Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein TÁ BRIMIÐ BRE Sjúrður Skaale T að er januar 1998. Danski for­sætisráðharrain, Poul Nyrup Rasmussen, er á vitjan í Føroyum. Men tað gongur ikki væl. Fleiri flokkar og enntá partar av lands­stýrinum nokta at tosa við hann. Og undir ein­um harð­mæltum mótmælistiltaki í mið­býnum í Havn verður Nyrup sam­an­borin við sjálvan Hitler. Tað er valstríð í Danmark - og tað er helst orsøkin til, at hann yvir­høvur kemur til Føroya. Tí um­røðan kann ikki keypast fyri pengar: Øll tann danska pressan er í Føroyum og sigur frá tí djarva leið­ar­anum, sum trínur beint inn í úlvsins kjaft: Føroyar. Tí tað er tað, Føroyar eru hesa tíðina. Fáar dagar eftir at Nyrup er farin, kemur eitt stórt bóka­ verk, sum fólk hava bíðað eftir í spenn­ingi: Grønborg rapport­in. Har verður staðfest, at dansk­ir mynd­ug­leikar snýttu før­oy­ingar, tá landsstýrið fimm ár framm­ an­undan yvirtók eina deild hjá Danske Bank í Føroyum, sum nevnd­ist Føroya Banki. Øll vita tað frammanundan - tí Høgni Hoydal hevur í sjón­varps­ send­ingum víst fólki tað, sum lík­ ist eini danskari ráðagerð móti Før­oyum. Tí fær Nyrup so kalda móttøku henda januardagin í 1998. Alt kók­ar. Og føroyskir politikarar, sum hava staðið fyri skotum fyri van­stýring í 1980'unum, royna at sleppa av húkinum. Nú kanalisera teir fólksins vreiði víðari - til Dan­ mark­ar. Føroyingar hava verið grovt nið­urgjørdir og háðaðir í danskari pressu í áravís fyri at biðja um fíggj­arliga hjálp úr Danmark. Nú venda kanónirnar hin vegin. Eitt nógv brúkt orðafellið lýsir hugburðin í tíðini: Danin er fanin! Nýggj tíð Men føroyskir myndugleikar hava altso eisini svikið, so tað stendur eftir. Politikkurin í 80'unum verður jú enn í dag tikin fram sum dømi um óskil og ábyrgdarloysi. Og øll vita, at tað er høvuðsorsøkin til, at fleiri 1000 landsmenn eru rýmdir av landinum. So tað er ikki bara álitið á dansk­ar myndugleikar, sum er horv­ið. Tað er álitið á føroyskar myndugleikar eisini. Fólk kenna seg svikin - og eingin er at seta sítt álit á. Tað er politiskt vakuum í landinum. Inn í hetta vakuum trínur ein maður, sum kollveltir allan politikk og alt samfelagskjak næstu seks árini: Høgni Hoydal. Hann er vitandi, tungusnildur, arbeiðssamur, og kennir væl til føroysk samfelagsmál. Men fyrst og fremst er hann kendur sum stjørnu­journalisturin í Sjónvarpi Føroya, ið hevur avdúkað suspekta danska føroyapolitikkin. Tjóðveldisflokkurin hevur dygg­ i­liga tapt tvey val á rað, og fólk tosa um, at hansara tíð sum ein av stóru flokkunum í Føroyum er farin. Bæði í 1990 og 1994 fær hann bara fýra umboð vald. Men við Høgna á listanum broyt­ist alt. Hann verður veruligi leið­ari floksins frá fyrsta degi, og gevur flokkinum eitt innihald, sum hann ikki hevur havt í mong ár. Slagorðið "Loysing" sum ræðir nógv fólk, broytir hann til "Skipað loysing". Nú er Tjóðveldisfloksins pol­itikkur meira enn rakstrarróp; nú er tað ein skipað ætlan. Hetta birtir eina vón hjá mong­ um. Á valinum í apríl 1998 setir Høgni met í atkvøðum, Tjóð­ veld­is­flokkurin gerst fyri fyrstu ferð størsti flokkur - og hann dreg­ur aðrar við sær: Saman við Tjóðveldis- og Fólka­flokkinum skip­ar hann eina samongu, sum setir sær føroyskt full­veldi sum mál! Nú skal vera liðugt við bæði før­ oysk­um ábyrgdarloysi og donskum sviki. Í staðin skulu vit hava føroyska ábyrgd og loysing frá Danmark. Samgongan skal leiða tjóðina inn í eina heilt nýggja tíð. Flúgvandi byrjan Byrjanin verður betri, enn nakar hevði droymt um. Í juni eru ting­ ing­ar um bankamálið, har tað eyd­ nast landsstýrinum at fáa eitt end­ urgjald, sum er vert nógv meira enn tað, bankamálið hevur kostað Føroyum. Tað eydnast eisini lands­stýr­ inum at binda stjórnina til at sam­ráðast um føroyskt fullveldi og framtíðar "tvílanda samstarv" millum londini. Og tá landsstýrið árið eftir eisini skrivar undir semju við Bret­land um markið millim londini, kann føroyska økið bjóðast út til olju­ feløgini. Eingin ivast í, at oljan fer at renna stutt eftir. Her er einki at ræðast: Vegurin fram móti fullveldinum tykist vera asfalteraður. Stuðulin hvørvur Øll umsitingin verður sett at fyri­ reika "fullveldistøkuna", sum tað verður nevnt. Greinað verður hvat skal gerast á øllum økjum, tá farast skal frá dansk­ari til føroyska ábyrgd, og hvat loysingin fer at krevja búskap­ arliga. Tað eru ikki smáting - og tí verð­ ur lagt upp til, at Danmark skal hjálpa: Føroyingar skulu hava full rætt­indi í Danmark, eisini eftir at før­oyski staturin er skipaður. Dan­ mark skal samstarva um tær tungu, umsitingarligu uppgávurnar. Og blokkstuðulin skal minkast burt­ur 28. september verður bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" løgd fram í Norðurlandahúsinum. Hvat stendur í má bíða til tá - men her greiðir høvundurin, Sjúrður Skaale, frá hví hann hevur skrivað bókina Seinasta smílið. Nyrup leiðir landsstýrið inn á fyrsta samráðingarfundin. Fáar minuttir seinni koma treytirnar fyri fullveldinum á borðið - og smílini hvørva.  Mynd: Jens Kristian Vang