Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 176 - 16. september 2004 Nr. 176 - 16. september 2004 9 Illveðrið mánadagin førdi við sær, at tryggingarfeløgini seinastu dagarnar hava havt úr at gera við at taka ímóti skaðafráboðanum SKAÐAVEÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum øll vita, var tað av ringasta veðri mánadagin. Vindurin var nógvur, og avfallið ikki minni. Vanliga avfallið í september mán- aða er 139,2 millimetrar í miðal fyri allan mánaðin, men teir 24 tímarnar frá mánamorgni klokkan seks til týsmorgun klokkan seks komu ikki færri enn 49 millimetrar niður. Hetta hevði sjálvsagt fleiri vatn- skaðar við sær, og trygg- ingarfeløgini siga, at tey hava fingið fleiri enn 100 skaðafráboðanir. Hvannasund harðast rakt Tað er serliga í Hvanna- sundi, at stórur skaði er or- saka av illveðrinum. Hjá Tryggingarfelagnum Før- oyar siga tey, at tað fyrst og fremst er í Hvannasundi, at nógvir skaðar eru, og tað eisini er har, at teir mest umfatandi skaðarnir eru. Sambært Tryggingarfel- agnum Føroyar eru einir tríggir heilt stórir skaðar í bygdini, har kjallarar standa undir í vatni. Hvussu umfatandi skaðarnir eru, er greiða ikki fingin á enn, tí tey eru ikki liðug at turka upp enn, og tí fáa sýns- mennirnir ikki gjørt sínar metingar enn. Tað hava tó eisini verið heilt fitt av skaðafráboðan- um aðrastaðnis úr landin- um, og bæði hjá Trygging- arfelagnum Føroyar og Trygd nevna tey Suður- oynna sum eitt øki, har nógvir skaðar eru. Tó verður sagt, at fráboðanir eru komnar úr øllum land- inum, men at Hvannasund er nógv harðast rakta økið í landinum. Sambært tryggingarfel- øgunum báðum, Trygging- arfelagið Føroyar og Trygd, er talan fyrst og fremst um vatnskaðar, men hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyar siga tey seg tó eisini hava fingið fráboðanir um nakrar stormskaðar. Talið kann veksa Sum áðurnevnt hava trygg- ingarfeløgini fingið fleiri enn 100 skaðafráboðanir, og tað er ikki óhugsandi, at talið fer at veksa. Stjórin á Trygd, Christian Nissen, sigur, at tað er væl møgu- ligt, at onkur hevur verið burturstaddur, og tí ikki veit um skaðan enn, og somuleiðis er tað kanska onkur, sum enn ikki hevur sent skaðafráboðanina inn, sigur hann. Stjórin á Trygd heldur tó ikki, at talan er um teir heilt stóru skaðarnar. – Eitt boð hjá mær er, at tær gott og væl 40 skaðafráboðanirnar, ið vit hava fingið, í miðal snúgva seg um skaðar fyri einar 5.000 krónur, so sam- anumtikið er talan ikki um stórar peningaupphæddir, ið fólk skulu hava endur- goldið. Nógvir skaðar kring landið Poulina vann sjalkapp- ingina Í sambandi við handverksstevnuna Gluggaglæma varð eisini skipað fyri einari sjalkapping. Ikki færri enn 60 uppskot komu inn, og vinnari gjørdist Poulina av Steinum á Argjum HANDVERKS- KAPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað kom ógvuliga óvart á stigtakararnar, at áhugin fyri sjalkappingini fór at verða so stórur. Tær høvdu frammanundan mett, at komu tað eini 15- 20 uppskot inn, vóru tær vælnøgdar. Tað komu ikki færri enn 60 uppskot inn. Eggja til nýskapan Høvuðsendamálið við sjalkappingini varð at eggja til nýskapan við íblástri úr teimum gomlu føroysku sniðunum. Sam- bært stigtakarunum til kappingina hava luttak- ararnir eisini tikið hetta til eftirtektar, tí hugflogið hevur sveimað víða, og sera nógv spennandi og áhugaverd uppskot komu inn. Tá ið ein av fyriskipar- unum av Gluggaglæmu, Randi Vang, kunngjørdi vinnaran á handverks- stevnuni sunnudagin, segði hon millum annað: allar hava vunnið, skilt á tann hátt, at handverkið, sum heild, er sera væl úr hondum greitt. Tað hevur tí verið ein torfør uppgáva at velja fyrsta, annað og triðja vinnarasjalið. Døm- ingin er tí vektað nógv av, hvussu hugflogið hevur fingið frítt at fara. Ein dómsnevnd, mannað við Lis Helgadóttir, Katr- in í Gongini og Hanne Lisu Falk, gjørdi av, hvør ið skuldi hava fyrstu- virðisløn áljóðandi 5.000 krónur. Nummar tvey fekk 2.500 krónur, og nummar trý fekk 1.000 krónur. Vinnari av kappingini gjørdist Poulina av Stein- um á Argjum, nummar tvey gjørdist Oddny í Lon í Havn, meðan Marita Guttesen í Hoyvík gjørd- ist nummar trý. Stóra handverksstevn- an Gluggaglæma, sum varð hildin í Müllers Pakkhúsi í Havn her- fyri, var sera væleydn- að. Fleiri túsund fólk vitjaðu stevnuna, har nøkur og tredivu fólk sýndu fram HANDVERKSSTEVNA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Áhugin fyri føroyskum listahandverki er ovurhonds stórur. Hetta prógvaði talið av vitjandi á handverks- stevnuni Gluggaglæma, sum júst er farin aftur um bak. Á stevnuni í Müllers Pakkhúsi kundu tey vitjandi síggja eitt nú tøvd pløgg, ymiskt vovið tilfar, hond- gjørdar føroyskar prýðislutir og mangt annað. Seldu væl Stóra talið av vitjandi førdi eisini við sær, at framsýn- ararnir á handverksstevnuni seldu heilt væl, og tað er sjálvsagt at fegnast um. Tó hava keypararnir av fram- sýndu vørunum verið noyddir til at bíða til sein- asta framsýningardagin, áðrenn teir kundu fáa hendur á keyptu vøruna, tí vøran skuldi verða við á framsýningini til hon var liðug. Fyrireikararnir av Gluggaglæmu siga, at talið av vitjandi í miðal var oman fyri 300 um dagin. Havandi í huga at stevnan vardi níggju dagar, er skjótt at rokna seg fram til, at okkurt um 3000 fólk hava verið inni á gólvinum í hugnaligu hølunum í Müllers Pakkhúsi. Sum áðurnevnt varð møguligt hjá teimum vitj- andi at síggja tær mongu snotuligu vørurnar, ið tey ymisku listarfólkini høvdu evnað til. Harumframt varð eisini møguligt at síggja, hvussu listarfólkini ar- beiddu, tí stevnan varð skip- að soleiðis, at nógv verkstøð vóru. Á henda hátt bar til at síggja, hvussu listarfólkini arbeiddu seg fram til tað endaliga úrslitið. Afturvendandi tiltak Tað vóru tær báðar, Jónhild Johannesen og Randi Vang, sum skipaðu fyri hand- verksstevnuni í Müllers Pakkhúsi. Tær hava áður skipað fyri Hendur og Hug- flog, og er Gluggaglæma eitt slag av framhaldi av hesari framsýning. Tær siga, at Glugga- glæma er ein avloysari fyri Hendur og Hugflog, men at stórur munur er á hesum báðum stevnum. Sum tey flestu óivað vita, so var Hendur og Hugflog í ítróttarhøllini á Hálsi, meðan Gluggaglæma júst hevur verið í Müllers Pakk- húsi, sum er væl minni, men ólíka hugnaligari. Somu- leiðis hevði Gluggaglæma sum nakað nýtt arbeiðandi verkstøð, har tað, sum áðurnevnt, bar til at síggja listarfólkini arbeiða. At Gluggaglæma eydn- aðist so mikið væl í ar, og so nógv fólk vitjaðu hand- verksstevnuna, ger bara hugin til at skipa fyri slík- um tiltøkum enn størri, og fyrireikararnir av Glugga- glæmu ivast ikki í, at talan verður um eitt afturvend- andi tiltak. Fleiri túsund vitjaðu Gluggaglæmuna Ikki kann sigast annað, enn at tað riggaði bara heilt væl at gera hugnaligar básar í hølunum niðri í Müllers Pakkhúsi. Mynd: Jan Müller Listarkvinnan Aase Bømler Olsen letur her Elin Lindenskov í ein av mongu vøkru troyggjunum. Mynd: Jan Müller Sum sæst á myndini vitjaði heilt fitt av fólki handverksstevnuna Gluggaglæma, sum júst er farin aftur um bak. Mynd: Jan Müller C M Y K 9 8