hósdagur 16. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 176 - 16. september 2004
Nr. 176 - 16. september 2004
11
Oddfríður Marni
Rasmussen
rithøvundur
Herfyri skrivaði Kim Sim-
onsen grein um nøgdina av
bókum, og um yvirhøvur
nakar kvalitetur er í rúgv-
uni av bókum, sum verða
givnar út á hvørjum ári í
Føroyum. Hetta endaði,
sum alt annað kjak, við, at
persónar fóru at skjóta við
skørpum eftir hvørjum
øðrum, í staðin fyri at við-
gera kjarnuna í evninum,
og hon er um vit heldur áttu
at satsa uppá at givið fáar
betri bøkur út, heldur enn
nógvar hálvvánaligar bøk-
ur.
Týsdagin
7.september
bórust tíðindini um, at
Fíggjarmálaráðið enn eina-
ferð hevur fingið eitt he-
rindi av neringsorg. Hesa-
ferð hava teir ligið vaknir, tí
at bókamarknaðinum ikki
hevur goldið MVG til
landskassan. Teir hava sett
ein arbeiðsbólk at endur-
skáa MVG-lógina, tí sum
sagt verður: Hetta er ein
beinleiðis stuðul til bóka-
søluna umvegis meirvirðis-
gjaldslógina, sum ikki er
ætlað at vera ein stuðuls-
lóg.
Tað kann væl vera. Men
helst er tað tí, at punktav-
gjøldini skulu avtakast á
summum vørum, og tí vilja
teir gjarna hava pengar inn
onkran annan veg. Bíligari
lesilampur, dýrari bøkur,
ella okkurt sovorðið, sum
heldur ikki hongur saman.
Gamalt var at siga, at
vinstra hond ikki veit, hvat
høgra ger, men tá høgra
ikki veit, hvat høgra ger, er
tíðin komin til at endurskáa
seg sjálvan. Hesir somu
menn, sum nú hava í
hyggju at senda bóka-
marknaðin eini fimmti ár
aftur eftir hali, eru teir
somu, sum ætla at stuðla
alivinnuni og rakivinnuni
úr sínari neringsorg.
Eg haldi ikki, at tey úti í
Royal Albert Hall hava
hugsað seg um, tá ið tey
ætla at seta 25% í meir-
virðisgjaldi á bøkurnar. Hjá
teimum sýnist hetta bert
sum eitt tal av mongum
tølum, ella talið hesa vik-
una, um eg kann loyva mær
at siga so, men myndin er
ikki so einkult.
Tað hevur stóran týdning,
at vit geva fólkinum bøkur
at lesa. Tað hevur alstóran
týdning, at vit geva ung-
dóminum bøkur at lesa og
menna teirra áhuga fyri tí
heimi, sum verður lýstur í
bókunum. Bøkur eru so-
leiðis háttaðar, at lesarin
sjálvur verður noyddur at
gera sær eina mynd av tí
sum fer fram, er noyddur at
hugsa og taka eina støðu.
Bøkur eiga ikki at vera
undirhald av lættisoppa-
ættini úr USA, har tú bara
skal lena teg afturá og
svølgja alt rátt. Bøkur eiga
at seta spurningar, eiga at
menna tankagongdina hjá
lesaranum, eiga at birta upp
undir kjak um bæði hetta
og hatta.
Allastaðnis í bókavinn-
uni er peningatrot. Rithøv-
undum mangla pening.
Forløgini mangla pening
(bæði almenn og privat).
Prentarar eru heldur ikki
ríkir. Bøkasølurnar gerast
ikki ríkar av at selja før-
oyskar bøkur. Øll hava brúk
fyri peningi fyri at fáa
hjólini at mala rætta vegin,
óansæð um bøkurnar eru
stuðlaðar ella MVG-fríar.
Kallið barnið sum tit vilja.
Tað føroyska málið er ikki
eitt heimsmál og verður tað
ongantíð, so um bókamark-
naðurin her heima skal
yvirliva alt sum kemur úr
útlondum, er neyðugt at
hugsa um hvussu vit kunnu
menna føroyskt mál gjøg-
num millum annað bøkur á
føroyskum.
Aftur til fíggjarvánirnar
fyri føroyska bókaheimin.
Siga vit, at hesin ólukku
arbeiðsbólkur í Fíggjar-
málaráðnum fær sítt ígjøg-
num og bøkurnar gerast
25% dýrari, hvussu so við
skúlunum? Onkur má játta
meira pening til at keypa
skúlabøkur fyri. Politiska
skipanin í Føroyum, er
tann, sum prentar mest,
hvussu verður har? Mein-
ingin er helst eisini, at
bløðini skulu sleppa undan
at gjalda MVG, so at
politikarar ikki missa sína
egnu rødd, ella hvat? Og
hvussu er við atgongu-
merkjum til fótbóltsdystir
v.m? Hvussu við Bíbliuni?
Hetta sum er ikki eitt
herindi av øvundskjúku.
Øll eiga at vera líka fyri
lógini. Ikki Sannheit?
Um so er, at meirvirðis-
gjaldið ikki skal virka sum
ein stuðul, og tí má setast á
bøkurnar, jamen, so noyð-
ast bøkurnar at fáa stuðulin
aðrastaðnis frá. Teir møgu-
leikarnir eru fáir. Ment-
unnargrunnur Landsins er
ein. Fjølrit er ein annar
møguleiki, og so er tað
sagt. Hækkingin til Ment-
unnargrunn Landsins varð
ikki játtað, helst tí at onkur
moli ella vegastubbi skuldi
leingjast. Hugsaðu teir seg
um eitt sindur, var ein
møguleiki at hækka grunn-
in við tí skattinum, sum
listafólkini
gjalda
av
starvslønunum tey fáa at
arbeiða fyri. Í lógini um
upphavsrættin er nógv, sum
kann
geva
lístafólkum
pengar. Heldur ikki her vita
politikararnir hvat, skal
gerast — um lógin skal
yvirtakast ella hon fram-
vegis skal vera á donskum
hondum. Tað verður sjón-
ligari, at ongin dugir at
hugsa um meir enn eitt tal í
senn. Tá ið vit, sum fáast
við at skriva bøkur halda
fyrilestrar um føroyskan
skaldskap, kunnu vit við
stoltleika siga dønum, (ser-
liga) at vit ikki gjalda MVG
av bókum, og so keypa teir
bøkur í Føroyum.
Tað er tó hugaligt at
hoyra Jógvan á Lakjuni,
maðurin, sum eigur at út-
tala seg rætt hesum viðvíkj-
andi, siga, at bókaheimurin
verur fyri stórum bakkasti
um meirvirðisgjald verður
lagt á bøkurnar. Kanska ein
glotti er.
Nú er fráboðað ein 10% sparing í almennu miðfyrisiting-
ini, og kann hetta ikki koma h óvart á tey, ið hava fylgt
orðaskiftinum seinastu árini. Tað er sjálvandi hart, tá
uppsagnir liggja í luftini, men tað skerst ikki burt, at
miðfyristingin er vaksin ov nógv. Tað var bara ein spurn-
ingur um tíð, nær táttað fór at verða í, nú allir flokkar
hava tosað um at minka um almennu umsitingina.
Tað kann heldur ikki koma heilt óvart á tey, ið starvast í
miðfyrisitingini, at sparingar koma, tí hetta gav seg m.a.
sjálvt, tá blokkurin var skorin við einari millión um dagin
í eini tíð við methøgum skattainntøkum. Bert spell at
undanfarna samgonga ikki hevði rygg til at taka tær
beinleiðis avleiðingarnar av alt ov ógvusliga blokk-
niðurskurðinum og lat ópopuleru tøkini liggja til onnur at
taka. Hetta var eisini greiði boðskapurin frá Búskapar-
ráðnum tá: skuldi blokkurin skerjast, skuldu almennu
útreiðslurnar eisini lækkast.
Tað er gott, at man ikki ger sum vant og letur Ráðini sjálvi
avgerða hvørji øki undir teimum skulu spara, tí søgan
hevur víst, at tað nærum altíð eru stovnarnir næst borg-
arunum, ið tá verða raktir. Tað er helst í lagi at skera
miðfyristingina við 10% um ein kamb, men ávarast má
ímóti at gera tað sama við landsstovnarnar. Heldur enn at
skera um ein kamb í stovnunum næst borgarunum, so
eigur landsstýrið at gera tær raðfestingar, ið skulu til, tí
annars stendur man í tí støðu, at einki riggar optimalt, tí at
alt manglar pengar. Tá er betur at gera eina beinharða
politiska raðfesting, har okkurt projekt verður steðgað ella
onkur tænasta verður niðurløgd, meðan alt annað riggar,
sum tað skal við teimum pengum, ið tað skal hava.
Fara vit aftur til miðfyristingina, er talan helst um dugna-
lig og vælútbúgvin fólk, ið burdu kunnað økt um virðini
úti í samfelagnum, og tí eiga vit uppá longri sikt ikki at
frykta ov nógv fyri avleiðingunum av uppsøgnunum,
hóast hetta uppá stutt sikt ikki er nakar stuttleiki fyri
nakran part.
Stóra avbjóðingin fyri Landstýrið er nú at skipa miðfyri-
sitingina soleiðis, at man upprættar felags funktiónir og
herðir um raðfestingina av uppgávum, soleiðis at arbeiðs-
byrðarnar ikki gerast ov stórar hjá teimum fólkum, ið
frameftir koma at arbeiða í miðfyrisitingini. Hetta má
gerast við at minka um talið av niðursettum arbeiðs-bólk-
um til frama fyri skjótari avgerðum tiknar av dugnaligum
einstaklingum, ið eiga at vera løntir fyri tað sama, tá um
relativt smá mál ræður. Eisini mugu mannagongdir
endurskoðast, tí at ein umsiting, ið arbeiður eftir donskum
administrativum mannagongdum, hava vit ikki ráð til. Vit
hava heldur ikki ráð til eina almenna skipan, ið uppfinnur
egnar skipanir fyri alt líka frá bókhaldsskipanum til
fakturering, tá líka góðar ella betri skipanir finnast sum
hyllavøra úti í samfelagnum. Hetta kostar óneyðugar
pengar og óneyðuga tíð.
Nógv er at tríva í, og ikki verður tað lætt hjá samgonguni.
Vanahugsan, har sparingar mugu ganga út yvir góðskuna
av tænastuni fyri skattaborgaran, er ikki pláss fyri. Vit
mugu lyfta í felag, tí útlitini fyri føroyska búskapin eru
ikki góð í løtuni. Verður ikki skalkað nú viðvíkjandi al-
mennum rakstrarútreiðslum til frama fyri almennar
íløgupengar fyri at tryggja ein minimumsaktivitet í
samfelagnum, so kann tað koma aftur um brekku seinni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Almennar sparingar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Bíligari lesilampur, dýrari bøkur
Óli Jacobsen
Tíðindaflutningurin
í
Føroyum verið munandi
meira villleiðandi enn hjá
TV2,
men her verður
einki rættað.
Søgan um TV2 tíðindini
um skattaskipanina hjá
føroyskum fiskimonnum er
tann best hugsandi lýsingin
av muninum millum før-
oyska og danska pressu.
TV2 bar skeiv tíðindini
um hetta mál. Í fyrsta um-
fari noktaðu teir at hava
gjørt nakað skeivt. Men tá
teir høvdu fingið málið
útgreinað í eini klagu og
síðan vórðu kærdir fyri
danska Pressenævnet, fekk
pípan eitt annað ljóð, og
søgan varð afturtikin. So-
leiðis virkar ein skipað
tíðindatænasta í einum
skipaðum samfelag.
Eftir er at viðgera leik-
lutin hjá føroysku pressuni
í sama máli. Sigast kann, at
hann er fult út í samsvar við
royndirnar av støðinum í
føroyskum tíðindaflutningi
annars.
Málið byrjaði við útsagn-
ir frá donskum politikarum
um, at nú skuldi nakað
gerast við blokkin, tí hann
sambært Hermann Oskar-
syni var skaðiligur. Hetta
skapti, ikki óvæntað, eina
øsing
millum
ávísar
politikarar í Føroyum, tí
teir mettu hetta sum eina
uppílegging í innanhýsis
føroysk viðurskifti.
Tað næsta vóru so tíðind-
ini um fiskimannafrádrátt-
in, sum fekk formannin í
fíggjarnevndini hjá fólka-
tinginum at hótta føroyskar
myndugleikar at nýta hend-
an sum grundgeving fyri at
skerja blokkin. Hetta fekk
Føroya Fiskimannafelag at
klaga Hermann Oskarsson
fyri løgmanni, tá hann
opinlýst var upprunin til
hendan tíðindaflutningin.
Toppurin á kransa-
køkuni uppá gos.
Og nú kom alt uppá gos í
Føroyum.
Hermann
Oskarsson slapp í øllum
fjølmiðlum við gráturødd
at gremja seg um hesar
politikarar, sum úttalaðu
seg um ein fyrilestur, sum
teir als ikki høvdu hoyrt. Í
hesum fyrilestri vóru fiski-
menn ikki nevndir, og ikki
eitt orð varð sagt um ein
skaðiligan blokk!!
Samstundis fór toppurin
á akademisku kransakøk-
uni upp at leika í um for-
fylging, skerjing av talu-
frælsi, dráp av sangfugli og
annað líknandi í sama duri.
Sum liður í hesum sjón-
leiki helt Hermann Oskars-
son so sama fyrilestur fyri
løgmanni og fjølmiðlunum,
sum hann skuldi hava havt
á umrøddu ráðstevnu, og
sambært
fjølmiðlunum
prógvaði alt hetta, at tey,
sum høvdu "øst seg upp",
høvdu misskilt alt.
Veruleikin er
ein heilt annar.
Veruleikin er nevniliga
tann, at saman við fram-
løguni á ráðstevnuni, hevur
Hermann Oskarsson havt
samrøður við minst tríggjar
danskar fjølmiðlar, Dan-
marks Radio, Berlingske
Tidende og TV2.
Tann einasta misskilj-
ingin í Føroyum hevur ver-
ið, at tað ikki hevur verið
greitt, hvat ið varð sagt á
ráðstevnuni, og hvat ið var
sagt í donskum fjølmiðlum.
Tað kann staðfestast eftir-
fylgjandi, at tað, sum Her-
mann Oskarsson, eftir egnu
frágreiðing, ikki hevur sagt
á ráðstevnuni, tað hevur
hann í hvussu er sagt í
donsku fjølmiðlum, soleið-
is sum tað eisini er doku-
menterað í FF-blaðnum.
Og tað, sum danskir og
føroyskir politikarar hava
svarað til, er júst tað, sum
Hermann Oskarsson hevur
sagt í fjølmiðlunum, í
fyrsta umfari DR.Tískil er
ikki gjørdur honum nakar
sum helst órættur, og eingin
hevur misskilt nakað.
Frágreiðingarnar frá Her-
mann Oskarsson í fjøl-
miðlum og umrøddu fram-
førslu í Tinganesi eru
snildisliga avmarkaðar til
tað, sum hann hevur sagt á
sjálvari ráðstevnuni. Hann
førir seg fram, sum um
hann als ikki hevur havt
samband við danskar fjøl-
miðlar.
Ger ikki mun um
gerningsstaðurin er
Christiansborg ella
Gyngemosen.
Men fyri úrslitið kann tað
ongan mun gera, um sjón-
armiðini eru komin fram á
Christansborg ella í donsk-
um fjølmiðlum, har boð-
skapurin jú kemur út til
eina nógv størri fjøld av
fólki, og tað minkar so ikki
um skaðan, um tíðindini
eru skeiv.
Tað avgerandi er sostatt,
at formaðurin í búskapar-
ráðnum er beinleiðis or-
søkin til umrøddu hóttan
frá Dansk Folkeparti, og
hann er eisini upprunin til
TV2 søguna, har tað nú er
staðfestast, at hon er uttan
nakað sum helst grundar-
lag.
Avdúkandi tøgn í
fjølmiðlunum.
Tað er sjálvsagt sera avdúk-
andi fyri Hermann Oskars-
son, at hann heilt tilvitað
tegir um sína samrøðu við
danska útvarpið og annars
danskar miðlar, sum jú er
grundarlagið fyri tað, sum
er gingið fyri seg.
Men tað, sum er enn
meira avdúkandi fyri teir
eftir egnum tykkum pro-
fessionellu fjølmiðlarnar,
er, at teir eru við í hesum
spæli hjá Hermann, hvørs
einasta endamál er at dylja,
hvat veruliga hevur gingið
fyri seg.
Hetta gera teir við eins og
Hermann Oskarsson bert at
greiða frá tí, sum er hent á
sjálvari ráðstevnuni. Føroy-
ingar í Danmark hava í før-
oyskum bløðum endurgivið
samrøðu
við
Hermann
Oskarsson í danska út-
varpinum, sum lættliga
kundi skiljast, sum at
"blokkurin er skaðiligur".
Kortini hevur eingin fjøl-
miðil kannað hetta, enn
minni endurgivið tað, og
uppaftur minni konfron-
terað Hermann Oskarsson
við tað, sum hann próvfast
hevur sagt, og sum er í stríð
við tað hann sigur seg hava
sagt.
Fjølmiðlarnir hava tískil
móti betri vitan tagt burtur
upplýsingar av týdningi
fyri lýsingina av hesum
máli.
Eingin av teimum hevur
víst á tær heilt uppløgdu
mótsagnirnar hjá Hermann
Oskarsson,
har
hann,
grundað á fyriliggjandi
upplýsingar, hevur sagt
ósatt um sítt samband við
danskar fjølmiðlar. Hann er
eisini heilt ókritiskt endur-
givin fyri sínar sera ósann-
líku
pástandir
um,
at
Berlingske Tidende skal
hava lagt honum orð í
munnin, og at blaðleiðslan
skal hava viðurkent hetta
fyri honum. Við tí kunn-
leika vit hava til tíðinda-
fólk, er hetta ein virðisleys
upplýsing, um hon ikki
kemur frá fjølmiðlunum
sjálvum.
Eingin av teimum stóru
fjølmiðlunum hevur rætt
ein fingur fyri at kanna
eftir, um undarførslurnar
hjá Hermann Oskarsson
eru "fup" ella "fakta", hóast
her átti verið øll møgulig
orsøk til tess, og hóast hetta
kundi verið gjørt uttan
stórvegis ómak.
Og hóast
hetta skuldi verið teirra
skylda.
Hetta merkir, at Hermann
Oskarsson
og
hansara
garda eru endurgivin full-
komiliga ókritiskt sambært
alment kunngjørda prin-
sippinum hjá útvarps- og
nú eisini sjónvarpsstjóran-
um, bakkað upp av Løg-
tingsins Umboðsmanni, um
atsannleiksvirði í polit-
iskum tíðindum verður ikki
eftirkannað.
Endamálið við tíðinda-
flutninginum hevur greitt
verið at renna ørindi fyri
Hermann. Hann er sloppin
ókritiskt at vísa øllum
atfinningum frá sær við
grundgevingum, sum heilt
greitt ikki er í samsvar við
sannleikan. Og so avgjørt
ikki tann fulla sannleikan.
At fáa hann fram skuldi
verið ein sjálvfylgja hjá
óheftari pressu.
At Hermann Oskarsson
er upprunin til umrødda
tíðindaflutning, er eitt mál
fyri politisku skipanina at
taka støðu til. Hon má seta
ella lata vera við at seta
mark fyri, hvat ein for-
maður í búskaparráðnum
kann loyva sær. Sigast kann
við fullari vissu, at ein
danskur formaður í einum
búskaparráðið hevði ikki
sloppið væl frá eini slíkari
framferð. Tað hevði í
hvussu er ein vakin donsk
pressa og andstøða syrgt
fyri.
Føroysk pressa til fals.
Men við eini pressu, sum
heilt upplagt er til fals, ber
hetta til í Føroyum. Hetta
verður eisini gjørt við tí
eyðkenda taktikkinum at
tiga málið í hel. Hetta skal
nokk eisini eydnast og
Hermann Oskarsson veit, at
nú er tað hann, sum setur
dagsskránna. Hann veit, at
fjølmiðlar, sum einaferð
hava latið seg tølað, kunnu
ikki koma aftur um aftur.
Gera teir tað er hetta ein
viðurkenning av at hava
mistikið seg. Og tað fara
teir fyri alt í verðini ikki at
gera.
Høvdu ikki verið
afturtikin í Føroyum.
Fyri at koma aftur til TV2,
so kann sigast við vissu, at
í Føroyum høvdu slík tíð-
indini ikki verið tikin aftur.
Besta prógvið er tann
tíðindaflutningurin
sum
júst er greitt frá. Hann er
minst líka óheiðurligur sum
tann hjá TV2 í hesum máli.
Men meðan tey á TV2
kanska ikki hava vitað
betri, so hava føroysku fjøl-
miðlarnir við opnum eyg-
um villeitt føroyingar í
sama máli.
Tann sum í Føroyum
hevði klagað um slíkan
tíðindaflutning hevði verið
møttur við vanliga føroyska
taktikkinum ikki at svara
aftur. Tað fer eisini at henda
við hesi grein. Og skuldi
ein klagari verið treiskur,
skuldi
onkur
ábending
fallið um, at hann vist nokk
man vera klikkaður.
Latið Pressenævnet eisini
fevna um Føroyar.
Vit hava heldur ongan
stovn ella kæruráð at klaga
til. Tosað hevur verið um
eitt pressuráð, men við
teimum royndum, sum eru
av
løgtingins
umboðs-
manni, ikki minst á hesum
økinum, er grund til at
óttast fyri, at ein eitt slíkt
ráð verður verri enn einki.
Spurningurin er, um tað
ikki hevði verið nógv betur
eisini
at
latið
danska
Pressenævnet fevnt um
okkara fjølmiðlar.
Pressenævnet
hevur
longu skapt sær stóra virð-
ing. Bert tað, at tað finst
eitt slíkt ráð gjørdi útslagið
í TV2 málinum, og eingin
kann ivast í, at teir eisini
høvdu verið ópartiskir í
føroyskum málum.
Hetta er einasta leið
burtur úr tí díki, sum før-
oyska tíðindatænastan er í,
har eingin kann vita, nær
teir hava verulig tíðindi, og
nær teir renna ørindi fyri
reellar og formellar makt-
havarar.
Ætlanir landstýrisins
um at leggja MVG á
bøkur fellur ikki í
góða jørð hjá
Bókhandlarafelag-
num
BÓKHANDLARA-
FELAGIÐ
Tíðindaskriv
Í arbeiðsskjalinum sigur
arbeiðsbólkurin,
sum
hevur arbeitt við at end-
urskoða føroysku av-
gjaldsskipanina seg ong-
ar góðar grundir duga at
finna, sum rættvísger at
MVG ikki skal gjaldast
av bókum.
Men her kann ikki
vera leita væl og leingi ,
tí tá MVG lógin á sinni
var samtykt, var orða-
skifti á tingi, har nógv
góð sjónarmið komu
fram, um hví júst bøkur
ikki skulu vera MVG
skyldugar.
Ein
arbeiðsbólkur
hevur sitið í ES, stuðl-
aður av Unesco, sum
hevur roynt at fingið øll
limalondini at lækka ella
heilt at strika MVG av
bókum.
Svenska stjørnin tók
avleiðingarnar av hesum
arbeiði,
og
lækkaði
MVGið frá 25 niður á
6%. Úrslitið er ein
vøkstur í søluni, sum
liggur omanfyri tey 20
%. Somuleis eru greiðar
ábendingar um, at tá
prísurin á bókum hækk-
ar, so lækkar sølan við
tilsvarandi prosentum.
Hetta er tað sum
stendur í skjalinum frá
ES nevndini.
Hví prentaðar bøkur
ikki skuldu verið
MVG skyldugar:
Bøkur er vegurin til
mentan, útbúgving og
kunnleika av øllum slag.
Lesnaður, sum kann
vera undirhald eins væl
og servitan, bæði til
børn og vaksin, mennir
lesiførleika og uppfatan,
og fremur vøkstur.
Okkara samleiki livir
víðari
gjøgnum
tað
skrivaða orðið.
Einki MVG á bókum:
Fyrimunir fyri
viðskiftafólkið.
0% førir til lægri prísir á
bókum, lægri prísir føra
til fleiri bøkur verða
keyptar og lesnaðurin
verður øktur.
Viðskiftafólkini hava
fleiri møguleikar, og
meiri at velja ímillum,
av tí at fleiri bókhandlar
eru, og teir hava størri
úrval.
Einki MVG á bókum:
Fyri búskapin.
Styrkir búskapin, av tí at
støðið
á
útbúgving,
mentan og á lívslongum
læruskipanum, fer at
hækka.
Økir íløguhugin og
fleiri fólk fáa arbeiði í
bókaheiminum.
Ein
sunn vinna førir til størri
skattainntøkur til lands-
kassan.
Elvir nýhugsan og
virkishug hjá útgevarar-
um og bókasølum.
Soleiðis vilja tey
stóru londini verja sína
egnu mentan og sítt
fjølbroytni. Á føroysk-
um koma 130 bøkur út
um árið. Tað er ikki
nógv, tá hugsa verður
um, at á donskum koma
fleiri enn 10.000 og á
enskum í 100.000 tali.
Tær vera stuðlaðar á
ymsan hátt, sum støðan
er í dag. Og hóast tað, er
ein stórur partur av hes-
um útgávum, sum ikki
bera seg fíggjarliga. Før-
oyskar bøkur vera ikki
skrivaðar og útgivnar
við vinningi fyri eyga.
Heðin Brú segði á
sinni, at vit liva ikki her
á oyggjunum av prakt-
iskum ávum. Tað merkir
í veruleikanum, at um
vit ikki høvdu okkara
egna mál og mentan, so
vildi fólkatali her bert
verið ein partur av tí tað
er í dag. Og tann sum
hevur ábyrdina av hes-
um her og nú, er eingin
annar enn vit sjálvi.
Tað má ikki henda, at
hetta sum fleiri ættarlið
av hugsjónarfólki hevur
bygt upp, verður brotið
niður
av
tekniskum
ávum.
Legg ikki skatt á
lesing!x
Legg ikki skatt á lesing
VIÐMERKINGAR
Aftaná TV2 málið:
Hevði ikki hent í Føroyum
C
M
Y
K
11
10