hósdagur 16. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 176 - 16. september 2004
Nr. 176 - 16. september 2004
13
Jaspur Vang
Tvøroyri.
Virksemi og fleiri týdning-
armiklar tænastur á Suður-
oyar Sjúkrahúsi eru niður-
lagdar, eins og tað er sera
ivasamt, hvørt íløgan og
dagføringin av Suðuroyar
Sjúkrahúsi fyri bert fáum
árum síðani verða gagnnýtt
til fullnar. Mong spyrja tí
undrandi, hvørt talan var/er
um miðvísar landspolitisk-
ar - og/ella landsumsiting-
arligar skerjingar og spar-
ingar. Komið er har til, at
endalig greiða má fáast á
hesum viðurskiftum.
Í stóran mun snýr al-
menna orðaskiftið seg um,
hvussu
stórar
ymisku
rakstrarjáttaninar og íløgur-
nar á landsfíggjarlógini
eru. Í minni mun verður
kannað og mett um, hvat
borgarin og samfelagið fáa
burtur úr hesum rakstrar-
játtanum og íløgum. Vit
eiga eisini at hava í huga, at
gjøgnum rakstrarjáttanir og
íløgur stýra landspolitik-ar-
arnir búskaparligu gongd-
ini og tænastustøðinum í
ymisku pørtunum í landin-
um, eins og vit eiga at hava
í huga - og hava eyguni
eftir, at leiðslurnar á ym-
isku landsstovnarnir og
landsumsitingarnar
føra
landspolitisku ætlaninar út
í lívið og fylgja upp og
gagnnýta gjørdar íløgur.
Umbyggingin av Suður-
oyar Sjúkrahúsi.
Fyri fáum árum síðan var
um- og útbyggingin av
sjúkrahúsbygninginum
í
oynni liðug. Talan var
sjálvsagt um eina tiltrongda
dagføring av arbeiðsum-
støðunum hjá starvsfólkin-
um, neyðuga tøkniliga dag-
føring og menning og eina
ábót á umstøðurnar hjá
vitjandi sjúklingunum.
So løgið tað enn ljóðar,
kunnu vit í dag staðfesta, at
eftir útbygginginina verða
væl fleiri sjúklingar sendir
til kanningar og viðgerðar á
Landssjúkrahúsinum, enn
áðrenn útbyggingina, eins
og kostnaðarmikil nýggj
høli og nýmótans útgerð
stendur tøk stórar partar av
samdøgrinum. Mong ivast
í, hvørt samsvar er millum
politiska ætlan og íløgu
aðrumegin og umsitingar-
ligan vilja og útinnan í
verki hinumegin.
Undir øllum umstøðum
eigur tað als ikki at vera
neyðugt, at sjúklingar og
avvarðandi skulu leggja
niður fyri einstaka borgaran
og samfelagið kostnaðar-
krevjandi
arbeiðsdag/-ar
fyri at fara til mangan lítið
tíðarkrevjandi kanningar/
viðtalur á Landssjúkrahús-
inum, tá hesar kanning-
ar/viðtalur eins væl kundu
fari fram á Suðuroyar
Sjúkrahúsi. Tænastustøðið
er als ikki nøktandi, tá sjúk
børn og eldri, sjúk menn-
iskju árla á morgni, mang-
an fastandi, skulu av oynni
og um Suðuroyarfjørð til
langar bíðirøðir og smá-
vegis kanningar og viðtalur
í Havn, tá hesar tænastur
kundu verið veittar í oynni.
Uttan iva setast mong aftur
og fáa ikki tað hjálp, teim-
um tørvar.
Niðurlagdar tænastur á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fylgjandi tænastur/funk-
tiónir á Suðuroyar Sjúkra-
húsi eru stillisliga niður-
lagdar:
• røntgenlækni
(vitjaði
uml. 14. hvønn dag).
• medicinskur yvirlækni
(vitjaði uml.4 ferð pr.
mnð.),
• eygnalækni (vitjaði uml.
1 ferð pr. mnð.), og
• oyrnalækni (vitjaði uml.
1 ferð pr. mnð.).
Eisini
økispsykiatriska
tænastan í oynni er steðga
og mugu hesir sjúklingar,
hvørs gerandisdagur ikki
altíð er so lættur, í størri
mun enn áður av oynni til
viðgerðar.
At oman fyri nevndu
tænastur eru niðurlagdar,
hevur við sær, at viðgerðar-
tíðin gerst longur, eins og
umsitingarliga
byrðan
veksur. Eitt nú skulu rønt-
genmyndir,
royndir
av
ymiskum slag og skrivligt
tilfarð sendast aftur og fram
millum Suðuroyar Sjúkra-
hús og Landssjúkrahúsið.
Vandin fyri skeivleikum og
misskyljingum gerst væl
heldur ikki minni, jú longur
og tyngri samskiftið og
umsitingarligu gongdirnar
eru.
Arbeiðsorka og peningur
verða harumframt nýtt til
flutning av sjúklingum
millum Suðuroynna og
Landssjúkrahúsið,
tí
nevndu tænastur ikki long-
ur eru í oynni.
Tað sigst, at umsitingar-
liga frágreiðingin um, hví
omanfyri nevndu tænastur
vórðu steðgaðar, var "ó-
loystir lønarspurningar".
Ár, fíggjarlógir og lønar-
samráðingar á arbeiðs-
marknaðinum eru nú farin
aftur um bak síðani hesa
frágreiðing og kann hon tí
ikki longur góðtakast.
Talan hevur verið um at
fáa í lag eitt diabetes-
ambulatorium á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, soleiðis at tey
mongu, ið hava hesa sjúku,
kundu fingið neyðuga røkt
í oynni. Tað er tó langt
síðani, at nakað hoyrdist
um hesar ætlanir.
Hóast førleika og góðar
umstøður at gera skurðvið-
gerðir á Suðuroyar Sjúkra-
húsi og harvið møguleika
at skerja bíðilistarnar til
skurðviðgerðir á Lands-
sjúkrahúsinum, hevur vilji
ikki verið til at veita Suður-
oyar Sjúkrahúsi játtan til
narkosulækna. Hettar hóast
hini bæði sjúkrahúsini í
landinum hava slíka játtan.
Stundin er komin, at greiða
má fáast á fylgjandi spurn-
ingum:
• nær varð avgerð tikin um
at niðurleggja nevndu
tænastur ?
• hvør tók avgerð um at
leggja niður tænasturnar
?
• hvat er veruliga orsøkin
til, at omanfyri nevndu
tænastur eru niðurlagd-
ar?
• hvat er gjørt fyri at varð-
veita/seta í verk aftur nið-
urløgdu tænasturnar?
• hvat bleiv av ætlanunum
um diabetesambulatori-
um á Suðuroyar Sjúkra-
húsi?
• hvat er gjørt fyri at
kanna, hvørjar tænastur,
t.d. skurðviðgerðir av
ávísum slag, kundu fari
fram á Suðuroyar Sjúkra-
húsi?
• verður íløgan í Suðuroyar
Sjúkrahús gagnnýtt til
fullnar?
• er lækkaða tænastustøðið
(skerjingarnar/sparingarn
ar) á Suðuroyar Sjúkra-
húsi grundað á politiskar
og/ella umsitingarligar
ætlanir og avgerðir ?
Yrkisligi førleikin.
Jú færri førleikakrevjandi
tænastur/funktiónir eru í
økinum, jú minni verður
sjálvsagt yrkisligi førleikin
og
harvið
dugurin
í
sjúkrahúsinum, eins og
yrkisliga umhvørvið og
støðið á sjúkra- húsinum
sum lærupláss og áhugavert
arbeiðspláss fellur.
Havandi í huga, at ein
vælvirkandi heilsuskúli er í
oynni, eins og politiskar
ábendingar eru um, at talan
kann verða um at leggja
aðra
útbúgving
innan
sjúkrahúsverkið í oynni, er
neyðugt, at landspolitiski
myndugleikin og landsum-
sitingin av sjúkrahúsverk-
inum finna felags stev og
seta út í kortið soleiðis, at
tænastustøðið og yrkisliga
støðið og harvið yrkisliga
umhvørvið á Suðuroyar
Sjúkrahúsi koma aftur á
sama støðið, sum áðrenn
framman fyri nevndu skerj-
ingar/sparingar.
Tænastustøðið, yrkisliga
støðið og harvið yrkisliga
umhvørvið má harumframt
miðvíst verða hækkað sam-
svarandi krøvunum til eitt
framtíðar lærupláss og eitt
eisini í framtíðini áhugavert
og avbjóðandi arbeiðspláss.
Heðin Mortensen
formaður í mentunar-
nevndini
Sum formaður í ment-
unarmálanevnd
Tórs-
havnar býráð gleðir tað
meg almikið, at Ítróttar-
høllin í Kollafirði er
komin so langt, at hon
nú er innilokað.
Tað, sum gleðir meg
mest, er, at vit góvu eitt
lyfti um, at ítróttarhøllin
í Kollafirði bleiv bygd í
hesum
valskeiðnum.
Hetta lyfti hava vit hild-
ið, soleiðis at øll Tórs-
havnar kommuna hevur
fingið eitt aktiv fyri allar
borgarar.
Á kunningarfundinum
um
ítróttarhøllina
í
Kollafirði, har eg legði
uppskotið fram, helt ein
kollfirðingur, sum ikki
rættiliga trúði upp á
lyftini hjá mær um høll-
ina, fyri, at nú hevði
Heðin Mortensen vassað
langt út, hann ikki bara
vassaði langt út, men
hann hevur fingið væl
og virðiliga upp í styvl-
arnar.
Við hvørt er tað neyð-
ugt, um nakað skal
henda, at váða nakað,
men eg fekk ikki uppí
styvlarnar og bleiv ikki
vátur - hallarlyftið er
hildið.
Samstarvið
millum
kommununa og øll tykk-
um,
sum
sjálvboðin
hava hjápt til við arbeið-
num upp á høllina, og
hava gjørt sítt til, at hetta
er komið so langt, er
fyrimyndarligt. Eitt gott
prógv um, at ein kann
koma langt við málum,
sum skulu fremjast, tá
ið samstarv og vinarlag
er í hásæti.
Tað er Tórshavnar
kommuna, sum stendur
sum byggiharri av høll-
ini. Men áhugafelagið
Hallarstuðul hevur stað-
ið fyri tí grundleggjandi
arbeiðnum. Her er griv-
ið út, planerað og funda-
ment er stoypt til høll-
ina. Hetta hevur verið
eftir eini ætlan, sum
hevur hildið.
Nú er so høllin reist
og innilokað. Íslending-
ar hava eisini gjørt eitt
gott og skjótt arbeiði.
Hetta er ein stór høll,
umleið 1800 fermetrar,
nokk ein tann størsta í
Føroyum. Hon skal hýsa
700 sitandi áskoðarum,
umframt 300 standandi.
Umframt høllina er
eisini ætlanin at hava
annað virksemi í eini
550 fermetra stórum
hølum oman fyri inn-
gongdina.
Høllin kemur at verða
karmur um hondbólts-
felagið KÍF, sum higartil
hava hildið til í Hoyvíks-
høllini. Henda høll kem-
ur eisini at verða mið-
depil fyri allan Kolla-
fjørð. Ung, tilkomin og
eldri koma at hava sítt
virksemi her, sum mið-
sentur og bygdarhús.
Eisini skal skúlin sjálv-
andi brúka høllina í dag-
tímunum.
Tað er ein fragd at
vera við til at skapa
karmar og trivnað í eini
kommunu. Í ár er eisini
arbeiðið við gerð av
nýggjum uppíbygningi
til skúlan í Kollafirði
fyri 20 milliónir krónur
byrjað. Ein skúli, sum
verður ein tvey-sporaður
skúli frá 1. til 9. flokk.
Tað hevur nógv at siga,
at ungdómurin er á stað-
num, fær sína útbúgving
har og fær sítt frítíðar-
virksemi nøktað við
góðum karmum.
Fari at enda við góð-
ynskjum
at
ynskja
Kollafirði og kollfirð-
ingum eins og øllum
borgarum í Tórshavnar
kommunu hjartaliga til-
lukku við ítróttarhøllini í
Kollafirði.
Reisigildi
í Kollafirði
VIÐMERKINGAR
Skerjingar og sparingar á Suðuroyar
Sjúkrahúsi?
Føroyingar eru við á
lista- og hondverk-
arastevnu í Reykjavík
hesa vikuna
LISTASTEVNA
tíðindaskriv
Vestnorden arts and crafts
verður hildi í Laugardals-
høllini í Reykjavík 16. - 19.
september.
Stevnan var fyriskipað á
fyrsta sinni Reykjavík í
2002. Við á stevnuni vóru
fólk úr Kanada í vestri til
Finnland og Baltisku lond-
ini í eystri. Málið við
stevnuni er at vísa mentan
og list á høgum støði í
londunum í Vestnorðuri.
Sjálvandi er lagt soleiðis
tilrættis at høvi er hjá fólki
at hittast, læra og hugtakað
list úr øðrum londum.
Somuleiðis er tað eitt mál
at tá stevnan er farin aft-
urum eru fólk komin at
kennast og vónandi sam-
skifta víðari um møguliga
sølu av list og handverki.
Føroyingar hava verðið
við til stevnuna fyrr. Hesu-
ferð eru luttakararnir Víg-
dis Petersen, Helgi Joen-
sen, Sirri og Tutl.
Vígdis sum er búsitandi í
Keypmannahavn hevur á
hesa stevnuni prýðislutir
við sær, sí meiri um hvat
hon fæst við á
www.vigdis.dk . Helgi sum
býr í Norra er helst mest
kendur fyri sínar skulpturar
og tað er eisini tað hann
hevur við við til Íslands. Sí
nærri
á
heimasíðuni
www.helgijoensen.no.
Suðuroyar Ullvirki er
sum
kunnugt
einasta
spunavirki í landinum sum
spinnur føroyska ull. Sirri
tilvirkar pløgg úr úr hesum
tilfarinum. Nýggja heima-
síðan www.sirri.fo er helst
forvitnislig at leita á. Tutl
gevur sum kunnugt tónleik
út, teirra heimasíða er at
finna á www.tutl.fo.
Meiri um skránna á
stevnuni sæst á heima-
síðuni
www.vestnordencrafts.com
Íslendsk stevna við føroyingum
Elin Lindenskov
býráðslimur í Havn
www.lindenskov.com
Eg var skelkað, tá ið eg
hoyrdi
tíðindini,
at
landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumál-
um Hans Pauli Strøm
hevur gjørt semju við
Tvøroyrar býráð, sum
inniber, at dagstovna-
lógin skal broytast. At
landsstýrið ger avtalur
við eina kommunu um
at broyta eina lóg er
burturvið. Enntá broyta
eina lóg orsakað av ein-
um persónsmáli á Tvør-
oyri.
Eg sat sum forkvinna í
sosialunevnd í Tórs-
havnar kommunu, tá
fyrsti frítíðarskúlin í
landinum varð settur á
stovn. Har var eingin ivi,
frítíðarskúlin var eitt
frítíðartilboð til børn
aftan á skúlatíð. Í grund-
gevingini fyri at seta á
stovn
frítíðarskúlan
stendur: »Endamálið er
fyrst og fremst at tryggja
foreldrunum, sum eru til
arbeiðis, at børn teirra
eru í góðum hondum
eisini aftan á vanliga
skúlagongd.
Miðað
verður tó eisini ímóti at
veita
børnunum
eitt
spennandi og mennandi
frítíðartilboð, hetta fyri
at tey ikki skulu kenna
tað, sum eru tey í skúla
allan dagin.« Tí var
heldur eingin ivi um, at
starvsfólkini á frítíðar-
skúlanum skuldu vera
námsfrøðingar.
Dagstovnalógin virkar
væl og er í dagliga ar-
beiðinum ein stór hjálp
bæði á stovnum hjá
kommununum og Peda-
gogfelagnum. Tað kann
ikki verða meiningin, at
ein kommuna, sum ikki
vil halda lógina, skal fáa
møguleikan at broyta
hana, sum henni lystir.
Sum
skilst
ætlar
landsstýrið at broyta
lógina soleiðis, at leiðar-
in á frítíðaskúlanum ikki
skal vera námsfrøðing-
ur, men eins væl kann
vera
læraralærd/ur.
Grundgevingin er, at tað
eru børn í skúlaaldri
sum eru á frítíðarskúlun-
um.
Grundgevingin
er
púra burturvið. Frítíðar-
skúlin er als ikki eitt
skúlatilboð, men har-aft-
urímóti eitt frítíðartilboð
til børn aftan á skúlatíð.
Av tí at frítíðarskúlin
er eitt tilboð aftan á
skúlatíð, er tað ikki upp-
gávan hjá einum lærara
at verða leiðari. Har-
afturímóti er tað ein
sjálvsagdur rættur hjá
námsfrøðingum. Lærar-
in er lærd/ur at læra frá
sær. Námsfrøðingurin er
lærd/ur at menna og
hava
umsorgan
fyri
børnunum.
Eg fari inniliga at
heita á landsstýrismann-
in í almanna- og heilsu-
málum um at taka tann
partin av avtaluni við
Tvøroyrar
kommunu
aftur, sum handlar um
broyting
av
leiðara-
starvinum á frítíðarskúl-
unum í dagstovnalógini.
Um henda lógarbroyt-
ingin verður framd, bara
tí ein kommuna ikki vil
halda landsins lógir, so
kunna vit vænta mangt
slíkt í framtíðini.
Harfaturat skilst, at
landsstýrið hvørki hevur
kunnað ella ráðført seg
við Pedagogfelagið um
lógarbroytingina. Hetta
er vanviðring av fakfe-
lagnum. Og tað er syrgi-
ligt, at hetta verður
framt undir leiðslu av
Javnaðarflokkinum.
Burturvið at Tvør-
oyrar kommuna
sleppur at broyta
dagstovnalógina
VIÐMERKINGAR
Mannbjørn Tausen
Í Vági, tann 14. sept 2004
Leygarkvøldið bórust tey
stórtíðindi í Vági, at sjálvur
løgmaður saman við tveim-
um fylgisveinum
var komin til bíggjar.
Postivt hugsandi, so mátti
orsøkin vera Polarfost,
sjálvandi. Men gakk. Fylgi-
sveinarnir vóru mentamála-
ráðharrin og heilsu- og al-
mannaráharrin
og
ikki
vinnumálaráharrin.
Hvørji vóru so ørindini?
Jú, tey vóru - stutt og greitt:
At bróta niður! At hugsa
sær: fyri bert tveimum vik-
um síðani var skjøtil aftur
settur á tosið um Polarfrost
- at nú, ja (aftur) nú skuldi
okkurt henda. Men tað
fyrsta, ið hendir, er, at okk-
urt annað skal saboterast.
Miðnámsskúlin skal flytast
úr Vági. Hvagar?? Til
Hovs? Trongisvágs? Eg
ivist. Allarhelst
verður
hann fluttur til Havnar, út í
Marknagil. Men vilja vit
stuðla hesari ætlan, ja, Gud
hjálpi mær, afturfyri skulu
vit fáa eitt spildurnýtt Ellis-
og røktarheim. Tað varð
lovað býráðnum av hesum
mátt(vald)miklu monnum,
við sjálvum løgmanni á
odda.
Hvat er hetta fyri svans?
Hevur ikki nokk av stríði
og klandri verið um henda
vælsignaða
Miðnáms-
skúla? Við tykkara hjálp og
við nøkrum hjálparleysum
politikarum fara vágbingar
nú uttan iva at klandrast um
Ellisheim ella skúla. Við-
merkingin hjá borgarstjór-
anum á Tvøroyri hevur so
ikki gjørt tað betri. Eitt
tílíkt klandur nívur fast.
Byggið skúlan! Hyggið
eisini at ætlanini hjá Magna
Laksafoss, ið hann vísti
okkum/tykkum so meistar-
liga á í Stóra Pakkhúsi í
fjør. Eitt heim á somu stødd
sum Eysturoyar Ellis -og
røktarheim, har 70 - 100
arbeiðspláss eru. Hví skal
tað partú vera antin....ella?
Hvat er orsøkin? Er tað ikki
ómegdin sum so tíðiliga
kemur her til sjóndar? Er
tað ikki fyri at fáa okkum
her í økinum at venda eyg-
uni annan veg, enn á okkara
politikarar. Hava teir ikki
staðið á hvørjum trappu-
steini í Vági og tosað um
loysnir. Er hetta tað, tit
lovaðu tykkara veljarum og
stuðlum - eina nullloysn?
Fyri at fáa, mugu vit geva??
Grátið!
Bygdarmenn.
Grátið! Suðringar.
Grátið! Bygdarmenn
TÍÐINDASKRIV
Vágs Býráð
Jógvan Krosslá
Vísandi til fundin millum
Vágs býráð og umboð fyri
Føroya Landsstýri/Føroya
løgting tann 11.09.2004,
fara vit at loyva okkum at
koma við hesum viðmerk-
ingum.
Á fundinum, har landsins
fremstu menn luttóku, var
uppskot lagt fram fyri okk-
um, um vit vildu ganga við
til at ætlaði miðnámsskúlin
varð fluttur til Hovs, móti
at vit í staðin fingu eitt
røktarheim bygt á økið, har
miðnámsskúlin skal verða.
Sagt verður í fjølmiðlun-
um, at landsstýrið hevði
uppskot um at byggja eitt
røktarheim í Vági í skjátt-
uni. Harvið kunnu fólk lætt
fáa ta fatan, at her var borð-
reitt við lidnum projekti og
játtaðari fígging, soleiðis at
byggingin kundi fara í
gongd beinanvegin.
Fyri at ongar misskiljing-
ar skulu verða, fara vit við
hesum
tíðindaskrivi
at
koma við nøkrum rætting-
um og upplýsingum í máli-
num, soleiðis at borgararnir
í Vági og suðuroyingar ann-
ars veruliga fáa lýst, hvat
liggur í hesum máli.
Vit fingu fríggjadagin
tann 10.09.2004 fundar-
boð, har sagt varð frá, at
umboð fyri Føroya lands-
stýri vildu hitta býráðs-
limirnar í Vági á máli
leygardagin tann 11.09.
2004.
Fundurin
byrjaði
kl.
15.00 og uttan at fara niður
í smálutir, hvat ført varð
fram á fundinum, kundu vit
í Vágs býráði skjótt sláa
fast, at her var ikkinógv hjá
okkum at taka undir við.
Umboð fyri landsstýrið
og løgtingið førdu fram, at
um Vágs býráð vildi ganga
við til at ætlanin við Mið-
námsskúlanum á Vágseiði
varð slept, so vildu teir
virka fyri, at eitt røktarheim
varð bygt á byggiøkinum
hjá nýggja miðnámsskúlan-
um.
Tað, sum undraði okkum
var m.a.:
• Uppskotið um at byggja
røktarheim á Vágseiði
var ikki skrivligt.
• Eini projekt varð lagt
fram, ið vísti ætlaðu
byggingina.
• Sagt varð, at kostnaðurin
kanska fór at verða áleið
35 mió. Kr., men einki
varð upplýst, um lands-
myndugleikarnir høvdu
játtan tilbyggingina.
• Sambært lógini skulu
kommunurnar verða við í
bygging av røktarheimi
við upp til 50% av íløgu-
kostnaðinum. Kostnað-
urin hjá Vágs kommunu
hevði verið áleið 5 mió.
kr., sum kommunan í
verandi løtu ongar møgu-
leikar hevur fyri at út-
vega.
• Í sambandi við hesa
verkætlan hevur okkum
kunnugt ikki verið tosað
við kommunurnar í Suð-
uroy um ætlanina at
byggja
røktarheim.
Sostatt kunnu vit stað-
festa, at hvørki fígging
ella tilsøgn frá kommun-
unum fyriliggur.
• Umboð býráðsins í stýr-
inum fyri Suðuroyar Ell-
is- & Røktarheim sigur,
at stýrið ikki hevur við-
gjørt nakra ætlan at út-
byggja verandi røktar-
heim á Tvøroyri, ella at
byggja av nýggjum í
Vági.
Samanumtikið metir eitt
einmælt kommunustýri í
Vági, at alt ov nógvir leysir
endar vóru í uppskotinum
til bygging av ætlaða
røktarheiminum í Vági.
Men ætlar landsstýrið at
byggja røktarheim í Vági,
so vil kommunan útvega
grundøki til hetta. Tað
verður bara ikki á byggi-
økinum hjá miðnámsskúl-
anum á Vágseiði. Tað skal
nýtast at byggja nýggja
miðnámsskúlan á.
Niðurstøða okkara er tí
púra greið:
• Vágs býráð heldur fast
við, at ætlaða byggingin
av miðnámsskúlanum á
Vágseiði heldur fram.
• Vágs býráð er ikki fyri at
blanda bygging av røktar-
heimi saman við bygg-
ingina av miðnámsskúl-
anum. Býráðið hevur ta
støðu til hetta, at talan er
um tvær ymiskar verk-
ætlanir, og eiga ikki at
verða settar hvør móti
aðrari.
Vit vóna, at landsins mynd-
ugleikar virða ta vælvild og
arbeiði, ið Vágs býráð hev-
ur gjørt í sambandi við
nýggju
miðnámsskúla-
byggingina. Hetta er gjørt
út frá teirri sannføring, at
vit vilja skapa bestu karm-
arnar á útbúgvingarøki-
num, ungdóminum í Suður-
oynni at gagni.
Byggingin av miðnámsskúlanum skal halda fram
Náttina til 12. September
2004 vóru nógv skriðulop á
Viðareiðisvegnum. Ongin
fólkaskaði hendi hesaferð,
men tað er bert ein spurn-
ingur um tíð, áðrenn tað
hendir.
Viðareiðisvegurin hevur
altíð verið ein vandafull
farleið, orsakað av grótlop-
um,
skalvalopum
og
skriðulopum.
Leiðarin á vegdeildini hjá
Landsverki, Finnleif Djur-
huus, segði í Degi og viku í
kvøld, at onki kundi gerast
fyri at tryggja verandi far-
leið.
Dagliga koyrir ein stórur
partur av viðingum til
Klaksvíkar og aðrastaðni til
arbeiðis og í skúla.
Sambært
bóklinginum
»Ferðslan
2003«
hjá
Landsverki koyra 412 akfør
um dagin eftir Viðareiðis-
vegnum.
Sum støðan er, sleppa
skúlabørn, sum ganga í
framhaldsdeildini í Klaks-
vík, ikki í skúla, tí bussur
koyrir ikki eftir Viðareiðis-
vegnum, tí tað er lopið
undan vegnum.
Støðan er ótolandi og
Viðareiðis kommuna og
allir viðingar kunnu ikki
longur góðtaka ta vanda-
fullu farleið, sum Viðar-
eiðisvegurin er.
Vit fara tí at biðja Føroya
Løgting beinanvegin at
skipa so fyri, at neyðugur
peningur verður játtaður til
tunnilsgerð úr Hvannasund
til eystursíðuna á Viðoynni.
Vinarligast
Vegna allar viðingar
Viðareiðis Kommuna
Jógvan Nybo
Kári Kallsberg
Hans Jákup Kallsberg
Bjarti Matras
Árni Absalonsen
Koyrivegurin ímillum Hvannasund og Viðareiði
C
M
Y
K
13
12