týsdagur 20. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108
Sosialurin
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Sjúrður Skaale
fólkatingsmaður
YT Í FØROYUM
lagaliga - eftir 15-20 árum.
Men Poul Nyrup Rasmussen ger
púra greitt, at Danmark ikki fer at
geva landsstýrinum alt tað, sum
stendur á ynskilistanum.
Og so minkar undirtøkan fyri
ætlanini í stórum.
Avgerandi er, at Javnaðarflokk
urin - sum hevur verið sera sjálv
stýrissinnaður - vendir sær harð
liga ímóti fullveldinum. Loysingin
er óneyðug, sigur hann. Næstan
alt tað, sum landsstýrið ynskir sær,
kann fáast í ríkisfelagsskapi.
Fýra ár
Samráðingarnar ganga ikki væl.
S t j ó r n i n
vil bara stuðla føroyska statinum
fíggjarliga í fýra ár, og boðar
frá, at føroyingar fara at missa
tey rættindi, teir sum danskir
ríkisborgarar hava í Danmark.
Á fýra drúgvum fundum á
Christiansborg
verður
kjakast
og togast - men einki flytir seg.
Misálitið millum partarnar er
fullkomið, og í almennum skrivi
samanber løgmaður Danmark við
einaræðislond.
26. oktober 2000 steðgar alt.
Árið eftir skrivar landsstýrið út
fólkaatkvøðu kortini - men eisini
hon verður avlýst undir miklum
roki.
Eljustríð
Alla hesa tíðina er orðaskiftið í
Føroyum so hart, sum tað sjáldan
hevur verið áður.
Dimmalætting og Sosialurin
leggja dagliga eftir fullveldis
ætlanini í oddagreinunum, men
andstøðan fær eisini av at vita
á kjaksíðunum. Orðið landasvik
er at hoyra. Ein tingmaður kallar
danskar veitingar til Føroya fyri
"blóðpengar" og sigur, at tað fram
vegis banka "quislingahjørtu" í
javnaðarbróstum.
Ein
landsstýrismaður
skírir
bæði løgmann og helvtina av føroy
ingum lakajar hjá imperialistinum
Nyrup.
Men serliga er tað maðurin, sum
drívur alt verkið - Høgni Hoydal -
ið stendur fyri skotum. Mótstøðu
fólk skíra hann "nationalfasist".
Leggja hann undir at hava eitt
"messiaskompleks". Fyri at mis
brúka almennar pengar. Fyri at seta
demokratiskar spælireglur til viks.
Og so víðari.
Á hinari síðuni eru viðhaldsfólk,
sum hávirða hann. Tá Dimmalætt
ing í sambandi við ártúsundára
skiftið í 2000 spyr fólk hvørjar
størstu føroysku hetjurnar í søguni
eru, vinnur Høgni greitt á øllum
øðrum livandi føroyingum.
Tjóðin er klovin úr nakka í hæl
- og partarnir standa steyrrættir
móti hvør øðrum.
Søgan má sigast
Hesi árini vóru uttan samanbering
tey mest dramatisku í okkara
nýggjaru politisku søgu. Eingin tos
aði um annað enn politiska stríðið.
Frontarnir bóru nógvir. Ein øgiliga
orka bleiv brúkt. Og tað kostaði
nógvar skattakrónur.
Hvat blivu hesar skattakrónur
brúktar til? Hvat hendi aftan fyri
leiktjøldini í Tinganesi? Hvat hendi
á Christiansborg?
Hví vildu so nógvir føroyingar
brádliga hava loysing í 1998? Hví
bleiv stríðið so ófatiliga hart og
beiskt? Og hvat kom burturúr?
Tað hava veljarar og skattgjald
arar krav uppá at vita. Annars læra
vit einki av tí.
Og tað er orsøkin til, at bókin er
skrivað.
Romantikkur. Á heysti 1999,
meðan fullveldisrúsurin er
í hæddini, savnast hund
raðtals fólk á fólkafundi á
Slættaratindi, har formenninir
í landsstýrisflokkunum
halda talu.
Mynd: AWJ-foto