Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 Sosialurin Tøkk Tykkum øllum, ið gleddu meg á 85 ára degnum takki eg hjartaliga. Túsund takk til tykkara sum komu út í Hebron at heilsa uppá okkum, somuleiðis takk fyri telefonsamtalur og gávur. Harrin signi tykkum ríkliga. Størstu tøkkina eigur Harrin fyri lívið og fyri at hesin dagurin gjørdist møguligur. Tróndur Eysturstein Tøkk Góði øll tit sum á ein hvønn hátt mintist meg á mínum 80 ára føðingardegi. Stóra takk til øll, íð vitjaði inn á gólvið á Jómsborg. Takk fyri heilsur, gávur, blómur og á annan hátt mintist til mín - ja, øll sum hugsaðu um meg hin 2. august, og gjørdi dagin ógloymandi. Eg hevið ein góðan dag saman við vinum, kenningum og familjuni. Hetta var ein dagur, eg seint fari at gloyma Kærastu heilsur Eyðun Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi tá ið okkara kæri sonur, beiggi, mammubeiggi og ommubeiggi Árni Abrahamsen f. 13.10.1956 d. 28.01.2016 andaðist og var jaraður. Familjunar vegna Margretha Elisabeth, Elsa og Kari Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið síndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi verfaðir og abbi okkara Hildibjart Johansen f. 28.10.1937 d. 25.06.2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til dialysudeildina og Landssjúkrahúsið fyri góða hjálp og røkt. Takk til Heimatænastuna í Tórshavn fyri umsorgan og hjálpsemi, og takk til tykkum, sum koyrdu hann aftur og fram til viðgerð. Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið so trúliga vitjaðu hann hesa sváru tíð, og tit sjómenn, ið hugsaðu um hann og ringdu til hansara. Og ikki at gloyma B36 og Neistan, sum mintust hann á so vakran hátt. Takk til Berg D. Joensen, prest, fyri ugga og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk fyri gávur, vakrar blómur og kransar. Takk fyri øll tit, sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Herborg, Marna, Jón, Dánjal Petur og Kári Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið á ymiskan hátt gleddu meg á mínum 95 ára degi tann 11. august. Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum komu í Skótahúsið fyri at hátíðarhalda dagin saman við mær. Stóra tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til at gera dagin so hugnaligan. Heilsan Annelisa Gaardlykke Tøkk Helgi Hansen f. 24.01.1984 d. 22.11.2015 Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara høgt elskaði pápi, sonur, beiggi og svágur, so brádliga andaðist. Takk fyri alla umsorgan, sum okkum varð veitt. Ein serlig tøkk til Eyðun Jacobsen, fyri alla umsorgan og stuðul hann var fyri okkum. Takk til Sverra Steinhólm og Ova Brim, fyri hjálp og uppmuntrandi orð aftaná. Takk til Paula Høj fyri góð orð og góða hjálp á kapellinum, og takk til Sjóvar Kirkju og Símin P.Jacobsen fyri sera góð orð. Takk til tykkum, sum fyriskipaðu ervið og hjálptu til við kakum, rudding og øðrum. Til seinast ynskja vit at takka øllum tykkum, sum fylgdu Helga hansara seinastu ferð her á foldum. Meinhard, Lisa, Jónas, Jógvan Martin & Ása við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, omma og vermamma okkara Mathilda Benjardøgg Vágur f. 30.09.1931 d. 30.04.2016 andaðist og varð jarðað. Takk øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til »Í menniskjum góður tokki«. Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Maud og Bogi