hósdagur 16. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 176 - 16. september 2004
Nr. 176 - 16. september 2004
7
Ólønsamt yvirbjóð-
andi íslendsk og
norsk virkir kunnu
gera tað torført hjá O.
C. Joensen á Oyri at
kappast um rávøruna
frá rækjuskipum á
okkara leiðum
RÆKJUVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Nú rækjuprísirnir hava ver-
ið hækkandi í eina tíð, sam-
stundis sum føroyingar
skjótt koma upp í skipanina
fyri
pan-europeiska
kumulering, skuldi ligið
væl fyri hjá rækju- og
skeljavirkinum O.C. Joen-
sen, Oyri. Men orsakað av
at ræjuvirkir í Íslandi og
Noreg yvirbjóða hvørt ann-
að meðan mong teirra eftir
øllum at døma miðvíst
konsolidera seg gjøgnum at
fleiri ferðir fara á húsa-
gang, so fer støðan hjá O.C.
Joensen neyvan at gerast
lættari orsakað av handils-
avtaluni, ið eisini gevur
íslendingum og norðmonn-
um sínar fyrimunir í at
keypa
rækjur
frá
føroyskum skipum.
Ein røð av faktorum, í
høvuðsheitum turbulensur
á heimsins rækjumarknað
aftur við trupulleikum í tí
føroyska rækjuflotanum,
hevur noytt O.C. Joensen til
at renna skjótari og skjótari
fyri at yvirliva. Hóast víð-
fevnandi rationaliseringar
og effektiviseringar framd-
ar bæði í 1998 og í 2000, so
er fyritøkan framvegis und-
ir trýsti, og má nú sannlíkt
aftur ígjøgnum eitt stálbað.
»Vit hava altíð havt tað
sum gylta meginreglu at
virkið skal yvirliva og svara
hvørjum sítt,« segði Hans
Jákup Johansen, ið nýliga
varð settur sum stjóri hjá
O.C. Joensen.
»Men tað er ikki lætt at
kappast um rávøruna við
norsk og íslendsk virkir
sum bjóða skipunum meira
fyri hvørt kilo enn hvat er
møguligt at gera vinning
burturúr. Vit hava í eina tíð
sæð hvussu hesir aktørar
ferð aftan á ferð eru farnir á
húsagang fyri at fáa skuldir
avskrivaðar og síðani fáa
aktivini flutt yvir í nýggj
feløg…«
Men prísirnir fyri ta
lidnu vøruna hava verið
hækkandi í seinastuni?
»Tíbetur er marknaðurin
batnaður og prísirnir komn-
ir nakað uppfrá, men kostn-
aðarstigið er samstundis
hækkað. Skulu vit upp á
teir rávøruprísir sum norð-
menn og íslendingar í løt-
uni koyra við, so hava vit
ongan møguleika at fáa
lønsemi í, hóast vit ídag
hava eina fyritøku sum er
ógvuliga væl trimmað hvat
rationaliteti og effektiviteti
viðvíkur; og produkt dygd-
in er somuleiðis á høgum
stigi. Um vit so burturav
høvdu havt robottar at gjørt
alt arbeiðið, so var tað
ómøguligt at fáa tað bú-
skaparliga at hanga saman,
um vit skuldu matchað 14
krónur per kilo rávøru, sum
vit síggja norðmenn og ísl-
endingar bjóða.«
Hvat er so at gera?
»Vit arbeiða í løtuni við
at kanna møguleikarnar
fyri at spara enn meira í
rakstrinum og optimera
framleiðsluna enn meira,
soleiðis at vit kunnu bjóða
eitt sindur hægri prísir fyri
rávøruna og samstundis
hava lønsemi í.«
Noyðast tit ígjøgnum
stálbaðið aftur?
»Ja, tað er sannlíkt; vit
noyðast at finna allar hugs-
andi mátar at rationalisera
og ella effektivisera í næst-
um, so vit kunnu klára eitt
nýtt tørn í hesum harðnaða
umhvørvi.«
Men O.C. Joensen hava
framvegis góðar vónir um
framtíðina, segði Hans Ják-
up Johansen.
»Vit trúgva framvegis
upp á hesa vinnuna og seta
vónirnar til at nakrar av
teimum ytri umstøðunum
fara at normalisera seg áðr-
enn alt ov langt frá líður. Til
dømis
kunnu
virkir
í
okkara grannalondum ikki í
tað óendaliga verða rikin
við hjálp av konkursum.
Okkara
virki
er
væl
optimerað í allar mátar og
verður tað kanska enn
meira í næstum.«
Rokna við nýggjum stálbað
á Oyri
PRG Export er eitt
av fiskavirkjunum
sum umhugsa at
gera brúk av
møguleikanum at
keypa útlendskan
fisk og selja hann
sum føroyskan, so
skjótt Føroyar
koma við í avtaluna
um pan-europeiska
kumulering.
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Stórir
fiskaútflytarar
sum PRG Export í Gøtu
eru ikki í iva tá vit spyrja
um ítøkiligar fyrimunir í
at
kunna
keypa
útlendskan fisk, tilvirka
hann og selja hann sum
føroyskan. Nú alt bendir
á at føroyingar um stutta
tíð gerast partur av tí
sokallaðu
pan-
europeisku skipanini fyri
akkumulering,
kemur
spurningurin um keyp av
útlendskum
fiski
til
føroyingar
at
útflyta
uttan um verjutollarnar
hjá ES, á dagsskránna
hjá
nógvum
fiskavirkjum sum eitt
týðandi mál.
»Um hendan handils-
avtalan inniheldur tað
sum vit hava skilt at hon
inniheldur so kann hetta
fáa stóran búskaparligan
týdning fyri eitt virki
sum okkara,« segði Páll
Gregersen, stjóri á PRG
Export.
Ofta er trot á rávøru og
hetta kostar pening í
fleiri liðum. Útlendskur
fiskur kann vera eitt svar.
»At kunna planleggja
effektivt við so tryggari
tilgongd av rávøru sum
møguligt, er nakað sum
eitt og hvørt fiskavirki
sær stóran týdning í; at
kunnu keypa fisk frá
øðrum og fleiri enn
einans føroyingum fer at
merkja eitt stórt framstig
á hesum øki.«
»Taka vit fiskasløg
sum tosk, brosmu, longu,
blálongu ella kongafisk,
so gera verjutollarnir hjá
ES at tað í praksis er
ógjørligt at keypa inn
hesi
fiskasløg
úr
útlondum fyri at selja tey
víðari úr Føroyum. Men
koma vit við í skipanina
fyri
pan-europeiska
kumulering, so er støðan
ein heilt onnur; tá gerst
hetta
áhugavert
sum
møguleiki.«
Týdningarmikið at
kunna gagnnýta
útlendskan fisk
J.F.K. Seafood, sum
rekur Næraberg,
hevði enn einaferð
risa stórt hall í
roknskapinum
NÆRABERG
Jákup Mørk
Í
tíðindaskrivið
boðar
Hanus Hansen, stjóri já
J.F.K. Seafood frá, at úrslit-
ið sjálvandi ikki er nøkt-
andi fyri felagið.
Enn tykist tað tó, sum
hórar fyritøkan undan, tí
Norway Seafood við Kjeld
Inge Røkke hevur enn eina-
ferð boðað frá, at teir eru
sinnaðir at eftirgeva stóran
part av millumverandi við
felagið. Í 2002 var hendan
eftirgevingin góðar 30 mió
kr., og skal eginognin
retablerast eftir úrslitið í
2003, verður helst neyðugt
við eini enn størri skuldar-
eftirgeving hesaferð.
Síðani byrjanina í 2000
hjá Nærabergi hevur trolar-
in roynt eftir svartkjafti,
sum síðani er virkaður til
surimi. Raksturin av hesum
virkseminum hevur tó verið
tungur øll árini, og tó at úr-
tøkan í framleiðsluni er
batnað munandi hesi árini,
hava fallandi marknaðar-
prísirnir fyri surimi drigið
samlaða úrslitið niðureftir.
Í tíðindaskrivinum verður
soleiðis sagt, at fram-
leiðsluúrtøkan í dag er um
20% av rávøruni í mun til
tey 12-13%, sum talan var
um fyrsta árið.
Samlaði umsetningurin
hjá Nærabergi var í fjør
79,3 mió kr., og er hetta 5
mió kr. minni enn tað, sum
umsett varð fyri í fyrraárið.
Leiðslan roknar við, at
hækkandi prísir á surimi
fara at føra við sær eitt
hægri framleiðsluvirði í
framtíðini, men samstundis
verður tó sagt, at higartil í
ár hevur veiðuvirði fyri kilo
av rundum fiski verið tað
sama, sum tað var í 2003.
Lønarútgjaldingarnar hjá
J.F.K. Seafood vóru í 2003
31,5 mió kr., og er hetta eitt
vet lægri enn tað, sum varð
útgoldið í 2002.
37 mió kr. eftir reyv
Fallandi prísir hava viðført, at betraða framleiðsluúrtøkan ikki hevur givið ítøkiligt úrslit á botnlinjuni hjá J.F.K. Seafood, og aftur
í ár verður neyðugt við stórari skuldareftirgeving
Mynd: Jens Kr. Vang
Feskasta inntøku-
metingin hjá fíggjar-
málaráðnum vísir, at
inntøkan hjá Lands-
kassanum av skatti og
avgjøldum fer ikki at
fella næsta ár
FÍGGJARPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Næsta ár fer landskassin at
fáa líka stórar inntøkur av
skatti, sum hann fær í ár.
Tað vísir nýggjasta inn-
tøkumetingin hjá Fíggjar-
málaráðnum.
Nú seinasta hond verður
løgd á fíggjarlógina fyri
næsta ár, hevur Bárður
Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, fingið eina
heilt feska inntøkumeting
frá Fíggjarmalaráðnum um
búskaparligu útlitini næsta
ár.
Metingin vísir, at næsta
ár verða landskassans inn-
tøkur av skatti, mvg og øðr-
um avgjøldum, eins stórar,
sum tær eru í dag.
Metingin vísir enntá, at
inntøkurnar fara at vera 14
milliónir hægri næsta ár,
enn tær eru í ár.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hetta er bæði gott og
ringt.
– Tað góða í hesum er, at
vit fáa ikki nakra beinleiðis
afturgongd í búskapinum,
sum mong annars hava
stúrt fyri. Og tað er sjálv-
sagt at fegnast um, at inn-
tøkurnar hjá landskassan-
um ikki fara at fella meiri.
– Sostatt vísir metingin,
at teir døpru spádómarnir,
sum hava verið frammi um
føroyska búskapin, fara tí-
betur ikki at halda.
Men hinvegin er tað
sjálvandi einki serligt, at
ongin framgongd er og at
búskapurin ikki veksur,
men stendur ístað.
Hann sigur, at tá ið met-
ingin vísir, at inntøkan hjá
landskassanum stendur í
stað, skal tað eisini havast í
huga, at lønirnar fara at
hækka eini 4% næsta ár.
– Sostatt merkir inntøku-
metingin ikki, at arbeiðs-
loysið ikki fer at veksa.
Inntøkumetingin vísir, at
lønarhækkingin førir við
sær, at tað almenna fer at
fáa líka stóra intøku næsta
ár,
hóast
arbeiðsloysið
veksur eitt sindur.
Hann sigur, at ein orsøk
til, at inntøkurnar ikki fella
meiri, er, at fiskivinnan
metir, at fiskaprísirnir fara
ikki at fella meiri.
Høgga ikki
bremsurnar í
Tí verður tað framvegis
neyðugt at føra ein ógvu-
liga varnan figgjarpolitikk.
Men landsstýrið ætlar
ikki at høgga bremsurnar í
fyri at spara.
Aðalráðini hava fingið
boð um at spara 10% av
ætlaðu lønarútreiðslunum í
sjálvari
miðfyrisitingini
næsta ár.
Hetta er ein sparing uppá
sjey milliónir og Bárður
Nielsen sigur, at tíverri
slepst ikki undan, at nøkur
missa starvið.
Tað hevur verið nevnt, at
eini 15-20 fólk fara at
missa starvið av hesum.
Men fíggjarmálaráðharrin
væntar, at tey verða heldur
færri.
– Nøkur fara av natúrlig-
um orsøkum, antin tí at tey
fella fyri eftirlønaraldrin-
um, ella tí at tey skifta
starv, og onnur fara at ar-
beiða niðursetta tíð.
–
Spurningurin
er,
hvussu langt vit koma við
tí. Heilt undan uppsagnum
sleppa vit neyvan, men eg
vænti ikki, at talan verður
um 15-20 uppsagnir, sigur
hann.
Afturfyri sparingunum í
miðfyrisitingini
ætlar
landsstýrið at føra ein ar-
beiðsskapandi
fíggjar-
politikk á øðrum økjum.
Tað merkir, at landið fer
at gera stórar útbygggingar
næstar ár fyri at hjálpa til
samfelagshjólini framvegis
fara at mala nøkunlunda
skjótt, so at afturgongdin
skal merkjast so lítið sum
gjørligt.
Av tí at fíggjarlógin ikki
er liðug enn, vil hann ikki
útgreinað tað í smálutir.
Men hann sigur, at ætlanin
er at seta nógvan pening av
til miðnámsskúla og tunn-
ilsgerð í Suðuroy, umframt
skal nógv setast av til ábøt-
ur á Landssjúkrahúsinum.
Tað eru serliga hesar
tríggjar
útbyggingarnar,
sum verða raðfestar næsta
ár.
Samstundis verður eldra-
økið raðfest frammaliga.
– Fleiri sambýli, sum eru
í gerð kring landið, verða
liðug nú og næsta ár.Og tey
eru rættiliga starvsfólka-
krevjandi, so har verður
brúk fyri fitt av pengum til
starvsfólk.
Um tunnil til Viðareiðis
er við í fíggjarlógini, vil
hann ikki siga nakað um.
– Men samanumtikið
ætla vit at føra ein fíggjar-
politikk sum fer at føra við
sær, at sum heild fer tað al-
menna ikki at fáa brúk fyri
færri starvsfólkum næsta
ár- heldur fer tað almenna
at skapaarbeiði til fleiri
hendur næsta ár, enn tað
ger í dag, sigur landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum.
Hvussu fíggjarlógin fyri
næsta ár annars sær út, vil
hann heldur ikki siga.
Men tað er í hvussu so er
greitt, at hon fer at geva
hall.
Hann hevur áður sagt, at
landstýrið miðjar eftir, at
næsta ár skal hallið á
fíggjarlógini
ikki
vera
størri enn tað er í ár og tað
stendur hann framvegis við.
Í ár verður hallið á fíggjar-
lógini góðar 200 milliónir.
Fáa líka nógva inntøku næsta ár
Leygardagin verður
skipað fyri gongutúri
ímillum Øravík og
Vág. Samstundis fer
ein bólkur at renna
eftir varðagøtunum
úr Øravík til Vágs til
frama fyri
fólkaheilsuna
GONGUFERÐ OG
HEILSURENNING
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin verður skipað
fyri
tveimum
stórum
tiltøkum í Suðuroy.
Í fyrra lagi verður skipað
fyri gonguferð eftir teim-
um gomlu fjallagøtunum
úr Øravík til Vágs.
Men tey heilt villu, sum
hava hug at renna hendan
sama túrin eftir fjøllunum,
eru vælkomin til tað.
Tí samstundis sum tað
verður skipað fyri heilsu-
renning í Havn, skipar
ferðavinnan eisini fyri
heilsurenning í Suðuroy.
Og heilsurenningin í
Suðuroy fer kanska at seta
síni heilt serlig krøv til
rennararnar, tí ætlanin er
nevniliga at renna eftir
teimum gomlu fjallagøtun-
um úr Øravík til Vágs.
Men tey, sum ikki orka
at renna allan vegin, kunnu
sjálvsagt
ganga
inn
ímillum.
Bussur koyrir av Kunn-
ingarstovuni í Vági kl.
10.00 og av Kunningar-
stovuni á Tvøroyri kl.
10.30 til Øravíkar.
Gingið,
ella
runnið,
verður inn til hagaportrið
omanfyri Øravík og fram-
við Tinggilinum Upp mill-
um Stovur har suðuroying-
ar í gomlum døgum hildu
ting.
Landslagið er sermerkt
við gilum og hvøssum
ryggum. Her er eisini
Tingborðið og helst fer
onkur at fortelja søgnina
um Snæbjørn sum dømdu
at arbeiða í bólti og jarn á
Bremerholm.
Farið verður um Manna-
skarð og ein góðveðursdag
er framúr gott útsýni yvir
Dalin og Hovs-vøtnini. Vit
fara
síðani
eystanfyri
Laganfellið og oman til
vøtnini. Millum vøtnini
gongur gøtan eftir Vatnar-
ryggi. Umframt at her er
nógvur heiðafuglur, so
skuldi verðið nógv huldu-
fólk her.
Eystanfyri
gøtuna
á
Vatnaryggi er Ærgidalur.
Her er funnin partur av
einum ærgi úr víkingaøld-
ini. Tá ið vit koma um
Vágsskarð, gongur gøtan
so líðani omaneftir, til tú
kemur
til
Hvannadal.
Varðarnir ganga oman til
Hvanndalsá. Farið verður
oman til Vágs vestanfyri
viðarlundina.
Eftirsum hetta er seinasti
gongutúrurin í ár, verður
farið oman á Hotel Bakkan
eftir túrin og har fæst ein
drekkamunnur og okkurt
afturvið til keyps.
Síðani koyrir bussur
aftur á Tvøroyri.
Tað kostar 100 krónur fyri
vaksin at vera við og tá er
bussurin við. Men hjá
børnum er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til
túrin skal gerast á kunn-
ingarstovuni í Vági á tlf.
374342/ 284342 ella á
kunningarstovuni á Tvør-
oyri tlf. 372480/284480 í
seinasta lagi fríggjadagin
16.00.
Fara at ganga og renna
fyri góðari heilsu í Suðuroy
– Vit ætla at føra ein fíggjarpolitikk, sum ger, at tað almenna
helst fer at skapa arbeiðið til fleiri hendur næsta ár, enn tað ger
í dag, sigur, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum
Startskotið til
nýggju uppstill-
ingina í Runa-
víkar kommunu
verður í Søldar-
firði í kvøld
UPPSTILLING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í kvøld verður fyrsti
uppstillingarfundur til
kommunuvalið
í
Runavíkar kommunu.
Fundurin
byrjar
klokkan 20 í skúlanum
í Søldarfirði, og hesa-
ferð eru tað søld-firð-
ingar og fólk á Skipa-
nesi, sum fara at tosa
um, hvat best er at
gera, nú kommuval
stundar til.
Á fundinum fara tey
at viðgera spurningin,
um serstakur listi skal
gerast í økinum – ella
um listi skal gerast
saman við øðrum og
hvørjum, um so verð-
ur.
Við seinasta komm-
unuval varð listi gjørd-
ur í økinum við níggju
valevnum.
Ragnar Olsen varð
valdur við 70 atkvøð-
um, og næstur á listan-
um var Ólavur A.
Olsen, sum fekk 57
atkvøður.
Fundurin í Søldar-
firði verður soleiðis
startskotið til nýggju
uppstillingina í Runa-
víkar kommunu, sum
til valið hesaferð eisini
fevnir
um
Skála,
Funnings-fjørð, Eldu-
vík og Oyndarfjørð.
Uppstilling-
arfundur
í Søldarfirði
C
M
Y
K
7
6