Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 176 - 16. september 2004 Nr. 176 - 16. september 2004 5 Tann 28. apríl í ár vórðu ketlarnir hjá virkinum, Hógv í Søldarfirði, CE- góðkendir. Ein slík góðkenning tryggjar, at dygdin er á høgum støði, og at orkunýtslan er so lág sum gjørligt FRAMLEIÐSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Føroyum eru eingi krøv til innfluttar vørur. Alt kann keypast ella seljast. Hin- vegin hava øll framkomin lond reglur fyri, hvat kann innflytast ella brúkast í teirra landi. – Lond sum Ísland og Noregi hava somu reglur sum ES-londini, hóast tey ikki eru limir. Somuleiðis hava londini egnar løggild- ar kanningarstovur. Jákup Olsen, stjóri á Hógv, sigur, at CE-góð- kenningin, sum virkið nú hevur fingið, tryggjar, at dygdin av framleiðsluni er á høgum støði, og at orku- nýtslan er so lág sum gjør- ligt. – Ein vøra, sum er CE- merkt, kann frítt innflytast til øll ES-lond og flestu onnur lond við. Nógv arbeiði Men hvussu fæst so ein slík góðkenning? – Tað er nógv arbeiði av at fáa ketlar testaðar og góðkendar, og hetta kostar eisini nógvan pening. Jákup heldur, at tað er ivasamt, um Hógv hevði megnað at fingið góðkenn- ingina upp á pláss einsa- malt. – Við dyggum stuðli frá BP Amoco Exploration og Vinnuframagrunninum, bar til at gjøgnumføra verk- ætlanina, sigur stjórin. Hann vísir á, at tað er ser- liga tann parturin, sum BP hevur stuðlað við - bæði peningaliga og á annan hátt, sum gjørdi góðkenn- ingina til veruleika. – Tað nógva praktiska ar- beiði og ein hópur av pappírsarbeiði, er ikki nak- að, ið smáar fyritøkur, sum vit, eru serliga glaðir fyri. Stjórin sigur, at Jákup Mørkøre á TK-stovuni eis- ini hevur verið Hógv til stóra hjálp við góðkenn- ingini og hevur "skumpað undir" alla tíðina, sum hann tekur til. – Tíverri varð TK-stovan avlívað, og einki alternativ er fyri føroyskar fyritøkur, ið royna at bøta um hand- ilsjavnan, leggur hann aftr- at. 15 ár á baki Síðan Hógv byrjaði at framleiða ketlar fyri umleið 15 árum síðan, er nógv hent. Jákup sigur, at nýggjastu ketlarnir hjá virkinum eru sera bíligir í brúki; teir brenna lítla olju, og dygdin er í serflokki. Í dag standa fleiri enn 900 ketlar hjá Hógv uppi í Føroyum. Á virkinum arbeiða 6-8 fólk. Høvuðsframleiðslan er ketlar, men virkið tekur sær eisini av øðrum upp- gávum, eitt nú HVS-inn- leggingum í sethús og størri bygningar. Haraftrat hava teir sett upp ventila- tiónsskipanir í nógv ár. Stjórin sigur, at nýggjasta framleiðslan hjá virkinum er tað, sum rópt verður, fjarhitaeindir. – Vit hava í longri tíð ar- beitt við at menna eina fjarhitaeind, bæði til før- oysk viðurskifti og til út- flutnings. Hann sigur, at nakrar eindir standa longu uppi í Havn, og í nærmastu fram- tíð verða fjarhitaeindir frá Hógv at fáa til keyps. – Okkara skipanir eru væl kappingarførar í prísi, og tær eru lættar at halda við líka, sigur Jákup Olsen. Í Søldarfirði Hógv Handilsvirki, sum felagið eitur, er eitt parta- felag, sum hevur verkstað, goymslu, handil og skriv- stovu í Søldarfirði, har handilin hjá PW var áður. Stjórin í felagnum, Jákup Olsen, er eisini ein av eigarunum. Ketlarnir hjá Hógv CE-góðkendir Umframt framleiðslu av ketlum og fjarhita- eindum, ger Hógv eisini innleggingar av hitaverki, ventilatión og saniteti Mynd: Vilmund Jacobsen Her eru teir næstan lidnir við ein av vælumtóktu ketlunum, sum Hógv ger Mynd: Vilmund Jacobsen Her húsast P/F Hógv Handilsvirki í Søldarfirði, sum nú hevur fingið fyrsta CE-merkið í Føroyum fyri sínar ketlar Mynd: Vilmund Jacobsen Í síðstu viku varð vatn funnið í Norðoyatunlinum. Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunnilin, sigur, at inntil fyri einari viku síðani hava forboring- arnar verið rættiliga turrar. – Men í síðstu viku funnu teir so vatn. Tá fara teir so inn og tetta við sproytu- betongi, greiðir Dávur frá. Tað er soleiðis, at forbor- ingarnar í tunlinum eru 38 metrar, har so staðfestast skal, um vatn er í ella ikki. Tá tað er greitt, verður so borað einar 20 metrar fram, áðrenn næstu forboringarn- ar verða gjørdar aftur. Hetta ger, at teir allatíðina eru framman fyri, og at trygdin er á høgum støði. Um vatn verður funnið, so verður tað sum sagt tett, so verður aftur bora fyri at vita, um tað er eydnast at tetta og so framvegis. Dávur Reinert Hansen sigur, at arbeiðið gongur framvegis skjótt og væl, hóast tað seinkar nakað, tá forboringarnar staðfesta vatn í tunlinum. – Higartil hevur tilfarið í tunlinum verið betur enn væntað, men nú letur tað til, at vit eru komin í tað til- farið, sum vit frammanund- an høvdu væntað Borðoy- armegin, sigur stjórin í Norðoyatunlinum. Seinasta vika var ikki so góð, sum onkur onnur hev- ur verið, tá tað kemur til tal av boraðum metrum, men hetta komst einamest av, at menninir vóru á tveir daga skeiði um arbeiðsháttin og annað. - sae – Vatn í Norðoyatunlinum Fyri at finna pening til musikkskúlan, er nú eitt uppskot komið um at taka pening av trongu fíggjarætlanini hjá kvøldskúlunum um alt landið SPARINGAR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Upphæddin, sum mundi kostað næmingum á Musikkskúlanum plássið, kemur nú í staðin at kosta nøkrum næmingum á kvøldskúlunum teirra pláss. 200.000 kr. skulu, eftir uppskotið frá mentamála- ráðnum, flytast av játtanini frá Kvøld- og Ungdóms- skúlanum og til musikk- skúlan. Fritleif Henriksen, kvøldskúlaleiðari, hevur leingi verið greiður yvir, at nakrar sparingar máttu gerast. Hann framdi í fjør nakrar sparingar, men nú 200.000 kr. afturat vóru tiknar av játtanini, varð av- gerðin tikin um at strika próvtøkuskeiðið heilt. Próvtøkurnar rúka Tórshavnar Kvøld- og Ung- dómsskúli hevur seinastu árini havt eini 270 flokkar og einar 3000 næmingar árliga. Tilboðini, sum skúl- in hevur, kunnu býtast í trý: Vanliga kvøld- og frítíðar- undirvísingin, próvtøku- undirvísingin og serundir- vísingin. Ein skúli, við so stórum næmingatalið, hevur sjálv- sagt sín stóra kostnað, bæði til læraralønir og leigu av hølum. Til at gjalda útreiðslurn- ar, fær kvøldskúlin stuðul frá bæði kommununi og landinum. Men hesin hevur ikki verið nøktandi, tí skúl- anum vantar útvið eini millión. Og nú koma so 200.000 at vanta í afturat. – Sambært lógini, skulu kommunan og landið gjalda hvør sína helvt av vanligu frítíðarundirvís- ingini. Av serundirvísingini og próvtøkuundirvísingini, ber landið allar útreiðslur, greiðir Fritleif Henriksen, kvøldskúlaleiðari frá. Vanliga frítíðarundirvís- ingin umfatar alla almennu undirvísingina, har ikki verður endað við próvtøku. Serundirvísingin umfatar ymisk tilboð til menningar- og rørslutarnað og heilsu- veik. Til dømis svimjing fyri giktsjúk og menningar- tarnað, fimleik fyri hjarta- sjúk og ítrótt fyri autistar. Próvtøkuundirvísingin umfatar fráfaringarroydir fólkaskúlans, dugnaskapar- royndir í sigling og motor- passing, landbúnaðarút- búgving og radioskeið. – Eg verði noyddur at spara har, sum flestar krónr fáast fyri fægstar næming- ar, og tað er í próvtøku- skeiðunum, sigur Fritleif Henriksen. Framhaldandi sigur hann, at áhugin ikki hevur verið so stórur fyri fráfaringar- royndunum seinastu árini, men at siglingar og motor- passaraskeiðið er væl um- tókt. – Tað er sjálvsagt spell at skula spara nakað burtur, tí sparingar raka jú altíð onkr- an. Men eg verði noyddur at skerja okkurt, og tað verður próvtøkuskeiðið, sigur Fritleif Henriksen. Vónandi bert fyri eitt ár Fritleif sigur, at hansara mál er at varðveita vanligu frítíðarundirvísingina. Tað er sera stórt trýst á Kvøld- skúlan, sum ikki megnar at nøkta stóra tørvin, sum er. – Àhugin fyri kvøldskúl- anum er sera stórur, og við verandi játtan megna vit ikki at standa mát við stóra trýstið, sum er á skúlan. So tað ger tað ikki betri, at peningur nú verður tikin frá okkum. Men tað er einki at gera við tað, soleiðis má tað bara vera, heldur Frit- leif. Lýsingar yvir skeiðini, sum verða á skránni í kvøldskúlanum komandi vetur, eru farnar út í bløð- ini. Einki próvtøkuskeið er at finna. Fritleif sigur, at hann eis- ini hevur roynt at verja ser- undirvísingina fyri menn- ingar- og rørslutarnað og heilsuveik. – Hóast tað er eitt rætti- liga dýrt skeið, vildi eg ikki taka tað av skránni. Men eg vóni, at játtanin verður hækkað aftur næsta ár, soleiðis, at fólk kunnu fyri- reika seg til próvtøkur á kvøldskúlanum aftur, sigur Fritleif Henriksen at enda. Fundur undir heit- inum, »Tað er bara eitt menn«, verður í húsunum hjá Klaksvíkar Hús- møðrafelag í Bøgøtu mánakvøld- ið 20. septembur frá klokkan 19.00-21.30 Tíðindaskriv Endamálið við fundinum er at gera kvinnur tilvit- aðar um – og at økja um kvinnurnar lut í – pol-it- isku avgerðarprosessini. Tað verður Bjørt Sam- uelsen tíðindakvinna, sum fer at stýra fundin- um. Rúna Sivertsen fer at greiða frá, hvønn týdn- ing tað hevur, at kvinnur eru við, har samfelags- ligu avgerðirnar verða tiknar. Síðani fara kvinnuligir politikkarar í norðoyggjum at fortelja frá bæði álvarsligum og skemtiligum up-pliv-ing- um í samband við polit- iska arbeiðið. Síðani verður lagt upp til kjak. Tað er ein áhugabólkur hjá Húsmøðrafelagnum, ið skipar fyri hesum fundi, sum er ópolitiskur. Eftir fundin bjóðar áhugabólkurin ein drekkamunn. Hugskotið til fundin er sprottið úr tí seminari, sum var á Hotel Føroy- um í august fyri kvinnu- ligar tinglimir í útnorður- londum. Tað er bara eitt menn Ongar próvtøkur á kvøldskúlanum Sum støðumyndin frá mánadegnum vísir restaðu bert 55 metrar í til tann fyrsti kilometurin Borðoyarmegin er boraður. Hinvegin tátta teir Leirvíksmegin skjótt í tveir kilometrar Mynd: www.tunnil.fo Fritleif Henriksen, kvøldskúlaleiðari, hevur nú verið noyddur at taka alla próvtøkuundirvísing av skránni. – Vit høvdu stramma fíggjarætlan frammanundan, so hesar 200.000 krónurnar gera tað ikki betur, sigur hann. C M Y K 5 4