Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 28 Sosialurin Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Alma Maria Joensen f. 02.07.1939 d. 09.05.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til Mariu Jørðdal Niclasen prest fyri góð og troystsrík orð í kapelli og Kollafjarðar Kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og øll sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til heimahjálpir í Kollafirði, starvsfólk á umlættingarheiminum í Tórshavn og á B6 á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar, og minnisgávur til Føroyskt Cystisk Fibrosefelag. Takk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Jóhan og Erland við fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri sonur mín og bróðir okkara Leivur Clementsen ættaður úr Elduvík f. 03.10.1953 d. 08.08.2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til vinir, familju og starvsfelagar, sum vóru um hann og vitjaðu hann, meðan hann var sjúkur. Takk til starvsfólkið á B 6 og á Boðanesheiminum. Takk fyri blómur og kransar. Takk fyri peningagávur til Elduvíkar kirkju, Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Mamma og systkin við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá Jens Pauli Joensen Vestmanna ættaður úr Bø andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið á heiminum á Grønanesi, sum var um hann tey síðstu árini. Tøkk til Marjun í Kálvalíð fyri góð orð í kirkjuni. Tøkk til sangarar, gravarar, organist og klokkaran. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk fyri peningagávur til felagið Gásadal. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk, øll somul. Eydna og Olaf Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara góði elskaði bróðir, svágur, onkul og vinur Peter Jacob Poulsen f. 12.09.1942 d. 7.9.2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til sjúkrasystrar, sum hjálptu honum ta seinastu tíðina við kærleika og góðari røkt. Takk til Verkstaðið, har hansara gerandisdagur fekk innihald í nógv ár. Ein serstøk og innarlig tøkk til starvsfólkið og búfelagar á Sambýlinum á Bárðafløtti, sum tóku okkara kæra Petur Jacob undir sínar veingir fyri gott 20 árum síðani og góvu honum eitt gott og virðuligt lív. Ein seinasta tøkk til øll, sum hjálptu okkum ta seinastu tíðina, og sum fylgdu Peter Jacob til hansara seinasta hvíldarstað. Nanna og Rói við familju Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Johild Sólfríð á Løgmansbø andaðist so brádliga og varð jarðað. Takk til øll tykkum á Sýnini og heimatænastuni, sum altíð tóku tykkum so væl av henni og vóru um hana líka til tað síðsta. Takk til Ingu Poulsen prest og Poul Færø fyri so góð orð í Miðvágs Kirkju. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til tykkum, sum bakaðu, kokkaðust og hjálptu til í ervinum. Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur til Javna, og takk til øll sum fylgdu Johild til hennara seinasta hvíldarstað. Børnini hjá Johild við familjum teirra. TØKK Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR