Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 16. september 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 16. september. Eufemia, deyð umleið ár 300. Kvinnuligur pínsluváttur, tikin av døgum undir Diocletianus keisara. Femja er konufólkanavn, sum hevur verið brúkt í Føroyum og eisini kemur fyri í nýggari tíð. Grikst navn sum merkir gott umdømi. Tað var ikki sørt, at tey yngdust, meðan tey stóðu har og sungu. Mundu tey ikki minnast á gamlar dagar? Tað var júst Så ljudar nu, sum tey plagdu at syngja á dekkinum á mjólkar- bátinum, tá tey løgdu frá landi í Havn og søgdu manna-múgv- uni á bryggjuni farvæl Tann 11.september 2004 vóru 100 ár liðin, síðani tónaskaldið Hans Jákup Højgaard var borin í heim á Toftum. Í hesum sambandi skipaði ein bólkur settur av Nes kommunu fyri fýra tiltøkum. Tað fyrsta var ein konsert í Fríðrikskirkjuni tann 15. august, har Havn- arkórið og kirkjukórið hjá Fríðrikskirkjuni sungu løg hjá Højgaard. Tann 28. august var hugnakvøld á Svangaskarði, har Jógvan Ingvard Olsen hugleiddi um, hvussu tað var at syngja í kóri hjá Hans Jákupi. Eisini las hann brot úr yrking, ið hann hevði yrkt til tónaskaldið á 80 ára degnum. Abbasonur tóna- skaldið, Bent Jákup Han- sen, hevði eina persónliga og hugtakandi lýsing av abba sínum. Til tiltakið var eitt hefti prentað við sang- um, sum Hans Jákup hevði gjørt løg til ella útsett, og dúgliga bleiv sungið. Tann 4. september opnaði ein framsýning í kirkjukjallar- anum, har lívið hjá Hans Jákupi verður lýst við myndum og lutum. Har eru eisini fleiri frumrit til nótar at síggja. Her helt Ólavur Hátún ein framúr góðan og livandi fyrilestur um mann- in og tónaskaldið. Og tann 11. september, sjálvan føðingardagin, var so kon- sert í Fríðrikskirkjuni við trimum kórum. Til øll tiltøkini var full- sett av fólki, og aftan á fingu øll drekkamunn og okkurt gott afturvið. Hetta eiga Nes kommuna og fyri- reikingarnevndin stóra tøkk uppiborna fyri, tí hetta skapti ein hugna og fe- lagsskap, har fólk góvu sær stundir at práta og minnast. Sjálvt um onki kór var á Toftum, tá eg vaks upp, so livdu sangurin og sang- gleðin við sítt fríska lív. Tá vit í skúlanum høvdu sung- ið barnarímur hjá Hans Andriasi, kundi eg halda fram at syngja heima, tí mamma dugdi allar uttanat, hon hevði jú sungið hjá Hans Jákup lærara. Til jóla- festir og aðrar samkomur, har nógv fólk var samlað, bleiv altíð trivið í at syngja fleirræddað. Onkur byrjaði, so tóku hini undir. Ongir nótar og ongin gav tónan, tað var bara har. Tey høvdu jú lært røddirnar við at syngja tær, umaftur og umaftur, har Hans Jákup sang fyri, og so sungu tey, til tey dugdu bæði rødd og orð uttanat. Tað var við ikki sørt av spenningi, at eg leitaði mær til konsertina sjálvan hundraðáradagin. Nú skuldi eg aftur uppliva at hoyra hesi nú eldru fólkini syngja sangir, sum tey høvdu sungið í brotum, tá eg var barn. Og tað gjørdist ein sonn hátíðarløta í Fríðriks- kirkjuni, har sanggleðin var í hásæti. Fyrri partur av konsertini byrjaði við einum saman- settum kóri av gomlum sangarum og kirkjukórin- um. Tey sungu tvey løg. So kom kirkjukórið við trim- um løgum. Hetta vóru øll væl kend og nógv sungin løg. Síðani kom eitt nýtt gentukór frá Tofta skúla. Tær sungu Skvatlar mutlar, Mítt síðsta tjaldur og Eg eigi mær ein lítlan vin. Uttan hjálp frá mikrofonum og forsterkarum megnaðu tær við vælklingandi rødd- um at fylla rúmið. Tað er heilt vist, at her er tilfar at arbeiða víðari við. Jú, tá máttu vit klappa, hóast avtalað var ikki at klappa, fyrr enn øll konsertin var liðug! Kirkjukórið byrjaði seinna part við trimum rættiliga ókendum løgum, sum væl hava uppiborið at blíva meiri kend. Tórður Mikkelsen, ið hevði hug- leiðingar ímillum sangir- nar, helt, at vit kundu sungið Krossmerkið eftir Steingrím Niclasen á ólav- søku. Tað haldi eg vera eitt gott hugskot, ið vónandi kemur víðari. Alt varð sungið væl, og eingin sangur átti at verið nevndur fram um annan, men teir báðir síðstu, ið tað samansetta kórið sang, vóru nakað fyri seg. Blanke dønninger og Så ljudar nu eru helst ongantíð sungnir á konsert síðani stórheits- tíðina hjá Toftakórinum. Teir blivu sungnir so frítt og hjartaliga, og eingin av teimum eldru kveitti í blað. Har var alt frá hjartanum. Tað var ikki sørt, at tey yngdust, meðan tey stóðu har og sungu. Mundu tey ikki minnast á gamlar dagar? Tað var júst Så ljudar nu, sum tey plagdu at syngja á dekkinum á mjólkarbátinum, tá tey løgdu frá landi í Havn og søgdu mannamúgvuni á bryggjuni farvæl. Og at okkum áhoyrarum dámdi henda sangin væl, hoyrdist á teimum rungandi lógvabrestunum. Tey máttu syngja hann einaferð aftur- at. Samanumtikin ein ógvu- liga góð konsert, har gleði og kraft vóru í hásæti. Ein virðilig heilsan til føð- ingardagsbarnið. Og fyri tað eigur ikki minst Michael Jóhan Heinesen eina stóra tøkk uppiborna. At hann við so stuttum skotbráð megnaði at fáa eina so framúr góða konsert í lag, sigur okkum, at her er ein, ið megnar at lyfta arvin eftir Hans Jákup Højgaard. Vónandi heldur hann fram í góðum treysti. Marita Festdagar á Toftum Michael Jóhan Heinesen stjórnaði kirkjukórinum á Toftum seinasta á leygardag Kórleiðarin Michael Jóhan Heinesen saman við abbabørnum hjá Hans Jákupi Højgaard, systkjunum Bent Jákup Hansen (v.m.) og Krista Otthamar Rætting Í grein í blaðnum 14. september á síðu 13, komu tað av misgávum at standa, at Svenning av Lofti var virkin í felagnum Javna, har hann eisini hevði verið formaður, hetta er sjálvsagt ikki rætt. Svenning er virkin og hevur verið formaður í felagnum Sinnis- bata. Vit biðja orsaka mistakið. Sosialurin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálptu, tá okkara kæri Øssur Bech Porkeri doyði og varð jarðaður. Eisini ein tøkk til Suðuroyar Sjúkrahús. Familjunnar vegna Elma, Ester, Sonny og David við børnum 15 14 Nr. 176 - 16. september 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í dag fyllir Birgir Andrea- sen, handilsmaður í Havn, fimmti ár. Birgir er best kendur sum Birgir í Idé- Møblum, tí hann hevur verið ímyndin av møbla- sølu í høvuðsstaðnum sein- astu fjórðingsøldina. Birgir Andreasen er ætt- aður av Oyrarbakka, hann er sonur Annu og Joan Petur Andreasen og er gift- ur Elsebeth, sum er ættað av Eiði. Birgir og Elsebeth eiga døturnar Joan 23 og Beintu 14 . Hóast Birgir hevur fing- ist við møblar í fjórðings- øld - byrjaði sum einans 24 ára gamal »risastóra« møblasølu, so var hann kortini longu tá ein drivin forrætningsmaður, um vit so kunnu siga. Tí valla fyltur 20 ár tók hann yvir matvøruhandilin hjá Kára Müller í Tórfinsgøtu í Havn. Fyri ta tíð var hann í læru á amboðsdeildini hjá Thomas Dam í N. Fin- sensgøtu. Tað var í 1979, at Birgir og Elsebeth leigaðu seg inn í bygningin hjá P/F Jákup á Dul við Staravegin í Havn og byrjaðu eina eftir tá- tíðarmetum risastóra møblasølu. Í 1982 bygdu tey stóran bygning við síðuna av, har ið Skemman er í dag. Hesin bygningur var 2.200 fer- metrar til víddar. Í 1988 var so tann rættuliga risastóri bygningurin bygdur við Hoyvíksvegin. Nógv vóru tey, ið allarhelst hildu, at Birgir spenti bogan í so høgt, men hann trúði upp á ætlanina - sum kanska kundi havt eydnast, um ikki búskaparkreppan skræddi beinini undan virksem- inum. Í 1991 byrjaðu tey aftur í smáum í leigaum hølum hjá Jóhannes Berg - og frá fyrsta degi gekk væl hjá teimum. Árið eftir lótu tey upp størri handil í bygning- inum hjá Havnar Timbur- handli, har tey vóru til 2000, tá flutt varð í nýggja, stásiliga bygningin, sum er góðar 4.000 fermetrar til víddar. Umframt handilsvirk- semið, so hevur Birgir Andreasen saman við øðrum skipað fyri nógvum túrum til Rumenia við neyðhjálp. Føðingardagin er Birgir staddur uttan- lands. Oddbjørg Elttør 60 ár Í dag, hósdagin 16. sep- tember, fyllir Oddbjørg Elttør í Klaksvík 60 ár. Oddbjørg hevur meg- in-partin av lívi sínum arbeitt sum skriv-stovu- kvinna, fyrst nøkur ár á skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro og síðan 1983 á Politistøðini í Klaksvík. Hon hevur eisini arbeitt í handli í Klaksvík og á dómaraskrivstovuni í Havn. Oddbjørg hevur eitt lætt sinni og er løtt at umgangast. Hon er dóttir Emmu og Sam Jacobsen (í Búðunum) í Klaksvík. Oddbjørg er gift við Eyðuni Elttør, fyrrver- andi landsstýrismanni í oljumálum, tey eiga fýra synir, Stig, Elian, Eystein og Rúna. Oddbjørg og Eyðun eiga 5 ommu- og abba- børn. Føðingardagin er Oddbjørg burturstødd. Henni verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum og Harrans signing. x Birgir Andreasen fimmti Birgir Andreasen og konan Elsebeth. Aftan fyri tey sæst ein annar oyrarbakkamaður, Edmund Joensen, løgtingsformaður, sum fyllir 60 komandi sunnudag Mánadagin 6. september vitjaði 7. flokkur í Adven- tistaskúlanum á Sosialinum á Argjum. Vitjanin var gjørd í samband at tey í fakinum kunning eisini hava um fjølmiðlar. Tey fingu at vita um, hvussu eitt blað verður til, og sóu hvussu starvsfólkini á miðlahúsinum arbeiddu. Síðan vitjaðu tey á Prent- miðstøðini, har blaðið varð prentað, og børnini fingu hvør sín Sosial við heim. Lærari í kunning er Katrin Johansen. 7. flokkur á Adventistaskúlanum vitjaði á Sosialinum Katrin Johansen, lærari, saman við 7. flokki á Adventistaskúlanum. Næmingarnir eru: Halla Andreassen, Rúna Berg, Katrina Christiansen, Sólja Christiansen, Monika Djurholm, Trúgvi í Geil, Anna E. Hammer, Rasmus Holm, Heðin B. Johansen, Áki Lützen, Harry K.Matras, Kristin R. Mouritsen, Edvin Niclasen og Thomas J. Thomsen STROK & SNIRR Tvey spennandi lit- føgur bløð til børn og ung í einum BARNA- OG UNGDÓMSBLAÐ Tíðindaskriv Í hesum døgum fáa skúla- børn kring alt landið høvi at seta seg fyri barnablaðið Snirr & Strok fyri skúlaárið 04/05. Flest øll børn og vaksin vita um blaðið, sum seinastu árini hevur havt einar 3.200 haldarar. Allir næmingar í fyrsta flokki fáa fyrsta blaðið ókeypis, so tey fáa høvi at kunna seg við blaðið. Blaðið vendir sær bæði til tey yngru og eldru børnini. Hetta er gjørt soleiðis, at blaðið er sum tvey bløð í einum við hvør sínum heiti: SNIRR til tey yngru, og STROK til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. STROK, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið SNIRR. Á opnuni í miðjuni er ynski- myndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blað- num hesa ferð er mynd, sum Mark Jimènez hevur teknað av stríðnum í Lítlu Dímun, tá ið Tróndur og hansara menn søktu at Bresti og Beini. Innihaldið er sera fjøl- broytt: Í hvørjum STROKI eru nakrar síður um okkurt serligt evni, har vit eisini práta við børn og ung. Hesa ferð snýr tað seg um summarútferðir. Tíðinda- fróða sigur tíðindi úr øllum heraðshornum, og aftur- vendandi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagáta o.m.a. Í SNIRRI sigur Tíðinda- fróði tíðindi, smásøga til tey smæstu fer at vera fastur táttur, har eru søgur, teknisøgur, úr bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna fløgur, ymiskar bøkur o.a. Blaðið kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 120 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við postinum, um tú vendir tær til Bókamið- søluna og bíleggur blaðið, sum tá kostar kr. 120 + postgjald. SNIRR & STROK verð- ur umbrotið, prentað og heft á Pf. Føroyaprent. Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Allan Dalsgarð, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen. Strok og Snirr aftur í skúlanum C M Y K 14