Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 176 - 16. september 2004 Nr. 176 - 16. september 2004 17 Føroyingar eiga at hugsa longri enn til lundan og fiskagreip- una, tá vit marknað- arføra Føroyar sum ferðamannaland, heldur stjórin á ný- stovnaðari føroyskari ferðavinnustovu í Danmark FERÐAVINNA Edvard Joensen Reykjavík: Lundin eigur at víkja eitt sindur í okkara marknaðar- føring til fyrimuns fyri tað nútíðarsamfelagið, vit hava í Føroyum. Vit mugu ikki gloyma, at vit hava bæði caféir og náttarlív at vísa fram saman við náttúruni, sum kortini sjálvandi skal vera við, sigur Teresa Turidardóttir Kreutzmann, sum nýliga hevur latið upp ferðaskrivstovuna My Faroe í København. – Nú skal tað ikki skiljast soleiðis, at eg haldi meg hava uppfunnið djúpa borð- iskin. Soleiðis er ikki. Hann er langt síðan uppfunnin. Men tað ber kanska til at bøta eitt sindur um tilfarið, hann er gjørdur úr, og koma við onkrum nýggjum at blanda uppí, sigur hon. Nógv av tí lýsingartilfari, vit síggja í føroyskum ferðafaldarum, er slíkt, sum gjørt er til málbólkin, sum er eldri enn 45 ár, sigur Teresa Kreutzmann. Tað er eisini í lagi, tí hildið verður, at hetta eru fólk, sum hava tíð og pengar at ferðast fyri. So tey skulu vit sjálvandi royna at fáa hendanveg. Finna nýggjar málbólkar Kanningar seinnu tíðinda hava víst, at málbólkurin, sum nevndur verður + 35 eisini hevur rímiliga nógvar pengar um hendur, og tey fólkini eru til reiðar at brúka hesar pengar at ferðast fyri. Men tey fara ikki bara út- ferðir til Mykinesar at síggja lundar og so heim aftur at hvíla seg. Tey fara eisini í býin um kvøldið. Hetta at fara út at eta eina tvær ferðir um vikuna og síðan halda fram onkra- staðni at stuttleika sær, er vorðið líkasum ein lívs- stílur hjá hesum bólkinum, og honum halda tey á við. Eisini í feriuni. So er tað ein annar bólk- ur, sum vit síggja ov lítið til her í Føroyum. Tað eru børnini, sigur Teresa T. Kreutzmann. Kanska tí, at tað eru ov fá tilboð til børn- ini í okkara lýsingartilfari, sigur hon. Hon kundi hugsað sær, at meira varð gjørt burtur úr at lýsa við aktivum ferium, soleiðis at nakað var til børnini, sum fólk so kundu havt við sær, tá tey ferðast hendanveg. Tað hevði væl bara vaksið um almenna áhugan fyri at ferðast til Føroya. Men tað krevur so eisini nakað væl av okkum sjálv- um, leggur hon dent á. Millum annað tað, at vit klára at avlíva mytuna um, at tað er so dýrt at ferðast til Føroya, tí tað er tað ikki, um vit samanbera við onn- ur støð, sum bjóða nakað, sum líkist okkara tilboðum. – Eg eri sjálvandi greið yvir, at tað er dýrari at koma til Føroyar enn til Mallorca úr Danmark ella Týsklandi. Men so eru til- boðini eisini heilt øðrvísi, og tað er ikki dýrari enn at fara so manga aðrastaðni, har fólk ferðast, sigur hon. – Vit mugu hugsa kreativt og bjóðað fólki nakað serligt aftur fyri at koma til Føroyar at ferðast og brúka pengar. Millum annað eiga vit at marknaðarføra okkum upp á tryggar ferðir. Vit hava friðaligt umhvørvi og kenna einki til yvirgang, sigur Teresa T. Kreutzmann. Dýrt at lýsa Skulu vit hava nógvar pengar til Føroyar sum inn- tøku av ferðavinnuni, mugu vit gera okkum greitt, at vit eisini skulu brúka nógvar pengar at gera landið kent fyri. Tí tað kostar nógv at lýsa, so tað verður lagt merki til tað á heimsmarkn- aðinum, sigur Teresa T. Kreutzman. Grønlendingar hava verið heilt ótrúliga hepnir í so máta, vísir hon á. Teir hava fingið eina óbetaliliga rekl- amu gjøgnum kongshúsið seinnu tíðina. Fyrst við krúnprinsinum, sum líka- sum hevur tikið Grønland til sín, og nú ikki minst við krúnprinsessuni, sum ikki fær minni umtalu enn prinsurin. – Alt, sum hon sigur og ger, verður varpað um allan heimin. Og har hevur Grønland verið rímiliga fitt uppií. Grønlendingar høvdu ongantíð klárað at goldið fyri alla ta reklamu, teir her hava fingið ókeyp- is, sigur Teresa T. Kreutz- mann, sum heldur, at føroy- ingar áttu at boriða skjótt at og fingið prinsessurnar Mary ella Alexandru til Føroya nakað skjótt. Tað hevði givið afturljóð bæði nær og fjar. Eisini hinu- megin knøttin, sigur hon. Bæði politikarar og onn- ur, sum ganga við hugsan- um um at vinna pening burt- ur úr ferðavinnuni, mugu gera sær greitt, at tað skulu brúkast nógvir pengar á økinum, og vera til reiðar at brúka teir. Vit vinna einki við discountloysnum, tí tær nytta einki, sigur Teresa T. Kreutzmann. Stórt tilfeingi Teresa T. Kreutzmann held- ur ikki at tað er vágið at fara undir nýggja ferða- vinnustovu, sum skal hava sum sermál at fáa fólk at ferðast til Føroya. Tað er eitt stórt tilfeingi at taka av, sigur hon. Eitt nú eru rættiliga nógvir føroy- ingar í Danamark, sum regluliga ferðast til Føroya. Men teir ferðaðust ivaleyst kortini, um ikki ein nýggj ferðavinnustova bjóðaði seg fram. Tað eru heldur øll hini, sum ganga við tankan- um, men ikki fáa ført hann út í lívið, sum sagt verður. – Tú møtir ofta fólki, sum siga, at tey kundu so væl hugsað sær at farið ein túr til Føroya, men fáa ikki í lag. Tey kunnu kanska hjálpast á glið. Og so eru tað øll hini, hon vil røkka, sum ongan- tíð, ella sera lítið, hava hoyrt um Føroyar. Teimum vil hon eisni hava fatur á og fáa at brúka sínar feriu- pengar í og uppá Føroyar. Hon ætlar sær ikki í kapp- ing um ferðafólkini. Heldur í samstarv við tey, sum frammanundan hava ávísan kunnleika á økinum. Eitt nú Smyril Line og Atlantsflog, sum flyta feðafólkini. – Tey feløgini duga at skipa fyri tí partinum. So kunnu vit finna fólkini og vísa teimum til flutnings- feløgini, sigur Teresa Kre- utzmann, frá ferðavinnu- stovuni My Faroe í København. Marknaðarføringin má endurskoðast Vit mugu fáa nýhugsan í marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamannalandi. Lundin má dempast eitt sindur og tað meira nýmótans samfelagið, vit hava, má eisini sleppa upp í part, sigur Teresa Turidardóttir Kreutzmann, sum nýliga hevur latið upp ferðaskrivstovuna My Faroe í København Mynd: Edvard Joensen Komandi VestNord- en Travel Mart ferða- vinnustevnan verður hildin í København. Grønland verður vertur fyri stevnuni Tað verður Norðuraltants Bryggjan í København, sum fer at leggja høli til næstu VestNordenTravel Mart stevnuna, sum Grøn- land verður vertur fyri. Tað varð gjørt av á stýris- fundi í Reykjavík týsdag- in. Stevnan í København verður hildin í døgunum 13. til 15. september 2005. Grønlendingar vilja royna, um minkandi und- irtøkan millum keyparar- nar seinnu árini kann standast av, at tað er langt, tungt og dýrt at koma til Grønlands á messu. Verð- ur hon hildin í Køben- havn, er hon nærri euro- peisku keyparunum, er hugsan teirra. Tí er avgjørt at lata grønlendingar royna at hýsa messuni í Danmark næsta ár. Føroyingar og ís- lendingar fara framhald- andi at hava sínar messur heima, sum teir taka til. VestNorden Travel Mart í København Starvsfólkini hjá Flogfelag Føroya fara næsta ár at sita í København og selja felagið á ferðavinnumessuni VestNorden Travel Mart Mynd: Edvard Joensen Vit eiga at gera okkum greitt, at tað kostar nógvar pengar at marknaðarføra Føroyar úti í heimi. Vilja vit vinna pening, er eisini neyðugt at brúka pening, sigur Teresa T. Kreutzmann Mynd: Edvard Joensen Tyrlu- flúgving til ferða- fólk burturav Komandi summar fer onnur tyrlan hjá Atlantsflogi burturav at flúgva við ferðafólki til og úr Mykinesi hvønn leygardag frá jóan- søku til seinast í august FERÐAVINNA Edvard Joensen Reykjavík: Næsta summar fer at bera til hjá ferðafólki at sleppa til Mykinesar og heim aftur sama dag við tyrlu. Atlantsflog fer at flúgva dupultan túr ella eftir tørvi út í Mykines við ferðafólki hvønn leygardag frá jóansøku til 20. august. – Men verður tørvur á tí, ber væl til at leingja hesa tíðina, sigur Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi. Felagið hevur tvær tyrlur, og onnur er van- liga tøk allan leygardag- in, tá ikki so nógv vinnulig leiguflúgving er, sigur hann. Og fyri at fáa brúkt hesa tíðina sum best, verður nú far- ið undir hesa royndina, sum í fyrst aumfari fer at umfata Mykines. Tað er ov illa umhugs- að, tá tosað verður um at leggja mvg á gist- ingar í Føroyum, held- ur stjórin á Ferða- ráðnum. Tað eru ofta útlendingar, sum brúka føroysku gist- ingarhúsini, og teir pengar, ið teir leggja eftir seg, eru at rokna javnt við inntøku frá útflutningi FERÐAVINNA Edvard Joensen Reykjavík: Tað er ikki rímiligt at leggja mvg á gistingar. Tað dýrkar óneyðugt og kann gera, at færri fólk velja at brúka føroysku gistingar- húsini. Tað kann órógva ferðavinnuna, sum er í ferð við at menna seg til eina rættiliga inntøkukeldu, sig- ur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Tað hevur órógvað fólk í ferðavinnuni, at tað er komið fram, at tosað verður um at leggja mvg á tænast- ur í ferðavinnuni sum eitt nú gistingarnar á gistingar- húsum og hotellum. Hetta er ein beinleiðis andsøgn, heldur stjórin á Ferðaráðnum, tí her er fyri ein stóran part talan um fremmandar pegnar, sum koma inn í landið. Og í teim- um førum, har føroyingar velja at brúka sína feriu og sínar pengar á føroyskum gistingarhúsum, er talan um spardar pengar, sum annars kanska høvdu verið brúktir á útlendskum hotellum, vísir hann á. Hetta er beinleiðis at meta við, at vit løgdu mvg á hvørt kilog av fiski, vit flyta avlandinum. Heri Niclasen vísir á, at kanningar, sum gjørdar eru við Háskóla Íslands vísa, at hvør króna, sum goldin er í ferðavinnuni kann, umrokn- að til samlaða inntøku í sam- felagnum, faldast við 4,2. Sum dømi kann nevnast, at leggja vit tøl frá Smyril Line og Atlantsflogi sman og siga, at tey bæði feløgini hava flutt fólk fyri 300 milliónir krónur, kunnu vit rokna við, at føroyska sam- felagið hevur vunnið reiði- liga eina milliard av hesum ferðafólkunum, tá roknað verður við tí avleidda virk- semi, sum stendst av hes- um. Og tá er ferðaseðlasøla uttanlands ikki íroknað, sigur Heri Niclasen. VestNorden Heri Niclasen er stýrisfor- maður í Útnorður ferða- vinnusamtakinum Vest- Norden Travel Board. Hann sigur tað vera eina spennandi avgerð, grøn- lendingar hava tikið um at flyta næstu ferðavinnustev- nuna til Keypmannahavnar. Tað hevur seinni árini víst seg at vera eitt sindur truplari at fáa fólk at koma til Grønlands á stevnuna. Helst tí, at tað liggur langt burtur frá europeiska meg- inlandinum. Tað er dýrt at ferðast, og tað skal brúkast nógv eyka tíð. Nú verður stevnan í Keypmannahavn, og tað kann merkja, at eitt nú týskir og hollendskir keyp- arar kunnu koma um morg- unin og gera síni ørindi og so fara avstað aftur longu um kvøldið. Tað kann hava ta ávirkan, at tað samanlagt verða fleiri, sum vitja básar- nar, væntar Heri Niclasen. Tá grønlendski landsstýr- ismaðurin við ferðavinnu- málum á samkomu týs- kvøldið alment kunngjørdi, at stevnan verður í Keyp- mannahavn, varð fráboð- anin heilsað við lógva- brestum av teimum, sum luttaka á VestNorden Travel Mart í Reykajvík. Umstøðurnar í Keyp- mannahavn eru góðar, vísir hann á. Norðuratlantiska Bryggjan er tøk til enda- málið, og VestNordenn Travel Board hevur sam- tykt at innrætta hølini við møblum og tekniskari út- gerð, so har verður liviligt og gott at arbeiða. Hetland Heri Niclasen fegnast um, at hetlendingar eru komnir við í VestNorden samstarv- ið sum stevnuluttakarar. Hetlendingar eru eyg- leiðarar í samstarvinum og gerast neyvan fullgildugir limir, heldur stjórin á Ferðaráðnum. Um ynskið hjá hetlend- ingum um at fáa fasta flog- rutu millum Føroyar og Hetland, sigur hann, at tað ikki er sannlíkt beint nú, tí Atlantsflog hevur fingið ta stóru uppgávu einsamalt at flyta øll ferðafólkini mill- um Danmark og Føroyar. Men tað hevði avgjørt verið áhugavert at havt betri samband við Breland, heldur Heri Niclasen. Tað kundi kanska fingið fleiri bretar at ferðast hendanveg. Sum er, eru teir ov fáir. Hinvegin heldur hann ikki, at Hetland í dag er ment at vera tað portrið millum Bergen og Tórshavn til Skotlands, sum het- lendski ferðavinnustjórin hevur nevnt. Flutningsleiðin millum Lerwick og Ab- erdeen er ov tung til tað heldur Heri Niclasen. Ferj- urnar, sum har sigla, klára ikki tann kapasitet, sum Norrøna hevur, vísir hann á. At Atlantsflog verður einsamalt um flúgv- ingina á Føroyarut- uni, fer at seinka øðr- um ætlanum, arbeitt hevur verið við, í minsta lagi eitt ár FERÐAVINNA Edvard Joensen Reykjavík: Tá Atlantsflog frá 1. nov- ember í ár verður einsamalt á Føroyarutuni, verður neyðugt hjá felagnum at leggja alla orku í at røkja ta flúgvingina saman við teim- um avtalum, sum longu eru gjørdar. Tað ger, at ikki verður orka at fara undir nýggjar verkætlanir á mill- umlanda rutum, sigur stjórin á Atlantsflogi, Magni Arge. Stjróin í Hetlendska ferðaráðnum, Andy Steven, segði á VestNorden Travel Mart í Reykjavík týsdagin, at hann vónaði, at tað skjótt fór at bera til at flúgva við Atlantsflogi millum Het- land og England. Ein slík ferðaætlan kundi so verið við til at hjálpt Atlantsflogi at fingið fleiri ferðafólk í flogfarfið mill- um Vágar og London, helt Andy Steven. Eisini kundi hetta verið við til at styrkt bondini millum Føroyar og Hetland við millum annað at fingið fólk at ferðast meira hjá hvørjum ørðum, helt hann. Hann segði, at vónirnar høvdu verið, at hendan flúgvingin kundi byrja næsta ár. Men nú er líkt till, at tað í hvussu er fór at ger- ast eitt ár seinni, seðgi Andy Steven. Hann segði seg vera vón- brotnan av, at tað nú var líkt til, at tað, at Maerks Air gevst at flúgva til Føroya, ger, at Artlantsflog fer at út- seta ætlanina um at flúgva til Hetlands. Vónirnar um eina flog- rutu millum Hetland og London vóru settar til At- lantsflog, tí ikki er líkt til, at British Airways fer at gera nakað burtur úr hesi rutuni. Hinvegin kundi hon verðið eitt íkast hjá eini frammaundan verandi rutu hjá Atlantsflogi millum Vágar og London. Magni Arge, stjóri á Atlatnasflogi, váttar, at ar- beitt hevur verið við ætlan- um um at flúgva millum Hetland og London. Men nú Atlantsflog er vorðið einsamalt á høvuðs- rutuni, sum er millum Vágar og Danamark, er neyðugt at leggja alla orku í ta flúgvingina, og tískil verða aðrar ætlanir, sum hava verið frammi, skotnar minst eitt ár fram í tíðina. Soleiðis eisini ætlaða Bretlandsfúgvingin. Ein onnur grund er tann, at hetlendingar eru í ferð við at umvæla flogvøllin í Sumburgh í Hetlandi, og til tað arbeiðið er liðugt, metir Magni Arge, at skilagott er at bíða við at fara undir nakað nýtt á teimum leiðunum. Maria Samson Lamhauge á marknaðardeildini hjá Atlantsflogi hevur staðið fyri nýggju Mykinesætl- anini Mynd: Edvard Joensen Mvg ætlanin illa umhugsað Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, heldur tað vera ov illa umhugsað at tosa um at leggja mvg á gistingar í Føroyum. Tað er tað sama sum at leggja avgjald á útflutningin, sigur hann Mynd: Edvard Joensen Monopolið seinkar øðrum ætlanum Stjórin í hetlendska ferðráðnum, Andy Steven, er vónbrotin av, at tað nú er líkt til, at Atlantsflog kortini ikki fer at flúgva millum Hetland og London næsta summar Mynd: Edvard Joensen C M Y K 17 16