Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 176 - 16. september 2004 Nr. 176 - 16. september 2004 19 Tey bæði føroysku oljufeløgini, Føroya Kolvetni og Atlants Kolvetni, standa seg væl í seinastu út- bjóðingini til leiting eftir kolvetnum á bretska landgrunn- inum. Úrslitið av 22. útbjóðing er júst al- mannakunngjørt. Tað vísir, at stórur áhugi er fyri økjunum, sum liggja nær føroyska landgrunninum og hetta kann fáa hepna ávirkan á okkara egnu útbjóðing OLJULEITING Jan Müller jan@sosialurin.fo Áhugin fyri at leita eftir olju og gassi á Atlantsmót- inum er aftur farin at vísa seg av álvara. Úrslitið av 22. útbjóðingini á bretska landgrunninum vísir, at oljufeløg nú av álvara eru farin av seta ljóskastaran á økini vestan fyri Hetland og her ikki minst økini, sum liggja tætt upp at før- oyska markinum. Fleiri av teimum stóru oljufeløgunum eru við. Eitt nú BP og Shell, Chev- ronTexaco, ENI og Statoil, Amerada Hess, BG, Total, Dong og síðani fleiri onnur smærri feløg so sum OMV og síðani tey bæði føroysku oljufeløgini, Føroya Kol- vetni og Atlants Kolvetni. Áhugavert er at síggja, at Føroya Kolvetni er við í fleiri loyvum, og at tað har- aftrat er vorðið fyristøðu- felag í tveimum loyvum. Hitt føroyska oljufelagið, Atlants Kolveteni er við í einum av loyvunum. Tey hava lut í tilsamans sjey loyvum, sum m á sigast at vera nógv. Vit síggja, at eitt felag sum ChevronTexaco er við í rættiliga nógvum loyvum, og hetta bendir á, at úttalils- ini hjá umboðum fyri felag- ið eitt nú á oljuráðstevnuni í Føroyum í fjør, stava frá einum veruligum ynski um at finna olju og gass á Atl- antsmótinum. Felagið er fyristøðufelag í ikki færri enn fýra loyum, saman við feløgum sum Dong, Statoil, OMV og Føroya Kolvetni. Loyvini, sum nú eru latin, eru kanningarloyvi, uttan at feløgini hava bundið seg til at bora. Men í ávísum førum eru brunnar á skránni so sum hjá Chev- ronTexaco og Dong í økj- um nær markinum. Samanumtikið ber til at siga, at 22. runda í bretsk- um øki kann fáa postivar avleiðingar fyri 2. rundu á okkara landgrunni. Hugs- andi er at fleiri av feløgun- um eru áhugað í at bjóða uppá loyvi, sum liggja beint hinumegin markið, har tey hava fingið loyvi á bretsk- um øki. Nú meira enn tveir mánaðir eru eftir til um- sóknir skulu vera inni, og loyvini longu eru latin í bretskum øki, so hava jarð- frøðingarnir og onnur fólk hjá oljufeløgunum nú møguleika til at »kasta« seg yvir føroysku útbjóðingina og brúka kreftir uppá hana. Hinvegin ber eisini til at hugsa sær, at tey feløg, sum hava fingið fleiri góðar bit- ar í bretsku runduni, vilja hava eina pausu og leypa 2. rundu á føroyska land- grunninum um. Tað kann gera seg galdandi fyri nøk- ur feløg, men fyri tey stóru feløgini, sum hava eina strategi á Atlantsmótinum og sum veruliga trúgva uppá framtíðar møguleikar her, vil tað eisini vera nátt- úrligt at rokna við, at tey vilja kanna sær teir góðu bitarnar hinumegin – tvs. okkara megin markið eis- ini, soleiðis at tey hava samanhangandi loyvi tvørt- ur um markið. Føroysk oljufeløg gjørdu hál Oddafólkini í Føroya Kolvetni kunnu so sanniliga vera sera nøgd og errn av úrslitinum av útbjóðing í bretskum øki. Her Graham Stewart og Niels Sørensen, sum fegnast um úrslitið Mynd Jan Müller – Heldur enn at minn- ast 14. september sum ein vanlagnudag eiga vit í framtíðini at gera 14.september til dag vónarinnar.Vit mugu royna at peika fram- eftir heldur enn at ilskast um fortíðina, helt Høgni Hoydal á 14. septemberhaldin- um týskvøldið 14. SEPTEMBERHALD Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fullveldisfólk hava sæð betri dagar. Áræðið og fram- fýsni á fullveldisøkinum eru skift út við ørkymlan. Tjóðveldisflokkurin er settur í andstøðukuldan og hjartamál floksins, full- veldistøkan, hevur breiða samgongan sett á síðu- linjuna hetta valskeiðið. Hetta er fatanin eftir 14. septemberhaldið á Lær- araskúlanum týskvøldið. Við undirheitinum "Eru Føroyar settar í bakkgear" bjóðaði Tjóðveldisflokkur- in, Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag og Unga Tjóð- veldi til kvøldsetu til minn- is um Fólkaatkvøðuna 14. september í 1946. Góð 150 fólk vóru komin saman í Læraraskúlahøll- ini. Eldra- og miðal ættar- liðið vóru vælumboðað á kvøldsetuni, meðan fá ung fólk møttu. Fortíðin heldur enn framtíðin Tey fýra Hildur Eyðuns- dóttir, Heini O. Heinesen, Annita á Fríðriksmørk og Høgni Hoydal fluttu fram røðu á kvøldsetuni. Hóast talan ikki var um ein politiskan fund, men eina kvøldsetu um 14. september 1946, hevði tú væntað nakrar røður um, hvussu Tjóðveldisflokkurin í 2004 vil virka fyri, at hjartamálið, fullveldismál- ið, aftur kemur á breddan í Føroyum í eini tíð, har sitandi samgonga ikki rað- festir fullveldismálið eins høgt sum undanfarna sam- gonga. Men so varð ikki. Heldur enn at leggja orkuna í nú- tíðina og framtíðina vóru stórar partar av røðunum um beistagerðina hjá døn- um, tá teir skúgvaðu før- oyskan fólkaviljan til viks í 1946, hóast oyggjasam- felagið í Norðuratlants- havið atkvøddi fyri loysing. Í røðu síni kom formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, kortini inn á spurningin um framtíðina og fortíðina. – Heldur enn at minnast 14. september sum ein vanlagnudag eiga vit í framtíðini at gera 14. sep- tember til dag vónarinnar. Vit mugu royna at peika frameftir heldur enn at ilskast um fortíðina, segði Høgni Hoydal. Hæddarpunktið Hæddarpunktini á kvøld- setuni vóru uttan iva tón- leikurin og sjónleikurin. Kári Sverrisson, Jón Tyril og Bass Njai úr Gambia stóðu fyri tónleikinum, meðan garparnir úr Grímu, Hans Torgarð og Bárður Persson, høvdu játtað at spæla eitt petti úr Søgunum úr Krabburð Kári, Jón og Bass spældu løg hjá Kára Sverrissyni og hjá Bass Njai. Við ein- føldum gittarspæli og trummum hugtók Kári Sverrisson enn einaferð. Hans Torgarð og Bárður Persson framførdu eitt petti úr skemtiliga politiska fundinum úr sjónleikinum, Søgur úr Krabbur, og láturin rungaði í Lærara- skúlahøllini, tá frálíku sjón- leikararnir framførdu stutt- liga leikin. Sjálvstýriskyndilin hevur lýst bjartari Á kvøldsetuni framførdu Kári Sverrisson, Jón Tyril og Bass Njai úr Gambia Mynd: Jens Kr. Vang Láturin rungaði í Læraraskúlanum, tá Hans Tórgarð og Bárður Persson framførdu Søgur úr Krabburð Mynd: Jens Kr. Vang Bárður Persson og Hans Torgarð spældu eitt petti úr Søgur úr Krabburð. Á myndini sæst Bárður Persson flyta fram røðu á politiskum fundi í Krabbur Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18 Sølufólk til farma deildina Vit søkja eftir sølufólki til farmadeildina. Farmadeildin er ein deild hjá Smyril Line, ið heldur til í pakkhúsinum við Eystaru Bryggju. Arbeiðsuppgávur: Uppgávur tínar verða, umframt at troyta verandi og alternativar farmafl utningsmøguleikar, at ráðgeva, veg leiða og røkja samskiftið við viðskiftafólk okkara. Sum seljari fært tú eisini sum uppgávu at geva tilboð og skriva kontraktir. Førleikakrøv · At tú ert ein seljari við stórum S · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt · Dugir at veita viðskiftafólki okkara holla vegleiðing · Tænastuhugað/ur og góð samstarvsevni · Tað er ein fyrimunur at hava royndir og útbúgving innan sølu Vit bjóða eitt starv við stórum avbjóðingum. Menn- andi arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar. Løn sambært avtalu. Umsókn við møguligum prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. septem- ber og skulu stílast til: Smyril Line Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn Att.: Heðin Joensen ella við telduposti til: hedinj@smyril-line.fo Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen, leiðara á farmadeildini, á tlf. 34 59 62. Eystara Bryggja · Postsboks 370 FO-110 Tórshavn · Tlf: 34 59 60 Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo Skrivari til farmadeildina Søkt verður eftir skrivara til farmadeildina. Starvið umfatar millum annað vanligt skrivstovu- arbeiði og samskifti av ymiskum slag. Arbeiðsuppgávur Tú kemur at taka tær av ymiskum skrivaraarbeiði, sum at samskifta við viðskiftafólk, samskipa fundir, arkivera og gera sjálvstøðugar skrivligar uppgávur, sum brævasamskifti, fundarfrásagnir, samandráttir o.a. Førleikakrøv: · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt · Skal duga føroyskt og enskt í skrift og talu · Góðan teldukunnleika · Tænastuhugað/ur og góð samstarvsevni Løn sambært avtalu. Umsókn við møguligum prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. septem- ber og skulu stílast til: Smyril Line Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn Att.: Heðin Joensen ella við telduposti til: hedinj@smyril-line.fo Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen, leiðara á farmadeildini, á tlf. 34 59 62. Eystara Bryggja · Postsboks 370 FO-110 Tórshavn · Tlf: 34 59 60 Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo