava tørv á nýggjum passi
eftir 1. oktober 2004, umbiðja passið í góðari tíð.
Frá 1. oktober 2004 kunnu børn undir 15 ár ikki verða skrivað í
pass hjá foreldrum ella øðrum og skulu tá hava egið pass.
Mannagongdin at umbiðja pass verður hin sama sum nú. Pass-
avgreiðslur eru á fútaskrivstovuni í Havn og á politistøðunum
uttanfyri Havnina.
Upplýsingar um pass annars eru tøkar á heimasíðuni hjá politi-
num: www.politi.fo
M. Nepper-Christensen
FØROYA LANDFÚTI
POLITIMEISTARIN
Smyrilsvegur 20 Postboks 3018 FO-110 Tórshavn Tel (+298)351448 Telefax (+298) 351452
KUNNING FRÁ FÚTASKRIVSTOVUNI
UM PASS