Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eilen Anthoniussen Ú tbreiðslan av Alz­ heimers í Føroyum er ókend, og í heila tikið vita vit lítið um sjúkuna. Hetta er eitt øki, ið er trupult at fáa greiði á, tí tøl benda á, at øll, sum eru rakt av dem­ ens, ikki koma í samband við heilsuverkið. Hagtølini hjá Demensklinikkini á Lands­ sjúk­rahúsinum vísa, at á leið 300 fólk vóru til kanningar í tíðarskeiðinum 2007-2013, meðan framrokningar í mun til granna­lond okkara vísa, at hetta talið átti at ligið nærri 800 fólkum. Og hetta er ein trupulleiki, sum man sær aðrastaðni eis­ ini. At tað eru mong, sum eru rakt av demens, men sum ikki koma til kanningar fyri at staðfesta, um tey hava demens, sigur Maria Skaalum Petersen, ið er gransk­ari frá Deildini fyri Arb­eiðs- og Almannaheilsu og leiðari fyri verkætlanina. Hon hevur sett hol á gransk­ing, ið hevur til enda­ máls at siga okkum meir um sjúk­una í Føroyum, tað vil siga at finna ílegur, lívs­stíls- og/ella um­hvørv­ is­orsøkir til dem­ens í Før­ oy­um. Gransk­ingin verður framd í tøtt­um sam­starvi við Demens­klinikk­ina á Lands­ sjúkrahúsinum og Ílegu­ savnið. Verk­ætlan­in byrj­aði í mai í 2015, tá ein ætlan varð løgd fyri, hvussu manna­ gongdir skuldu skip­ast, so tey fingu flest møgu­ligar lut­tak­arar við í gransk­ing­ar­ verk­ætlanina. Vit fóru undir at bjóða fólki at luttaka í hesari verk­ ætlani í september í fjør. Allir persónar, sum hava fing­ið staðfest okkurt slag av demens, sum eru undir út­ greinan fyri demens, ella har illgruni er um demens, kunnu luttaka í verkætlanini. Tey fáa eitt innbjóðingarbræv, og so taka tey støðu til, um tey ynskja at luttaka. Luttøkan umfatar eina blóðroynd, og so seti eg teimum nakrar spurningar um teirra lív, lívsstíl, familjulív, sosialt lív og onnur ting, sum kunnu vera góð ella skaðilig fyri tey í mun til tað, sum vit vita um Alzheimers sjúku. Eisini verða avvarðandi bjóðað at luttaka við einari blóðroynd og einari samrøðu við meg. Torført at avgera Tað er ymiskt um tey, sum játta at luttaka, hava fingið Alzheimers-diagnosuna ella um ivi er um, júst hvat slag av demens tey hava. Men í hvussu so er eru tey und­ir illgruna fyri at hava sjúk­ una. Tey kunnu øll vera ein partur av kanningini hjá mær, men tá eg fari í holt við viðgerðina av data, verð­ur tað gjørt í mun til enda­liga niðurstøðuna hjá psykiat­ aranum, ið setur diagnosuna. Tá vit tosa um demens og Alzheimers-sjúku, er dem­ens tað yvir­skip­aða felags­heit­ ið fyri ymiskar heila­sjúkur. Eyðkennini fyri dem­ens kunnu vera ymisk, og funkt­ iónir­nar, ið svíkja, ym­iskar. Eitt nú kann minnið halda fram við at vera í lagi, men persón­menskan og sinna­lag­ ið kunnu broytast. Men tey flestu, ið fáa demens, fáa tað av Alz­heim­ ers-sjúkuni. Sjúk­an ger, at boðini, sum heila­kykn­urnar vilja senda sína­mill­um, ikki koma vegin fram, og til endans doyggja heila­kykn­ urnar. Og enn vita gransk­ arar ikki, hvat tað er sum ger, at heilakyknurnar doyggja, men orsøkin tykist millum ann­að at hava nakað við protein-folding at gera. Maria greiðir frá, at tá heilin verður raktur av Alz­ heimers, síggjast son­evnd plakk á heilanum. Á skann­ ings­myndum vísir hetta seg sum blettir, sum ikki eiga at vera har. Hesi plakk órógva, hvussu heilin virk­ar. So líðandi tódnar heilin, og minn­ið hjá tí sjúka svinn­ur og svinn­ur. Tað er ymiskt, hvussu sjúk­an kemur til sjóndar. Stutt­tíðarminnið versnar, tú kanst missa orð, orientering, gloyma hvussu kranin rigg­ ar ella hvussu tú sleppur í skógv­in. At lesa kann við tíð­ ini eisini gerast trupult. Tað er ymiskt, hvat fyri eyðkenni gerast sjónlig. Ílegur og lívsstílur Blóðroyndin skal nýtast til umfatandi ílegukanning, sum vónandi kann siga nak­ að um orsøkir til Alzheimers í Føroyum. Maria greiðir frá, at Føroyar eru eitt upp­lagt stað til at gera slík­ar kann­ ingar, tí okkara fólka­sam­ an­seting er so eins­háttað. Før­oyar eru eitt homo­gent sam­felag, sum merk­ir, at vit 50.000 føroy­ing­ar stava frá fáum ein­stak­ling­um í 1800-talinum. Tað merkir, at arbeiðið við at kanna ílegur og aðrar fakt­orar hjá okkum er lættari enn í størri og meir saman­sett­um samfeløgum. So hava vit eisini Ættar­ bandsskránna, sum letur upp fyri møguleikanum at kanna, um og hvussu fólk, sum eru rakt av demens, eru skyld. So eg meti, at vit hava serliga góðar møguleikar fyri at eyðmerkja genetiskar og aðrar orsøkir, sum hava samband við demens. Her eru færri variantar í spæl, og tí kunnu vit lættari skilja tað frá, sum ikki er skaðiligt. Tað eru bert nakrar heilt fáar broytingar í íleg­unum, sum kunnu hava við sær, at tú við vissu fært Alzh­eimers, og hesar koma rætti­liga sjáldan fyri. Men tað finn­ ast ílegubroytingar, sum økja um vandan at fáa hesa sjúkuna. Síðani koma lívs­ stíls­vágarnir. Alzheimers kem­ur und­ir tað, man kallar eina multi­fakt­orella sjúku. Tað vil siga, at tað ikki bara er ein frá­greiðing uppá sjúk­ una, men allarhelst eru tað fleiri ymiskir vágar í spæl. Ein ílegukanning kann altso ikki greina alla søguna. Flestu tilburðir av dem­ ens tykjast ikki at vera arva­ ligir, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, eisini hóast dem­ ens ikki kemur ofta fyri í familjuni. Mín varhugi er, at dem­ ens er meir arvalig enn Park­ inson, sum eg eisini granski í, men møguliga er tann illgrunin grundaður á, at títt­ leikin av Alzheimers er størri enn Parkinson. Vit bjóða eisini avvarðandi við í hesa kann­ing, serliga í teimum førum, har fleiri í familjuni eru rakt. Við tað at vit kanna nøkur fólk úr somu familju, har nøkur eru frísk og onnur sjúk, kunnu vit leita meir miðvíst eftir, hvar feilurin man goyma seg, tí fólk, sum eru í familju, deila stóran part av teirra ílegum. Bingo og sunnan kost Umfatandi kanningar av Alzheimers vísa, at kvinn­ ur eru í størri vanda fyri at fáa Alzheimers enn menn. 70 prosent av øllum dem­ ens-tilburðum stava frá Alz­ heimers, og hagtøl vísa, at sum 65-ára gomul kunnu vit rokna við, at 13 prosent av okkum fáa sjúkuna, og tá vit gerast 85, er talið hækkað til 45 prosent. Jú eldri tú ert, jú størri er kjansurin er fyri at fáa Alzheimers. Soleiðis er við fleiri sjúkum, og aldur er størsti vágafaktorur fyri dem­ens. Aðrir vága­fakt­orar eru ávísar ílegu­broyt­ingar. Men tað er ikki sikkurt, at tú fært sjúkuna, fyri tí um tú hevur eina ílegu­sam­an­ seting, sum bendir á tað. Vit vita snøgt sagt ov lítið um sjúk­una, og tí fáa lut­tak­ar­ ar­nir ikki aftur­melding um teirra genetisku úrslit í hesi kanningini. Um ein per­ sónur ynskir at kanna, um ílegur eru orsøk til dem­ens- tilburðir í hansara familju, má hann ráðføra seg við Dem­ens­klinikkina, um grund­ar­lag er fyri gen­et­isk­ ari út­greinan. Fólk kunnu eisini vera bangin fyri at fáa ov nógv at vita. Alzheimers er jú ein sjúka, sum ikki kann lekjast. Tað finst eingin lekjandi heili­vágur móti Alzheimers, VITA OV LÍTIÐ U Gransking Vit vita ov lítið um Alzheimers í Føroyum. Vit vita ikki, hvussu nógv hava sjúkuna, ella hví vit fáa hana. Vit vita, at heilin verður álopin, soleiðis at minnið viknar, og vit vita, at sjúkan oftari rakar kvinnur enn menn - vit vita bara ikki hví. Og inntil nú hevur ongin granskað í sjúkuni í Føroyum, men tað fer granskari Maria Skaalum Petersen at gera nakað við. Hon metir, at føroyska granskingin av sjúkuni eisini kann hava stóran áhuga úti í heimi HEILSA