Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. september 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 21. september 2016 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arbeiði Goymsluhøli til leigu i Hoyvik Goymsluholi 42m2 til leigu. Grava og planera. Tilbod verda givin. 224910 Bátar og bátaútgerð 6 mannafar til sølu 6 mannafar/Kalbaksbátur til sølu. 223525/423014 Bøkur Bøkur til sølu Nógvar góðar Føroyska og aðrar bøkur til sølu. Tlf 312940 Býli í Føroyum íbúđ søkist Er nakar sum hevur eina íbúđ í havn ella nærhendis Havn sum ikki kostar meir enn 5000kr alt íroknađ, eg eri 37 ára gamal mađur sum ikki roykjur. 515166 Fundir TØKUM LÆTT Ársaðalfundurin verður í Skansastovu sunnukvøldið 9. oktobur 2016 kl. 20.00. Skrá Sambært lógini. Dansað verður aftaná. Nevndin Nevndin Húsarhaldstól LEIGA FLATSKERM OG HVÍTVØRUR LEIGA 43 SAMSUNG SMART TV, VASKIMASKINU,KOMBI VASKI OG TURKIMASKINA. O.A EINKI DEPOSITUM LEIGAN GONGUR INN Í KEYPIÐ. ÓKEYPIS ÚTKOYRING RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160 Lutaseðlar Frá Haldórsvíkar Avhaldsfelag Drigin lutaseðil á eydnuhjólinum 4 sept. 2016 Allir vinningar eru avheintaðir uttan vinningur nr 5 15990 vit takka fyri stuðulin nevndin +298 267260 Ymiskt Fjallstavur Tørvar tær ein vala handgjørdan fjallstav, nú til raksturin. Ring tlf.315139 Tórshavn best millum kl.12-13 MERKISDAGAR LÝSINGARTORGIÐ TILTØK Hoyvík Mikukvøldið 21. sept.: Hoyvík kl. 18: Ítróttarguðstænasta. Theodor Eli Dam Olsen Havnar kirkja Mikudagin 21. september kl. 17-18: Nánd: Hetta er løtan at sita í kvirru, verða hoyrdur, samtala við prest ella fáa forbøn fyri tí, sum ein hevur uppá hjartað. Guðstænastur sunnudagin 25. september Havnar kirkja kl. 11: Gudstænasta v/ Sonju Klein, sóknarpresti. Hoyvík kl. 11, Marjun Lómaklett Kirkjubøar kirkja 25. september kl. 11.00, konfirmatión Nólsoyar kirkja kl 12.00 Ann D. Hansen Kaldbak kl. 12, altarg., Theodor Eli Dam Olsen Gøtu kirkja kl. 11: Lestur. Glyvra kirkja kl. 11, gudstænasta og sunnudagsskúli, Meinhard Bjartalíð Fríðrikskirkjan kl. 11: Gudstænasta. Dópur. Ovi Brim. Kórið í Undirhúsinum luttekur. Kirkjukaffi eftir gudstænastuna. Selatraðar kirkja kl. 12: Símun Persson Jacobsen Oyndarfjarðar kirkja kl. 17: Símun Persson Jacobsen Christianskirkjan kl.11.00 Jógvan Fríðriksson biskupur Leirvíkar kirkja kl. 11.00: Konfirmatión v/Marjun Bæk Kunoy kl.12.00 Hanus á Gørðum altarg. Viðareiðis kirkja, Jóannes Purkhús, kl. 12.00 Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00 Sandavágs kirkja, kl. 11.00. Marjun í Kálvalíð. Fámjin 11.00: Jens Mortan Mortensen Sandvík kl 13,00, Inga Poulsen Dam Bønhúsið í Ørðvík kl. 11 Jónsvein Bech. Hvalbiar kirkja kl. 12.30 Jónsvein Bech. konfirmantar í Kirkjubøar kirkju 25. september kl. 11.00. Bjørg Hoydal Brimnes, Undir Borgarhálsi 35, 176 Velbastaður. Opið hús frá kl. 17.00. Mikkjal Andriasarson Jacobsen, Undir Borgarhálsi 33, 176 Velbastaður. Opið hús frá kl. 17.00. Kofirmantar í Leirvíkar kirkju 25. sept. 2016 kl. 11.00: Silas Foldbo, á Gaddi 3, 520 Leirvík. Opið hús í Bowling í Leirvík frá kl. 18.00. Brandur Árni Lamhauge Mohr, Innandalsvegur 2, 530 Fuglajørður. Konfirmatiónin hildin heima frá kl. 17.00. Bjartur Unason Nón, Stovugerði 6, 530 Fuglafjørður. Konfirmatiónin hildin heima frá kl. 16.00. Noah Hans Mneney, Ennivegur 101, 530 Fuglafjørður. Konfirmatiónin hildin í Stovugerði 18 frá kl. 18.00. Ábraham Páll Abrahamsen, Ennivegur 63, 530 Fuglafjørður. Konfirmatiónin hildin í Thabor frá kl. 16.00 Konfirmatión í Nes prestagjaldi. Gøtu kirkja 2. oktober 2016 kl 11.00. 1. Miriam Jákupsdóttir Johansen, á Brekkukletti 7, 650 Toftir. Dagurin hildin: í skótahúsinum í Runavík frá kl 17.00. 2. Anni Johannessen, á Brekkukletti 22, 650 Toftir, frá kl 17.00. 3. Elsa Maria Hansen, Regnavegur 39, 650 Toftir, frá kl 17.00. 4. Jenný Jarnskor, Torbjarnargøta 3, 512 Norðragøta, frá kl 17.00. 5. Lena Olsen, Heygsvegur 56, 650 Toftir. Dagurin hildin: í Missiónshúsinum Tabor á Toftum frá kl 16.00. 6. Áki Johannesen, Nesvegur 93, 655 Nes, frá kl 17.00. 7. Harry Mohr Jacobsen, Regnavegur 11, 650 Toftir. Dagurin hildin: í Tofta Talvfelag, Toftavegur 20 frá kl 16.00. Ebenezer Mánakvøldið 19. september kl. 20.00 er kvinnumøti. Mikumorgunin 21. september kl. 10-12 møtast mammur við børnum. Mikukvøldið 21. september kl. 20, er Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøldið 22. september kl. 20 er Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Meinigheitshúsið í Havn Hósdagin kl. 20 Ungdómsmøti v/ Kristian Sofus Petersen, evni: Hvat er trúgv? Sunnudagin kl 14 Sunnudagsskúli og Juniormøti kl. 17.30 bønarløta, kl .18 Møti, ymisk tala Frelsunarherurin Tórshavn Mikudagin kl. 20.30 Bønarløta Hósdagin kl. 20.00 Heimaforbund fyri allar kvinnur Sunnudagin kl. 11.00 Halganarmøti Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudagsskúli KFUM og KFUK í Havn Hósdagur 22. september kl. 15.00 í KFUK: Binditreff, allar kvinnur eru vælkomnar. Hósdagur 22. september kl. 19.30 í KFUK: Bíbiltími við Bergur Debes Joensen presti. Ápostlasøgan 15. kap. Kollafjarðar Missiónshús 20. septembur Bønarmøti kl. 19:30 Bíbiltími kl. 20:00 v/ Bergtórur Hjelm Bjarkhamar Hjartaliga vælkomin Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Mikudagin 21. sept. kl. 19:30 Bøn og Bíbliutími Fríggjadagin 23. sept. kl. 21:00 Ungdómsmøti Keldan, Skálafirði Hósdagin kl. 10:30-13, Mammukafe Leygardagin kl. 20, Awake og konsert vid Martin í Grund Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Paula Høj. Barnamøti kl. 11 www. keldan.fo Kfum & K Klaksvík Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími við Hjørleif Poulsen. Dánjalsbók kap.3 og 4 Hósdag Kl.17.30 Juniormøti fyri tey, sum eru frá ca. 5. - 7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, sms so navn og nr til 212480. Kl.20.00 – 21.30 Gospelkórið “Sola Gratia” venur Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 19.05 bøn Hósdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Rósa Gáardlykke Sunnudagin kl. 18.00 møti Skopunar Missiónshús Mikudagin 21.sep. Kl: 19.30 bønarløta Kl: 20.00 bíbliutími v/Elin Jacobsen Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Fríggjadagur kl 15-18 hittast tilkomin og eldri til hugna Tilhaldið í Tórsgøtu 21 tel. 216627 og 216629 opið er mánadag – fríggjadag kl. 09 – 16 Teldupostur: tilhald@torshavn. fo – Heimasíðan: tilhaldid.fo Drekkamunnur er til keyps og dagbløðini tøk at lesa. VÆLKOMIN Sunda Kommuna Dagtilhaldið Blákollan Opið er týsdag og hósdag frá kl 14 til 18 Øll eru hjartaliga vælkomin Sorgarbólkur fyri vaksin, ið hava mist ein kæran Bólkurin møtist umleið 3.hvørja viku. Áhugað kunnu venda sær til bólkaleiðararnar. Margret Mortensen tlr. 223456 og Sigrun Heldarskarð 265432 Pensionistafelagið í Havn Mikudagin 28. septembur kl. 19,00 verður fundur í Losjuni. Bergur Djurhuus Hansen cand. mag. greiður frá, um ferðirnar hjá Kristian Osvald Viderø. Vitjunarvinir til Reyða Kross Føroya Bryggjubakka 2, Tórshavn Um onkur hevur hug at verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, eru til vælkomin at ringja til fyriskiparar Eyrith tlf. 513784 ella Marin 284333, teldupost eyrith@redcross.fo ella marin@redcross.fo og redcross@ redcross.fo Dagtilhaldið í Runavíkar Kommunu heldur til í hølunum hjá Nón á Torvgøtu 2. í Runavík. Opið er Mánadag - Hósdag frá kl. 14.00 til 17.00. Ymiskt er at takast við, bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag. Hósdag kl. 14.30 - 15.30 er fimleikur í høllini í Glyvra skúla. Øll eru vælkomin. Visit Tórshavn #grønaleiðin: Gongutúrur í grønu Havnini Í sambandi við #grønaleiðin, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri í døgunum 19. - 24. september, verður skipað fyri gongutúri í grønu Havnini. Nógv økir eru løgd út sum fríøki, og gøtur gera tað møguligt hjá øllum at njóta hesar perlur. Leygardagin 24. september ger gongubólkurin ein túr frá ovast uppi Millum Gilja og allan vegin oman í Steinatún. Á túrinum síggja vit vøkur fríøki, urtagarðar, Svartafoss, standmyndir og Viðarlundina. Túrurin byrjar uppi Millum Gilja kl. 11.30. Ikki øll búgva har, men til ber at taka bussin, leið 3 úr Steinatúni kl. 11.14. Tað er ikki neyðugt at vera limur í gongubólkinum fyri at luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin við og tiltakið er ókeypis! 70 ára føðingardagur Nú eg fari at runda tey 70 árini, hevði tað glett meg, at sæð familju, vinir og kenningar til ein betri bita í VB húsinum leygardagin 01. oktober frá kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Um tit ynskja at vera við, hevði verið gott um tit søgdu okkum frá innan leygardagin 24. september á tlf. 573660 ella 272669. Heilsan Hilmar Gullbrúdleyp Fríggjadagin 4. nov. 2016 hava Jóhanna og Johan Ludvig verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Dansifrøi frá kl. 19.00 sama dag. Tit, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum verða vinarliga biðin um at siga frá í seinasta lagi 10.okt. á tlf. 314457 - tlf. 262795 (Jóhanna) - tlf.224039 (Johan) ella á teldupost jojolud@olivant.fo Brúdleyp Leygardagin 8. oktober giftast Katarina við Skipá, Hoyvík og Dávid Petersen, Kamsdalur. Vígsl­ an verður í Oasuni, Kirkju­stræti 4, 188 Hoyvík kl. 12. Veitsla verður fyri innbodnum kl. 17.30. Opið hús verður seinni um kvøldið frá kl. 20.30 í Oasuni, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 8. oktober 2016 kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Ingrid Højgaard Petersen og Eivin Christiansen. Opið hús verður í Frelsunarherinum í Havn frá kl. 18.00 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 23. sept. fyllir Rannvá Samuelsen Vágur 80 ár. Dagurin verður hildin á Hamragarði frá kl. 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin