hósdagur 16. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 176 - 16. september 2004
Nr. 176 - 16. september 2004
21
Mentan á
høgum støði
TÍÐINDASKRIV
Føroyingar eru við á lista-
og hondverkarastevnu í
Reykjavík hesa vikuna.
Vestnorden Arts and Ar-
afts verður hildi í Laugar-
dalshøllini í Reykjavík 16.
- 19. september.
Stevnan var fyriskipað á
fyrsta sinni Reykjavík í
2002. Við á stevnuni vóru
fólk úr Kanada í vestri til
Finnland og Baltisku lond-
ini í eystri. Málið við
stevnuni er at vísa mentan
og list á høgum støði í
londunum í Vestnorðuri.
Sjálvandi er lagt soleiðis
tilrættis at høvi er hjá fólki
at hittast, læra og hugtakað
list úr øðrum londum.
Somuleiðis er tað eitt mál
at tá stevnan er farin aftur-
um eru fólk komin at kenn-
ast og vónandi samskifta
víðari um møguliga sølu av
list og handverki.
Føroyingar hava verðið
við til stevnuna fyrr. Hesu-
ferð eru luttakararnir Vígd-
is Petersen, Helgi Joensen,
Sirri og Tutl.
Vígdis sum er búsitandi í
Keypmannahavn hevur á
hesa stevnuni prýðislutir
við sær, sí meiri um hvat
hon
fæst
við
á
www.vigdis.dk. Helgi sum
býr í Norra er helst mest
kendur fyri sínar skulpturar
og tað er eisini tað hann
hevur við við til Íslands. Sí
nærri
á
heimasíðuni
www.helgijoensen.no.
Suðuroyar Ullvirki er
sum
kunnugt
einasta
spunavirki í landinum sum
spinnur føroyska ull. Sirri
tilvirkar pløgg úr úr hesum
tilfarinum. Nýggja heima-
síðan www.sirri.fo er helst
forvitnislig at leita á. Tutl
gevur sum kunnugt tónleik
út, teirra heimasíða er at
finna á www.tutl.fo.
Meiri um skránna á
stevnuni sæst á heimasíð-
uni
www.vestnorden-
crafts.com
BLF NEVNDIN
Landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum var í gjár úti við
tíðindum um, at uppsagnir
verða framdar í miðfyrisit-
ingini, tí at miðfyrisitingin
er bólgnað upp tey seinastu
árini. BLF harmast almikið
um at dugnalig fólk verða
søgd úr starvi, og tekur
frástøðu frá, at hetta verður
gjørt við grundgevingini
um, at miðfyrisitingin er
bólgnað upp.
Hetta er eitt afturvend-
andi og ósakligt uppáhald,
sum hoyrist allastaðni í
samfelagnum. Spurningur-
in, sum BLF heldur ístaðin
eigur at verða settur, er, hví
miðfyrisitingin er vaksin
síðan 80 árini?
Vit minnast øll støðuna í
80 árunum og fyrst í 90 ár-
unum. Miðfyrisitingin var
veik, og hetta var ein av
høvuðsorsøkunum til, at
landið endaði í djúpari bú-
skaparkreppu. M.a. kom §
19 nevndin hjá løgtinginum
í frágreiðingini um 80ini, tá
ið hon skuldi lýsa, hvat tað
vóru fyri tættir, bæði fyri-
sitingarliga og politiskt,
sum førdu til, at sam-
felagsskútan kollsigldi, til
hesa niðurstøðu:
»Hildið verður, at neyvan
er grundarlag fyri aðrari
avleiðing vegna heimildar-
loysi enn, at tað harðliga
verður funnist at veiku, til-
vildarligu og ófullfíggjaðu
politisku og umsitingarligu
støðuni í 80-árunum. Stórt
eftiransni eigur at verða
víst á lóggávuøkinum her-
eftir.«
Eftir at samfelagið var
kollsilgt, hava nógv tiltøk
verið sett í verk fyri at
tryggja, at Føroyar ongan-
tíð fara at koma í hesa
støðu aftur. Vit hava fingið
lóg um ábyrgd landsstýris-
manna - og við henni var
miðfyrisitingin umskipað
við tí fyri eyga at styrkja
tænastufunktiónina rundan
um landsstýrismannin. Aft-
urat hesum hava vit fingið
eina rúgvu at øðrum lógum
og eftirlitsstovnum, so sum
fyrisitingarlóg, lóg um al-
ment innlit, landsgrann-
skoðan og seinast løgtings-
ins umboðsmann. Alt fyri
at betra um dygdina í fyri-
sitingini.
Vit eru farin frá einari
veikari fyrisiting í 80 árun-
um til eina munandi meira
professionella og dygdar-
góða fyrisiting, sum so dánt
klárar at svara teimum
krøvum, sum verða sett
fyrisitingini.
Tað eigur at verða havt í
huga, at ein av uppgávun-
um hjá embætisverkinum
er at ansa eftir, at øll halda
landsins lógir. Ein onnur
sera týdningarmikil funk-
tión hjá miðfyrisitingini er
at
tryggja
sakliga
og
rættvísa viðgerð av málum,
so sum í starvssetanum,
uppsagnarmálum, umsókn-
um, kærum o.a., har ið tað
hevur avgerðandi týdning
fyri
rættartrygdina
hjá
borgarum landsins, at frá-
støða er til politisku leiðsl-
una. Úrslitið av hópupp-
sagnunum hjá landsstýrin-
um verður, at miðfyrisit-
ingin - millumliðið millum
borgara og landsstýrismann
- aftur gerst veik og ikki
maktar at uppfylla hesa
eftirlitsfunktión.
Óttast
kann tí fyri, at vit aftur enda
í líknandi støðu sum í 80
árunum.
BLF heldur, at henda
sokallaða sparingin hjá
landsstýrinum er ógrundað,
tí landsstýrið torir ikki at
koma fram við, hvar tað
skal sparast. BLF heldur, at
tað er vánaligt, at politikar-
arnir ikki tora at siga, hvat
virksemi, sum miðfyrisit-
ingin ger í dag, skal skerj-
ast. Heldur enn at raðfesta
hvørjar uppgávur, sum í
dag verða loystar, ikki
skulu loysast framyvir, so
brúkar landsstýrismaðurin
plenuklipparan og sker
10% av starvsfólkunum í
miðfyrisitingi burtur!
BLF tekur eisini frástøðu
frá orðunum, sum lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um segði við útvarpið í
gjár. BLF tekur hetta sum
eitt stórt álop á starvsfólk í
miðfyrisitingini.
BLF harmast eisini al-
mikið um háttin, sum hóp-
uppsagnirnar verða framd-
ar eftir. Fakfeløgini eru ikki
tikin við uppá ráð, og
starvsfólkini vórðu kunnað
um uppsagnirnar 1 SAM-
DØGUR áðrenn at hoyr-
ingsskrivini vórðu latin
teimum, sum ætlanin er at
uppsiga. Við hesum hava
øll starvsfólkini í mið-
fyrisitingini gingið í óvissu
um teirra framtíðarstøðu
síðan í gjár kl. 11.30. Hetta
var púra óneyðugt og
átaluvert!
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið:
Hópuppsagnir kunnu undirgrava rættartrygdina!
Tríggjar
nýggjar
barnabøkur
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út tríggjar
barnabøkur, smá-
barnabókina Spæl og
mal eftir Emmu
Dodd, barnabókina
Stóra bókin um Bibba
eftir Barbro Lindgren
og Evu Eriksson, og
bókina Pápi er polit-
istur eftir Lauru
Trenter til tey 8-12
ára gomlu
BÓKAÚTGÁVUR
Tíðindaskriv
Spæl og mal er ein stuttlig
putli- og spælibók, har
nógvir møguleikar eru at
gnísta og lurta, mala og
spæla. Bókin er 12 síður,
við litføgrum myndum og
stívari
permu.
Eyðna
Magnussen týddi úr ensk-
um. Bókin, ið er til tey heilt
smáu, kostar 140 kr. í bóka-
búðunum. Hestprent hevur
staðið fyri prentgerðini.
Stóra bókin um Bibba
er savn við trimum søgum
um ribbaldin Bibba. Søgur-
nar eru: Ribbaldurin Bibbi
og mamman. Ævintýrferð-
in hjá Bibba og Ribbaldurin
Bibbi fær ein hund. Søgur-
nar um Bibba eru sera stutt-
ligar, tær bera upp á rím, og
Alexandur Kristiansen hev-
ur hegnisliga týtt tær til før-
oyskt. Bókin, ið er væl
egnað til tey 3-7 ára gomlu,
er 86 síður við litmyndum,
er innbundin og kostar 120
krónur í bókabúðunum.
Hestprent hevur staðið fyri
prentgerðini.
Pápi er politistur er
spennandi krimisøga til stór
børn. Pápi Julian er polit-
istur, og ein dagin, tá ið
hann er til arbeiðis, verður
hann skotin. Hann kemur
undan við lívinum, men
ræðslan fyri, at slíkt kann
henda aftur, hvørvur ikki.
Maðurin, sum læt skotið av,
er limur í motorsúkklu-
banda, og tá ið Julian roynir
at finna út av, hvør hann er,
fær hetta avleiðingar… Jón
Joensen hevur týtt úr
svenskum. Bókin er 140
síður og kostar 120 krónur í
bókabúðunum. Hestprent
hevur umbrotið, prentað og
heft bókina.
C
M
Y
K
21
20
Hanstholm
96 55 03 50
Kolding
76 30 08 55
Hedehusene
46 59 34 98
bóking á fráfaringardegnum
stuttar innlatingarfreistir
útgerð til allan farm
fl yta køli- frysti- og turrlastir
tollavgreiðsla fyri kundan
kappingarførir prísir
høgt tænastustøði
stutt transittíð
ÍSL AND FØROYAR HETL AND NOREG DANMARK
Farmur fl uttur við »ro-pax« skipi,
hevur nógvar eyðsýndar fyrimunir
við sær.
Umframt tað, at farmurin kemur
skjótt fram á mál, so tryggjar skyn -
sama »roll-on« og »roll-off« skipan-
in farminum eina skjóta og lagaliga
avskiping uttan óneyðugar ristingar
og harðliga handfaring.
Serkøn fólk og ára langar royndir
innan farma fl utn ing er tín besta
trygd fyri, at farm urin verður út -
fl ýggjaður móttakara num júst sum
vit fi ngu hann.
Í Danmark hava vit farmastøðir í
Kolding, Hedehusene og Hanst -
holm. Tú kanst lata vøruna inn í
Hanstholm leygardag, so hon verð-
ur í Tórshavn longu mánamorgun.
Eystara Bryggja · P.O. Box 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf 34 59 60 · Fax 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo
trygt, skjótt, lætt og gott...
...Smyril Line Cargo – SKILAGOTT
Okkara styrki...