Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 M ALZHEIMERS HEILSA men tað finst heilivágur, ið kann steðga gongdini í nøkur ár, áðrenn tað fer at ganga niðureftir. Men tá er umráðandi, at tú kemur tíðliga í viðgerð fyri at steðga gongdini, með­ an tú enn ikki ert so hart rakt av sjúkuni. Tað ynskiliga er sjálvandi, um vit kundu funnið heilivág til at steðga gongdini ella fyribyrgt sjúkuni heilt. Tað mugu vit vóna, og tað verður granskað í at menna nýggjan og betri heilivág alla tíðina. Maria vísir á, at man kann gera ávís ting sjálvur fyri at minka um vandan fyri at fáa Alzheimers. Eitt nú spælir eitt sosialt lív ein týðandi leiklut og at halda heilan í gongd, til dømis við at spæla bingo, loysa krossorðagávur, spæla kort og so framvegis. Royking, ovurfiti og høgt blóðtrýst økir um vandan fyri at fáa sjúkuna, meðan útbúgving og ein heilsugóður kostur eru millum vágarnar, ið minka um vandan fyri at fáa sjúkuna. Mín meting er, at tað má vera ein blanding av genetikki og vágafaktorum. Hví ávirkast annars summi og ikki onnur? Eg trúgvi, at vit hava nakrar ílegur, sum verja okkum, og nakrar, sum eru skaðiligar. Mangla tilboð Tað verður nógv granskað í Alzheimers runt um í verðini. Tann globali trupul­ leikin við Alz­heimers er, at vit liva longri í dag, og at talið av fólki, ið ger­ast eldri, bara veksur. Títt­leik­in av Alz­ heim­ers er so­statt hækkandi, og tískil veks­ur hesin bólk­ ur­in av fólki alsamt, ið hava tørv á ser­lig­ari hjálp. Tað vil siga, at tørv­ur er á alsamt fleiri røkt­ar­heims­pláss­ um, vard­um íbúðum og ikki minst til­boð­um til hendan málbólkin. So skjótt tú kemur í sam­ band við eitt øki sum hetta, sært tú allar tørvirnar, sum eru. Sjúkan rakar ikki bert eldri fólk, men eisini yngri fólk heilt niður í 50 ár. Nógv góð tilhald eru runt um kring til minnisveik, men júst til hendan málbólkin er tað trupult, tí tey hava ein annan tørv enn tey, sum eru eldri. Stóri trupulleikin hjá hesum fólkunum er, at onki tilboð er til teirra. Tey hava ongastaðni at fara um dag­ arnar. Tíbetur tykist alm­ent fokus verða komið á hesa avbjóðing. Tí er tað mín vón, at tilboð verða ment ong­ antíð ov skjótt, sum kann røkka hesum bólki. Og fyri at vísa á grund­ arlagið fyri hesum trupul­ leika, er eisini umráðandi at fáa so nógvar luttakarar sum møguligt við í kanningina. Og inntil nú hevur Maria møtt stórari vælvild frá lut­ takandi sjúklingum og av­ varð­andi. Eg kann ikki siga annað enn, at fólk hava víst áhugað og verið sinnað at luttaka. Á leið 115 persónar við demens ella við illgruna um demens hava higartil lut­tikið saman við umleið 100 avvarðandi. Og vit halda fram við at taka fólk inn. Altjóða áhugi Verkætlanin hjá Mariu verð­ur ikki framd sum ein solo-verkætlan. Hon hev­ur drúgvar royndir frá und­an­ farnum granskingar-verk­ ætl­anum um Parkinson- sjúku í Føroyum, har hon hev­ur samstarvað við út­ lendsk­ar granskarar, og onk­ ur av teimum eru eisini við í hesari verkætlanini. Við at samstarva við út­ lendskar viðurkendar gransk­ arar er lættari hjá mær at fáa stuðul til gransk­ing. Sum er, havi eg ikki fast starv og skal tí søkja um fígging bæði til egna løn og til mínar verkætlanir. Tað ger tað tor­ førari at knýta til dømis ph.d- lesandi til verk­ætlan­ina, sum eg annars kundi hugsað mær. Men tað heldur henni ikki aftur við at granska, hó­ast hon saknar eitt størri gransk­ingarumhvørvi. Gransking er so gevandi, tá tú sært, at tú kanst gera mun. At fremja nakrar broyt­ ingar samstundis sum tú gert eitt týdningarmikið gransk­ ingararbeiði. Við at fáa meir vitan um sjúkuna, kunnu vit læra meir, og so kunnu vit eisini fara inn at viðgera sjúkuna og við tíð­ini vónandi steðga ella kanska enntá fyribyrgja sjúkuni. So her er talan um gransking, sum í framtíðini verður til gagns fyri sjúklingin, fam­ilj­una og heilsuverkið sum heild. Maria leggur afturat, at granskingin av Alzheimers- sjúku í Føroyum ikki bert hev­ur áhuga millum føroy­ ingar. Føroyar verða nevndar og koma á heimskortið sum granskingarmið, tá eg í framtíðini skal leggja úrs­ lit fram á ráðstevnum utt­ an­lands. Og tað vildi ver­ ið deiligt, vissi tað kundi verið við til at lagt lunn­ar undir eitt størri gransk­ing­ arumhvørvi í Føroyum, sum var áhugavert fyri onn­ur at koma til. Tí við so týd­ning­ ar­miklari gransking sum hes­ari, koma vit væntandi at hava úrslit at vísa á, sum kunnu vera áhugaverd fyri útlendskar granskarar. Um verkætlanina: Verkætlanin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arb­eiðs- og Almannaheilsu, Dem­ens­ klinikkina á Lands­sjúk­ra­hús­ inum, National Vid­ens­center for Demens á Ríkis­sjúkra­ hús­inum, Ílegusavnið og Centre of Applied Neuro­gen­ etics, University of British Col­umbia í Kanada. Maria Skaalum Peter­sen, ph.d, er granskingarleið­ari, og kliniski ábyrgdarhavari er Tórmóður Stórá, yvirlækni. Aðrir luttakarar eru er Sofus Joensen, psykiatari, Marjun Restorff, Winnie Hansen, Eydna á Geilini og onnur frá Demensklinikkini, Gunhild Waldemar, yvirlækni á Nationalt Videncenter for Demens, og Matthew Farrer, professari úr Kanada. Verkætlanin er fíggj­ að av Det Frie Forsk­nings­ råd Sundhed og Sygdom, sum í høvuðsheitum fíggj­ar tvey ára løn til gransk­ing­ arleiðaran, meðan rakst­urin er fíggjaður av Sjúk­ra­kassa­ grunn­inum og Brød­rene Hart­manns Fond­en. Maria Skaalum Petersen hevur sett hol á gransking, ið hevur til endamáls at siga okkum meir um Alzheimers-sjúku í Føroyum, við at leita eftir lívs­ stíls- og um­hvørv­is­orsøkum til sjúkuna. Higartil hava 115 persónar við illgruna um demens og 100 av­varð­andi verið til kanningar á Demens­klinikkini, síð­ani verkætlanin fór í gongd fyri einum ári síðani Vísindavøkan 2016 Greinin er skrivað í sambandi við ársins Vísindavøku, sum verður í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn. Vísindavøkan verður fríggjadagin 30. september frá kl. 8.00 á morgni til á leið kl. 22.30 á kvøldi. Ymsar framsýningar og samvirkin tiltøk vera í Perluni og á Torginum. Hesi verða skipað kring frumevnini eld, luft, vatn og jørð. Her verður alt møguligt frá fiski til dronur at síggja, hoyra um, smakka og nerta við. Framløgur, sum serliga eru ætlaðar miðnáms­skúla­ næmingum, verða í Reinsarínum fyrrapartin. Lærarar og næmingar úr Hoydølum fara at hava ymiskt á skránni til børn í einum telti á p-økinum yvirav Reinsarínum. Steðgur verður millum kl. 15.00 og 17.30, tá Arkitekt­ ur­dagarnir, sum Arkitektafelag Føroya skipa fyri, verða settir. Frá kl. 17.30 til 19.30 verða tiltøk um og við íblástri frá Pokemon GO. Stuttar framløgur, tiltøk og undirhald. Frá kl. 20.00 verður hugnakvøld við framløgum og und­irhaldi. Vísindavøkan verður eisini á ferð kring alt landið við fyrilestrum í døgunum 19.-29. september. Fleiri enn 50 fyri­lestrar eru á skránni. Tað eru granskingarstovnarnir og Granskingarráðið, sum skipa fyri. Øll tiltøkini eru ókeypis. Sí skránna og les meira á gransking.fo og á Facebook-síðuni hjá Gransk­ingarráðnum.